Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-05-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. mai 1995síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 85 — 5. MAI 1995 Fríggjakveldið kl. 19.00: Barnalotan Í sendingini í kveld fara vit at hoyra um ælabogatjóvarnar. Einaferð ætlaðu nakrir jassar at stjala ælabogan, men tann vakni ælabogin hevði vinir, sum teir ikki vístu um. Palli Hansen hevur gjørt orð og lag til sangin um ælabogatjóvarnar. og tað er barnakórið á Norðasta Horni, sum syngur Síðani fara vit at hitta ein drong. sum býr á einum bóndagarði Fríggjakveldið kl. 20.35: Gleðikeldan Sven Lindberg, Goran Stangertz, Camilla Lunden Svenskur virðislentur filmur frá 1993 Ragnar, sonurin Mick og blaðunga genta sonin, Catti, fara eina ferð saman. Tey fara við urnuni við øskuni av konu Ragnar til hennara seinasta hvíldarstað undir syren runninum vid summarhúsið Gleðikelduna Tad verður ein hendingarík ferð Fríggjakveldið kl. 22.25: Vit hittast aftur Enskur filmur frá 1993 Ein rørandi sega um nøkur eldri fólk, sum hittast á einum hotelli í Normandinum at minnast síni kæru og vinfólk, sum doyðu, tá ið teir sameindu fóru á land á D-degnum tann 6. juni 1944 Leygardagin kl. 15.00: Fimleikagalla Hvitarussiskir fimleikarar, ið eru heimsins bestu, vísa síni kynstur Leygardagin kl. 17.40: Hvat kann eg verða? Sending um útbúgvingar fyri ung Í seinastu sending góvu tey góð ráð um hvussu umsóknir skulu skrivast. Men hvat so, um tú verður innkallað/ur til samrødu? Hvussu skal tú fyrireika teg? Hvat skalt tú fara í? Og hvussu skalt tú bera teg at? Nógv góð ráð eru at fáa í sendingini, eisini um hvat studentaskúlin hevur at bjóða Leygarkveldið kl. 20.40; Teir, sum tora Indja sending av fimm um menn í vanda miklum størvum. Hesaferð um kavara í Norðsjónum Jamie McSweeney arbeiðir við at byggja og umvæla oljubonpallar í Norðsjónum, og tað fer fram á 130 m dýpi í upp til Í mðr. í senn Leygarkvøldid kl. 21.50: Aftur til lívið? Am. sjónvarpsfilmur frá 1991 Fann steinríki Sloan verður fríkendur fyri athavaroynt atdruknað konu sína Claudiu í baðikarinum. Hon hevur ligið uttan vit leingi. men nú er hon so smátt farin at rakna við aftur og fer at minnast Sunnudagin kl. 14.40: alton-liðið Am. westernfilmur frá 1983 Í 1893 fara Annie og Jenny undir eina ferð vestureftir. Tær vilja uppliva okkurt spenn andi. Tá ið tokið, tær eru við. verður álopið av Dalton-harkaliðnum. gera tær báðar av ð teir víðakendu búr H Eva seg part + kropparnar Sunnudagin kl. 17.25: Morten Zeuthen - ein maður og hansara cello Sending um tann danska cellospælaran Morten Zeuthen. Hann er leiðari í cello bólkinum í Radiosymfomorkestnnum, men er harumframt sera virkin í donskum tón leikalívi Amalie Malling. Kenneth Knudsen Fuzzy og Per Nergárd eru eisini við í send mgini Sunnukveldið kl. 19.10: Blomsturgarðurin í Victoriutidini Gartnarin Harry Dodson er aftur í eini rød í átta pørtum um blomsturgarðin í Victoriu tíðini Tad er vår, og vit hitta Harry í Chilton Gardens i Suduronglandi, har hann plantar Gladiolus-leykir. Gladiolus var yndisblóm an hjá Victoriu drotning Sunnukvøldid kl. 19.40: Årstidir i Kongs- húsinum - 4:4 Um heystið eru drotningarhjúnini aftur á Fredensborg slotti. Tá fólkatingið verður sett, er heystið komið, og næstan hver dagur gongur við almennum skyldum Sunnukveldið kl. 20.45: Á ferð i Norður- grønlandi - 1:3 Í havsneyð á hundasleðu Seinastu vikurnar hava Sjónvarpið og Út varpið verið á ferð í Nordurgrønlandi Zacharias Hammer og Tórður Mikkelsen vóru stóran part av tíðini í Upernavik, sum liggur 800 km norðan fyri Polarlinjuna Longur norður sleppur tú ikki uttan við egnum báti, flogfari ella hundasleðu Í fyrstu sendingini fara vit saman við tekniska leiðaranum og maskinmeistaran um í kommununi, sum eru føroyingar, til eina lítla bygd, har teir hava ymiskar upp gávur. Ferðin aftur ul Upernavik gjørdist ein sonn vandaferð Sunnukveldið kl. 21.40: Dóttir Mistral Romantisk amerikansk mini-rød í fýra port um eftir metseljara hjá Judith Krantz Tann unga, vakra Maggy kemur til París í 1925 og verður modell hjá franska málar anum Mistral. Tey verða góð. men eisini tann vakra, ríka amenkanska kvinnan Kate fellur fyri Mistral og skipar fyri hansara fyrstu framsýning við málningum av Maggy Týskveldið kl. 22.00: Oll hava tað gott ERE Marcello Mastroianni ltalskur/franskur filmur frå 1990 Marcello Mastrotanni hevur hevuðsleik lutin í hesum rørandi filmi, sum Guiseppe Tornatore (mini kveld í Paradís) hevur leik stjórnað. Filmunn er um ein mann, sum ferðast í øllum Italia at vitja børn síni, sum øll eru vaksin. Tey siga, at tað gongst teim um væl — men pápin hugsar sítt. Sjálvur er hann ikki ov gamal ul eitt lítið kærleiks ævintýr við eini kvinnu, hann hittir í tokin um Mikukveldið kl. 20.35: Málið er greitt — um arbeiðið hjá løgregluni í Danmark at greiða ymisk mál Bankarán verða framd næstan hvenn dag, men ein stórur prosentpartur av teim um verður uppkláraður. Í 1987 varð eitt bankarán framt í Skodsborg í Norðursæ landi. Longu meðan ránið var í gongd. fór løgreglan í holt við at kanna tað Mikukveldið kl. 21.35: Die Hard 1 Amerikanskur actionfilmur frá 1988 Bruce Willis er løgreglumadurin Mc Clane, ið fer einsamallur í hernað ímóti nøkrum yvirgangsmonnum. McClane er í einum háhúsum í Los Angeles, har hann skal hitta konu sína, ið er til jólaborðhald Men nakrir yvirgangsmenn taka veitslu gestirnar sum gíslar. Einsamallur má John McClane at bjarga gíslunum Hóskveldið kl. 21.05: Narkotollarar Sending um arbeiðið hjá narkotollarum í floghavnini í Kastrup. Í fjør funnu narko tollararnir I I I narkokurérar ímillum tey 14 mill. ferðafólkini. Teir koma úr nógvum ymiskum londum og vóru í nógvum ymisk um búnum. Ruturnar og mátarnir hjá term um verða broyttir í heilum. Serliga nú Eyst ureuropa er latið upp. ferðast nógvir tann vegin og um Russland Hóskveldið kl. 21.35: Winnetka Road Romantisk amerikansk rød um lívið í einum Chicago forstaði, har ø royna at finna kærleik g eydi Terry má fara at arbeiða fyri eitt mot súkklufirma. Glenn fær nýggjan skrivara Nicole gevur Jack eitt ) g Ker ætlar at rýma við Ge Hóskveldið kl. 22.20: Maigret Ensk detektivrød eftir skaldsøgunum hjå Georges Simenon Ein gamal skulavinur setir seg í samband við Maigret, tí vinkona hansara varð myrd meðan hann fjaldi seg í klædnaskápi henn ara Málið verður ikki minni fløkt av, at vin konan hevði fimm elskarar Hóskveldið kl. 23.10: Ein heimur i kriggi 5. Operation Barbarossa I sini stremban eftir Lebensraum vendi Hitler sær ímóti Sovjetsamveldinum. Hóast ikki-ålopssåttmålan leyp Tyskland á tað risastóra landið og fór undir tann blóð- ugasta bardagan á landi í seguni. Eftir fáum mánaðum stóðu teir uttan fyri Moskva Men so kom tann russiski veturin og Sjukov generalur fór undir sítt óvæntaða mótálop