fríggjadagur 1. august 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 142 - 1. august 2003
Nr. 142 - 1. august 2003
11
Tað eru summi, sum seta spurbartekin við, um
finalan í steypakappingini um Løgmanssteypin skal
spælast á ólavsøku ella ikki.
Grundgevingarnar eru ymiskar. M.a. tann, at
spælararnir eru kanska ikki so væl fyri síðst í juli, tí
teir hava hildið frí frá landskappingini í nakrar vik-
ur, og tí verður spælið í dystinum so sum so. Ein
onnur grundgeving er hon, at finaludysturin skal
ikki blandast saman við tjóðarhátíðina, tí torført at
fáa spælrarnar at hugsa um fótboltin fyrst og fremst.
Nakað er sjálvandi um hesar grundgevingarnar og
aðrar við. Hinvegin kann spurnartekin ikki setast
við, at tað hevur skapt størri áhuga fyri finaluni um
Løgmanssteypin, síðani hon varð sett til at verða
spæld ólavsøkudag fyri nøkrum árum síðani.
Tey flestu munnu halda, at kappróðurin er høvuðs-
punktið á skránni fyri ólavsøkuaftan - í hvussu so er
á ítróttarøkinum. Og tey flestu munnuhalda, at nú
hava vit fingið eitt hæddarpunkt afturat á ítróttarliga
økinum á ólavsøku, og tað er finaludysturin í
steypakappingini.
Víst hevur altíð verið steypadystur ólavsøkudag
millum annað havnarliðið og eitt av bygdaliðunum,
men ein slíkur dystur kann á ongan hátt samanberast
við tann hátíðardám, sum ein finaludystur um løg-
manssteypin hevur.
Tað síggja vit eisini á áskoðaratalinum. Ífjør vóru
meira enn 4200 fólk til finaludystin og í ár lá talið
um 3300, sum má metast at vera eitt rættiliga høgt
áskoðaratal. Harafturat eiga vit at minnast til, at á
ólavsøku er helst meira enn helvtin av Føroya fólki
í høvuðsstaðnum, so tað er tá, at fólk hava møgu-
leika at leita sær niðan í Gundadal.
Finalan í ár vísti ikki tað stóra fótboltsspælið, men
tað kunnu vera fleiri orsøkir til tað, sum ikki skulu
umrøðast her, men ein er, at nógv stóð upp á spæl
hjá báðum pørtum. Hja GÍ at spæla úti í Evropa eitt
ár afturat, og hjá B36 í hvussu so er at tryggja sær
sigur í steypakappigini.
At hava dystin fyrr í juli ella í fyrru helvt er sjálv-
andi ein møguleiki, men vit eiga at hugsa um, at tá
eru nógv fólk í feriu, meðan støðan tykist vera tann,
at nógv venda heim aftur fyri ólavsøku, ella bíða við
at fara til eftir ólavsøku, og tí tykist sum at nógv fólk
eru júst heima um hetta mundið.
Tá alt hetta er sagt, skal bara leggjast afturat, at tað
klokkutíðin nær dysturin verður spældur, eigur at
ásetast fyrr enn í sjálvari ólavsøku-vikuni. Har-
afturat er rættast at flyta dystin til seinri á degi, so
finalan í steypakappingini hjá kvinnum ikki skal
spælast, samstundis sum Løgtingið verður sett, og
soleiðis at kappríðingin, sum er gamal táttur í
skránni fyri ólavsøkudag, kann vera liðug, áðrenn
finaludysturin byrjar. Men flytið ikki dystin til
annan dag!
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Sjálvandi á ólavsøku!
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Tað er spurningur um trúvirði
Sverre Midjord
Tað eru ikki tær ljósu tíðir,
sum standa fyri stavn, men
tað tykist ikki at órógva
meirilutan á løgtingi.
Men broytingar hómast,
hvat teir ymisku flokkarnir
standa fyri politiskt. Tað
var eitt álvarsligt stig, sum
samgongan, sum var ímill-
um Tjóðveldisflokkin og
Javnaðarflokkin tók við
Finnboga Ísakson umsit-
andi fíggjarmál, avgerðir,
sum førdu til stovnsetan av
fiskavirking. Henda avgerð
kom at kosta Javnaðar-
flokkinum 5 løgtingslimir.
Men seinni hevur henda av-
gerð víst seg at vera røtt.
Hvussu hevði verið her á
landi, um avgerðin ikki
varð tikin?
Fiskavirking er í dag eitt
gott arbeiðspláss. Fólka-
flokkurin tók ikki undir við
tí og tók seg úr samgong-
uni. Vit eru í einari líknandi
støðu í dag. Vinnan hevur
stuðul fyri neyðini, um ali-
vinna og fyri tað rækju-
vinnan ikki fáa hjálp,
verður stórt arbeiðsloysi í
landinum, eitt arbeiðsloysi,
sum ALS-skipanin fær ilt
við at greiða. Fólkaflokk-
urin, sum fór úr einari sam-
gongu orsakað av fiska-
virking, teir siga nú skila-
gott, at vinnan skal stuðl-
ast. Tað eru Guds børn sum
batna. Javnaðarflokkurin
sigst vera ímóti stuðli, hvat
er orsøkin, er tað eitt høgra-
rák, sum hevur yvirtikið
flokkin? Vónandi ikki.
Kristina Háfoss, tinglim-
ur, hevur veruliga sett sær
fyri at forða fyri at vinnan
skal stuðlast – hevur henda
kvinnan veruliga hóming
av avleiðingunum. Hon
hevur lisið ella studerað,
tað er lætt at lesa um
hvussu tað skal vera, veru-
leikin er ein heilt annar,
hvør tekur ábyrgdina, tá ið
fleiri tímalønt verða ar-
beiðsleys og samfelagið
missir marknað. Er hetta
støða Tjóðveldisfloksins?
Kristina Háfoss veit helst
ikki, hvat tað er at hava
skiftandi tímalønt arbeiði
við lítlari inntøku. Hon
hevur lisið. Tjóðveldis-
flokkurin er farin frá at vera
ein fiskimanna- og ar-
beiðaraflokkur, til at vera
ein høgrastýrdur akadem-
iskur flokkur. Harmiligt.
Sjálvandi skal Tjóðveldis-
flokkurin vera í samgongu.
»Tann Tjóðveldisflokkur,
sum eg var limur í«, so
sigur Finnbogi Ísakson, so
kann ein meta um hvat
hann hugsar um. Í tjóðveld-
isblaðnum 14. September
skrivaði Ólavur Michelsen,
sáli, sum var blaðstjóri: Tey
ungu skuldu ikki fingið
loyvi at lisið framhaldandi,
uttan at tey fyrst høvdu
verið tøk í fiskivinnuni, ein
form fyri verndarskyldu,
soleiðis at tey skulu kenna
grundarlagið undir sam-
felagi okkara.
Tað hevði verið gott, um
Tjóðveldisflokkurin
tók
hetta til eftirtektar. Í dag er
bert ein tingmaður í flokk-
inum við hesi grundseting.
Miðflokkurin er eisini
farin til høgru. Teir siga
eisini nei til at stuðla vinnu-
lívinum. Teir hava fingið
NATO í rangastrúpan.
Frá 1963 til 1985 avsetti
Tvøroyrar Býráð 2% av
skattainntøkuni beinleiðis á
bundna konto í Sjóvinnu-
bankanum
til
vinnulig
endamál. Henda avseting
gjørdi, at vit kundu stuðla
við 250.000 kr. til eitt línu-
skip og 150.000 kr. til ein
trolara, partapeningurin í
Tvøroyrar Flakavirki varð
goldin kontant, somuleiðis
í Suðring og ikki at gloyma
Rankan, sum kostaði 10
mill. meira enn uppruna-
liga ætlað.
Nevndin í Rankanum var
Dánial av Rana, sum var
formaður, Hermund Mich-
elsen og Sverre Midjord.
Vit høvdu peningin og tóku
trolaran. Hvønn týdning
hesi tiltøk hava havt er
eingin ivi um. Teir borgar-
ligu tóku av hesa skipan í
1985.
Formaður Miðfloksins
kennir væl til hetta og
hvønn týdning tað hevur
havt fyri Tvøroyri og sam-
felagið alt. Stuðul til vinnu-
lívið er ein hjálp til sjálv-
hjálp. Landskassin eru vit
øll.
Í Sosialinum 134, 18/7,
hevur ein búskaparfrøðing-
ur sínar metingar og er
hann ímóti stuðli og sigur
hann tað soleiðis:
Tað er so nógv sagt, at
kreppan kann hava ræðandi
avleiðingar fyri føroyska
samfelagið. Í fjør vórðu íalt
útgoldnar 160 mill. kr. í
lønum í alivinnuni, tað er
2,7% av samlaðu lønarút-
gjaldingini í Føroyum. Lat-
ið okkum siga at helvt fer á
heysin, tað vil siga 1,3%,
tað er ikki nakað ræðandi
tal.
Tað er tað kanska ikki á
telduni hjá Jóannes Jacob-
sen, men alivinnan er meira
enn arbeiðsløn. Um pro-
sentini hjá Jóannes Jacob-
sen verða roknað um til ar-
beiðspláss í Tórshavn, so
vildu nógv fulltíðarstørv
verið jarðløgd í Tórshavn.
Um so verður, tá fara
telduknapparnir hjá onkr-
um at gløða.
- TÍÐINDI TIL SJÓFÓ
á
C
M
Y
K
11
10