leygardagur 29. apríl 1995síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 81 — 29. APRÍL 1995
tíðindablaðið 55
Býráðslimir fagna grónu ætlanini í Hoydølum:
Tóku allir undir við
friøkinum í Hoydølum
Borgararnir fáa møguleika at leiga eitt urtagarðsstykkið og annars skal nógv gerast
fyri at endurreisa økid frå Boðanesgjógv og nidan gjórguym Hoydalarnar sum
nåttiruøkid fyri allan býin. Okið verður ein sonn perla fyri Havnina
Býráðslimir eru ikki bara
keðiligir og turrisligir polit-
ikkarar, ið einans tendra
uppá turr tel og sum bert
sýna rådatøkni, tað er >be-
slutsomhed«, tá egin velj-
arafjøld skal røkjast
Hetta fingu vit eitt gott
dømi um, tá býráðið við-
gjørdi heildarætlanina fyri
friøkini í Hoydelum hós-
kveldið
Tað er langt síðan at and
stóða og samgonga í býráð-
num hevur verið so samd
um eitt so umfatandi mál
sum hetta. Lovprisanin av
ætlanini var havd á lofti í
dýrum og kenslubornum
orðum
Um stóra undirtøkan á
túrunum, sum Felagið
Tórshavn, hevur skipað fyri
seinastu dagarnar, hevur
sagt politikkarunum hvat
teir skulu halda um hetta
mål, er ein onnur sega, sum
ikki skal verða umrødd her.
Sligið skal bert verða fast, at
frálíka heildarætlanin hjá
byggi -og býarskipan-
nevndini fyri skinum í Hoy -
dølum hevur fulla undir-
tóku í býráðnum. Allir
reistu seg og atkveddu fyri,
at býráðið skal fullføra hesa
ætlan og at arbeiði skal
verða liðugt í seinasta lagi á
summri 1999
Traðareigarar
i vegin
At heildarætlanin í
Hoydølum hevur stóran
áhuga millum fólk sást best,
tá felagið Tórshavn skipaði
fyri gongutún av Boðanes-
gjågv og nidan gjøgnum
Hoydalarnar. Gøtan sum er
gjørd av Boðanesgjógv er
nú stedgad upp, tí býráðið
enn ikki hevur fingið semju
við allar eigararnar av
tradunum í Hoydølum. Vit
fara at gera serstaka byggi-
samtykt fyri ekið. Jarðar-
ráðið umsitir í dag ein
stóran part av lendinum og
vit samráðast við Jarð-
arráðið við tí endamálið, at
kommunan skal yvirtaka
hesa umsiting, segði Leivur
Hansen, formaður í byggi -
og byarskipannarnevndini,
tá hann legði heildarætlan
ina fyri býráðið hóskveldið
Sum nevnt, so er arbeiði
uppá getuna av Boðanes
gjógv steðgað upp, nú kom-
ið er nakað niðan í Hoy
dalar. Tungar tingingar
hava verið við
traðareigarar, um at sleppa
at leggja getuna gjøgnum
teirra traðir
— Tað hevur ikki skortað
uppá samráðingarvilja frá
býráðsins síðu, at fáa semju
um hvussu gøturnar skulu
leggjast. Tað sama kann
ikk: sigast um traðareig-
ararnar. Hendir ikki nakað í
málinum nú, so verður
kommunan tvungin til at
taka onnur drastisk stig, fyri
at fáa getuna í gjøgnum
Lógin heimilar okkum at
taka slik stig, segði hon
uttan at koma nærri inná um
tað var ognartøka hon hevði
í huganum
Arnstein Niclasen vildi
hava at vita, um ætlanin var
at gera getu fram við allari
Hoydalsá
Eg haldi tað er ein
mannarættur. at kunna
ganga fram við eimi á. Tað
hevur ikki verið møguligt at
gingið fram við Hoydalsá
fyri hegni og píkatráði sein-
astu mongu árini. Eg haldi
ikki at grannar skulu óttast
um gongugøta kemur fram
við teirra ognum. Eg búgvi
sjálvur við slíka getu, sum
verður nógv nýtt bæði av
ungum og gomlum og okk-
um órógvar getan als ikki,
segði Arnstein Niclasen
byEglloyvi
Ein trupulleiki i økimum
vid Hoydalar og å Ternu-
ryggi er, at fleiri hava bygt
ólógliga uttan at hava fingið
byggiloyvi. Hetta lógloysi
verður sitandi býráðnum
tvungið at loysa
Eigarin av tí eina húsin-
um hevur sekt býráðið um
byggiloyvi í samfull 13 ár,
men enn hevur hann onki
fingið
Hendan eigara umboðaði
Ronald Poulsen á býráðs-
fundinum tyskvøldid. Ro-
nald Poulsen var tann bý-
rådslimurin, sum fór við
drúgvastu = talutíðini um
hetta mál og hann var sam-
an vid Jenisav Rana fivaum
heildarætlanina, kom hon at
forda borgarum, sum longu
høvdu bygt at fáa byggi
loyvi
Fundarsamtykt
ikki uppá
Ronald Poulsen hevur
verið frá býráðsarbeiði í
longri tíð, hann hevur
arbeitt og uttanlendis, og tá
hann ikki ómakar sær at
spyrja umsiting og annars
setir seg inní málini áðrenn
býráðsfund, so gongur
drúgv tíð at greiða honum
frå »hvordan og hvorledes«
tey einstøku målini hanga
saman. Soleiðs hevur skilið
verið seinastu býráðsfund-
irnar
Ronald Poulsen vildi
hava at vita um heild-
arætlanin førdi við sær at
hesin húsaeigari ikki fekk
byggiloyvi
- Kommunan hevur lagt
vatn inn til hendan húsa-
eigaran. Hann hevur eisini
fingið streym innlagdan
Kormmunan góðtekur bús
hansara sum bústað og
skattarokningin verður
send tl húsið uttan byggi-
loyvi. Eg skilji at byggi og
býarskipanarneyndin ikki
er sinnað at geva manninum
byggiloyvi, tí hann hevur
bygt á friðaðum øki. Men
hyggja vit eftir byggingin! á
Ternuryggi, so er ein fittur
partur av húsinum í fyrstu
atløgu bygd ólógliga og
síðan hava tey fingið byggi-
loyvi. Tað ber ikki til at
pilka tann eina borgaran
burturúr og ikki geva hon-
um sømdir. Merkir tað at eg
atkvødi — fyri — heildar-
ætlanini, at hesin maður ikki
fær byggiloyvi, so velji eg at
sita, segði Ronald Poulsen
Arnstein Niclasen, hjálpti
býráðnum at greiða fløkj-
una um byggiloyvi hjá tí
eina húsaeigaranum.
Arnstein Niclasen, sum er
arbeiðir hjá landsverktrød-
inginum og er kønur at
hyggja í kort, segði, at so
vítt hann dygdi at síggja, so
nevndi húsaeigari uttanfyri
heildarætlanina, sum bý-
ráðið skuldi samtykka
Hann vísti eisini á at byggi-
loyvi hjá ti eina einki heyði
við heildarætlanina fyri
Hoydalar at gera og hann
heitt á býráðið um ikki at
blanda málini saman
jústinus
Eysturoyar
Javnaðarfelag
Landsfundarveitslan
verður í
Bygdarhúsinum í Leirvík
leygarkvoldið 29. apríl, kl. 20.00
Degurði, borðhald, dansur við Juuls-
kvartett og morgunmatur.
Bussur koyrir til Havnar eftir veitsluna.
Kostnaður: støk 125,- kr.
por 200,-kr.
Tilmelding hjá:
Helenu,
Jón inga,
Dan,
tif. 49395
tlf. 4465 1
tlf. 44630
Eysturoyar Javnaðarfelag
Landsfundurin '95
heldur fram í dag, 29. apríl,
við hesi skrá:
kl. 09.00 Frágreiðing skrivarans og orðaskifti um hana
kl. 10.00 Frágreiðing frå feløgunum
kl. 10.15 Valavstarvsnevnd, floksleiðslu og åsetan av lima-
gjaldi
kl. 11.00 Politiskt orðaskifti
kl. 12.00 Matsteågur
kl. 13.00 Politiskt orðaskifti
kl. 17.00 Ymiskt — Innkomin uppskot —
Føroya Javnaðarflokkur