Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. august 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 142 - 1. august 2003 Nr. 142 - 1. august 2003 9 Eftir ólavsøku fyri 50 árum síðan hevur ein ið nevnir seg "Hans ið var uttanlands" eitt hjartasuff í Dagblað- num tann 7. august 1953. Maðurin hevði verið uttanlands og sæð hvussu reint og ruddiligt alt var har. BÝARSØGA Magnus Gunnarsson At ein túrur gjøgnum býin beint eftir ólavsøku fellir honum í eyguni, er onki at siga til. Í dag verður alt ruddað av vegnum beinan- vegin. Í dag hava vit feiði- maskinur sum byrja tíðliga um morgunin at rudda býin. Dagblaðið 7. august 1953 Eg gekk mær ein dagin niðaneftir - komin niðan um brúnna oman fyri Sjón- leikarhúsið, sá eg, at eisini henda gøtan var skemd av óruddi. Og til stuttleika kannaði eg hvat tað var fyri órudd, ið mest var at síggja. Har vóru pappír uttan av karamellum, appelsinskøl og pappír uttan av appelsinum, bananskøl, handtak av íspinnum og íspinnapappír, einstakir tómir pappír- posar, tómir sigarettpakkar og tubbakspakkar - ja, har var tað mesta. Við øðrum orðum, um nú tey hundrað- tals fólk, sum gingu hendan vegin á ólavsøku, ikki høvdu tveitt hetta óruddið frá sær, hvar sum helst, so var einki órudd. Summastaðni niðri í býnum hanga kurvar til órudd, men beint undir teimum liggur órudd, sum fólk hava tveitt frá sær. Og sum gøturnar sóu út aftaná ólavsøku! Tað er skomm fyri býin. Útlendingar, ið koma higar, taka til, hvussu skitin og órudduligiur býurin er. Og hetta er ikki neyðugt. Teir, sum halda býin reinan, gera óivað eitt gott arbeiði, men teir kunnu yvirhøvur ikki koma upp undan, uttan at fólkið hjálpir teimum. Fólk, sum selja tílikt sum íspinnar o.l., áttu í hvussu er at sópa fyri sínum egnu durum. Annars er tað ó- skiljandi, hví ikki tann regl- an verður sett í gildi, at hvør húsaeigari heldur gongubreytina reina framman fyri sínum egnu húsum, í minsta lagi sópar óruddi saman í ein dunga, sum so gøtusópararnir kunnu heinta. Her má gerast nakað, um ikki Havnin skal fáa orð á seg fyri at vera óruddilig- asti býur í heiminum. Hvussu so við teimum saniteru viðurskiftunum? Einasta hampuliga pláss er hitt sonevnda "Fredens- borg", øll hini almennu støðini eru so ræðulig, at tað er stór skomm. Og so verður sagt, at alt sær so ófantaligt út, tí at fólk ikki lata tað í friði. Tað er ivaleyst rætt, men tað er við hesum sum við óruddin- um, at vit kunnu ikki lata tey ófantaligu og illgjørdu ráða, tað má haldast fram við at seta tað í stand, sum verður brotið, at reinsa tað sum verður dálkað, til fólk hava lært at virða reinføri. Men tað sama sum kann sigast um býin, kann eisini sigast um tey almennu støð, har fólk koma saman í Havn, allastaðir er skittføri tað, sum fellur íeyguni. Gerið nakað við tað! Hans ið var uttanlands. Havnin – eftir ólavsøku í 1953: Heimsins skitnasti býur Á Vaglinum fyrst í 50-unum. Flaggað verður við føroyskum og donskum fløggum. Ein bakarabilur sæst niðri við H.N. Jacobsens Bókahandil Mynd: Carl Mortensen Tríati ára starvsdagur Í dag hevur Sára Olsen í Klaksvík starvast í 30 ár hjá Skipafelagnum Føroyar. Hon er dóttir Monu og Jákup Fredrik Isaksen. Í 1965 giftist hon við Knút og eiga tey tríggjar døtur. Sára er eitt arbeiðsgrev og tá arbeiðsdagurin byrjar, hevur hon longu fingið nógv frá hondini. Hon er eitt álitisfólk, fyrikomandi og er vælum- tókt millum starvsfelagar og viðskiftafólk. Fyri teimum, sum líða neyð hevur Sára stórt hjartalag, og tað eru ikki so fá pløgg, hon hevur havt á hondum, áðrenn tey verða send av landinum. NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin Fyrsta feiimaskinan kom í 1968 Verro-City sópimaskinan arbeiðir eftir Verro prin- sippinum, t.v.s. at sópingin er luftdrivin (pneumatisk). Hon sópar 2,5 - 12 km um tíman, ella upp til 20.000 fermetrar um tíman. Samlaða vegalongdin i Havn er ca. 50 km, hetta svarar til ca. 200.000 fermetrar. Roknast kann við, at sópimaskinan røkkur um allan býin tvær ferðir um vikuna (í 1968) Í Dagblaðnum 18. desember 1968 stóð ein lýsing frá Tórshavnar Býráð, har teir søgdu frá at nú var fyrsta takið tikið. Havnin hevði fingið eina sópimaskinu til gøturnar 25 ára starvsdag 1. august hevur Gudmund Gudmundsen á Giljanesi 25 ára starvsdag á Føroya Fiskavirking í Miðvági. Gudmund er sonur Jonu, f. Falkvard, og Eivind Gud- mundsen í Sandavági. Hann lærdi til maskinsmið á maskinverkstaðnum hjá Viggo Johannesen í Sanda- vági, síðan fekk hann sær maskinistútbúgving og sigldi sum maskinmeistari í eini tvey ár. 1. august 1978 bleiv hann settur í starv sum maskinmmaður á flakavirkinum Snarfrost í Miðvági, í dag Føroya Fiskavirking. Virkið bleiv herfyri valt til "Ársins arbeiðspláss". Gudmund er ein nærlagdur maður, sum vil hava tað reint og ruddi- ligt rundan um seg. Hann hevur stóran áhuga í fót- bólti og spælir t.d. nógv innandura fótbólt. Hann er giftur við Janny, f. Hansen, úr Miðvági, tey búgva á Giljanesi og eiga fýra børn, tvær døtur og tveir synir. August hevur navn sítt eftir rómverska keisaranum Augustusi. Tá ið teir høvdu gjørt av, at fimti mánaður í gamla rómverska kalendaranum, quintilis, skuldi hava navnið juli til minnis um Julius Caesar, hildu teir seinni, at Augustus átti at fáa sama heiðurin sum Julius, og sætti mánaður, sextilis, fekk navnið august. 1. august. Pætur í fongsli. Dagurin var á latíni róptur vincula Petri (fjøtur Pæturs) og varð hildin til minnis um, at ein eingil kom til hansara í fangarúminum, sló leinkjurnar av honum og bað hann fylgja sær út úr fongslinum. (Ápostlasøgan 13, 3- 23). C M Y K 9 8