leygardagur 2. august 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 143 - 2. august 2003
Nr. 143 - 2. august 2003
29
Hjálparfólk søkist
Dagrøktarskipanin í Sjóvar kommunu, sum er
normerað til 65 pláss, søkir eftir hjálparfólki at ar-
beiða 20 t. um vikuna, at byrja 18. august 2003.
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. í samstarv við leiðar-
an av dagrøktarskipanini
• at samskipa virksemið í spælistovuni
• vitja dagrøktarheimini regluliga
Vit ynskja, at tú:
• helst hevur pedagogútbúgving
• hevur royndir innan dagstovnaøkið
• kann arbeiða sjálvstøðugt
• ert virkin, røkin og hevur lætt við at samstarva
• hevur áræði at skapa umstøður, har børnini
gleðast, trívast og mennast.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda-
gogfelag og FKA.
Meir fæst at vita um starvið, við at venda sær til
Sonlis S. Høj Joensen, dagrøktarleiðara, tlf. 449445
ella 219445.
Umsóknir saman við prógvum og møguligum við-
mælum, skulu verða Dagrøktarskipanini í Sjóvar
kommunu í hendi í seinasta lagi 12. august 2003.
Dagrøktaskipanina
í Sjóvar kommunu
Søkt verður eftir einum fulltrúa til Fíggjarmálaráðið.
Sum fulltrúi í Fíggjarmálaráðnum kemur tú at
arbeiða við sera fjøllbroyttum úrvali av ráðgevandi,
fyrisitingarligum og analytiskum uppgávum á
teimum økjum, ið ráðið umsitur. Dømir:
•
Tú ráðgevir landsstýrismanninum um fíggjar-,
skatta- og avgjaldsmál og viðgerð innkomin mál
•
Tú fyrireikar uppskot til nýggjar lógir og
lógarbroytingar
•
Tú loysir tvørgangandi og samskipandi uppgávur
•
Tú ger analysur, langtíðarætlanir og tryggjar, at
hesar verða framdar
•
Tú ráðgevir og leiðbeinir aðalráðum og stovnum
Førleiki
Vit rokna við, at tú hevur samfelagsvísundaliga
útbúgving av hægri lærustovni.Vit rokna eisini við,at
tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og at samstarva í
arbeiðsbólkum.
Vit bjóða
•
Sjálvstøðugt starv, sum tú í stóran mun skapar
sjálv/ur
•
Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, har tú arbeiðir
nógv saman við teimum politisku myndug-
leikunum
•
Góðar møguleikar fyri skeiðum og eftirútbúgving
•
Flex-tíð
•
Eitt starv, sum til tíðir kann vera krevjandi, men
sum samstundis er sera áhugavert við nógvum
samskifti úteftir
Arbeitt verður á høgum fakligum stigi, og tí eru sera
góðir møguleikar fyri persónligari og fakligari menn-
ing.
Setanartreytir
Setunartreytir og løn eru eftir sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Setanin
fatar um alt Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí,um-
framt Løgmansskrivstovuna og hini aðalráðini.
Umsókn
Umsókn saman við CV og møguligum viðmælum
skal sendast til:
Fíggjarmálaráðið
Postboks 2039
FO-165 Argir
Frestin at søkja er mánadagin 18. august 2003 kl.
12.00. Starvið verður sett skjótast tilber.
Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú ringja til Petur
Alberg Lamhauge, fíggjarmála-stjóra, á tlf. 35 20 20.
Lýsingin finst eisini á heimasíðuni hjá Fíggjarmála-
ráðnum: www.fmr.fo.Telduposturin er fmr@fmr.fo
FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ
Fíggjarmálaráðið heldur til úti á Argjum saman við Føroya Gjaldstovu, Stýrinum fyri Toll- og Skattstovu Føroya, Hagstovu
Føroya og Lønardeildini.Sostatt arbeiða rættiliga nógvir búskapar- og løgfrøðingar undir sama taki í Fíggjarmálaráðnum.
Fulltrúastarv til Fíggjarmálaráðið
Frá Føroya
Psoriasisfelag
Vit vilja hervið boða frá, at komandi viðgerðar-
túrur til Bláa Lónið verður frá 26.09.til 24.10.2003.
Tey, ið hava tørv á viðgerð, verða biðin um at fara
til egnan kommunulækna. Læknin fyllir umsókn-
arblað út og sendir tað til húðlæknan.
Umsóknin skal latast inn í seinasta lagi 15.08.03.
Um ivaspurningar eru hesum viðvíkjandi, eru tit
vælkomin at ringja á tlf. 424179.
Koyrikort til
persónbil
Nýtt skeið til persónbil byrjar
mikudagin 6. august 2003 kl. 17.30
á Tórshavnar Trafikkskúla,
Slættanesgøta 5,Tórshavn.
Tilmelding á tlf. 573940 ella 318821
HAMMERS’ KOYRISKÚLI
v/ Johannus Hammer
FK Dr. Jakobsensgøta sóknast eftir
handilslærlingi
at byrja 1. september 2003.
Krøv/útbúgving:
FHS: 3 ára lærutíð
HH: 2 ára lærutíð
Student/HF: 2 ár og 18 vikur
Vit bjóða einum røskum fólki – drongi ella gentu
– við dirvi og áræði, eina útbúgving undir skip-
aðum viðurskiftum í einum handli, har lív er í.
Arbeiðstíð: 40 tímar um vikuna, frí annan hvønn
leygardag.
Nakrar ferðir í lærutíðini verður farið á skeið í
Danmark.
Okkara krøv:
Fyrikomandi, kundavinarligur, røkin, góð sam-
starvsevnir.
Løn:
Sbr. S&K sáttmálanum.
Umsókn:
Skrivlig, saman við próvtøkuskjali. Skal sendast í
seinasta lagi 16. aug. 2003, merkt. Lærlingur.
Aðrir upplýsingar fáast við at ringja tlf. 311320
ella 217593, Bo Møller.
Keypssamtøkan
í Dr. Jakobsensgøtu
Boks 349
FO-110 Tórshavn
Læknaskrivari
Til eina av viðtalum okkara verður søkt eftir av-
loysara hálva arbeiðstíð at byrja beinanvegin.
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála
við Starvsmannafelagið.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til
Sólfríð Olsen á telefon 410000.
Klaksvíkar kommuna
Postboks 2 · FR-700 Klaksvík
Tlf. 410000 · Fax 410001
Skeið til krana D
8-25 TM
byrjar mikudagin 6. august kl. 19.15.
Tilmelding á tlf. 318821 ella 218777.
Avmarkað næmingatal.
Sp/f KOYRIKORTIÐ
www.sosialurin.fo
C
M
Y
K
29
28