Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-07-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. juli 1995síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 127 — 7. JULI 1995 LJ tíðindablaðið I | f Lagt til rættis: Ella Smith Clementsen, hittist å tlf. 15616 Jåkup Fríggjakveldið kl. 19.00: Summarletan Vit hoyra um Jákup, sum fer ønndi fyri mammu sína, men sum er so gåloysin, at ein lastbilur er um at renna å hann. Bilurin bremsar so hardliga, at bakdyrnar tara upp. og hvat kemur ut… ? Vit hoyra eisini um meyrur Jacek Fríggjakveldið kl. 20.35: Havsins úlvar — bóghvítuhvalurin Havsins úlvar verða teir rópur, teir stóru, bláhvítu bóghvítuhvalirnir. Teir liva og veiða í bólkum, og teir eta alt. Hver bólkur in hevur sítt egna mál og atburðurin er eisini ymiskur. Tað veldst um, hvar bólkurin heldur til Fríggjakveldið kl. 22.30: Ein ókunnumaður flytur inn Amerikanskur psykologiskur ræðufilmur frå 1990 Patty og Drake eru ung og forelskad og hava júst gjørt ein dreym ul veruleika. Tey hava keypt eini stór victoriansk hús í San Fransisco. Alt er gott, men so leiga tey eir um manni fyrstu hædd. At síggja til er hann tann fullkomni leigarin. Men hann broytist so nógv, tá hann er fluttur inn, at Patty og Drake siga leigumálið upp. Tað hevði verið betur ógjørt, tí nú fer hann av álvara í herað Imou teimum Leygarkveldið kl. 18.00: Veitst tú, at... A New Guinea liva Dani-fólkið og Asmat fólkið, tvey upprunafólk, ið hava verið mannaátarar heilt til okkara tíð. Vit síggja m.a. eina 350 ára gamla mumiu av einum høvdingi Øll kenna vit tvístertuna, men hvussu nógv vita vit um hana? Hon hevur t.d veingir, men eingin hevur sæð hana flogið í $4 ár? Er tað rætt, at hon skríður inn í oyruni á fólki? Og um so er, hví? Leygarkveldið kl. 21.40: Tå id hvalirnir komu Enskur filmur frå 1989 vid Paul Scofield og Helen Mirren í høvudsleiklutunum I 1914 yvirtala ein einbúgvi og ein drong ur fiskimenn á oynni Bryher, eini av Scilly Oyggjunum, til at bjarga einum hvali, sum hevur gjørt landgongd. Tað gera teir, og tað vísir seg at hava eydnu við sær 9 Yanni er grikk! Leygarkveldið kl. 23.20: Konsert við Yanni Við Parthenon á Akropolis í baksýni fara vit á konsert hjá Yanni, tí grikska komponist inum og tangentspælaranum. Hann hevur The Royal Philharmonic Orchestra úr London undir leiðslu av Shardad Rohani við sær, og tonleikurin er ein blandingur av poppi, rocki, jazzi, new age og klassískum Sunnudagin kl. 16.30; Húsbáturin Aðrastaðni er tað vanligt at búgva í hús bátum Husbåtunn í Christianshavns Kanal Í Danmark kemur tað fyrr, at fólk búgva í bátum, men rættiligir húsbátar finnast ikki Båtasmidurin Laust Nørgaard hevur smíð að tey fyrstu flótandi sethúsini í Danmark og hann kundi hugsað sær at bygt ein heilan bý í havnim í Keypmannahavn Sunnudagin kl. 17.25: Solistar i Norður- londum Tey fimm norðvisiónslondini skipa fyri konsertum við ungum tónleikarum Í hesi sendingini fara vit at hoyra tann svenska floytuspælaranum Annu Nordberg spæla floytukonsertina KV 313 hjá Mozart saman við Stockholms Ensemblen, sum Mats Liljefors stjórnar Aðrenn Anna Nordberg spælir, sigur hon vertinum Riu Koch, hver hon er, og hvat hon ætlar Sunnudagin kl. 17.00; Eitt ellisheim í Russlandi A einum ellisheimi í Proshkovo, har eisini fyrrverandi fangar og sinnissjúk búgva minnast tey eldru aftur á farnar dagar Sunnukveldið kl. 18.05: Vidagitnir dirigentar — kunsturin at stjórna einum orkestri — 1:2 Malko-kappingin fyn ungar dirigentar var í Radiohúsinum í Keypmannahavn í døgun um 29. mai til 2. juni, og har var tann besti dingentunin funnin. Men hvat ger ein diri gent góðan? Í tí fyrru sendingini hitta vit nakrar av heimsins størstu dirigentum, m.a Toscanini, Fritz Bush, Richard Strauss Bruno Walter og Klemperer Sunnukvøldid kl. 19.05: >A Family at War« Rød um eina enska familju undir seinna heimsbardaga 1. partur Í mai 1938 er ell familjan komin saman í veitslu heima hjá foreldrunum. Øll rokna við, at pápin fer at fáa hægri starv á prentverksmiðjuni hjá svágrinum Sefton, har hann hevur arbeitt í 30 ár. Tann elsti sonurin, David, roynir at finna sær eitt betri arbeiði, so hann og familjan kunnu flyta inn í eini betri hús. Men arbeiðsloysið er stórt, og fascisman breiðir seg í Europa Ashton húskið Sunnukveldið kl. 20.00: Hilary Clinton Mynd av tí amerikansku forsetafrúun, sum leggur nakað heilt annað í leiklutin hjá eimi forsetafrú, enn vanligt hevur verið. Hilary er sterk og torir at siga sína meining Í sendingini síggja vit klipp úr privatum videoupptøkum og sjónvarpssendingum og prátað verður við vinir og starvsfelagar Sunnukveldið kl. 20.55: Bæði tá ið tað gongur við og... Romantiskur amerikanskur sjónvarps- filmur grundadur å veruleikan. Jenny og Jay Barton eru eydnurík hjún, ið eiga eina dóttur og bæði hava gott arbeiði, so tey kunnu ikki ynskja sær meira — og tað ger hon heldur ikki. Men hann kundi hugsað sær eitt barn afturat. Hon verður so við barn. gongur tíðina út og alt er í lagi. Men undir fødingin: fær Jenny eina heilabløding, verður lutvíst lamin og fær ikki tusad Liv Heløe og Mikkel Gaup Sunnukveldið kl. 22.30: Sonur sólina og dóttir månan - 1:4 Norsk raðsending í 4 pørtum Familjurnar hjá Birtu og Benjamin bú- seta seg í Aursfjord. Har koma tey í sam- band við samarnar, ið veiða á gkinum. Hetta samband førir il bæði konflikt og kærleika Sunnukveldið kl. 23.25: Lesið! Hanne Marie Svendsen er gestur hjá Jo- hannes Mellehave