Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-07-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. juli 1995síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 140 — 26. JULI 1995 Sjónarmið Ikki politiskt tíðindablaðið men flokspolitiskt — Jóannes Eidesgaard sigur, at Sámal í Grund hevur gjórt málið um Atlantsflog politiskt. Jóannes er nú við at gera tað flokspolitiskt Ikki er tað nógv undirrit aði og varaløgmadur, Jóannes Eidesgaard hava felags, men tað man tó vera galdandi fyri okkum báðar, at hvørgin veit um Heri Mortensen ella Magni Arge eru skikk aðir stjórar fyri einum lítlum flogfelag sum Atlantsflog. Hvørgin okkara man hava skil fyri at reka slikt felag, og tíansheldur at dóma um aðrir kunnu ella ikki Sum onnur fólk gera vit tvaleyst okkara persón , ligu metingar. Men mun urin er, at Jóannes eisini í hesum máli dømir um persónar sambært floks politiskum kriterium Tad hava javnadarmenn gjørt undan honum, og eru ikki tekin um, at Jóannes ætlar at broyta henda praksis. Heldur er tað hinvegin Ikki vanligt at siga stjórum upp Almennir stjórar hava vanliga sitid sera tryggir í starvi sínum her á landi Líka mikið hvussu avrik ið annars hevur verið Teir fáu, sum hava fingið sparkið, eru flestir spark aðir longur upp í skip anina. Ikki man vera neyðugt at nevna nøvn Tí vórðu fólk bilsin, tá tað frættist, at Heri Mortensen var settur frá sum stjóri í Atlantsflog Og bæði óskiljandi og órættvíst er tað, um bert hann skal taka avleiðingarnar av, at avrikid ikki júst hóvar ávísum. Har haldi eg, at landsstýrið var betur farið, um teir vidgjørdu allar stjórar eins. Ég veit sum sagt ikki, um Heri Mortensen er skikkadur stjóri ella ikki. Og sama ger seg galdandi viðvíkjandi Magna Arge Men eg kundi ikki droymt um at vidgjørt teirra kompetensu sambært flokspolitisk kriterur. Ella sambært tí flokspolitiska liti, ein heldur teir umboða Javnaðarmaður — ikki javnaðarmaður Tad er so sólarklárt, hví varaløgmadur okkara so braneggjaður leggur upp í málið um Atlantsflog Við ivasomum umbering um um at annar lands stýrismaðurin ikki kennir rættan málsviðgerðara sið. Hesin hevur ditta sær at tosa við fólkið heldur enn at byrja ovast upp! Tad er eisini langt síðani at javnaðarmaðurin helt upp at við at tosa við fólkið. Orsekin til at Jóannes leggur upp í mál ið er, at frásetti stjórin var javnaðarmaður og helst eisini vinmaður Sum javnaðarmonnum líkt, so kann hann ikki góðtaka, at ein parta maður er settur til viks á slíkan hátt. Onnur orsøk er helst eisini, at málið hevur rakt innastu kjarn una hjá javnadarmonnum í Vágum meint, og at ein vend í málinum kann bjarga rættiliga fitt av javnadaratkvødum heim aftur til næsta val Sum meira ella minni sjálvvaldur sjefideologur hjá flokkinum eigur Jóannes Eidesgaard helst at hugsa um síni kring alt landið. Men tað er undir alt lágmark, at varaløg maður Føroya blandar al ment ábyrgdararbeiði so nógv saman við floks politiskum áhugamálum, sum hann ger í hesum sum ødrum málum, Hann sleingir um seg við meira og minni fjaldum persón ligum ákærum um líkt og ólíkt, viðhvert á ein so ófólkaligan og ódámligan hátt, sum valla sømir seg nøkrum fólkavaldum í álitisstarvi Syndabukkar at krossfesta Fiskasølumålid er eitt annað dømi, um hvussu Jóannes fremur hatur kendar atgerðir mót eðr vísi hugsandi. Sjálvsagt er tað meira enn illgruna vekjandi, at teir báðir nevndarformenninir sleppa at keypa gulleggið hjá Fiskaseluni. Og er at burður teirra enn eitt dømi um, hvussu lágur handilsmoralur valdar Um at kapitalurin í veru leikanum hevur valdið Men hví ikki ilskast um tað heldur enn at svína sølumenn og krossfesta stjórarnar hjá Fiskasøl- uni, Jóannes? Hví roynir tú ikki at greiða fólki frå, at vit bert eru lítlar finnur á stóra talvbordinum? Hví skulu tit javnaðarmenn altíð finna syndabukkar at krossfesta? Og hví eru hesir syndabukkarnir ongantíð javndarmenn? Og hvussu nógv hevur Javnaðarflokkurin at reypa av seinastu 15-20 árini? Og hvussu nógv hevur landsumsitingin at reypa av? Sig tú Føroya fólki tað, heldur enn at fjala yvir egnar manglir við at loypa á og tosa so sannførdur um viður skifti, eg stórliga ivist í, at tú hevur nógv skil fyri Sum í ítrótti Havi sum sagt ikki stór vegis skil á virkisrakstri, men haldi meg vita nokk so fitt á ítróttarskinum Nøkur føroysk ítróttar- fólk hava dreymar um at gerast so fræg, at tey stóru skulu taka tey í álvara. Fótbólturin er eitt dømi. Tá ein fer undir tí líka roynd, so skilur ein brátt, at vit skulu gerast betur á so at siga ollum økjum. Frá ovasta til nið asta mann. Men eitt sært tú meira klárt enn annað og tað er at ovasta leiðsl an skal ganga á odda seta út í kortið, fylgja væl við, stuðla, seta viðkom andi krøv, men tó ikki darva. Lata fólk sleppa at royna seg men sambært ávísum spælireglum. Við ødrum orðum, so eru treytirnar fyri at sleppa í fremstu rød: Evnir, vilji og ágrýtni og at:leiðslan skapar rættar arbeiðs umstødur Vit kunnu spyrja okk um, um ovasta umsiting arliga leiðslan — lands stýrið — hevur skapt réttu karmarnar til vinnu okk ara at virka undir. Vit kunnu spyrja, um lands stýrið nakrantíð hevur sent út politisk signal um hvussu arbeiðast skal Um ideologun undir vinnuni skal vera so ella so. Nei, arbeiðið úti í landsstýrinum hevur verið ein suppa av lokal og flokspoliuskum nalva pilkaríi. Og úrslitið hevur verið ein hurlivasi merkt ur av andsøgnum og in effekuviteti. Og tað er júst hetta, sum slóðar ræsir fyri at ábyrgdar leysir og snildir vinnu lívsmenn og aðrir penga kroppar sleppa at bera seg at, sum teir vilja og harvið kosta landskassa num hópin av krónum Var betri skil á í Tinga nesi, tå kendu stjórar og pengakroppar spæli reglurnar — og kanska eisini avleiðingarnar av at bróta tær. Tað er ikki av berari tilvild, at dómir nir í skipamålunum gingu Tinganesi beint ímóti Hetta er ikki skrivað fyri at:lasta ella æra Hera, Magna, mekanikarar ella fiskasølumenn. Nei, hetta er ein roynd at visa fólki á ivasama og helst ikki vandaleysa arbeiðshátt javnaðarmanna. Ein ar beiðshátt, sum varaløg maður av fullum huga roynir at endurreisa. Eitt erðatak sigur: Sig mær hverjum tú er saman við, so skal eg siga tær, hvor tú er. Javnaðarmenn spyrja ødrvisi: Er'tú javn aðarmaður ella ikki? Finnur Helmsdal, tjóðveldismaður SOSIALURIN - einasta hlað 5 ferðir um vikuna Vegna vaksandi virksemi verður sekt eftir lærarum til maskin-, smiðju- og el-deildina Maskindeildin: Starvið er fulltíðarstarv, sum umfatar undir- vising í maskinsmiå við tilhoyrandi åstødiligum fakum Umsøkjarin skal hava sveinabræv sum maskinsmiður og minst 2-ára starvsroyndir í hesum yrki á maskinverkstaði ella líknandi arb.plássi aftan á lokna lærutíð. Víðari út- búgving sum maskinmeistari er somuleiðis ein minsta fyritreyt. Utbugving sum maskinverk- frødingur er ein fyrimunur men tó eingin treyt Smidjudeildin: Starvid er fulltíðarstarv, sum umfatar undir- vising í rersmíð, stålskipasmiå og sveising við tilhoyrandi åstødiligum fakum Umsøkjarin skal hava sveinabræv sum rør- ella stålskipasmidur og minst 2-åra starvs- royndir í einum av hesum yrkjum aftan á lokna lærutíð. Víðari útbúgving sum maskinmeistari er somuleiðis ein minsta fyritreyt. Utbugving sum maskin- ella skipsverkfroðingur er ein fyri- munur men tó eingin treyt El-deildin: Starvið er fulltíðarstarv, sum umfatar undirvís- ing í el-læru innan sterkstreymsøkiå eins og undirvísing í teimum tilhoyrandi åstødiligu fak- unum Umsøkjarin skal hava sveinabræv sum elektrikkari og minst 2-åra starvsroyndir í hesum yrki á góðkendum el-innleggjaravirki eftir lokna lærutíð. Víðari útbúgving sum el- installatørur er somuleiðis ein minsta fyritreyt. Utbugving sum el-verkfrødingur er ein fyri- Munur men tó eingin treyt Royndartíðin er 2 ár fyri oll størvini Teir, sum settir verða, mugu vera til reiðar at taka lut í pedagogiskum útbúgvingarskeiðum eins og ødrum neyðugum eftirútbúgvingar- skeiðum innan fakið Størvini verða sett uml. 01. september til at byrja beinanvegin Lenin verður samb. sáttmála millum Feroya Landsstyri og Samrådingarnevndina fyri undir- visarar á teknisku skúlunum Nærri upplýsingar um størvini fåast við at venda sær til skulan tlf. 11957. Vegna summ- arfrí er skrivstovan stongd til 30. juli 1995 Umsóknir til størvini skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 15. august 1995. Við um- sóknini skal fylgja avrit av pråvskjølum og meguligar starvsváttanir. Umsóknirnar skulu merkjast >lærari til . -deildina < TEKNISKI SKÚLIN Í TÓRSHAVN Marknagilsvegu: 75, Postboks 239 FR-110 Tórshavn