Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-04-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. apríl 1995síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 79 — 27. APRIL 1995 tíðindablaðið VIL 13 Merkið slóðar fyri sjálvbjargni Zakaris Wang helt flaggdagshaldsróðuna í Vágum. hann segði m.a. > Vid at ganga ta leið, sum merki okkara vísir á, fáa vit frið til sjálvi at skipa fyri egnum viðurskiftum. « Flaggdagsrøda í Vágum Tann 16. maí 1808 kom eitt bretskt krigs skip siglandi inn á Havnarvåg. Tað legði stilt í skotmáli hjá Skansanum, einum av teimum sterkastu verndarvirkjunum í øll um Norðureuropa við 21 goturstykkjum Það, sum bjargaði hesum bretska skipi, var at kommandanturin Løbner var ein tann vånaligasti herovasti, sum vit vita um í søg uni. Hann segði við skansasoldátarnar, sum høvdu hug til at verja bý og land „Gevið tykkum yvir'« Ein var so frægur, at hann heldur vildi skjóta, men hjá honum klikkaði byrsan Í hesum mánaða fyri fimmufimm árum síðani var danski høvudsstadurin Keyp mannahavn fyri somu vanlagnu. Teir, sum skuldu verja býin, lyftu ikki hond frá síðu Um morgunin tann 9. apríl 1940 komu týsk krígsskip siglandi inn fram við teimum sterku verndarvirkjunum. Ein av teimum, sum stóð við goturstykkini, vildi skjóta, men her klikkaði eisini. Urslitið var tí, at týskarar í friði og náðum kundu herseta høvudsstadin í Danmark, og til hetta verk nýttu teir færri hermenn, enn danir høvdu Annars er høvudsreglan í krigsførslu, at skalt tå rokna við at vinna á tí, sum stendur í einari verjustødu, so skalt tú hava tíggju ferðir so nógvar hermenn sum hann Tá var longu kríggj millum Stórabretland og Tyskland. Tað sá ógvuliga legið út, at danir so fúsir góvu seg yvir, og kundu bretar tí ikki annað enn rokna Danmark fyr at vera farið í hinum partin. Teir kundu tí bera ótta fyri, at Føroyar, sum vóru saman við Danmark, kundu vera nýttar til fígg indaligt virksemi, og tí vóru teir so kvikir at seta seg fastar her á klettunum. Tað fyrsta Kommunulån i Folkatingið Mogens Lykketoft hevur nú biðið Fólkatingið um, at parturin av kommunuskuldini, sum staturin veðheldur fyri, kann verða umlagdur Fíggjarliga útpíndu før oysku kommunurnar hava nú í longn tíð bíða eftir teirri sokalladu kommunu loysnini. Føroya Banki hev ur staðið fyri samráðingun um við teir umleið 20 lánsveitararnar, føroyskar sum útlendskar, og flestu teirri tykjast at vilja ganga við til eina umlegging av kommunuskuldini, sum er umleið tvær milliardir Tad seinasta í hesum máli er, at nú hevur Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráð harri, skotið upp fyri Fólka tinginum, at ganga við til umlegging av tí parunum av kommunuskuldini, sum danski staturin veðheldur fyri. Talan er um $2 lán til 24 kommunur. Í løtuni standa 194 milljónir eftir av hesi skuld Tad skrivar danska blaðið Børsen sum leggur aftrat, at kommunurnar sleppa und an avdrøgum í fimm år, og skal hendan tíðin nýtast til eina kommunusamanlegg ing, soleiðis at føroysku kommunurnar verða skip aðar í størri og sterkari eind ir Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharri vil nú greiða sin part av kommunuskuldini | ti bert verið hålvir | herskipid kom ul Føroyar tann 12. april, og tann Í 3. apríl komu hersetingarmenninir Nú var danska ríkið í tveimum. Øðru megin stóð Danmark, sum helt við týskar unum. Hesumegin væru vit í parti við bret um. Ein vansi, sum av hesum stóðst var tann, at higartil høvdu føroysk skip nýtt danska flaggið til at vísa hvaðani tey vóru Men nú bar hetta íkki til longur, tí sóu bretar eitt skip við donskum flaggi, so var tað eitt av teimum, sum hildu við fíggindanum, og skuldi tað takast ella søkkjast. Tørvur var tí á einum serligum frámerki á skipum okk ara, so bretar kundu síggja, hverjir danskir ríkisborgarar, ið hildu við teimum og hverjir, ið hildu við týskarunum Tá var tað, at bretar funnu út av, at einasta loysnin var at viðurkenna tað sonevnda stu dentaflaggið. Hetta var skapt millum før oyskar studentar í Keypmannahavn í 1919 Hetta ár var tal at amerikanski forsetin Wilson var nógv frarfimi við sínum sjónar miðum um sjálvsavgerðarrætt tjóðanna Gløggu studentur okkara vóru ikki seinir at lofta hesum, og teir hildu, at vit eisini eins og allar aðrar tjóðir skuldu sleppa til at nýta okkara sjálvsavgerðarrætt. Men skuldu vit tað, so var eisini neyðugt, at vit vístu at vil vóru ein serstøk tjóð og ikki ein partur av eini aðrari. Hetta gjørdu vit millum annað við at vit — eins og aðrar tjóðir — fingi okkara egna flagg. Ein av teimum student unum, sum var við í hesum verki, var digg) armaðurin Emil Joensen, sum tíverri ong antíð kom aftur til Føroya, men var prestur í Keypmannahavn alla sína tíð Frammanundan høvdu vit havt okkara egna merki. Tað var veðramerkið, sum skuldi ímynda okkara seydaoyggjar, men tað var eitt sindur ótíðarhóskandi, nú land búnaðurin var um at dvína sum høvuds vinna okkara, og allar aðrar tj60ir fingu sær fløgg við ymsum litsamansetingum A fundi í føroyska studentafelagnum i Keypmannahavn tann 11. mars 1919 varð samtykt, at krossmerkið við hvítum dúk! og reyðum krossi við bláari rond skuldi vera merki okkara. Har skrivaði Emil Joensen í gerðabókina: >Tann hvít liturin skuldi minna okkum um havbrosið og hin reina bláa himin, meðan tann reyði og blái krossurin, samansettur av teim ellgomlu føroysku litunum, skuldi minna um skyld skapin við øll hini norðanlond, sum eisini nýta krossflaggið< Hetta merkið fekk góða undirtøku frá Føroya fólki, og 21 ár eftir hesa samtykt, tann 25. apríl 1940, fyri fimmtifimm árum síðani, varð tað viðurkent sum okkara flagg. Tað er hesum merki, vit í dag fagna Nógv er broytt, síðan studentarnir evn aðu tað til, men framvegis eru vit ikki rokk in fram á tað mål, sum var sjálv grundgev ingin hjá studentunum fyri at gera merki okkara. Teir ynsktu, at vit skuldu sleppa at nýta regluna um sjálvsavgerðarrætt tjóð anna til sjálvi at gera av, hver stóða okkara í heimssamfelagnum skuldi vera, og hvussu vidurskiftini í ríki okkara skuldu vera skip að. Alttað, sum vit hava stríðst á sjOgvi og landi hevur ikki givið okkum henda rættin og ongantíð síðani 1940 hevur hann verið so niðurundirtraðkaður sum nú, tá sjálvt ein einmælt løgtingssamtykt verður ríkin aftur Higartil hava sigrarnir hjá merki okkara og hetta kunnu vit harmast um. Men tað hjálpir einki at harm ast um tað, sum ikki er gjørt. Tað ræður um at taka hetta sum eina avbjóðing og siga, at tey, sum farin eru, hava gjørt nógv gott, men tað er framvegis nógv Ogjørt, sum vit kunnu gera. Tað vit kunnu seta okkum fyrr er at skapa karmar fyri framburði í landi okkara. Taðer okkara lutverk og møguleiki at tryggja tí uppvaksandi ættarliðinum so góð kor, at tey stødast her, tí at tey fáa vissu fyri, at tey kunnu gera sær sjålvum, fólk- inum sínum og heimssamfelagnum øllum mest gagn við at leggja sína orku í at byggja upp eitt fyrimyndarligt samfelag her á okk ara alføgru oyggjum Hetta kunnu vit gera, um so er at vit fáa frið til tess. Vitskulu minnast til, at í túsund ár og meir afturat hava forfedrar okkara livað og virkað her. Teir høvdu ikki nógv amboð, men teir striddust frá morgni til myrkurs, og tað bar til hjá teimum ikki bert at halda lív í einum 4000 fólkum, men eisini at gjalda skatt ul at halda tí felags stýrinum Nú vinnulívssermentan, arbeiðsmeg! Stærri okkara hevur betri útbúgving, og allur heimurin stendur opin fyri dugnaskapi okkara. Onn hermegini uppi hava vil Fx t ur lond kunnu nú lívbjarga nógv fleiri fólk um enn fyrr, og hví skuldu vit verið nakað undantak í so máta? So skuldu vit verið ódugnaligari enn aðrar tjóðir, og tað sæst í hvussu er einki til, tá ið landsmenn okkara eru komnir út um landoddarnar Men vanlagna okkara hevur verið, at vit ikki eru sloppin sjålvi at avgera, hvat ið skal fara fram hjá okkum. Uppílegging uttanifrå fær ringar eginleikar fram í tjóðum eins og einstaklingum, og hevur gjørt at vit ikki hava fingið frið ul at ment okkum Men við at ganga taleið, sum merki okk ara vísir á, fáa vit frið til sjålvi at skipa fyr okkara egnu viðurskiftum, og so er einki at ivast í, at vit í altjóða kappingini fara at standa okkum fult so væl sum nakar annar Fá ið tann dagur er komin, tå kunnu vit av sønnum siga, at ynskini hjá teimum, sum gjørdu okkara flagg. eru gingin út. Tá er merkisins sigur ikki hálvur, men heilur, og tað er hendan sigur, sum vit, sum her standa, hava høvi til at vera við til at vinna saman vid øllum ødrum landsmonnum okkara Zakarias Wang