Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-04-29, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. apríl 1995síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

I Nr. 81 — 29. APRÍL 1995 Harmoniku fagnaður umborð á Norrønu Fyrireikingarnar til »Norr øna Harmoniku Fagnaðin 1995« eru longu byrjaðar At vit byrja fyrireikingarnar so tíðliga er, so at tónleikar ar og áhoyrarar í góðari tíð kunnu leggja sær frítíðina til rættis. Hetta er triðja árið á rað, at Norrøna Harmon iku fagnaður verður. Ahug- in fyri ultakinum er øktur ár undan ári, og í fjør eydnað ist tiltakið sera væl. Ferða- seðlarnir vóru útseldir og fleiri fólk sluppu ikki vid Norrøna var stúgvandi full av vælhýrdum áhoyrarum og tónleikarum, bæði til og úr Bergen. Veðurgudarnir vóru okkum sera blíðir. Tað var fínasta veður allan túrin Í Bergen var ikki eitt skýggj á lufuni og hitin eimi 18 stig Í ár verður ferðin, sum undanfarin ár, næstseinasti túrurin hjá Norrenu til Bergen. lárertað 21.,22.og 23. aug. Seinasta freistin hjá tónleikarunum at tekna seg er 23. juli. Onnur, ið ætla sær við, skulu bíleggja sær pláss í góðari tíð, um tey vilja vera vís í at sleppa við Vit hava á hverjum ári ruynt at:útbyggja og betra um Harmoniku fagnaðin og í ár hevur tað eydnast okk um at fáa unga heimskenda norska harmonikusnidling in Havard Svenstrud saman við gamla kenninginum og guitarsnidlinginum Sverra Kværsøj og ødrum at lut- taka. Tað verður sera spennandi at hoyra so góðar tónleikarar. Vit fara í tíð indaskrivi seinni í år at greiða nærri frá hesum Tann skipaði tónleikurin umborð verður í trimum stóðum. Í nåttklubbanum, í coctailbarrini og felags- sangur í cafetertuni, um- framt at spælt verður á sól- dekkinum, tá ið lagt verður frá landi í Havn og Bergen Tann óskipaði tónleikurin verður um alt skipið. Onkur av tónleikarnum í fjør helt, at tað var dekan og strævið at spæla so nógv. Til tað er at siga, at í ár avgera tón leikararnir sjálvir, hvussu nógv og hvar, teir spæla. Tó skal boðast frá á luttøku fráboðanini hvat ætlanin er Í ár verður eisini meira og betri ljóðteknikkur um borð. Ein royndur ljóðtek nikkari verður við og tekur sær av hesum burturav Karmarnir um tiltakið eru í ár munandi víðkaðir, so leiðis at fyritreytirnar fyr einum uppaftur betri »Norrøna Harmoniku Fagnadi« eru til staðar Spurninga og ivamål hjá tónleikarunum verða av greidd av fyrireikarunum á tif. 17216, 10552 ella 15760 Oyggjardansur i Trongis- vågi leygarkvøldid 6. mai Stórur oyggjardansur verð ur í Ítróttarhellini í Trongis- vági leygarkveldið 6. maí Til dansin spæla breður nir Jens og Marner Lisberg saman við vinmonnum, Stamen Stantchev, Dánjal Jåkup Holm og Hans Karl Hansen Hetta kvøldid eru 20 år liðin sidan Jens og Marner fyrstu ferð vóru á palli sam an við tónleikarbólkinum Sputnik Gestasangari verður tann vælumtókta songkvinnan Nicolina á Kamarinum, ið fer at framføra nógv kend løg, sum hava verið at hoyrt igjøgnum árini Eisini fer Toystovan ur Vági at hava mótaframsýn ing við nógvum vøkrum modellum Síðani fer tann rættiliga nýggi bólkurin »Censur« at framføra 4 løg og gevur hetta áskoðarunum møgu- leikan at hoyra nýggjan tón- leik Í sambandi við tiltakið bjóðar Hotel Øravik svina- hårygg við dessert og kaffi omaná. Matin ger kokkurin á Teistanum. Eftir borð- haldið koyra bilar ókeypis inn til høllina Matstovan hjå Adelade bjóðar eisini heitan rætt, lýst verður nærri um hetta Nil dansin koyrir bussur úr Vági, pláss kann bíleggj ast hjá Gunleifi Midjord, tlf 73761 Fólk verða biðin at meta rættstundis FAGNAÐUR 1995 21.-23. AUGUST 1995 Luttokufráboðan Solistur[ | Bolkur LÍ Navn: Navn : Navn : Navn: m- Navn : Navn: Navn : Navn : Ljóðferi Ljóðferi Ljóðferi Ljóðferi Ljóðferi - Ljóðferi Ljóðferi Umboðs-m/k 4 — Tlf heima Bústaður : Tlf ab. > | Vit ynskja at spæla undirhaldstønleik i cocktailbarrini HE Vit ynskja at spæla til dans i nåttklubbanum Um ætlanin er at spæla i cockteilbarrini, skal viðmerkjast her, hvønn serligan stíl ætlanin er at spæla. Demi : Carl Jularbo - Evert Taube - Skotskur - Latinamerikanskur o.s.f. Stílur : Fráboðanin um luttøku, skal í seinasta lagi 23. juli 1995, sendast til : NORRONA HARMONIKU-FAGNAÐUR Postsmoga 1192 FR-110 Tórshavn Meira fast at vita við at ringja 17216, 10552 ella 15760 HEE dd dd ed ed dd ed ed tú