mikudagur 3. mai 1995síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 83 — 3. MAI 1995
Okkara partur
liggur ikki eftir
- Nú má tíðin verða komin, at ábótur verða framdar, sum lætta
um tær alt ov stóru byrðar, sum verkamannafjøldin í dag knógv-
ar undir. segði Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðs-
mannafelag, í 1. mai rødu síni
Eg skal vegna Havnar Ar-
beiðsmannafelag bjóða
tykkum øllum at vera væl-
komin til hetta |. maí dags-
haldið á Vaglinum í dag
Tøkk ul tykkum, sum
hava játtað at flyta fram
réðu og eina serstaka tøkk
til tykkum í Havnar Horn-
orkestri, sum altíð eru fús til
atsetatykkara serliga dám á
dagin
Rødararnir í ár verða Jó-
annes Eidesgaard, lands
stýrismaður, Óli Jacobsen,
landsstýrismaður, Petur
Skeel Skarðsá, arbeiðs-
maður, og eg sjálvur
Ég skal sum sagt fyrst
loyva mær at:siga nøkur
orð
Aftur í ár er høvi hjá
verkafólki um allan heim at
fylkjast fyri at halda altjóða
arbeiðaradagin, 1. mai
A einum slíkum degi nýta
kvinnur og menn heyið til at
siga júst sína hugsan um tey
viðurskifti, sum eyðkenna
samtíðina í tí samfelagi, tey
eru sett at virka í
Sprotun úr einum rætt
sintum hugsjónarligum
neista birtist fyri 80 árum
síðan her á landi stríð verka
mannsins fyri betri korum
og einum meira rættvísum
býti av samfelagsins virð-
um
Og tá tú sum fakfelags-
formaður í dag lítur at stød-
uni í føroyska samfelag-
num, nú vit skriva Í. maí
1995, mást tú ásanna, at
strid verkamannsins ikki er
minni viðkomandi í dag,
enn fyri 80 árum síðan, tí
stríðið fyri vanliga uppi-
haldinum í gerandisdeg-
num hjá føroysku verka-
fjøldini hevur ongantíð ver-
ið meira herskið enn júst í
hesum døgum.
Dag og dagliga verða vit
mint á ta syndarligu støðu,
vit sum samfelag eru í, við
at hoyra um tey alt ov
mongu, sum verða noydd at
stinga í sekkin og flyta
burtur frá húsi og heimi.
Bara teir fyrstu tríggjar
mánaðirnar í ár hava ikki
færri enn 202 fólk mynstrað
av skútuni Føroyum
Hesi, eins og alt ov mong
áðrenn tey, vórðu noydd at
ásanna, at ikk: var førning
urin nóg mikið til at standa í
móti hvassa sverði samtíð
arinnar við
At byrðarnar alsamt
verða tyngri, jú færi vit
verða um at bera tær, tykist
ikki at elva til nakað sam
vitskubit hjá okkara fólka
valdu umboðum
Vit kunnu av réttum
spyrja, hvussu vanligi før-
oyingurin skal kunna
megna at halda fram, tá hes-
in viku eftir viku, mánað
eftir mánað onki annað
hevur at síggja fram til, enn
eina tóma lønarkonto og
eina ørgrynnu av trupul-
leikum, sum hann ikki dugir
at síggja sær nakran møgu-
leika at vinna á
Tey, sum út frå givnum
lyftum frá bæði politikarum
og kønum bankafólki tóku
avgerð um at seta føtur
undir egið borð, rinda nú
fyri hús síni, ikki bara eina-
ferð, men fleiri ferðir
Og ikki minni vert er at
leggja sær í geyma, at hetta
eru fólk í bestu árum, sum
flyta heiman og fleir av
hesum fyri kanska ongantíð
at venda heim aftur á klett
arnar
Køn fólk innan peninga
heimin hava fleiri enn eina
ferð sagt okkum, at vit við
figgjarorku okkara ongan
møguleika hava fyri at
gjalda alla okkara uttan
landsskuld aftur, og tó sær
út til at politikararnir heldur
enn at viðurkenna sær
henda veruleika, ikki aftra
seg við at:leggja avgjøld
oman á avgjøld á lønina hjá
fólki, tí skatta- og avgjalds
trýstið er nú so stórt, at
sjálvt í londum, sum vit
knnu meta okkum saman
við, hevur valla nakar so
lítið eftir av tí løn, hann hev-
ur arbeitt fyri, sum Palleba
og Marsanna hava eftir her
áhesum klettum, og tað tyk-
ist sum um tey ráðandi held-
ur enn at byggja upp aftur
tað álit, sum av réttum átti at
veriðtað, sum gav fólkinum
áræðið og vónina um fram-
burð, — vilja bróta niður tað
sindrið av sjálvsáliti, sum
enn er eftir í okkum
Ja, vildi ein verið for-
gjørdur, kundi ein freistast
at hildið, at tann politikkur,
sum stungin verður út í
kortið, júst hevur til enda-
máls at fáa so mong sum til-
ber at flyta. Tí við hesum
høga skatta- og avgjalds-
trýsti gera okkara politikar-
ar veruliga lívið trupult hjá
fólki.
So trupult, at í mongum
føri verður sjálvur grund-
vellurin undir lívsáskoðan
vanliga føroyingsins lagdur
í skeljasor av einum kev
andi hjálparloysi, sum tey
kenna av at verða noydd frá
tí húsi og heimi, tey vóru
góð við
Tí sjón gongur fyri søgn
Tað, sum fer fram í okkara
samfelag í dag, er onki
minni enn ein mergsúgving
av teimum, sum longu
frammanundan onki hava at
lata av
Alt hetta vita tey, sum
buktina og báðar endarnar
hava, og ein freistast at
spyrja seg sjálvan, hvat tað
er, verkamannafjøldin skal
vænta av hesum fólkum, ti
hesi hava nú tosad um
sanering og sethúsaloysn í
so langa tíð, at tú satt at siga
ert heilavaskaður av øllum
hesum, og sum finnur í talvi
verður verkamannafjøldin í
Føroyum offrað í einum
margháttligum leiki, sum
telvdur verður í skýmaskot-
um, bert við tí eina enda-
máli at tey, sum telva,
kunnu lata tíðina arbeiða
fyri seg til egið gagns og
fyrimunar
Eg kann í hesum saman
hangi ikki lata vera við at
nevna kenda sjónleikin
»Heygadrangur«, sum við
landskendum leikarum fyri
fullum húsum varð sýndur í
fleiri mánaðir niðri á par
nassinum á Hotel Hafnia
Her kundi tann, sum
fylgdi vid gongdim í leikin
um og heyði kunnað seg við
handritið, síggja. hvussu
menn, — sum við beráddum
huga høvdu lagt so stórar og
kravmilar byrðar á herðar
Pallebas og Marsannu, so at
tey í dag aka á knøunum
sýna leikkynstur
stød
Og tå seinastu partur av
hesum margháttliga leiki
var leiktur og tjaldid fyri
seinastu ferð varð dngið
fyri, kundu nakrir av teim
um, ið leikt høvdu í einum
sjålvsøknum — rus: lata
champagnupropparnar
gjella. — Tíhetta hevði verið
ikki eiti á leikur, her høvdu
leikarar fingið hægri sam-
sýning fyri sín leiklut, enn
fleiri av mætastu sjónleikar-
um úti í víðu verð
Men frá áhoyrarunum
hoyrdust eingi hurrá róp,
ongir lógvabrestir
Tí eftir sat vanligi føroy-
ingurin við einum ringum
smakki í munninum og eini
kenslu av at hesin leikur als
ikki svaraði til handritið
Tí sjálvt um ein skuldi
hildið, at:tað í einum demo-
kratiskum samfelag við
grundlógini var ein sjálv-
sagdur lutur, at rættvísi
móti øllum borgarum land-
sins varð sett í hásætið, av-
dúkaði sjónleikunn á par-
nassinum meira enn nakað
annað hjálparloysið hjá ti
vanliga førcyinginum, tá
tað snýr seg um revsiverd
viðurskifti, sum verða
framd, — ikki, sum tað hevur
verið ført fram móti land
sins stýri, — men mót: fólk
inum sjálvum
Og so væl komu fleiri av
leikarunum frá síni leikskrá,
at teir eru farnir undir at
framføra ein nýggjan leik,
sum kallast »Skålafjall«. Og
hvussu endin á hesum leiki
verður er neyvan torført at
gita sær til
Sokallaða bankamålid
hevur eisini nú í rúma tíð
elvt til rættuligt kjak millum
manna her á landi
Vit eru lumpaðir fyri eina
á høgum
milhardaupphædd, siga
okkara klóku politikarar
Hesi, sum altíð vístu betur
enn nakar annar, hvat tænt
tí føroyska samfelagnum
best og sum ti ongantíð
vildu lurta eftir ráðum frá
teirri ráðgevandi nevndini
fyri Føroyar, sum ferð eftir
ferð kom við ávaringum. Ja,
hesi somu, sum hava staðið
við róðrið og kollsiglt ta
føroysku skútuna, halda nú
saman hendur og siga: góða
mamma, tað vóru ikki vit
Tað vóru danir við Richard
Mikkelsen og Den Danske
Bank á odda, sum hava á
byrgdina
Onki trúgv: eg, at tað er
neyðugt at fara langt út um
landgrunnin fyri at staðfesta
nakra ábyrgd av tí skila-
loysi, sum elvt hevur til ta
vanlukku stóðu, sum í dag
valdar her á landi
Og teir kunnu kanna
bankamálið út í æsir so nógv
teimum lystir. Tað einasta,
Palleba og Marsanna fáa
burtur úr ollum hesum, er at
tað verða tey, sum koma at
gjalda rokningina fyri kann
ingina
Fyri gott og væl tveimum
árum síðan ásannaðu land
sins myndugleikar enn eina-
ferð, at skuldu teir tálma út
reiðslur landskassans varð
neyðugt við enn strangar!
ultøkum
Í hesum sambandi vóru
teir rørand: samdir um at
fara inn og broyta lógina um
fritid við løn. Og hóast øll
fakfeløg í landinum mót
mæltu hesi skerjing av lóg
arbundna rætt lentakar
anna, varð við lóg ásett at
stytta frítíðina við 4 døgum
og at lækka frítíðarprosent
ið ulsvarandi
Nú samráðingarnar mill
um fakfeløgini hjá alment
løntum og landsstýrið í ár
vóru loknar, varð gjørt
kunnugt fyri øllum landsins
borgarum, at landsstýrið
við sáttmála uttan um frí
tíðarlógina gav teimum al-
ment løntu nakrar eyka frí-
dagar
Fyri mær kunnu tey kalla
hesar fridagar tað tey vilja,
men í mínari verð hevur so
landsins stýri (uttan va eftir
teirra egna tykki sera hegn-
isliga) uttan fyri lógina latið
einum løntakarab6lk fingið
fridagar aftur, sum vid lóg
vórðu fráuknir okkum øll-
um í 1993, ongin ivi um tað
Eg dug! illa at síggja ann-
aðenn at landsstýrið og tey,
sum aftan fyri tað standa,
við hesi semju hava verið
við til at framt eitt vanbýti
móti einum parti av løntak
arafjøldini
Ti hvat vid verkamann-
inum? Hvat við teimum,
sum dagliga stríðast á tí pri-
vata arbeiðsmarknaðinum?
Havatey ikki somu rættindi
til fritid vid løn, sum aðrir
samfelagsbólkar í landin-
um? Ég spyrji bara
Havnar Arbeiðsmannafe-
lag segði ikki upp sáttmálan
við arbeiðsgevararnar í ár
Tað var tó ikki tí at arbeiðs-
maðurin og arbeiðskvinn-
an, sum í dag eru ringast fyri
í samfelagnum, ikki høvdu
eina lønarhækking uppi-
borna. Tf tad høvdu tey so
ruddiliga
Men hetta varð gjørt út frá
tí viðurkenning, at samfe
lagið alt er í eini svárari bú-
skaparligari kreppu og valla
hevur nakar upp gjøgnum
tíðina sýnt stórri ábyrgd fyri
samfelagnum og teimum
fyritreytum, sum í samtíðini
eru, enn júst arbeiðsmaður
in og arbeiðskvinnan
Meneitter vist, at skal tað
framvegis vera soleiðis statt
her á landi, at tey
at ganga undan skulu hava
tað í huganum, at sektin á
hvat annar fær, bara eg kann
sum eiga
nøra mær, ja, so verður
seinur dagur, áðrenn vit
sum tjóð aftur kunnu lyfta
hevur hátt
Eg haldi, at øll kunnu taka
undir við mær, tá eg sigi, at
nú mátti tann tíðin verið
komin, at vit tóku í egnan
barm og ásannaðu, at tad er í
tókum tíma, at åbøtur verða
framdar, sum lætta um tær
alt ov tungu byrðar, sum
Á
verkamannafjøldin
knógvar undir
Her býr gott verkafólk í
einum góðum landi
At gera tað gott hjá teim
um at liva og virka í, átti al
tíð at ligið frammarlaga í
huganum hjá teimum, sum
skapa skulu karmarnar und
í dag
ir trivnaði og framburði
fólksins
At ivast í luttøku okkara
kann ikk: verda nøkur und
anførsla, ti vit hava ul allar
tíðir próvað, at okkara part
ur liggur ikki eftir, og uttan
okkara luttøku var als onki
samfelag til
Við tekk til tykkum, sum
lýddu á ynski eg framhald-
andi góðan 1. mai og eitt
gott summar
Takk fyri!
Karl Johansen
Tey vælumtóktu lágprísdekkini eru aft-
ur á goymslu í flest ollum støddum,
bæði vulkaniserað og nýggj.
Verða monterað ókeyps.
P/F PIRATDEILIR
Tlf. 11655
Frá Billardfelag Fuglafjarðar
Aðalfundur
verður
hóskvoldið 18.05., kl. 19
í holum felagsins
NEVNDIN
kl. Á 16-18.T1. 10645.
Barna- og ungdómstelefonin
hjá Barnabata/Reyða Krossi svarar månadeg frá