týsdagur 25. apríl 1995síða 17
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 77 — 25. APRÍL 1995
KAPPINGIN UM LØ
Linligt i Runavik
Tad knipti hjå bådum lidum at spæla seg til opnar møguleikar. Hinvegin fekk IF hesa-
ferð ikki trupulleikar av Fram, ið heilt óvæntað vann fyrra dystin -- »undurverkid« frå
fyrra dystinum teirra millum í Havn slapp altso ikki at endurtaka seg, verri enn 80...
Tað er langt síðani avgjert, at
NSI og B71 eru liðini úr bólki
eitt, sum verða í stóru glas-
skálunum, tá FSF fer at
draga um, hvussu liðini
skulu metast í fjórðingsfinal
unum, sum verða leiktar
Dýrabiðjudag 12. mai. Og nú
liðini leiktu seinnu ferð móti
hverjumeðrum, var tað bert
ein spurningur um hvussu
tey fóru at býta tvey tey ov
astu plássini millum sín
Hóast ÍF hevur tikið annað
skinn um bak eftir smeitin
móti Fram í fyrru uppgerðini
teirra millum, hevur liðið
ikki meguleika at koma long
ur enn upp á triðja plássið, og
einki rekist heldur fyri, at
Fram kemur av aftur aftasta
plåssinum, id ÍF sendi teir á
sunnudagin
NSÍ-B71
1-0 (0-0)
At lítið ella einki stóð upp á
spæl kom í Runavík til sjónd
ar hjá B71 við, at teir lótu
tveir av hevuðsstuðlunum
sita uttanfyri. Bjarki Mohr
og Niclas Joensen vóru á
beinkinum og komu ongan-
tíð í leik. Og tað kennist aftur
bæði í verjupartinum og ikki
minni í álopspartinum, Þar
ikki minst teir báðir plaga at
vera stórar hóttanir í deyð-
bóltssteðum.
Hjá NSI sat Eyðun Gaard
bo uttanfyri við skaðanum,
hann fekk seinna dystin móti
IF. Djóni N. Joensen rekti
uppgávuna sum annar í mið
verjuni. Hann var eitt sindur
darvaður av lærskaða, men
íkki meiri enn at hann
greiddi uppgávuna sera væl
Talan var ongantíð um ser
liga gott spæl. Báðir partar
royndu sum frægast at seta
seg upp, men síðsti neistin,
sum skapar nervina í einum
fótbóltsdysti og ger hann
spennandi, var ikki til staðar
NSI var omaná fyrra um
farið, men teir høvdu ikki
serliga stórar meguleikar
Og tá teir endiliga hóttu B71
málið, so stóð Novisci væl
Bara eina ferð svíkti hann
eitt sindur, men tað mistakið
bar við sær, at NSI fekk sig-
ursmálið
Seinna umfarið var átta
minuttir gamalt, tá málið
kom. Tummas Magnussen
hevur árini frammanundan
verið í miðverjuni. lan Salter
hevur sett hann í álopið, og
tað hevur hilnast væl Hesa
ferð smekkaði hann móti
málinum, Novisci hálvbjarg
aði, og Jónstein Petersen
stútaði returbóltin upp í net
takið
B71 hevði meiri trýst tað,
sum var eftir av dystinum,
men teir hevdu ongan upp-
lagdan meguleika. Marek
Vierzbicki er tryggur á mið-
vellinum, men hann tykist
hava trupult at skifta ferð og
at gera tað óvæntaða, sum
ber vandamikil álop við sær
Næst utjavning var B71, tå Ib
Mohr Olsen stútaði horna-
sparksinnlegg, men vong-
verjin i høgru, Kåri Hansen,
bjargadi vid stolpan
NSI hevði bóltin eina ferð
afturat í netinum. Tummas
Magnussen var fyrri á fram
ímillum bólti enn Novisci og
lyfti upp um málverjan, men
Lassin Isaksen kolldømdi
fyri vandamikid spæl
iF-Fram
7-0 (2-0)
I Fuglafirdi hevdi IF møgu
leikan at visa, at talan var um
púra óvanligt fyribrigdi, tå
Fram i fyrra dystinum vann
3-1 áteimum. Og IF setti ting
ini rættiliga upp å plåss. Tad
hevur knipt vid bitinum i
ålopinum. Tad hevði Jógvan
Norðbúð syrgt fyri vid al seta
miðverjan Bartal Eliasen
fram i ålopid, har hann var
imillum teir bådar yngru,
sum hava verið fremstir -
Hegna á Lakjuni og Jákup
Baldvinsson
IF hevði greiða yvirvág alla
tíðina. Fyrra hálvleik trýstu
og trýstu teir, og so at síga all
ir Fram leikararnir vóru í og
kring teirra brotsteig. Tað
Tummas Magnussen úr
NSÍ sær kanska eitt sind-
ur linur út, og tað er ikki
so legið, tí dysturin móti
B71 sunnudagin var eim
heldur linligur dystur
Mynd. Hilmar Jan Hansen
var sum at síggja landsliðið,
tá teir plaga at vera trystir í
botn
Tvey mál komu fyrra um-
farið. Hitt fyrra tá miðvallarin
Bárður á Lakjuni stakk fram í
millum til Bartal, og hitt
seinna, tá Aslakkur Petersen
úr síðuni legði út frá til Rógva
Larsen
Seinna umfarið flutti Fram
fólkið eitt sindur longri fram
Teir hevdu ein meguleika
hvenn hálvleikin, men teir
fingu einki mål. At veika ver)
an var longur frammi gjørdi
at tað var opnari hjá fugltirð-
ingum, sum skoraðu fimm
ferðir. Málið hjá Bárði á Lakj-
uni var tað fyrsta, hann hevur
skorað í vaksnamannadeild-
unum. Hann fekk tað, eftir at
Jákup Baldvinsson úr hegru
hevði spælt flatt til handara
stólpan
-nn-
B36 útsligið
Samansetta suðurovarliðið blásti havnamenninar av vøllinum
Tad skal ganga heilt marg lutakastinum til fjordingsfin ini um annað plássið eftir
háttliga fyri seg. um saman durnar i kappingini um leg HB. sum vinnur bólkin, og
setta liðið hjá vagbingum og = manssteypid. Sumbz/VB er
umbingum ikki verður viði = eitt stig undan B36 í kapping Framhald á síðu 19
B36 verður sagt at vera tað
felagið, sum ger stersta og
mest miðvísa ungdóms-
arbeiðið í føroyskum fót-
bólti. Verður hugt at fer-
oyameistarayvirlitinum
seinastu árini, so ber býti
av gullkrónum í yngru
deildunum boð um, at har
er væl arbeitt. Av tolv FM
heitum á mannfólkasíðuni
seinastu trý árini - frå
dreingjum og niður í smá-
piltar — eigur B36 ikki færri
enn átta
Tosað hevur leingi verið
um, at hetta fer at síggjast
aftur í fremstu rød, og tað
er okkurt, sum bendir á, at
eitt nýtt ættarlið av havna-
monnum í B36 er við at
koma undan kavi.
Á liðnum í Vági sunnu-
dagin mundi miðverjin All-
an Manai vera ein hin fræg-
asti. Hann er unglinga
leikari, og afturat honum
vóru tveir aðrir unglingar á
liðnum. Zacharias Bech
var á miðvellinum, og
Gunnar Nielsen var í álop-
inum
Tað eru aðrir á besta B36
liðnum, sum hava retur í
felagnum Breðurnir
Tummas Elí og Jens
Christian Hansen eru upp-
vaksnir í B36. Tummas Eli
var forstoppari í Vági, og
Stór útskifting
verið hjá B36
Jens Christian var íkki ser-
liga væl upplagdur miðvall-
ari í vinstru.
Havnafólk, sum eita
Guttesen, eru við B36 um
ein háls. Hesa ferð var Jó-
annes Guttesen vongverji í
høgru fyrra umfarid. Ætl-
anin var, at ein annar Gutte-
sen madur, unglingaleikar-
in Jan Guttesen, skuldi
vera vid, men hann var
sjukur. Dånial P. Johansen,
sum var miðvallari í Vági,
er eisini uppvaksin í B36.
Tá hetta er sagt, so skal
leggjast afturat, at hóast
stórt ungdómsarbeið verð-
ur gjert í B36, so kemst ikki
uttanum, at fremmand arb-
eiðskraft framvegis er ein
stórur partur av grundar-
lagnum undir, at B36
stendur seg hampuliga væl
í fremstu rød.
Á liðnum, sum var í Vági,
vardi danin Søren Riis An-
dersen málið. Á aftasta
verjuplássi var Sofus Cle-
mentsen, sum hevur leikt í
B71 burtursæð frá einum
ári, tá hann var í B36. Ken
Bærendsen var vongverji í
vinstru. Hann er komin úr
IF. Magni á Lakjuni var í
álopinum. Hann er eisini úr
Fuglafirði, men var í Vejle
mesta partin av síðsta kapp-
ingarári
Jákup W. Hansen, sum
kom inn í álopið, er komin
úr EB Streymi, og enn ein
bygdamaður, sum ivaleyst
verdur kærkomin styrkur
hjá B36, var ikki við hesa
ferð. Tað er Kristian á
Reynatreð, sum er leirvík-
ingur. Hann er skaddur,
men verður ivaleyst at
síggja frammarlaga á mið-
vellinum ella í álopinum,
áðrenn long tíð er fráliðin.
Har hevur hann longu leikt
fleiri dystir hjá B36.
Einki skeivt er í, at
bygdamenn, sum leita til
Havnar, spæla fótbólt har.
Hetta hevur altíð verið sid
venja. Upp á seg er hetta
kanska minni vanligt í dag,
enn tað var fyrr í tíðini.
Nú spæla nógvir bygda-
menn, sum búgva í Havn,
við teirra bygdafelag. Tak
td. sandoyingarnar, sum
eru trúgvir móti sínum fel-
ag og fleiri ferðir um vik-
una ferðast um Skopunar-
fjørd. At tað ber til hjá teim-
um og ødrum at spæla á
bygd kemst av, at sam-
ferðslan er so nógv betri
nú, enn hon var fyri einum
tjúgu árum síðani. Tað er
hon, hóast vit ofta hava hug
at knarra um vánaliga sam-
ferðslu!
-nn-
—i