fríggjadagur 4. august 1995síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ve
Nr. 146 — 4. AUGUST 1995
rlygjg & Floyr
Lagt til rættis: Ella Smith Clementsen, hittist å tlf. 15616
Friggiadagur kl. 19.00:
Børnini å Teigi
Holukøkurnar
Ein dagin, Nina kemur heim úr skúlanum
stendur pápi hennara og bakar holukekur
Tær smakka ógvuliga væl. Kanska hevði
borið til at vunnið eitt oyra upp á tær
Síðan koma tveir teknifilmar, annar um
Baltasar, professara og hin um hamstarar
Fríggjadagur kl. 20.35:
Grevlingakonan
Eunice Overend í Onglandi er so góð við
grevlingar, at hon hevur brúkt tey seinastu
30 árini av sínum lívi at bjarga grevlingum
iðeru komnir illa fyri, og vanliga hevur hon
einar 10 grevlingar hjá sær. Hon fostrar teir
upp og sleppur teimum út í náttúruna aftur
tá teir klára seg sjálvar
Fríggjadagur kl. 21.00;
Hvíti riddarin
Stig Engstrøm og Petra Nielsen
Svensk krimirød
Rødin byrjar í 1994, mitt undir valstríð
num í Sveríki. Løgreglan er send út at
spjaða mótmælisfólk uttan fyri utanríkis
ráðið í Stockholm, tá eitt skot verður latið
av á takinum á Kongaliga Operahúsinum
og ettt fólk verður rakt
Eitt sjónvarpslið, sum er á staðnum, tek
ur alt upp
Fríggjadagur kl. 22.00:
Livshættisligt spæl
Amerikanskur spenningsfilmur frå 1992
Få tann vakra og klóka Heather kemur ti
sålarlæknan Isaac Barr, broytist lív hans
ara. Heather er ólukkulig í hjúnalagnum við
einum stórum arbeiðstakara í býnum. Isaac
og Heather verða góð
Systur Heather, Diana, gongur eisini til
viðgerð hjá Isaac, tí hon droymir so 6
hugnaligar dreymar. Ísaac gerst partur av
einum lívshættisligum spæli
Fríggjadagur kl. 0.00:
Menn til solu
Konufólk selja sín kropp. og mannfólk
keypa sex. Soleiðis var tað kanska fyrr. men
ikki longur. Í dag eru menn eisini til sølu
Henda enska sendingin er um menn, sum
liva av at selja seg sjálvar
Leygardagur kl. 8.25 og 12.45:
Fræls ítrótt
Leygardagin 5. august hittast heimsins
størstu stjørnur í frælsari ítrótt í Gøteborg
sum hesaferð hýsir heimsmeistarakapp
ingunum
Sjónvarp Feroya fer komandi vikuna at
senda hópin av tilfari frá HM-kappingunum
í samstarvi við NRK
Sent verður hvønn seinnapart og summar
fyrrapartar við — tilsamans einar 30 tímar. Í
hesum sambandi sendir SvF eisini mána
dag
Leygardagur kl. 17.30;
Ein smakkur
av Afrika
Dorinda Hafner, sjónleikari, rithevundur
og kokkur
Ein kulinarisk ferð ul Afrika við tí ghanes
iska kokkinum Dorindu Hafner
1. Marokko
Í einum berbaratjaldi í útjaðaranum av
Sahara ger Dorinda eina »tagine« av lambi
og sviskum og lærir at gera marokkanskt
myntute, ið er vanligt har. Hon hittir eisini
óvæntað eina dromedar og vitjar í eini oasu
Dame Edna og Jarl Friis-Mikkelsen
Leygardagur kl. 20.40:
Talkshow —
Dame Edna
Ein sending, har Dame Edna fyrstu ferð í
lívinum er gestur
Leygardagur kl. 21.35:
Never say
never again
Sean Connery er aftur sum James Bond i
hesum enska filminum frå 1983
Brotsmannasyndikatið Spectre ætlar at
taka allan heimin sum gísla við tveimum
kjarnorkubumbum. Tað finst bara ein mað
ur, sum ikk: er bangin fyri at fara í hernað
ímóti slíkum óndskapi, og tað er 007
Leygardagur kl. 23.45:
Rolling Stones
A heimsrundferðini høvdu Rolling Stones
konsert í Keypmannahavn tann 11. juni. Í
sendingini eru samrødur, brot úr konsertum
og upptekur hjá Mick Jagger úr bussinum
og skifurúminum
Sunnudagur kl. 17.00:
Glas í stongum
Tchai Munch í Ebeltoft
Vitjan hjá glasmakaranum Tchai Munch í
Ebeltoft
Hon hevur funnið upp á ein serligan ar
beiðshátt. har hon arbeiðir við bæði heitum
og køldum glasi
Sunnudagur kl. 18.30:
Svanholm dagbókin
Filmur um stórkollektivið á Svanholm
Góðsi frá miðskeiðis í 80-årunum og fram
ul dagin í dag. Vit síggja ein búfelagsskap
har gerandisdagurin gongur sína vanligu
gongd. har børnini vaksa upp, og alt í náttúr
uni grør. Nógv er broytt síðani byrjanina í
1978, men hvussu hevur so gigngist innan
hýsis í tí størsta kollektivinum í Danmark?
Sunnudagur kl. 19.10:
Notsjø min elskadi
Glasblásarin Unto Salminen vísir okkur
eitt 200 ára gamalt glasvirki í tí finska bý
num Notsjø. Hann sigur frá traditionunun
og handverkinum -eitt handverk sum
saman við skapandi arbeiðinum hjá einum
listarmanni verður til listaverk
Sunnudagur kl. 20.00:
Ashton húskið
Coral Atkins og David Bradley
Margaret býr nú hjá verforeldrunum fyri at
gleða mannin, sum er í herinum. Men tað er
ikki lætt hjá henni. Verfaðirin er fittur og
fryntligur, men vermamman dylir ikki fyri
at henni dámar ikki hjúnalagt ; millum Mar
garet og John
Sunnudagur kl. 20.55:
At enda
kemur tu heim
Frode Jakobsen
Portrett av Frode Jacobsen
Kenslurnar eru drivkraftin og siga, hvat
er rætt, og hvat er rangt, sigur tann 88 ára
gamli Frode Jacobsen. Hann fór út at tæna
12 ára gamal, men kortini eydnaðist honum
at taka universitetsprógv. Hann var kendur
um alt landið sum ein av oddamonnunum í
tí donsku mótsteðurersluni, limur í Frælsis
ráðnum og frælsisstjórnini í 28 ár. Hann fór
úr fólkaunginum í 1973 og hevur síðani
skrivað endurminningar
Lagt til rættis: Lisbeth Lynge og Jørgen
Pedersen