Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-04-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. apríl 1995síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Søer rr si Nr. 76 — 22. APRÍL 1995 Uffe Ellemann Jensen, formaður í Vinstra, um seinasta útspælið frá stjórnini: — Otrúliga klossut, Nyrup Miiller ur Keypmannahavn — Tad er einki minni enn fantastiskt, at ein politikari, sum er vorðin forsætisráðharri gjøgnum eina dómarakanning, nú skal nokta ødrum eina slíka kanning. Hetta sigur formaðurin í Vinstra við Tíðindablaðið Søsialin, sum hevur mann á staðnum á Christiansborg Jan Miller av Christiansborg: Her á Christiansborg er alt á gosi um seinastu hending- arnar í bankamálinum og alt bendir á, at vit fara at fáa eitt sera heitt og drúgvt orða skift um íkki bert alt bankamálið, men eisini um viðurskiftini millum Før oyar og Danmark sum heild Skulu vit ganga eftir orð unum hjá vinstrahøvding- inum og upphavsmannin um til stóra orðaskifuð, sum verður í fólkatingssalinum týsdagin, Uffe Ellemann Jensen, so verður henda debattin ikki uttan svørslag Tíðindablaðið Sosialurin hitti formannin í Vinstra- flokkinum í kaffipausuni í stóra sali á Christiansborg, har tað í løtuni verður hildin ein ráðstevna um Europa ár 2000 við luttakarum serliga úr løndunum í Eystur- europa, eitt nú fyrrverandi polska forsætisráðharran um Masojevskij Eg kenni bert seinastu gongdina í bankamálinum frá pressuni, men er tað so leiðis sum har verður sagt, so haldi eg, at Nyrup stjórnin hevur borið seg 6 trúliga klossut at. Vit hava aftur og aftur sagt við stjórnina, at hon skal og må visa Føroyum ta virðing, sum ein partnari í Ríkisfe lagsskapinum hevur uppi borið Uffe Ellemann sigur, at ein loysn uttan fulla opin heit og luttøku frá føroysk ari síðu er einki verd, tí er hetta ein sera klossut hand faring av málinum. Hann fer tí at brúka debattina týs dagin til at krevja av stjórn ini, at hon hevur ábyrgd av at finna eina loysn, sum vísir virðing fyri einum lími í ríkisfelagsskapinum og sum ger tað møguligt at beina fyri teimum misljóð um, sum eru íkomin í ríkis felagsskapinum - Men er tað ikki sera lætt hjá tær at hava eina slíka stóðu, nú tú situr i andstøðu og ikki situr við stjórnarábyrgd. Hevdi tú sitid í stjórn, hevdi tú tá ikki sagt nakað heilt annað? Hevdi eg verið í stjórn ini, so var handa dómara kanningin farin í gongd fyri langari tíð síðani. Eg má eisini minna á, at eg havi sitið í stjórn, tá vit hava gjørt eina dómarakanning fyri og aðra eftir Men hví heldur tú, at stjórnin ikki vil hava eina dømarakanning ? Hon hevur hasa for- mellu grundgevingina, at hon stríðir ímóti nøkrum, sum hægstarættarforsetin hevur sagt. Og tað er nakað tvætl. Fyri tað fyrsta vilja dómstólarnir sjálvandi gera tað, sum fólkatingið tekur avgerð um. Fyri tað næsta, so var tann sakin, sum hægstarættarforsetin úttal- = aði seg um ein sak av einum heilt ødrum slagi og inni haldi. Tað var viðurskiftini millum eina privata fyri tøku og danska statin, nevniliga Himmerlands- bankasakin Tað, sum hetta málið snýr seg um, er ein sak millum Føroyar og donsku stjórn ina. Tí heldur pástandurin um, at ein ikki kann gera eina dómarakanning, ikki Tí sigi eg, at høvdu vit sitid í stjórn, so høvdu vit fyri langari tíð síðani sett eina slíka kanning í gongd Eisini tí trúgvi eg, at tað tå hevði verið eitt betri forstá- ilsi fyri, »hvad færingerne er for nogen størrelser«, og tad er har eg meini, at stjórnin hevur vist seg at vera so klossut. Hon skilir rætt og slætt ikki føroyingar og Føroyar Tad ger Uffe haraftur ímóti ? Upp á gott og ilt, ja ST hh På 7 $ Sagt við einum stórum grini Men hví ikki eina ser frødingakanning ? Um føroyingar eru nøgdir við tað, so er tað í lagi. Eg haldi tað avgerandi í hesum máli er, at føroy ingar kenna seg tryggar Uffe Ellemann-Jensen sigur, at alt bendir á, at tað er spurningurin, hvat er farið fram á stjórnarskrivstovun um, sum er tað spennandi og áhugaverda at kanna. Taðer ikki spennandi at vita, hvat er hent í einum banka. Við hesum í huga skilji eg væl føroyingar, at teir vilja hava ein dómara at hyggja at sak ini. Eg skilji tað serliga væl eftir tí, sum vit uppliva eftir Himmerlandssakina Tí tann kanningarnevndin, sum er sett av fólkatingin- um, kann ikki fáa tey pappír frá fundunum í stjórnini, sum vit vita eru til. Vit síggja, at teir siga, at nakað, sum eitur referat, ikki eru referat og vilja tí ikki koma út við tí. Við hesum roynd- unum í huganum skilji eg væl, at føroyingar siga, at her má ein dómari til, tí alt skal á borðið - Men skal alt fram frá fundum í stjórnarskrn stovunum, so fer tað eisini at fevna um tíðina, tá tú sjálvur var í stjórn? - Sjálvandi, men vit hava einki at fjala. Eg fari at heilsa eini kanning, har alt kemur á borðið, sera væl komnari. Tað var eisini okkara politikkur, tá vit sótu í stjórn, at vóru sakir, sum ivi var um, so søgdu vit, at hver ein steinur skuldi vendast. Vit vóru eisini ígjøgnum nakrar sera ótespiligar dómarakann- ingar, eitt nú um lisitati6ns spurningar í sambandið við EF. Tíertaðsumeg sig! ikki ábyrgdarleys andstødutala Uffe Ellemann Jensen Uffe Ellemann-Jensen. — Føroyingar skulu hava sina dómarakanning og einki minni enn tað heldur tað vera sera marg- håttligt, at ein forsætisráð- harri, sum er komin til vald ið via eina dómarakanning, nú er ov fínur til at skula gjøgnumføra eina slíka Tað hongur ikki rættiliga saman Tað eru mong, sum halda, at tað tú og Schlúter gjørdu móti føroyingum, tá Sjóvinnubankin skuldi bjargast í oktober 1992, tað varð gjørt undir tvang og var betur ågjørt - Tað er møguligt. Tað má so ein kanning vísa. Tí haldi eg tað er gott fyri allar partar at fáa eina heilt opna kanning. Allir spurningar, sum hava við yvirtøkuna av bankanum at gera, eiga at koma fram í dagsins ljós Onkur gitir, at stjórnin hongur í einum tunnum tráð orsakað av hesum bankamálinum. Kann eitt úrslit blíva, at stjórnin hjá Nyrup má frá? Taðtrúgvi eg ikki, hóast eg haldi tað heyði verið frá- líkt, um hon gjørdi tað Vit spurðu at enda Uffa Ellemann-Jensen um talan verður um eina >krígslíkn- andi« debatt týsdagin Tad haldi eg, at stjórnin hevur lagt upp til Og tú hevur nógv upp á hjartað! Eg havi nakað upp á hjartað, sum snýr seg um leiðsluna í stjórnini og við urskiftini við Føroyar, sum eg hugsi nógv um Her í fólkatinginum verður lagt upp til ta heilt stóru og heitu debattina týsdagin, tá Førovar standa á skránni allan dagin