fríggjadagur 1. august 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 142 - 1. august 2003
Nr. 142 - 1. august 2003
17
hevur verið við rullandi út-
skifting við nøkrum monn-
um, sum tykjast eldri. Men
so var ikki á ólavsøkukon-
sertini 2003. Frændur eru
bara for feitir, tá tað snýr
seg um Føroyar og føroy-
ingar. Onkur nýggjur sang-
ur rakti heilt við síðuna og
minti á, at stórheitstíðin er
við løgum fyri nøkrum ár-
um síðani.
Hóast orðini kunnu tykj-
ast nakað neilig í hesari
greinini, so skal eingin
ivast um, at løtuna við
Frændum var ein rein njót-
ing. Aðrir bólkar vóru góð-
ir, men Frændur vóru sam-
an við Hanus Johansen,
hvat hendan ólavsøkukon-
sertini fekk við sær oman í
býin av jaligum áskriftum.
Og so var tíðin búgvin til
Terja og hansara føstufress-
ar. Og tað var so deiligt at
hoyra og uppliva. Øll tey
kendu løgini við nøkrum av
bestu tónleikarunum í Før-
oyum. Soleiðis skal tað
vera. Hetta var tað, fólk
vildu hoyra, hóast fram-
førslan ikki var so vøkur
fyri eyga, men tað ger ikki
so nógv, tá tað eru føstu-
fressar, talan er um. Og tað
gekk fínt...
Men tað endaði brátt.
Terji segði seg ikki kunna
klára meira – týðuliga
keddur av tí, og so var kon-
sertin brádliga liðug. Ein
endi, sum heilt einfalt ikki
hoyrir heima á einari tílík-
ari konsert. Ein come-back,
sum var betri ógjørt. Tað
eru uttan iva nógvar frá-
greiðingar, umberingar og
misskiljingar um tilburðin.
Men vit sum áhoyrarir
kunnu ikki liva við hesum.
Vit vinna als ikki nakra
virðisløn fyri at siga, at
ólavsøkukonsertin er nakað
sertstakt – men tað er hon.
27. juli er bara ikki tann
sami uttan ólavsøkukon-
sertina. Soleiðis er tað bara.
Fyri so nógvar pengar og
nógv regn vilja vit tó upp-
livað nakað afturat. Kon-
sertin eigur at verða skipað
betri. Eitt tílíkt sunnukvøld
sum seinasta sunnukvøld er
konsertin meira neyðug enn
nakrantíð.
Hóast onkur var framúr,
so kann samlaða niðurstøð-
an ikki liggja á sama støði.
Saknurin var ov stórur.
KONSERT/UMMÆLI
Orð: Heri á Rógvi
Myndir: Álvur Haraldsen
Tað regnaði, regnaði og
regnaði. Men fyri nøkur
bilar regnið einki. Fyri onn-
ur broytist veðrið.
So var hon aftur á skránni.
Hendan serliga ólavsøku-
konsertin. Føroyingar í tús-
undtal savnast til hesa stør-
stu einstøku tónleikaligu
hending. Tað vil siga fyri-
uttan G!, Prix og øll onnur
størri tiltøk við fleiri kon-
sertum. Fyri tað nógva var
veðrið keðiligt, og tað setti
tíðanverri sín váta dám á.
Kommunuskúlagarðurin er
ikki at kenna aftur, tá ólav-
søkukonsertin verður hild-
in. Brádliga gerst óhuga-
verdi miðgarðurin í høvuðs-
staðnum til rokkvøll. Garð-
urin, sum hevur heiðurin at
vera ballón og tombola
mekka á ólavsøku, er eitt
kvøld størsti rokkpallurin í
Føroya landi. Hetta er eisini
tann tíðin, tá tað kennist
rætt at skriva og tosa um
hesa einu hending um árið.
Fyri nøkrum árum síðani
varð konseptið fyri konsert-
ina broytt. Samtundis varð
flutt niðan í Kommunu-
skúlagarðin. Teir bestu
bólkarnir sleppa á pallin,
og tað er eisini rætta leiðin:
Bestu bólkarnir bestu tíðina
á árinum. Og fyri at savna
fólkið hava fyrireikarnir
funnið nakrar av teimum
kendastu bólkunum fram –
ikki minst fyri at savna
eldri áhoyrarar. Og fyri at
sláa hetta fast, var prísurin
á atgongumerkjum hálaður
upp um tveyhundrað krón-
ur. Føroyingar eru vanliga
ikki glaðir fyri at gjalda
nógv til hvønn annan. So
»nothing but the best«
verður kravt afturfyri. Tað
er at fegnast um, at ólav-
søkukonsertin er komin
hartil, at dygdin verður sett
í hásæti. Og tað er við teirri
fortreyt, at vit nú ferðast
millum tónleikaelituna, at
vit loyva okkum at finnast
at og rósa. Frá teimum
kunnu vit krevja nakað.
Men hvat er ólavsøku-
konsert. Hevur hon ta tign,
sum nøkur vilja knýta at
henni? Eitt sunnukvøld í
Havn, har øll vertshús lata
aftur á midnátt, er heimurin
opin fyri teimum við gulum
armbondum. Hevur tú arm-
bandið, so sleppur tú undan
at standa uttanfyri garðin,
og harvið – meira ella
minni – uttanfyri býin. Tað
er hetta, sum gevur fyri-
reikarunum fíggjarligt av-
kast, men tað er samstundis
hetta, ið er tað mest undar-
liga við ólavsøkukonsertini
og tann størsta avbjóðingin
fyri fyrireikararnar. Um trí-
túsund fólk vóru til staðar
hettta kvøldið, men hvussu
nógv lurtaðu? Tað er ein
ávís líkasæla millum fólk,
sum ger ólavsøkukonsert-
ina – hóast stór – til eitt
sindur av tónleiki afturvið
tí sosialu stórhending, ið
ólavsøkan er. Tað skal held-
ur skiljast soleiðis, at nú
skulu allir ólavsøkugestir
brádliga steðga upp og lurta
í sjey tímar. Tað er meira at
tilpassað konsert og fólk.
Tað sigur eisini eitt sindur,
at ólavsøkukonsertin er ein
sjey tímar long framførsla.
Marknaðarføringin
er
eisini
vorðin
munandi
meira sjónlig, og roynt
verður óivað at gera hetta
kvøldið til nakað serstakt –
serstakliga spennandi. Men
soleiðis er ikki. Eftir fleiri
ár í Kommunuskúlagarð-
inum eigur ólavsøkukon-
sertin at finna útav, hvat
hon er fyri nakað. Skal tað
vera kent føroyskt, danskir
úrmæligar, bæði tvey ella
okkurt heilt annað. Hetta
sakna vit, at funnið verður
útav. Sunnukvøldið var tað
ov nógv ein blandingur av
pallskiftum og donskum
tónleikarum, sum megnaðu
at fáa túsundavís av fólki at
vísa fullkomna líkasælu.
Hetta fær okkum at seta
spurnartekin
við,
hvat
hendan konsertin veruliga
er verd. Nakrar klokkur
eiga at ringja, og tær ringja
mestur fyri einum knock-
out til tey ókendu sæð við
vanligum føroyskum brill-
um. Heldur onkra upphit-
ing og so kanska einar
tríggjar-fýra bólkar við
breiðari appel og mest av
øllum
einari
ordiligari
framførslu. Dygdina á ein-
støku tónleikarunum skulu
fyrireikararnir nokk finna,
men metingin frá teimum
trítúsund er erindarleys, og
sigur meira enn nakað ann-
að, og hon skal viga tungt –
rættiliga tungt.
Ein bólkur, sum dugdi
við fjøldini, var All That
Rain. Hesin her rokkbólk-
urin, sum strýkur avstað við
fullari ferð, er ótroyttiligur.
Tað er líkamikið, um tað
eru trý ella trýtúsund fólk
tilstaðar – tað koyrir bara.
Eri ikki teirra størsti fjepp-
ari, men tað var eg á ólav-
søkukonsertini. Umframt
ein nýggjan ljómborð spæl-
ari varð eisini maðurin við
nummar tíggju á rygginum
settir á liðið. Hanus G.
Johansen fekk fólkið at
syngja við, og tey kundu
ikki fáa nokk av honum. At
seta Hanus á liðið sigur so
mikið um All That Rain, at
teir hava skil fyri at fram-
føra, og eitt pláss eitt sindur
fyrr næsta morgun hevði
ikki verið tað bíttasta kom-
andi ár.
Fólk, sum rokna við, at
vit fara at gjøgnumganga,
allar framførslunrar, mugu
heldur lesa tað onkra aðra-
staðni. Tí hóast ólavsøku-
konsertin eru nógvir bólk-
ar, so er tað framvegis ein
konsert. Og bíligu niður-
støðuna við, at okkurt var
gott og annað minni gott
nýta vit eisini her, men tal-
an er framvegis um eitt til-
tak, sum ikki nøktaði okk-
ara góðsku tørv.
Fleiri bólkar vóru kortini
góðir. Headache Blues Treo
og Deja Vu tóktist at vera
væl fyri og góvu nakað
spennandi til tiltakið. Stóra
skuffilsið var sum nevnt
Troels Skovgaard og Ro-
Wan. MC Hár høvdu ringt
við at fylgja stóru fram-
førslunum frá undanfarnum
árum, men teir eru altíð
spennandi á einum ólav-
søkupalli. Men hvar var tað
gøtiska, sum ein tónleikari
tók til herfyri. Førandi tón-
leikarákið í Føroyum var
ikki umboða á ólavsøku-
konsertini. Løgið.
Men tað regnaði kortini
nakað illa. Men veðrið
skiftir. Og veðrið broytist
eisini fyri navnframum
frændum og føstufressum.
Tað er sum um, at konsertin
er soleiðis, at bíðað bert
verður eftir til hesir savn-
andi fólkakæru bólkarnir
koma á pallin. Nú hava
Frændur verið nógv við á
ólavsøkukonsert seinastu
árini, og tað hevur ikki altíð
verið líka spennandi at upp-
liva tann elda bólkin. Tað
Meira at kennast við
Á ólavsøkukonsert vilja fólk hoyra løg, tey kennast við,
er einfalda greiningin av størsti konsertini í Føroyum.
Konseptið krevur nýhugsan, møguleikarnir eru nógv
størri, enn tað, vit trýtúsund sóu beint fyri ólavsøku
Fjøldin elskaði Hanus. All That
Rain, sum vóru væl upplagdir,
høvdu fangað, hvussu ein tílík
fjøld verður undirhildin.
Teir eru til – enn.
Og sunnukvøldið vóru
teir betri, enn vit hava
sæð í longri tíð.
Jørgen
Dahl
var
funnin
fram til
konsertina,
og hann spældi
eisini síni stóru hitt.
Tey elska at liva, syngja og skriva.
Á ólavsøkukonsertini vildu
fólk syngja við.
Musikalska talentið er risatórt hjá Føstufressum.
Eingin setir spurnartekin við teirra dygd, men
teirra come back á ólavsøkukonsertini gjørdi
meira skaða enn gagn.
C
M
Y
K
17
16