fríggjadagur 1. august 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 142 - 1. august 2003
Nr. 142 - 1. august 2003
19
Ein mentanarpoli-
tikkur, har allir
føroyingar lyfta í
felag, var høvuðsboð-
skapurin, tá Birgir
Kruse setti ólavsøk-
una 2003. Hann
dvøldi við orðini “at
ganga niðaná” og
samanbar mentanina
við fleirpartasamráð-
ingar, har allir við-
komandi partar
kunnu geva sítt
ískoyti
ÓLAVSØKAN 2003
Tekstur: Ingi Rasmussen
Myndir: Jens Kr. Vang
Vit mugu lyfta mentanina
fram í einum føroyskum
veruleika undir opnum
himni. Vit mugu sleppa
ímyndini av mentan sum
bleyt virði og hugnamentan
og seta mentanina í fremstu
røð ájavnt við øll onnur
virkisøki og høvuðstættir í
samfelagi okkara.
Hesi orð vóru kjarnin í
røðuni hjá Birgir Kruse,
sum setti ólavsøkuna 2003.
Í hesum sambandi tók
hann orðini hjá formann-
inum í Havnar arbeiðs-
mannafelagi til sín, sum
undir drúgva verkfallinum
fyrr í ár nevndi hugtakið
trípartasamráðingar.
“Í hesum ljósi er greitt, at
mentanarhugtakið
má
støvast av og lyftast fram í
ljósið og gerast annað enn
hugnamentan, har grund-
sjónarmiðið er “alt av
náði”. Náði teirra penga-
sterku. At listafólkið og
mentanararbeiðarin
skal
verða fátækur sum kirkju-
rottan og í besta føri liva av
teim tilvildarligu molum,
sum – alt av náði – falla av
ríkmannaborði ein sjáld-
saman góðveðursdag.
Skal mentanin fylgja við,
meðan vit sum tjóð enn
ganga niðaná, so skal hon
síggjast í fremstu skildrum,
mentanin,” segði Birgir
Kruse.
Hann leitaði víða. Um-
vegis Robbie Williams,
Baden Powel, Grundtvig og
Martin Joensen kom hann
til, at føroyingar framvegis
ganga niðaná mentanarliga.
Gongan niðaná er tolin,
segði hann, og uppgáva
føroyinga er at gera orðini
hjá skaldinum, ið segði at
“Saman at standa, var ei
okkum givið” til einkis.
“At skapa eitt mantra, ið
frá morgunstundini sigur, at
samanhald gevur styrki, at
mentanin er fleiritráðað, og
listin hevur rætt í framtíðar
spádómum og forsjónum.
At listin er lygnin, ið lærir
okkum sannleikan og ikki
neyðin, ið lærir naknu
kvinnuna at spinna. Eingin
lygn er størri enn hon,”
segði Birgir Kruse.
Tað var í hesum ljósi, at
nýggja føroyska mentanar-
hugtakið “fleirpartasam-
ráðingar” skal síggjast.
“Mentanin er ein møgu-
leiki. Mikil, múgvandi og
mennandi – um fleirparta-
samráðingar gerast ein
veruleiki í definitiónini av
eini egnari mentan, og
hvussu hon skal útinnast og
umsitast.
Skapandi fólkið er bert
EIN partur. Uttan vinnulív
gerst tað ein fátækslig
gonga niðaná. Uttan skila-
góða alemenna fyrisiting,
prinsipp og stuðulsmøgu-
leikar, fáa vit upp í stivl-
arnar longu innan fyrstu
steinpirruna, og mentanin
gerst ein marra hjá margi-
naliseraðum masokistum,
burturi í óbygdum.
Og miðlarnir, í okkara
fráboðaðu gongu niðaná,
eru eisini partar í hesi
hugsaðu fleirpartasamráð-
ingum. Miðlarnir hava í
kunningar- og vitanarsam-
felagnum eina uppgávu av
teim heilt sjáldsomu. Í okk-
ara dagliga strevi og tosi er
ein hending ikki ein hend-
ing, fyrr enn hon er staðfest
í miðlunum. Tástaðni gerst
hon almenn og viðkomandi
fyri alt landið. Og hvat gera
vit, tá søgan ongantíð
kemur? Tá tað fullkomna
holrúmið, reint vaacum, er
tað einasta vit uppliva í
dagsins fjølmiðlaðu gongu
niðaná?
Hvat er til ráða at taka, tá
eingin ungur og núlivandi
rithøvundur hoyrist ella
sæst í loftsins halgu miðl-
um? Listafólk, ið sum fá,
kunnu gera ein snøggan
tvørskurð av okkara sam-
felagi?
Ella hvat siga vit við
okkara hundraðtals ungu
tónleikarar,
sum
kring
landið hava “too much life,
running
through
their
veins”, men ikki hava so
frægt sum eitt spælistað, og
tí mugu spæla upp á innan-
tanngittara í ongamanna-
landi?
Ella
myndlistafólkini,
sum ikki hava kliva at halla
høvur og tíansheldur pensil
á? Hvat siga vit við tey,
meðan vit ganga niðaná?”,
spurdi Birgir Kruse, sum
helt fyri, at ólavsøkan átti at
verið eitt høvi, ein ment-
anarligur hugsanardagur,
har hesi træðrir vórðu
knýttir saman í fleirparta-
samráðingum.
Hann vísti á, at í nýggja
heiminum hevur vinnan
sýnt listini so stóran áhuga,
at hon gerst ein av fremstu
íløgum og listasøvn gerast
tempul at vitja. Listin er
vorðin sjálvsagdur partur
av vinnulívinum, har tað
almenna eisini er við – fyrst
og fremst við at gera tað
áhugavert
hjá
øllum
pørtum.
“Ein inerti er í gongd,
sum enntá fær meinings-
skapandi miðlarnar at vera
við og vísa aktivan áhuga
fyri mentan og list.«
Við orðunum hjá Martini
Joensen heilsaði hann ung-
dóminum, sum skal flyta
okkum niðaná.
“Millum fjalla standa vit
stinn í brekkuni, og kunnu
frá hondum, ið sleptu, upp-
aftur geva hesi orð til ung-
dómin, ið eigur vegin og
viljan at ganga seinasta
strekkið – niðaná: Ábyrgd-
in á tínum herðum, gáva frá
okkum til tín, byrða, ið
tung er at bera, ber hana
betur enn vit«, endaði
Birgir Kruse ársins ólav-
søkurøðu.
Meðan vit ganga niðaná
Birgir Kruse hugleiddi um
mentanina, tá hann setti
ólavsøkuna 2003
C
M
Y
K
19
18