Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. august 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 142 - 1. august 2003 Nr. 142 - 1. august 2003 21 UTTAN ÚR HEIMI Nógvir skógareldar Tað er ikki ber í Fraklandi, at sløkkiliðsmenn stríðast við at fáa tamarhald á skógareldum. Í Portugal er sama skilið. Portugisisku myndugleikarnir siga, at tvey fólk doyðu í einum skógareldi har norðuri í landinum. Annar maðurin tók lut í sløkkiarbeiðinum, og hin varð funnin deyður við síðina av bili sínum. Skógar- eldurin hevur serliga herjað í fjøllunum Serra do Acor, og myndugleikarnir hava sent 500 sløkkiliðs- menn og 600 hermenn at basa eldinum. Teir hava ein- ar 150 sløkkiliðsbilar, tyrlur og flogfør. Ein partur av útgerðini er fingin til vega úr Spania. Tað hevur verið sera turt har norðuri í Portugal í summar, og hitin hevur ligið upp ímóti 40 stigum. Seinastu dagarnar hevur tað verið heldur meiri vind- ur, og tað ger sløkkiarbeiðið uppaftur truplari. Færri vitja USA Færri og færri fólk velja at fara til USA at vitja. Í 2001 søktu 10,4 milliónir fólk um innferðarloyvi til USA, men í fjør var talið 8,3 milliónir, skrivar blaðið Christian Science Monitor. Blaðið veit eisini at siga, at 68 prosent av teimum, sum bóðu um innferðarloyvi í fjør, fingu játtandi svar. Tí vitjaðu 5,7 milliónir fremmandafólk USA í fjør ímóti meiri enn átta milli- ónum árið fyri. Í dag herða amerikansku myndugleikarnir innferð- arreglurnar. Eitt av teimum nýggju tiltøkunum ber í sær, at næstan øll, sum søkja um innferðarloyvi til USA, noyðast á amerikansku sendistovuna í heim- landinum til eina samrøðu fyrst. Ein kanning hjá kanningarstovuni hjá kongressini hevur avdúkað, at nógv útlendsk ungfólk, sum ætla sær til USA á hægri skúlar, fáa ikki innferðarloyvi. Tað hava amerikonsku lærustovnarnir eisini fingið sviðan av. Millum annað verður sagt, at tað útlendska luttakaratalið á teimum sokallaðu summarskúlunum er 30 prosent minni í ár, enn tað plagar at vera. Ikki í skúla við turriklæði Danski Fólkaflokkurin ætlar sær nú at skipa so fyri, at børn og ung skulu ikki sleppa í skúla við einum høvuðklæði, sum hevur samband við teirrav mentan. Ætlanin hjá flokkinum umfatar millum annað turban- ir, turriklæði og jødiskar kalottar. Men tann stóri stjórnarflokkurin, Vinstri, vísir hug- skotinum aftur. Birthe Rønn Hornbech, sum er fram- søgumaður floksins í rættarmálum, sigur við Jyl- landspostin, at tað kemur ikki upp á tal at seta eitt tí- líkt forboð í gildi, tí tað stríðir ímóti teirri donsku hugsjónini um frælsi hins einstaka, sigur hon. Birthe Rønn Hornbech sigur, at politikararnir eiga ikki at leggja seg út í, at fólk nýta ávís klæði, sum hava sam- band við teirra átrúnað. Frakland og Turkaland hava tílíkt forboð, og Danski Fólkaflokkurin sigur, at hann fer nú at kanna skipan- ina har fyri at vita, um hon ikki kann setast í gildi í Danmark eisini. Færri ganga í kirkju Ein uppgerð hjá norsku kirkjumyndugleikunum vísir, at færri norðmenn ganga í kirkju nú enn fyrr. Uppgerðin samanber talið á kirkjugangarunum í 1998 og í 2002, og hon vísir, at í fjør vóru 5.156.170 fólk til guðstænastu í teimum norsku kirkjunum. Fýra ár frammanundan var talið umleið 300.000 størri. Øy- stein Ingar Larsen, sum er biskupur í Hålogalandi, heldur kortini ikki, at talan er um nakra kreppu, men hann ásannar, at gongdin setir størri krøv til kirkjuna. Uppgerðin hjá myndugleikunum vísir, at aftur- gongdin umfatar øll biskupadømini uttan Stavanger. Har vóru 3,5 prosent fleiri fólk í kirkju í fjør enn í 1998. Í høvuðsstaðnum Oslo var afturgongdin 10,2 prosent. Amerikanski vara- uttanríkisráðharrin, John Bolton, sigur Norðurkorea vera eina helvitis marru. NORÐURKOREA Árni Joensen Tað er ikki á hvørjum degi, at ráðharrar umrøða annað land sum eina helvitis marru, men tá gjørdi ameri- kanski varauttanríkisráð- harrin, John Bolton, tá hann fyrradagin var í suð- urkoreanska høvuðsstað- num Seoul. Marran var grannalandið Norðurkorea. Í einari røðu legði John Bolton Norðurkorea undir at hava sett ferða á kjarn- orkuvápnaverkætlanina hetta seinasta árið, og hann ávar- aði stýrið í Pyongyang ímóti at nýta kjarnorkuhótt- anina sum eitt amboð til at leggja trýst á USA við. – Teir dagar, tá Norður- korea kundi nýta trýst, eru farnir. Kim Jong-il eigur ikki at halda, at hann kann tryggja seg betur við at út- vega sær kjarnorkuvápn. Veruleikin er tað beint øvugta, segði John Bolton. Hann gjørdi eisini greitt, at tað er Norðurkorea, sum ger av, hvussu stríðið um landsins kjarnorkuvápna- verkætlan skal enda. Sama hvørja leið landið tekur, so eru USA og tess sameindu til reiðar, segði amerikanski varauttanríkisráðharrin. Nýggjar kanningar vísa, at ozonlagið kring Jørðina minkar ikki so skjótt, sum tað hevur gjørt. Tað kann vera byrjanin til, at tað fer at menna seg aftur. UMHVØRVI Árni Joensen Nú bendir alt á, at tjúgu ára altjóða arbeiði at bjarga ozonlagnum, sum verjir okkum ímóti teimum ultra- violettu strálunum frá Sól- ini, hevur givið úrslit. Ein nýggj kanning vísir, at tann parturin av ozonlagnum, sum er millum 34 og 45 kilometrar uppi í atmosfer- uni, er minkaður minni síð- ani 1997 enn framman- undan. – Hetta er byrjanin til, at ozonlagið verður lekt, sigur Michael Newchurch, sum er professari á lærda há- skúlanum í Huntsville í USA. Hann hevur staðið á odda fyri kanningini, sum hevur tikið saman um mát- ingar, sum fylgisveinar og tól á Jørðini hava gjørt seinastu tjúgu árini. – Mátingarnar vísa, at vit fáa ikki meiri ozon, men tær vísa, at lagið minkar ikki so skjótt longur. Eg vænti, at vit fáa meiri klor, sum oyðileggur ozonlagið, í atmosferuna, enn vit hava nú, men vøksturin er mink- aður nógv. Tí vænti eg, at vit fara at síggja ein muna- góðan bata í ozonlagnum í komandi árum, sigur pro- fessarin í Huntsville. Granskarar hava leingi víst á, at tað eru serliga tey sokallaðu CFC-gasssløgini og freon, sum oyðileggja ozonlagið, og í 1985 kom ein altjóða samtykt, sum setti forboð fyri at nýta tey skaðiligu evnini. Síðani er forboðið hert fleiri ferðir, og nú bendir tann fyrsta kanningin á, at hetta hevur givið úrslit. Ozonlagið minkar ikki so skjótt longur Ein helvitis marra Tað var timburmonn- unum at takka fyri, at tað ikki hendi stórur skaði á skúlanum í Kaldbak fyrradagin ELDUR Rógvi Borðoy Kaldbaks skúli hevur verið undir útbygging eina rúma tíð, og arbeiðið er nærum liðugt. Útbyggingin fevnir um fleiri nýggjar skúlastov- ur og eitt felagsrúm, so- leiðis at skúlin nú lýkur øll krøv, ið eru sett, í nógv ár framyvir. Tað kundi alt endað galið fyrradagin. Arbeiðsmenn- inir høvdu sveisað papp í takinum, tá onkur teirra varnaðist royk. Teir ringdu beinanvegin til sløkkiliðið í Havn, sum vóru á staðnum 12 minuttir seinni, og tá var eldurin longu sløktur, sigur Heiðrikur Kristiansen, sløkkiliðsmaður, sum var á staðnum. Tað var eitt starareiður, sum eldur var komin í. Reiðrið var sera turt, og brendi væl, og Heiðrikur Kristiansen sigur, at tað eru timburmonnunum fyri at takka, at stórur skaði ikki hendi. - Tað kundi verið álvars- ligt. Eg vil siga at teir bjargaðu skúlanum. Teir bóru seg ógvuliga skjótt at, og eg vil geva alla æru til timburmenninar, at eingin roykskaði ella nakað hendi, sigur Heiðrikur Kristian- sen. Ein nýggjur skúli Útbyggingin hevur kostað umleið tríggjar og eina hálva millión krónur, og skúlin skal takast í nýtslu um jóltíðir, sigur Hans Lyngsø frá byggideildini í Tórshavnar kommunu. Higartil hava næmingar- nir fingið undirvísing í nøkrum fyribils skúlastov- um í bygdini, so í ringasta føri hevði borið til at hildið undirvísingini í bygdini. Eingin fóðrar fiskin- um í aliringunum hjá Atlantic Seafarms í Vágsfirði. Tað hava vágbingar lagt til merkis, og spurt seg sjálvan, um tað er djórplágarí ella ikki ALING Rógvi Borðoy Eingin hevur fóðrað fiskin, sum svimur í ringunum hjá Atlantic Seafarms í tvær vikur, og líkt er til, at tað ikki verður fóðrað fyribils. Tað sigur Christian Andrea- sen, nevndarformaður í At- lantic Seafarms. Fólk hava í hesum sam- bandi vent sær til okkum, fyri at vita, um fiskurin skal hungrast til deyðis ella hvat skal henda við honum. - Fiskurin verður ikki brúktur til framleiðslu av matvøru, og tí er eingin grund til at fóðra hann, sigur Christian Andreasen. Fiskurin skal slaktast skjót- ast gjørligt. Hann sigur seg hava spurt fakfólk, og tey hava sagt honum, at tað er fult forsvarligt at gevast við at fóðra upp til ein mánað. Djóralæknin Bjørn Harlou, landsdjóra- lækni, sigur, at tað er tor- ført at meta um júst hetta dømið. Hann sigur seg vanta nøkur tøl, áðrenn tað kann staðfestast, hvørt tað er forsvarligt ella ei. Men hann sigur, at fiskur hevur eitt lægri stoffskifti enn súgdjór, og at tað ikki kem- ur undir djóraplágarí at gevast við at fóðra nakrar vikur. Tað sama siga teir á P/F Fiskaaling. Fiskur etur sera sjáldan, og tá hann etur, eru tað stórar máltíðir. Tí er eingin orsøk at stúra, tí tað er vanlig fram- ferð, um fiskurin ikki skal slaktast til matna. Kundi endað galið Einki fóður til laksin Tað var timburmonnunum fyri at takka, at stórskaði ikki hendi á skúlanum í Kaldbak. Teir fingu sløkt eldin longu áðrenn sløkkiliðið var á staðnum. Mynd: Jens K. Vang C M Y K 21 20