fríggjadagur 1. august 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 142 - 1. august 2003
13
U-17 dreingirnir hava
megnað at givið bæði
Skotlandi og Svøríki
dygga mótstøðu, men
trupulleikin er, at tað
gongst so illa at finna
vegin til meskarnar í
málinum hjá mót-
støðumálinum
U-17 LANDSLIÐIÐ
Jóannes Hansen
Í hesi vikuni er U-17 lands-
liðið í fótbólti í Hamar í
Noregi, har teir luttaka í ár-
ligu NM kappingini. Føroy-
ar eru í bólki saman við
Skotlandi, Svøriki og Finn-
landi, sum føroyingarnir
skulu spæla ímóti í dag.
Fyrsti dysturin var ímóti
Skotlandi týsdagin. Skotar-
nir vunnu 2-0 eftir málleyst
fyrra umfar. Mikudagin var
Svøríki mótstøðuliðið, og
teir vunnu 3-0, eftir at hálv-
leiksstøðan hevði verið 2-0.
– Eg havi einki at siga til
avrikið hjá okkara monn-
um. Teir megna fyri tað
mesta at geva mótstøðu-
monnunum dygga mót-
støðu, og tað er væl betri,
enn tað var fyri nøkrum ár-
um síðani, tá ið okkara ofta
løgdu rygg til stórtap. Eg
haldi, at hetta man vera ein
tann besti árgangurin, sum
vit hava havt. Hetta skal
skiljast soleiðis, at tað ber
væl til at gera nógvar út-
skiftingar, og at tað ikki eru
tveir og tríggir, sum bara
øllum liðnum. Tað er posi-
tivt, men sjálvandi er tað
harmuligt, at vit ikki enn
hava megnað at skora mál.
Leikliga eri eg nøgdur, men
úrslitaliga kundi tað havt
verið betri, sigur Bill
Jacobsen, venjari hjá U-17
dreingunum úr Noregi.
Fótbóltsspælið kostaði
Ímóti Skotlandi var mál-
leyst inntil í 52. minutti. Tá
stútaði Steven Fletcher úr
Hibernians
innlegg
úr
høgru
í
málið. Tjúgu
minuttir seinni var tað eftir
innlegg og klumpaspæl, at
Brian Gilmour fekk potað
bóltin í málið.
– Eg haldi, at vit áttu
møguleika at halda tørn um
málleysan javnleik, um vit
høvdu lagt okkum eftir tí. Í
1. hálvleiki vóru okkara
menn frammarlaga, spældu
væl og fluttu seg nógv og
høvdu bóltin í minsta lagið
eins nógv og mótstøðu-
menninir. Í 2. hálvleiki
kostaði tað, at vit høvdu ar-
beitt so nógv í nógva hita-
num. Tá vóru teir fysiskt
betri fyri, meðan okkara
vóru moyrir. Munurin er
framvegis tann, at teir eru
eitt vet skjótari, sterkari og
kontantari enn okkara, sum
ikki hava so nógva dystar-
venjing á hesum støðinum.
Men í fótbóltsspælinum
standa okkara einki aftan-
fyri teir, sigur Bill Jacob-
sen.
Deyðu bóltarnir
kostaðu
Ímóti Svøríki var søgan
umleið tann sama, sum hon
var ímóti Skotlandi. Hesa
ferð var tað gamli veikleik-
in í deyðbóltsstøðunum,
sum gjørdi um seg. Í 18.
minutti stútaði Mattias
Mete eftir frísparksinnlegg
úr høgru, í tíðini, sum dóm-
arin hevði lagt afturat fyrra
umfarinum, skoraði sami
maður eftir horna, sum før-
oyingarnir hildu átti at havt
verið málspark, og í fyrsta
álopinum
eftir
steðgin
fingu teir fínt mál eftir gott
samanspæl.
– Vit vóru ongantíð
niðurspældir,
men
vit
megnaðu ikki at fáa mál,
sjálvt um vit høvdu einar
fimm góðar royndir ímóti
málinum
hjá
teimum.
Sjálvandi er tað ikki serliga
hugaligt, at vit ikki skora,
men tað fer kanska at koma
ímóti Finnlandi, og plaser-
ingsdystinum, sum verður
sunnudagin,
sigur
Bill
Jacobsen.
Finnland tapti 1-0 ímóti
Svøríki og 2-0 ímóti Skot-
landi. Danmark, sum Før-
oyar í fjør megnaðu javn-
leik ímóti, eigur kanska
bersta liðið í ár. Teir hava
vunnið 2-1 á Noregi og 3-0
á Onglandi, og teir skulu í
dag spæla ímóti Íslandi,
sum hevur tapt 3-0 ímóti
Onglandi og 2-0 ímóti
Noregi.
Føroyska
liðið
ímóti
Skotlandi: Tróndur Krage-
sten, HB – Bárður Mittel-
stein, HB, Jóhan Davidsen,
NSÍ, Borgar Kristiansen,
Skála, Poul Tummas Dam,
HB – Pætur Jørgensen, HB
(Per Jacobsen, GÍ, 70.),
Ólavur í Ólavsstovu, HB
(Jóhan V. Gunnarsson, B36,
54.), Urbanus Olsen (Ás-
bjørn V. Gunnarsson, B36,
70.), KÍ, Christian Mourit-
sen, HB – Kristoffur Jacob-
sen liðformaður KÍ (Per
Jacobsen, GÍ, 66.), Andreas
Lava Olsen, LÍF (Einar
Hansen, NSÍ, 78.).
Føroyska liðið ímóti Svø-
ríki: Tróndur Kragesten,
HB – Bárður Mittelstein,
HB, Jóhan Davidsen, NSÍ,
Borgar Kristiansen, Skála
(Sam Jacobsen, GÍ, 62.),
Einar Hansen, NSÍ – Ás-
bjørn V. Gunarsson, B36,
Ólavur í Ólavsstovu, HB
(Urbanus Olsen, KÍ, 50.)
Jóhan V. Gunnarsson, B36,
Christian Mouritsen, HB –
Kristoffur Jacobsen liðfor-
maður, KÍ (Per Jacobsen,
GÍ, 66.), Andreas Lava Ol-
sen, LÍF (Pætur Jørgensen,
HB, 74.)
Teir leita eftir málinum
U17-landsliðvenjarin,
Bill Jacobsen, sigur, at
árgangurin í ár er ein
av teimum bestu,
føroyingar hava átt,
og í báðum teimum
fyrstu dystunum í
NM-kappingini hava
føroyingar megna at
givið bæði Skotlandi
og Svøríki dygga
mótstøðu.
AaB eygleiddi í final-
uni Jákup á Borg, og
Esbjerg fylgdi ólav-
søkuaftan Hjalgrími
Elttør
YRKISSPÆLARALEIÐIN
Jóannes Hansen
Tað verður frá útlendskari
síðu hildið eyga við før-
oyskum fótbóltsspælarum.
Tað varð enn eina ferð stað-
fest á ólavsøku. Bæði ólav-
søkuaftan og ólavsøkudag
vóru umborð fyri donsk
fótbóltsfeløg í Gundadali
og hugdu at fótbóltsdyst-
unum. Í báðum førunum
var málið at finna fram til,
um tað er møguleiki fyri, at
føroyskir spælarar kunnu
vera við til at styrkja um
álopini í superliguni.
Ólavsøkuaftan var venj-
arin hjá Esbjerg, sum verð-
ur roknað millum bestu
feløgini í superliguni í
Gundadali. Hann eitur Ove
Pedersen. Ørindini hjá hon-
um vóru at sýna Hjalgrím
Elttør hjá KÍ, sum ongantíð
hevur fjalt yvir, at hann
droymir um at royna fót-
bótsevnini uttanlands.
Fyrr í summar vóru um-
boð fyri Grindavík í bestu
íslendsku deildini í Klaks-
vík og sóu Hjalgrím spæla,
og teir góvu honum eitt til-
boð um at koma til Íslands
at spæla. Men Hjalgrím tók
ikki av. Hann metti ikki, at
avbjóðingin var serliga
lokkandi.
Eftir uppgerðina ólav-
søkuaftan millum HB og
KÍ (dysturin endaði 3-3 og
klaksvíkingar vunnu brots-
sparkskappingina og fingu
harvið steypið norður við)
man tað vera ivasamt, um
Hjalgrím fer at fáa nakað
tilboð frá Esbjerg – í
hvussu so er ikki út frá tí,
sum esbjergensarnir sóu
hesa ferð.
KÍ hevði nógv fólk við í
Gundadal, og Hjalgrím sat
leingi á beinkinum. Tá ið
hann kom á vøllin, var tað á
miðvallarplássinum í vinst-
ru og ikki í álopinum.
AaB fylgdi Jákupi
Fleiri feløg í superliguni
halda seg hava tørv á styrki
í framrættaða partinum.
Fíggjarliga orkan hjá don-
sku fótbóltsfeløgunum er
ikki serliga stór, og tí verða
eyguni vend hagar, sum
spælarar kunnu fáast fyri
lítið og lætt – í hvussu so er
um sammett verður við at
keypa spælarar, sum eru
sáttmálabundnir aðra stað-
ni, og har feløgini krevja
stórar upphæddir fyri at
sleppa teimum.
Um spælarar eru sátt-
málabundnir við føroysk
feløg, so hava tey rætt at
krevja pengar fyri at lata
spælarar fara aðra staðni,
men talan sigst ikki vera
um meiri, enn at tey – sam-
mett við onnur stór feløg –
so at siga verða leskaði.
Tá ið GÍ og B36 spældu
steypafinalu var Poul Erik
Andreasen, sum er venjari
hjá AaB, millum áskoðarar-
nar. AaB leitar eftir einum
álopsspælara, sum er førur
fyri at lyfta arvin eftir let-
iska Andres Oper, sum AaB
fyrr í summar seldi til Torp-
edo Moskva, ið var sinnað
at rinda AaB fitt av pengum
fyri spælaran, sum næsta
summar annars hevði verið
leysur av sáttmálanum við
AaB, ið harvið einki hevði
havt fingið fyri hann.
Jákup á Borg var allar
120 minuttirnar á B36 lið-
num. Í 1. hálvleiki var hann
álopskendur miðvallari í
høgru, og í pørtum av 2.
hálvleiki var hann meiri
álopssinnaður enn so. Ják-
up skoraði upp á brots-
spark, og hann átti horna-
sparksinnleggið úr vinstru,
sum John Petersen við
høvdinum snittaði í málið.
Men fótbóltsliga avrikið í
finaluni var neyvan av tí
slagnum, at venjarar í don-
sku superliguni við tí sum
grundarlag fara at bjóða
føroyskum spælarum sátt-
mála og løn, sum tað ber til
at liva av.
Gestur Hovgaard, for-
maður í KÍ, sigur, at hann
veit ikki um, at nakað felag
á ólavsøku skuldi hyggja at
Hjalgrími Elttør.
– Men tað er einki loynd-
armál, at eitt nú Hjalgrím
fegin vil sleppa at royna seg
aðra staðni. Mín fatan er, at
fleiri feløg í t. d. Danmark
og Noregi fylgja spælarum
hjá okkum, sigur KÍ for-
maðurin, sum umframt
Hjalgrím nevnir eitt nú Ova
Nysted og Atla Danielsen.
Superligan vigaði føroyingar á ólavsøku
13
12
Nr. 142 - 1. august 2003
At leggja nýggju
ferjuleguna á Drelnesi
har, ið ætlanir eru
um, er kanska ikki tað
skilabesta. Í øllum
førum ikki, um ein
spyr lívfrøðingar, tí á
staðnum livir sjáld-
samt taraslag og tí
kann talan verða um
brot á løgtingssam-
tyktir og enntá eisini
konventiónsbrot og
virðir fyri milliardir
fara kanska fyri
bakka
LÍVFØÐI
Dagfinn Olsen
Talan kann gerast um einki
minni enn brot á løgtings-
samtykt og kanska eisini á
konventiónir, um ferjulegan
á Drelnesi verður løgd júst
har, ið ætlanir eru um.
Á staðnum er lívfrøðiligt
margfaldni og týdningar-
miklast av øllum: har finst
eitt sjáldsamt taraslag, ið
ikki er aðrastaðni í Føroy-
um.
Hetta hevur fingið lív-
frøðingar og onnur áhugað
at rakna við.
Brot
Vit hava vent okkum til
Regin Joensen, lívfrøðing,
fyri at frætta eitt sindur
nærri.
Hann metir, at hóast tara-
slagið finst aðrastaðni í
heiminum, so er talan um
sjáldsaman tara og hann
finst ikki aðrastaðni í Før-
oyum.Sostatt
doyr
eitt
plantusamfelag út og tað er
ikki í tráð við hugsanina
um at verja lívfrøðiligt
margfaldni.
Hann vísur á Bergkon-
ventiónina, tó tað ikki er
heilt greitt, hvørt hon er
galdandi fyri Føroyar, men
fast stendur tað, at løgting-
ið í 1993 samtykti lóg um
vernd
av
lívfrøðiligum
margfaldni.
Sostatt kann í hvussu er
blíva talan um brot á løg-
tingssamtykt, verður ikki
tarin tikin við í ætlanirnar
um ferjulegu á Drelnesi.
Regin Joensen sigur, at
brot á samtyktir ella kon-
ventiónir kunnu hava óhep-
nar avleiðingar, tí í vikuni
hevur ES ákært Danmark
fyri brot á umhvørvislógina
og bera tey nú banga fyri
avleiðingunum, tí t.d. kann
ferðavinnan ávirkast og
slíkt kann eisini henda hjá
okkum.
Ymsar lógir, konventión-
ir, frágreiðingar (Oljumála-
ráðið; Frágr. um náttúru- og
umhvørvisvernd) og al-
tjóða avtalur eru at vísa til,
men hvussu er og ikki, so
stendur løgtingssamtyktin
frá 1993 eftir um vernd av
lívfrøðiligum margfaldni.
Framferðarhátturin
Regin Joensen hevur eisini
hug at hugleiða um arbeiðs-
hátt og framferð. Hevur
Landsverkfrøðingurin gjørt
umhvørviskanning og hvat
sigur hon? Hevur yvirfrið-
ingarnevndin sæð kanning-
ina ella frágreiðingina og
bara yvirsæð hetta og er tal-
an um konventiónsbrot.
Hevur nevndin viðgjørt
málið? Hvør er manna-
gongdin, tí ein kann skriva
so mangt í eina frágreiðing,
og tær enda so ofta bert í
eini skuffu? Og góðkennir
Heilsufrøðiliga Starvstovan
frágreiðingina? Spurning-
arnir, ein kann seta sær, eru
sera nógvir.
Missa milliardavirðir
Umframt, at tað kann tykj-
ast næsadjarvt at køva eitt
plantusamfelag, so eru eis-
ini stór virðir upp á spæl.
Regin Joensen nevnir
bioprospektering. Hetta er,
tá ein tekur kveikar úr djór-
um og plantum – ofta sjáld-
somum – og nýtur hetta í
heilivágsídnaðinum. Hetta
er t.d. talan um í frumskóg-
inum. Og hevur ein sjáld-
samt plantuslag, so er ofta
eisini talan um sjáldsom
djórasløg.
Klassisk er søgan um
ungan lesandi, sum gekk á
Hardangervíddini og tók
mold í eina spann. Úr hes-
um kom stórur ídnaður og
verður hetta nýtt innan
transplantatiónsviðgerð.
Ein sveisisk fyritøka um-
setur í dag fyri 11 milliardir
árliga innan økið.
Eingin veit, hvat vit
missa, men kanska eru tað
eini 5-10 milliardir, ið er
tað sama sum ein møgulig
oljuvinna gevur. Í hvussu er
missa vit framtíðar møgu-
leikar og møgulig fríggjar-
lig virðir og tí mæla lív-
frøðingar til, at farið verður
hóvliga fram, so vit ikki
verða bumbað aftur í stein-
øldina, sum Regin Joensen
málber seg.
Sunnudagin brunnu
eini hús á Bakka í
Vági. Alt brann inn-
an úr húsunum og
illgruni er um eld-
áseting. Løgreglan í
Suðuroynni tók eis-
ini fullar bilførarar
um vikuskiftið
ELDUR
Dagfinn Olsen
Klokkan 15:45 seinnapart-
in sunnudagin fekk sløkki-
liðið í Vági boð um, at
eldur var í einum húsum á
Bakka í Vági. Menn vóru
skjótir á staðnum, men
eldurin hevði fingið fasta-
tøkur, tó at tamarhald fekst
á honum. Húsini stóðu ikki
at bjarga og nógvur roykur
var, so teir brutu seg niður
ígjøgnum takið í einum
kamari, har tann stóri eldur
var. Góðar 3 tímar seinni
var eldurin sløktur.
Álvarsmál
Alt er brunnið innan úr
húsunum, tó at tak og út-
veggir standa. Talan er um
hús, ið eru bygd fyrst í
sjeytiárunum.
Løgreglan kannar málið
og sigur, at illgruni er um,
at eldurin er ásettur og
verður málið viðgjørt sum
slíkt.
Fullir førarar
Hóast mangir løgreglu-
menn kring landið eru í
Havnini til arbeiðis á ólav-
søku, so eru fólk eftir á
politistøðunum kring land-
ið. Umframt eldsbruna, so
hevði løgreglan í Suður-
oynni ávirkaðar bilførarar
at taka sær av.
Leygarnáttina rýmdi ein
bilførari frá einum minni
ferðsluóhappi á Tvøroyri.
Tá hann stutt efir varð tik-
in, tók løgreglan blóð-
roynd av manninum.
Mánanáttina kom frá-
boðan um, at ein kona
koyrdi ávirkað í Vági. Hon
var somuleiðis tikin og
blóðroynd tikin av henni.
Skuldsetingar eru í báðum
førum reistar um rús-
drekkakoyring.
Ferjulegan hóttir sjáldsamt taraslag
Rætting
Í grein í blaðnum fyri ólavsøku um aling og ILA-
sjúku, verður Bjarni Djurholm endurgivin fyri at siga,
at tað kann seta okkum í ringt ljós í ES, at vit hava út-
flutt sjálvdeyðan fisk til ES.
Júst so avgjørdur var Bjarni Djurholm ikki í síni út-
søgn, men vísti hann á, at løgreglan kannar málið, og
um tað vísir seg, at hald er í skuldsetingunum, so
kann hetta fáa ávirkan á ES, sum skal góðkenna
koppseting av alifisiki.
– Eg havi ikki orsøk at taka so harðliga til orðanna
ella at ákæra nakran, men vísti bert á, at løgreglan
kannar málið, sigur landsstýrismaðurin og hesum
hevur hann rætt í og biða vit hann orsaka mistakið.
- - blðm-
Tarin við Drelnes er sjáldsamur og
løgtingssamtykt frá 1993 nevnir vernd av
lívfrøðiligum margfaldni. Framtíðarinntøkur
fyri milliardir kunnu eisini fara fyri bakka
Mynd: Savnsmynd
Sunnunáttina brunnu hesi húsini í Vági og løgreglan kannar málið, tí illgruni er um, at eldurin er ásettur
Illgruni um eldáseting
C
M
Y
K
12