týsdagur 30. mai 1995síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
[egtl
Nr. 100 — 30. MAI 1995
St
Klaksvikingar fulla
1. deild menn:
KI-NSI 2-1 (0-1)
Undan dystinum i fjør moti
TB hevði Kl ongantid vunnið
á Nordoyastevnu, men ta
ferðina eydnaðist : at venda
gongdini. Nu sær út til, at
sidaskifti er farið fram, ti
sunnudagin eydnaðist Kl at
fáa el! try stigini móti NSI
Men umframt tey trý stig
ini fekk KI ikki so nógvar
krónur í kassan, sum ein
Norðoyastevnudystur átti at
givið. ti ikki vóru áskoðar
arnir nógv fleiri í tali, enn teir
plaga at vera til ein vanligan
dyst. Oivad hevði peninga-
úga loyst seg betur hjá Kl at
gjert sum fyrr og fingið dyst
in spældan eftir kappró ðunn
Norðoyastevnuaftan
Klaksvikingar byrjadu
dystin betur, men kortini
ikki so sannferandi, at nekur
ábending beinanvegin fekst
um endaliga urslitið. Longu
heilt tíðliga í dystinum fekk
Eyðun Klakkstein ein bólt
innan fyri fletu NSI-verjuna,
men hann tóktist gerast so
klekkur og skundaði sær ov
nógv, og ti fór bólturin væl
oman fyri NSI-målid
Tó var tað just i Kl-yvir-
vágini í fyrra hálvleiki, at tað
eydnaðist runavíkingum at
fáa einasta málið í fyrra hálv-
leiki. ið kom sum vátur vett-
ur fyri KI
NSI fekk hornaspark í
hegra borði í 22. minutti, ið
Junstein Petersen sendi
høgt inn fyri málið. Djóni N
Joensen varð hægstur
framman fyri Kl-målinum,
og við einum væl plaserað-
um og avgjørdum skallara
fekk hann lagt NSI á odda.
Djóni kundi økt
um leldsluna hjá NSÍ
Klaksvíkingar fingu kjans-
in at javna seks minuttir fyri
steðgin. tá Eyðun Klakkstein
úti í hegru síðu fekk fatur á
bóltinum og spældi í dýpdina
til Olgar Danielsen. Men
roynd hansara endaði við
síðuna av málinum
Beinanvegin í seinna hálv
leiki fekk Djóni enn einaferð
ein kjans við høvdinum. og
hann kundi havt lagt gestirn-
ar á odda 24). Men skallarin,
ið hevði kós móti trikantin-
um. kom ongantið vegin
fram. John William Joensen í
Kl-målinum var sum køttur-
in uppi eftir bóltinum og fekk
fistað hann út um saman
komingina til horna
NSI fekk enn einaferð
kjansin at skora átta minuttir
inn í seinna håhleik, tá
hornaspark ur kom innfyri,
og roynt varð eftir málinum
Men bólturin kom hesaferð í
beinini á Símuni Danielsen
hjá NSI, id ikki fekk stundir
at fara til viks — og so fór
spurdist einki burturur
Í staðin slapp Kl í næsta
álopinum at javna. John Han-
sen fór frameftir í vinstra
borði og legði flatt innfyri,
har Eyðun Klakkstein fekk
sloppið sær framat og prika
bóltin inn til 1-1
Bert sjey minuttir seinni
varð dysturin avgjerdur við
seinna Kl-målinum. Aftur
hesaferð kom innlegg inn-
fyri úr vinstru, og hóast NSI-
verjan kanska kundi fingið
bóltin burtur, hendi tað ikki
Í staðin kundi Olgar Daniel
sen sleppa framat, og hann
fekk við høvdinum snittað
hann í kassan til 2-1
Frammanundan hevði
spælið allan dystin verið sera
skiftandi. Viðhvert høvdu
báðir partar gott og flótandi
spæl, men so varð bólturin
næstu letuna at síggja meira
uppi í luftini enn á vellinum
Gjegnumgangandi — tóktist
tað tó vera Kl, ið hevði betur
tamarhald a góða spælinum
men nekur sannferandi yvir
våg var ongantið
Dramatikkur endaði
við útvísing
Men eftir 2-1 málið var ikki
nógv skili. Og hóast NSI fekk
Símun Danielsen utvistan, tå
eitt korter restaði, megnaði
KI ongantið at bruka mannin
í yvirtali til nakað skilagott -
hverki í verju ella álopi
Utvisingin kom eftir eitt fm
spark til NSI við baklinjuna
hjá Kl, beint uttan fyri brots
teigin í vinstru síðu. Menn
gjørdust nakað heitir. og
onkrir høvdu hug at gera seg
urtøku moti NSI
inn á hvønnannan. Endin
varð. at dómarin gav Símun
revda kortið. Tað var í lagt,
men tað var uttan vit og skil
at eingin annar — hverki hjá
Kl ella NSI - fekk í hvussu er
gula kortið, tí nógvir vøru um
at røra í illsinnispottinum í
trunkanum
hj.
2. :
KÍ-ÍF 2-2 (1-1)
Tað hevur gingið striltið
hjá fuglfirðingunum hig-
artil. Ein av frágreiðing-
unum man vera, at teir
hava tepran hóp og at um-
leið ein helmingur av
spælarunum eru ungling-
ar, sum ikki hava stóru
royndirnar i vaksna-
mannafótbólti.
Á nordoyastevnu
høvdu teir ikki eydnuna
vid sær, ti umframt at
skjóta tvey mál rætta veg-
in, so skoraðu teir tvey
sjálvmál. Tað seinna fekk
KÍ, tá 92 minuttir vóru
farnir, og dysturin varð
bríkslaður av, tá teir góvu
var
drúgvur,
fólk komið, tá ÍF gjerdi
fyrra sjálvmálið mið-
skeiðis í 1. hálvleiki. Tor-
kil Hansen var eitt sindur
kroystur í vinstru, hann
trillaði aftur til Jákup
Helga Egholm, men hes-
in var á veg út, og so trill-
aði bólturin í netið.
ÍF var tá komið fyri seg,
eftir at KI hevði spruttað n
og verið ágangandi fyrstu
letuna. Tað var í tráð við
spælbytid, at Símun Elia
sen javnaði stutt undan
stegðinum. Málið kom
eftir horna og aftur og
Tíðliga í 2 hálvleiki
kom ÍF á odda. Eyðálvur
Petersen vann bóltin, tá
KÍ var á veg í álop, setti
ferð á, spældi eitt tvey við
Rógva Larsen cg gjørdist
leysur
Tá tók ÍF fólkið aftur og
dúvaði upp á snarálop.
Teir høvdu bóltin í netin-
um eina ferð afturat, og
teir vóru stak ónegdir við
kaminer fyri rang-
- tað leið fram móti
dystarenda, og stevnu-
fólkið dreiv alt meiri á
heimalidid, øktist trýstið
móti ÍF málinum. Tað
hjálpti væl, tá Aksel Jo-
hannesen kom inn, og
ofta var nógv fólk í brots-
teiginum, og so var tað
annað sjálvmálið kom:
Eftir horna var nógvar
ferðir aftur og fram, Tork-
il bjargaði á strikuni, bólt-
urin fór langt út og inn-
aftur til Karl Marius, sum
smekkaði til. Málverjin
á strikuni, men bólturin
stakk í hevdið á liggjandi
målverjanum, inn aftur til
Torkil, sum enn eina ferð
bjargaði, men hesa ferð
fór bólturin upp undir
tvertræið og niður í vellin
innan fyri strikuna!
Fuglfirðingar hingu við
høvdinum, klaksvikingar
å og kring vøllin, tad var
sirkusisletti, sum stødan i
sambandi vid síðsta mål-
ið. og norðoyastevnuróm-
in fekk eina tonn rætta
HB í altjóða dystir
Tí verður neyðugt at broyta tvey umfør í landskappingini í 1. deild hjá monnum
Havnar Bóltfelag hevur tikið
av tilboðnum at taka lut í
Intertoto cup kappingini í
summar. og ti er neyðugt at
broyta tvey umfer í lands-
kappingini
HB er komið i bólk við
besta liðnum hjá Belgia, trið-
besta liðnum hjá Portugal,
besta liðnum hjá Schweiz og
norska liðnum. At nøvn ikki
eru sett á felegini enn kemst
av. at tað er ikki greitt, hverji
liðini vera
Ahugin hjá felegunum
kring Europa hevur verið
lækkandi seinnu árini. Fel-
egini hava havt trupulleikar
at manna liðini við bestu leik
arunum, tí teir hava summar-
fri, meðan kappingin er, men
nú er tað sumt, sum bendir á.
at åhugin fer at vaksa aftur, ti
vinnarin av kappingini fær
plåss i UEFA Cup kapping-
ini. Og hóast pengarnir ikki
eru so nógvir, sum teir eru í
kappingini fyri meistaralið,
so er talan um bæði itrottar-
liga og figgjarliga avbjóðing
At HB hevur fingid møgu
leikan at taka lut fyri Føroyar
kemst av, at teir endadu å
eðrum plássi i landskapping
ini i fjer. Limatalid hjá UEFA
er nogv hækkad seinnu år
ini. Ti hevur verid neydug at
skerja talid å lidum i Europa
Cup fyri næstbestu lidini, og
tad er gingid ut yvir veikaru
londini, m.a. Føroyar. Toto
plássið er plástur á sárið
Leikdagarnir
FSF hevur frætt frá UEFA.
at HB skal leika fyrsta dystin
24. ella 25. juni. Talan verður
um heimadyst, og mótsteðu-
liðið verður úr Portugal
Annar dysturin verður á uti-
velli I ella 2 juni. Hann verð-
ur móti norska liðnum. 8. ella
9. juli verður aftur heima-
dystur, og hesa ferð er tað
belgiska liðið. sum vitjar
Seinasti dysturin hjá HB
verður 15. ella 16. juli, tá te.r á
útivelli skulu spæla móti
sveisiska liðnum
Í ár er kappingin skipað so-
leiðis. at lidini bara spæla
eina ferð móti hverjum eðr-
um
Broytingarnar
Í sambandi við luttekuna
hjá HB í Toto cup boðar FSF
frá. at landskappingin í 1
deild hjá monnum er eitt
sindur umskipað. Í stuttum
gongur tað út uppá. at 7. og 9
umfar býta pláss
Talan er avikavist um leik
dagarnar 25. juni og 13. aug-
ust. Sambært hesum skuldi
HB leikt á útivelli móti NSI
25. juni, men ætlanin er at
hesin dysturin í staðin skal
avgreiðast mikudagin 14
juní
Broytingin hevur við sær.
at liðini í semifinaluni í kapp-
ingini um løgmanssteypid
ikki hittast so titt, sum tey
annars skuldu
Semifinalurnar verða leikt-
ar 21. og 28. juni. B68 og Kl
hittast í aðrari og TB og HB í
hinari. Sambært upprunaligu
ætlanini skuldu hesi liðini
hittast í landskappingini í 7
umfari 25. juni, men nu er
hetta altso broytt
Hjá HB verður talan um
strevið fótbóltssummar. Teir
skulu sambært hesum spæla
11., 14. og 18. juni i lands
kappingini, í steypakapping
ini 21. juni, i Toto cup 24./25
juni, i steypakappingini 28
juni og so aftur i Toto cup
fyrsta vikuskiftid i juli
Tað man ti koma sera væl
vid hjå HB, at teir hava nogv
fólk at taka av!
-nn-
, |