mikudagur 3. mai 1995síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 83 — 3. MAI 1995
Regin Jacobsen stjøri å Bakkafrost:
Sildaarbeiði
verður neyvan á
hvørjum tanga
tey fyrstu árini
Um nótabátarnir so høvdu fingið tvær krónur fyri kilvid. so
høvdu ikki siglt til tey ymisku plássini og landað sjattar. Teir
missa ov nógva tíð á hendan hátt. Tað er nóg ringt at fáa ein
sildabát, sum landar 500 tons á Fuglafirði at landa 200 tons hjá
okkum. Virkini skulu verða so øgili ga stór, skulu tey kunna taka
frá nótabátunum, sigur stjórin á Bakkafrost
Stødast nordhavssildin
føroyskum sjógvi, so skulu
faroyingar ikki rokna við, at
hendan fer at geva so ovur
honds nógv arbeiðspláss tey
fyrstu árini. Tíðin er nógv
broytt, frá at garnaskipini
komu til lands við smáum
nøgdum og ul í dag, tå
nótaskip efur eini løtu hava
1000 tons í lastini. Besta
árið hjá føroyingum nak
rantíð, tá vit arbeiddu sild til
matnað var í 1967. Tá vóru
góð 16.000 tons flutt av
landinum
Vit hava tosað við Regin
Jacobsen, stjóra á Bakka
frost. Bakkafrost er í dag
einasta veruliga sildavirkið
í landinum og menninir
aftan fyri hetta virki eru teir,
sum hava drúvastu roynd
irnar í nyggjan tíð at virka
sild til matna
Er nakar møguleiki fyri
idag, at sildin fer at geva
eins nógv arbeiði á landi
sum hon gjørdi í fimti og
sekstiárunum ?
Sildin fer neyvan at
geva tey heilt nógvu ar
beiðsplássini tey fyrstu
árini. Tað eru tvær treytir,
sum skulu uppfyllast fyri at
síldin skal geva umfatandi
arbeiði. Vit mugu hava
møguleikan at taka móti
stórum negdum fyri at:tað
skal vera áhugavert hjá
nótabátunum. kemur ein
nótabátur av feltinum á
Fuglafjørð við 500 tonsum
Tad er nóg ringt at fáa hann
at sigla av Fuglafirði og á
Runavík við 200 tonsum
Skuldi hann tildømis eisini
latið 10 tons í Klaksvík, 20
tons á Sandi og eina minni
nøgd onkra aðrastaðni, so
hevði hann mist so nógva
tíð, at sildakeyparar høvdu
ikki fingið hann til hetta, um
hann so lat tvær krónur fyri
kiloið. Manningarnar á
nótaskipinum hugsa ørvisi,
tíðin sum gongur at sigla til
tey ymisku plássini kann
verða orsøk til at teir gerast
ov seinir á feluð, sigur
hann
Hugsa vit okkum, at vit
skulu byggja nýggj virkir
kring landið, sum eitt nú
kunnu taka móti 200 tons
um ísenn, ella kanska um
byggja flakavirkir, so skulu
hesa kunna taka ímóti so
stórari nøgd, at hetta neyv
an gerst veruleiki tey fyrstu
ánni. Menn mugu síggja
um sildin verður støðug. áð
renn ter tora aw vaga
figgjarliga. Eg rokni vid, at
síldin verður í Førovum
eima tíð, áðrenn vinnan á
landi rættuliga leggja seg
efur at virka hana ul matna
sigur Regin Jacobsen
Sildavinnan er ein
Vinna, sum er í stórari
kapping. Hetta er ein bílig
vera og talan er um stórar
nøgdir á marknaðinum. Tað
vil siga, at ein er noyddur at
gera fløgur og verða vísur í
at ein fær eina stóra nøgd
igjøgnum. Vit á Bakkafrost
eru í tí hepnu stæðu, at vit
hava tað mesta her til at
virka sild. Vit hava eisini
kunna brúkt virkið til onnur
endamál. Hevdi tað ikki
verið, so hevði tað verið
Ogjørligt at havt eitt so stórt
apparat standandi klárt til
sild, sigur Regin Jacobsen
Dugir Wed til
Hendan sildin sum
nótabátarnir fáa nú er ikki
tann sama sum vit hava
virkað fyrr í ár. Hetta er tann
rættuliga nordhavssildin
Hon gýtir í norskum Bar
entshavinum í februar og er
nu á veg vesturefur at eta
seg feita. Sildin er kalda rak
í løtum. Eg havi hugt eftir
sildini á Fuglafirði. Hon er
long og kløn og full av
reyðæti. Hon eitir fitina á
seg rættuliga skjótt nú. Vit
hava verið í samband við
fleiri keyparar, sum vit hava
selt sild til fyrr, men tað er
ivasamt um tað ber ul at
gera nakað við síldina til
teir keypararnar. Teir keyp
ararnir nýta síldina til gløs
og ymisk konserves. Sildin
hjæáteimum skal helst hava
eitt ávíst fitunnihald og
verða føst í tí. Tað er norð
havssildin ikki, sigur Regin
Jacobsen
Um norðhavssildin
kann brúkast at frysta til
eystanlondini, tað veit eg
ikki rættuliga at síga. Av tí
at sildin etir so nóg nú, so
hevur hon fullan maga og tá
hon verður tikin uppúr sjón
um so er skjótt at hol kemur
á. Tá er hon sera ring at
arbeiða. Í juli er hon uppá
tað fertasta og síðan gevst
hon at eta. Nú eri eg so ung
ur, men mær er sagt, at i
stldatíðimi fyrr
teir at royna við gørnum frå
ólavsekutíðini og út í okto
ber. Hetta komst av, at :teir
vistu, at tá kundi sildin
brukast, sigur hann
Koyrdu vit hesa sildina í
tunnur, sum nótabátarnir nú
fiska, so høvdu vit bert
fingið skræpu burturúr tí
aftur, sigur hann
Ivamål er , um vit kunnu
brúka sildina til matna nú
Men vit fara at royna. Vit
tóku royndir frá Finni Fríða
mánadagin og vit havaroynt
at flakaskorið hana, Tað ber
ul, men úrtskan er låg, ti
hon er so rak og fløkini hava
sjálvandi eitt lágt fitiinni
hald. Tey mugu nýtast til
okkurt endamál, har fiti
innihaldið skal vera lágt og
tá plagdu
so er spurningurin, hvønn
pris kunnu vit fåa. Tad vita
vit ikki enn. Men aftaná
Olavsøku er munandi meira
áhugavert at virka sildina til
matna. Tá eru møguleikar at
salta í tunnur, at heilfrysta
og at skera til flak. Tá eru
mesguleikar at gera fleiri
ymiskar úrdráttir úr sildini,
sigur Regin Jacobsen
Vit saltaðu 150 tunnur
av sild í februar mánað. Vit
fingu hana frá Finni Fríða,
sum seinastu trý ánni hevur
roynt eftir sild um veturin
hann royndi á Sandoyar
bankanum. Hendan sildin
varð avhøvdad. Tað var ein
góð vera at selja, men hetta
var eisini eitt annað slag av
sild, sigur Regin Jacobsen
justinus
Nu kemur:
>Maðurin ið slapp at fara«
nýggjur, føroysur leikfilmur, sum Katrin Ottarsdóttir hevur
skrivað og leikstjórnað
Ein fagran sólskinsdag í fjør
summar regnaði av heiðum
himni í Vágsbotni i Havn
og ein annan dag stóð Nóls
oyar Páll knappliga har
niðri og trenaði (at veraa
standmynd), men var hor
in líka knappliga dagin eft
ir. Eitt, sum fólk í bili
kanska serliga minnast frá
seinasta sumri, er allar tær
ferðirnar, tey ikki sluppu at
koyra tann vegin, tey høvdu
ætlað sær, tí onkur stóð mitt
á vegnum við einum skelti í
aðrari hondini og einum
walkie-talkie í hinari og
beindi bilar, prutl og bussar
ymsar umvegir
Orsøkin til alt hetta for
stýrilsi — og meira afturat
var eitt filmslið, sum gjørdi
upptøkur til ein nýggjan,
føroyskan leikfilm eftir
Katrina Ottarsdóttur. Hesin
filmur er nú liðugt kliptur
Hann er uml. 60 minuttir til
longdar og hevur heitið
>Maðurin ið slapp at fara«
Heimsfrumsýningin verður
í Havn leygardagin 6. maí
Segan
Filmurin er í stuttum ein
sorgblid og skemtilig nútíð
arsøga um eini eldr hjún í
Havn og tær neisur, ið kær
leikans órannsakandi vegir
vinna teimum. Tey hava
hvað eitt langt og harmon
iskt lív saman. Konan hevur
hjúklað um mannin, og
hann hevur aldri hugt at
ødrum konufólki enn henni
Men so kemur tann unga,
»vælutgjørda« Maria upp í
leikin
Konan fær frænir av, at
maðurin er farin at renna
eftir konufólki, men hon
gerst hvorki óð ella kedd
Nei, hon heldur tverturí-
móti, at hann bara skal
sleppa at fara. Hann man
fara at verða skjótur aftur í
hennara trygga fangi
Og rætt hevur hon, men
søgan fær tó eina heilt 6
væntaða vend
Leikarar og filmslid
Leikararnir í filminum eru
allir royndir sjónleikarar
Maðurin, ið sleppur at fara,
er Sverri Egholm. Konan, ið
letur hann fara, er Adelborg
Linklett, og tann unga dám
an, ið hann sleppur at fara
til, er svenska sjónleikar
kvinnan Anneli Aeristos
Andersson. Hinir leikarar
nir í filminum eru Eyð Ma
tras, Hilmar Joensen, Nora
Bærentsen og Kári D. Pet
ersen
Myndirnar í filminum
hevur Bøje Lomholdt tikið,
ogklippari er Jens Bidstrup,
ið eisini klipti Atlantic
Khapsody á sinni. Teir før
oyingar, ið hava starvast í
filmsliðnum, eru Hans Pet-
ur Hansen, myndatøku
hjálparmaður, Jón McBirn
ie og Bjarni Rubeksen, ljóð,
Edward Fuglø, scenografi
og búnar, Jákup Eið,
sminka. Gjørt tónleik til
filmin hevur Hedin Meitil,
ið áður hevur gjørt tónleik
til filmar hjá Katrini
Framleiðsla og stuðul
Skipað fyri upptøkunum og
framleiðsluni annars hava
Hanne Heyberg, Henrik Ip-
sen, Poul Jákup Thomsen
og Hugin Eide. Framleiðari
er Herremagasinet Film á
IV í Keypmannahavn
Filmurin hevur kostað um!
2,5 mió. krónur at gera, og
meginparturin av køstnad-
inum er fíggjaður av yms
um norðurlendskum films
og sjónvarpsgrunnum og
stovnum
Føroyskir grunnar, stovn
ar og onnur, 10 hava veitt
figgjarligan stuðul, eru
Norðurlandahúsið í Føroy
um, Mentanargrunnur Før
oya Legungs, Havnar Bio,
Føroya Sparikassi, Jóla
merkjagrunnurin, Sjónvarp
Føroya, Fjølrit og Dansk-
Færøsk Kulturfond
Harumframt hava ein
hópur av virkjum, stovnum
og einstaklingum i Føroy
um hjålpt og studlad films-
gerðini á ymsan hátt
Sýningar
Frumsýningin av filminum
>Maðurin ið slapp at fara«
verður í Norðurlandahúsin-
um leygardagin 6. mai
Sýningin er almenn og at-
gongumerki verða at fáa við
dyrnar
Frá og sunnudegnum 7
mai verður filmurin sýndur
í Havnar Bio