Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. august 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 142 - 1. august 2003 Brian Laudrup heldur dygdirnar hjá Toda og Zuma vera avgerandi fyri, um FCK skal megna at vinna á Glasgow Rangers EUROPA CUP FYRI MEISTARAR Jóannes Hansen Í fyrrakvøldið tók FCK fyrsta stigið ímóti triðja og avgerandi innleiðandi um- farinum í Europa Cup fyri meistarar. Teir vunnu 4–1 í Parkini ímóti maltesiska Sliema Wanderers. Avrikið var ikki sannførandi alla tíðina, men eingin ivi var um, at FCK var væl betri enn mótstøðuliðið, sum kortini var vandamikið í fleiri skjótálopum og kundi havt fingið fleiri mál enn tað, sum teir skoraðu tíð- liga í 2. hálvleiki. Tá mink- aðu teir um munin til 3–1, og FCK var skelkað eina løtu, áðrenn Thomas Røll, sum eisini hevði skorað í 1. hálvleiki, staðfesti heima- sigurin, ið heilt víst var nóg stórur at røkka næsta um- farinum. FCK skal spæla á Malta mikukvøldið. Tá verður heimaliðið meiri fram- rættað, enn teir vóru síðsta mikukvøld, og harvið verða møguleikarnir hjá Toda Jónsson og Zuma at gera um seg størri, enn teir vóru ímóti sera verjukenda mót- støðuliðnum. Zuma skoraði vakurt mál upp á langskot, og Todi Jónsson skoraði til 3–0, tá ið hann sneiddi framvið málverjanum og úr spískum í vinstru sendi í málið. Nógvir pengar at vinna Í donsku fjølmiðlunum verður mett, at inntøkurnar fyri at sleppa upp í part í europeiska bólkaspælinum kunnu fara at vera umleið 55 milliónir krónur, og felagið er sinnað at geva spælarunum ein stóran bita, um tað eydnast teimum at sleppa ígjøgnum nálar- eygað til fótbóltslandið, har øll vilja sleppa upp í part, men har tey flestu dumpa. Einasti spælarin, sum bæði hevur spælt í FCK og í Glasgow Rangers, er Brian Laudrup. Hann held- ur, at teir í FCK eiga at vera fegnir um lutakastið, at teir skulu spæla ímóti Glasgow Rangers og ikki t. d. Lazio ella Dortmund, og hann heldur, at FCK eigur at hava møguleika fyri fyrstu ferð at spæla seg í bólka- mfarið. Tá ið Brian Laudrup sammetir FCK og Glasgow Rangers, so heldur hann, at skotska meistaraliðið er væl fyri í álopspartinum, meðan hann heldur FCK vera hópin betri fyri í verju- partinum. Um FCK skal hava nakran møguleika at vinna samantalt, so skulu teir gera sær dælt av, at Glasgow Rangers ikki er so væl skipað í verjupartinum, og tá er tað, at Brian Laudrup, sum framvegis er høgt í metum í Glasgow Rangers og yvirhøvur í skotskum fótbólti, heingir vónirnar á Toda Jónsson. – Rangers hevur nógv størri altjóða royndir enn FCK, men FCK hevur ein spælistíl, sum ber við sær, at tað er nógv torførari at gera mál ímóti teimum. Um Todi Jónsson og Sibusisu Zuma spæla upp til sítt besta í senn og í báðum dystunum, so eru avgjørdir møguleikar fyri, at FCK fer at vinna samanlagt, segði Brian Laudrup við danskar fjølmiðlar eftir lutakastið síðsta fríggjadag. Stórar upphæddir Omanfyri varð nevnt, at tað verður roknað við 55 milli- ónum í eykainntøkum, um FCK megnar at slappa upp í part í bólkaspælinum. Hetta eru inntøkur, sum eitt nú kunnu fáast fyri at- gongugjald, fyrisølu av pylsum, øli og øðrum, lýs- ingar, rættindini at sjón- varpa og stigapengar frá UEFA. Ólavsøkudag visti danska blaðið BT at siga, at semja er gjørd millum leiðsluna í FCK og spælararnar um, hvussu stórur bitin av køk- uni, sum spælararnir skulu fáa, skal vera, um tað eydn- ast so at siga at fáa fatur í køkuni. Fyri sigur á maltesiska liðnum fáa teir átjan spæl- ararnir, sum eru við, 50 túsund í part, og fyri samantaldan sigur á Glas- gow Rangers fáa spælarar- nir 250 túsund í part. Einki er enn sagt um, hvussu nógv teir fara at fáa fyri hvørt stigið í bólkaspæl- inum, men tað er góð tíð til at tosa um tað seinni. Ítróttarstjórin í FCK, Niels - Christian Holm- strøm, hevur eisini sagt, hvussu nógv spælararnir fara at fáa í bonus í innan- lands kappingini. Fyri at vinna ein dyst fáa spælar- arnir fimm túsund krónur og 2.500 krónur fyri javn- leik. Um FCK vinnur DM, fáa teir spælararnir, sum hava verið við í tveimum triðingum av dystunum 120 túsund krónur eyka. Um henda skipanin hevði verið galdandi í fjør, so høvdu Todi og hinir, sum vóru so mikið ofta við, fingið 230 túsund krónur fyri sigrar, javnleikir og DM. Hetta er umframt føstu lønina og møguligar seravtalur, sum einstøku spælararnir hava við felagið um bonusskip- anir. Tað ljóðar av nógvum, og talan er um stórar upp- hæddir. Men skattatrýstið av síðst vunnu krónunum í Danmark hjá teimum, sum hava hesar lønirnar, man liggja um tey 60 prosentini og kanska hægri enn so. Tað vil siga, at kommunan og staturin fáa tilsaman meiri burturúr avtaluni, sum FCK hevur gjørt við Toda og liðfelagarnar, enn spælararnir fáa í sín part! Todi hevur lykilin til 55 milliónir krónur Fyrrverandi stjørnuleikarin á danska landsliðnum, Brian Laudrup, sigur tað verða avgerandi fyri Champions League luttøkuna hjá FCK, at Todi Jónsson og Sibusisu Zuma spæla upp til sítt besta í dystunum ímóti Rangers. Mynd: savnsmynd Venjarin sigur seg vera væl nøgdan við avrikini í teimum báðum venjingar- dystunum, sum NSÍ kortini tapti FYRIREIKING Jóannes Hansen Dreymurin hjá NSÍ er at vinna meistaraskapin. Í fjør vóru teir næstbestir, og teir í Runavík vilja fegnir fyri fyrstu ferð nakrantíð røkka eitt stig longri upp. Um hetta skal eydnast í ár, so er alneyðugt, at teir sunnu- dagin ikki tapa og helst vinna í Gundadali ímóti HB. Í fyrradagin kom NSÍ aftur úr Danmark, har teir í Blokhus í Norðurjyllandi í eina viku hava fyrireikað seg til tey átta umførini, sum eru eftir av lands- kappingini og til fyrstu royndina í Europa Cup, sum verður 14. og 28. august, tá ið teir skulu spæla ávikavíst á útivølli og heimavølli ímóti norska Lyn. Jógvan Martin Olsen, NSÍ venjarin, er stak væl nøgdur við venjingarnar og umstøðurnar, sum teir búðu, vandu og dystaðust undir í Danmark. NSÍ spældi tveir venjingar- dystir. Teir taptu báðu ferðirnar, men venjarin leggur ikki so nógv í tapini. – Vit høvdu vant nógv, so spælararnir vóru ikki optimalt fyrireikaðir at spæla dystir. Vit spældu ímóti 1. deildarliðnum hjá Randers Freja, og tá taptu vit 5–2. Vit vóru á odda 1–0 við máli, sum Jónstein Petersen skoraði, men dygst undan steðginum fingu teir brotsspark, sum teir skoraðu uppá. Í sam- bandi við hesa støðuna varð Jens Martin Knudsen rikin av vøllinum, og tað sást sjálvsagt aftur í 2. hálvleiki, tá ið teir skoraðu fýra mál afturat, og Helgi L. Petersen skoraði eitt fyri okkum. Hitt mótstøðuliðið skuldi eitast at vera U–23 liðið hjá superligafelagnum AaB, sum vann 2–0 ímóti NSÍ. NSÍ ferðalagið var næstsíðsta leygardag á Aalborg stadion, har teir sóu FCK við væl uppløgd- um Toda Jónsson í álopi- num vinna 2–0. Tá ið NSÍ so hitti U–23 liðið hjá teim- um, vóru tríggir spælarar, sum høvdu verið við ímóti FCK, á liðnum, og har- afturat vóru fimm frem- mandir spælarar, sum í síðstu viku vóru í AaB og royndarvandu. Teir vóru sjálvandi ógvuliga uppsettir at vísa, hvør dugur er í teimum. Tveir vóru úr Brasilia, ein úr Belgia, ein úr Fraklandi og so var ein finni. – Talan var um rættuliga tætta uppgerð, sum var fín dystarvenjing fyri okkara spælarar. Síðstu tólv min- uttirnar skoraðu teir tvey mál. Í báðum førunum skoraðu teir eftir deyðbólts- støður, sigur Jógvan Martin Olsen. NSÍ góða venjing í Danmark C M Y K 14 Nr. 142 - 1. august 2003 15 Sálarfrøði (Keypmannahavn) . . . . . . . . . . . . . . . 9,8 Retorik (Keypmannahavn) . . . . . . . . . . . . . . . . . 9,7 Medievidenskab (Århus) . . . . . . . . . . . . . . . . . . 9,7 Læknafrøði (Keypmannahavn) . . . . . . . . . . . . . 9,6 Film- og medievidenskab (Keypmannahavn) . . 9,6 Antropologi (Keypmannahavn) . . . . . . . . . . . . . 9,6 Djóralækni (Keypmannahavn) . . . . . . . . . . . . . . 9,6 Stjórnmálafrøði / Samfelagsfrøði (Keypm.) . . . 9,5 Sálarfrøði (Århus) . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 9,5 Klinisk Biomekanik (Odense) . . . . . . . . . . . . . . 9,5 Kelda: Berlingske Tidende Topp 10 útbúgvingar Hesir eru tær tíggju útbúgvingar, ið krevja mest í miðal í donsku skipanini. Tølini eru minsti miðalkarakterurin fyri at sleppa inn á útbúgvingina eftir kvote 1 í 2003. Útbúgvingar, ið velja næmingar út eftir øðrum metingum, eru ikki tiknar við í yvirliti. Ì klombrum standa nøvnini á býunum, har hesar útbúgvingar halda til. Í sama viðfangi kann tað nevnast, at 32 av 706 upptøkuøkjum í Danmark krevja níggju ella meira í miðal. Nógv útbúgvingarpláss eftir Seinastu dagarnar hava nógv fólk fingið svar frá donskum út- búgvingarstovnum um upptøku. Hóast svarið ikki var posi- tivt, so eru nógvir møguleikar eftir. Í framtíðini verða mið- námskarakterirnir enn meira avgerandi ÚTBÙGVING Heri á Rógvi Nógvir føroyingar hava seinastu dagarnar funnið brøv frá donskum útbúgv- ingarstovnum í postkass- anum. Hesi brøv geva boð- ini um, hvørt ein næmingur er upptikin á hendan ella handan útbúgvingarstovn- in. Onkur er kanska sloppin in á dreymaútbúgvinga, men onnur sita kanska og ivast í, hvat nú er at gera. Hagtølini hjá IvuC – sí www.ivuc.dk – siga okkum so mikið, at tað eru bert nakrar fáar útbúgvingar, sum krevja heilt nógv. 32 av teimum 706 upptøkuøkj- unum krevja níggju ella meira í miðal. Tað eru nakrar útbúgvingar, sum bert eru fyri teir allar, allar bestu á miðnásmskúlunum, men møguleikarnir eru nógvir hjá teimum, sum kanska ikki í fyrsta umfari høvdu nóg nógv í miðal. Hetta er væl at merkja í sambandi við kvotu 1, har tað bert er tann einstaki miðalkarakterurin, sum er avgerandi. Søkja enn Sosialurin kundi í síðstu siga frá, at hagtøl hjá Stuðulsstovninum siga okkum, at 91% av føroy- ingum, sum eru undir út- búgving uttanlands, lesa í Danmark. Tískil eru brøv- ini frá donskum útbúgving- arstovnum ella viðkomandi í hesum døgum. Holger Arnbjerg, leiðari fyri Altjóða skrivstovuna og lestrarvegleiðari, sigur, at samanumtikið er tað vorðið lættari at sleppa inn á útbúgvingar í ár enn undanfarin ár, men í nøkrum førum er tað farið nógv upp. Vit síggja tað eitt nú við læknaútbúgvingini, har miðalkarakterurin er farin heili 0,3 upp í mun til í fjør. Hetta vísir, at tað ikki altíð ber til at taka úrslitið frá undanfarna árinum sum givið, sigur Holger Arnbjerg. Men gekk tað ikki við út- búgvingini, so eru fleiri møguleikar eftir. Yvirlitið hjá IvuC vísir, at heilt nógvar útbúgvingar hava tøk upptøkupláss. Er onkur áhugaður í einum tílíkum, so eru ráðini hjá Holger Arnbjerg, at fólk seta seg í samband við útbúgvingar- stovnarnar og frætta, hvat skal til fyri at sleppa. Áðrenn 7. august skal søkj- ast gjøgnum KOT (Koordineret tilmelding) – sí www.kot.dk – og eftir hetta, um tøk pláss eru, so eru tað tey fyrstu, ið venda sær til útbúgvingarstovnin, ið verður upptikin, um tey nøkta atgongukrøvini. Týdningarmikið er sjálv- andi eisini at hugsa um aðrar umstøður, eitt nú bústað osfr. Meira Kvote 1 Danska útbúgvingarskip- anin tekur upp til útbúgv- ingar eftir tveimum kvotum – eitt og tvey. Sum nevnt eru tað bert karakterir frá miðnámsskúlanum, sum eru avgerand í kvotu. Tann við lægst í miðal, sum er sloppin inn, er so tann kvot- ienturin, sum skal til fyri at sleppa inn. Men teir broyt- ast eitt sindur. Og tað hevur altso mest at gera við útboð og eftirspurning. Kvote 2 tekur í høvuðs- heitum ymsar arbeiðs- og lívsroyndir við í metingina. Tað er í hvørjari einstakari útbúgving eitt býti millum, hvussu nógv verða tikin upp í hvørjari kvotu. Danska stjórinin hevur greitt meldað út, at ætlanin er at økja um kvote 1 upp- tøkur og minka aðru kvotu tilsvarandi. Stjórnin er áhuga í at fáa yngri fólk inn á útbúgv- ingar, og hetta fer at seta enn størri fokus á karak- terir. Tað verður truplari at sleppa inn í tær væl dámdu útbúgvingarnar hjá teimum við ikki so góðum karak- terum, men tað eru heilt einkult føri – møguleikar- nir eru framvegis øgiliga nógvir, sigur Holger Ráðini til tey, sum ætla at lesa til lækna ella líknandi, eru sjálvandi at vera foku- seraði frá fyrsta degi í mið- námsskúlanum, tí vendist illa aftur. Tað eru nógv útbúgvingarpláss tøk í Danmark á teimum ymsu lærustovnunum. Tilvildarliga vald mynd Á Føroya lærara- og pedagogskúla leggja tey dent á aðrar royndir enn karak- terir frá miðnáms- skúlunum UPPTØKA Heri á Rógvi Pauli Nielsen, rektari á skúlanum, sigur, at tey hava ikki valt bert at skeita eftir karakterunum. – Umráðandi er, at tú hevur breiðar royndir fyri at verða upptikin til pedagog ella lærara, sigur Pauli Nielsen. – Ì veruleikanum verður tikið støðu til hvørt einstakt mál, sigur Pauli Eini 240 fólk søktu í ár eftir teimum 48 plássunum til nýggjar pedagogar og lærarar. Hetta staðfestir ein stóran áhuga, men merkir samstundis nógva um- hugsan hjá Paula og hinum, sum skulu taka støðu til, hvør skal sleppa inn. Eg haldi, at tað er skeivt bert at hyggja at karak- terum í miðnámsskúlanum, tí fólk kunnu hava so nógvar aðrar eginleikar. Her á skúlanum eru fólk í ymsum aldri, og eg meti, at tað styrkir skúlagongdina nógv, sigur Pauli Nielsen. Pauli og hini, sum skulu taka upp, hyggja eftir yms- um royndum hjá fólki, og tað minnir eitt sindur um kvote 2 skipanina, men er ikki heilt tað sama. Men tey við frálíkum miðnámsúrslitum sleppa inn, men eitt miðal undir átta nyttar ikki nógv á lærarar- og pedagogskúla- num. Pauli Nielsen leggur dent á annað enn karakterir, tá hann velur út til Lærara- og pedagogskúlan. Mynd: Jens Kristian Vang Leggja dent á breiðar royndir 15