Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-08-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. august 1995síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

er vo pe Nr. 160 — 24. AUGUST 1995 Fer at pína onkrastaðni = tíðindablaðið OSPA UK! Vid teimum lønarhækkingum, almennu fakfeløgini fingu i mai mánaði, verður neyðugt næsta ár at spara meira á almennu stovnunum Mánadagin var freistin út hjá almennu stovunum at senda landsstýrinum upp skot til fíggjarætlan fyri næsta ár Teir flestu stovnarnir hava eisini sent inn sítt uppskot, og nú fáast tey á fíggjar- og búskapardeild im í Tinganesi við at sam skipa hesi uppskot, ið síðan verða løgd fyri landsstýrið Landsstýrið skal út frá hesum uppskotum gera eitt samlað fíggjarlógarupp skot, ið skal leggjast fyri legungið í seinasta lagi um ein mánað Enn hevur Jóannes Eid esgaard, landstýrismaður í fíggjarmálum, ikki havt meguleikan at hugt eftir uppskotunum frá stovnun um. Frá teimum væntar hann heldur ikki tey stóru broytingaruppskotin Torført hjå summum Jóannes Eidesgaard vænt ar, at torført verður hjá stovnum við stórum lønar útreiðslum at halda seg til somu játtan sum í ár, tí við semjuni, sum landsstýrið í mai mánaði gjørdi við al mennu fakfeløgini, fóru lønarnar upp. Skulu hesir stovnar ikki hava hægri játtan, verður neyðugt hjá teimum at spara, og einki er at ivast i, at so fer at pina onkrastaðni, sigur Jóannes Eidesgaard Men tað er ein politiskur spurningur at áseta játtan fyri hvønn stovnin Noyðast at spara meira Jóannes Eidesgaard kennir seg bundan av teimum avtalum, landsstýrið hevur gjørt við donsku stjórnina um sparingar á almenna økinum. Nakrar sparingar eru gjørdar, og nakað er gjørt við at:leggja stovnar saman og effektivisera, t.d við heilsurøktini og heimahjálpini, andveikra verndin og Hjálpartóla midstødin eru lagdar undir Almannastovuna. Tollur og skattur eru eisini lagdir saman Men td. er einki gjørt á útbúgvingarskinum Landsstýrið gjørdi eina roynd í fjør, men tann æti anin varð feld av løgting inum Gott at brúka Jóannes heldur, tað heyði verið skilagott av føroying um nú at fingið onkrar nýggjar slíkar ætlanir á pappind, tí hesi pappír høvdu verið góð at lagt fyri danir, sum harvið sóu, at føroyingar gera sítt fyri at spara randi Vit eiga meira við at leggja saman stovnar nú tí hetta verður gott at vísa donsku stjórnini á í samrådingunum, heldur Jóannes Eidesgaard landsstýrismaður í figgjarmålum Tungt at fåa folk Skipasmidjan Førovar hevur nógv arbeiði, men tað svíður, at tað unga útbúna fólkið rýmir undan skattatrýstinum Alt ånd hevur arbeiði verið stútt á Skipasmiðjum Før oyum á Skála. Umleið 180 fólk hava sítt dagliga ar beiði har Tad stóra arbeiðið í løtun: á skipasmiðjuni er ein grøn lendskur rækjutrolari Luutivik úr Mannitsoq Alt skipið skal gangast fgjøgnum, tað skal målast uttan og innan, og tað skal hava nýtt stevm, sum kres ur eini 100 tons av stáli Hetta arbeiðið fer at verða meginparuin av september mánaði eisini Flein onnur skip eru til umvælingar á Skála. Har er m.a. Sigurfan, sum skal gerast til frysti- og línuskip Tað er somuleiðis stórar beiði, tí skipið skal m.a hava nýggja verksmiðju, og báðar lastirnar skulu gerast av nýggjum. Hetta arbeiðið fer at varða eina viku inn í september mánað Mortan Justesen, sum er virkisleiðari á Skala, sigur atteir alla tfina royna at vera úti um seg efur nýggjum arbeiðum, bæði nýbygn ingum og umvælingum men kappingin er grótherð Higartil hevur tó eydnast at staðið seg í kappingin og fingið nøkur stór arbeiði sumt d. grønlendskaræk ju trolaran Men Skipasmidjan Før ovar hevur ein stóran trup ulleika, sum td. fleir skip eisini hava: Tað stendur á at Í áa útbúgvið folk Skipasmiðjan hevur n fólkinum. Hem fara Utbúgvin fólk sum sveisarar, maskinmenn og båtasmidir fara heldur uttanlands, har arbeiði er lætt at fáa, enn at arbeiðaa her við tí hega skattatrystinum Tysklands, har teir hava lætt við at finna arbeiði Haraftrat fáast fólk illa at arbeiða yvir, tí tað gevur einki. Alt fer bara á skatt Arbeiðateir yvir. er tað bara fyri at:tæna arbeiðspláss Inu sigur Mortan Just ser im heldur tI må kkurt gerast katta % Eg havi altid verið bia i i y hur ikk rt % Vit hava nógv gott, men eg veit ikki hvussu verður, tí vit hava mist nógv fólk, og flein enn ætla sær at fara sigur Mortan Justesen randi El kurteisi og vinalag ff Bilur til sølu Subaru 1,6 coupé, årg. 86, koyrt 93.000 km, sera væl hildin — til sølu fyri 30.000 kr. Møguliga kann biligari bilur ganga inn i keypiå Tlf. 21432 Um nóg stórur áhugi er skipar STH fyri skeiði í WORDPERFECT 6.1 TIL WINDOWS Skeið nr. 95026.1 Endamálið við skeiðinum er at læra luttakaramar at nýta tekstviðgerðarfortið WordPerfect 6.1 til Windows á ein skynsaman hátt Skeiðið er ætla temum. sum vil vita eitt sindur um WordPerfect 6.1 til Windows TØ: 20 timar Tysdagin 05. september 1995 Hósdagin 07. september 1995 Tysdagin 12. september 1995 Hósdagin 14. september 1995 Allar dagar kl. 15.30-19.30 Luttakaratal: Stad: Kostnadur: Pláss er fyn 10 fólkum Foroya handilsskúli í Torshavn Sonja Oyrabo Petersen Kr. 2.550,- fyri hvønn, íroknað frálæru, skeiðtifar og mat Fráboðan um luttøku innan 28. august 1995. Náareiniligar upplýsingar fáast á Foroya Handilsskula í Torshavn SKEIÐTÆNASTA HANDILSSKÚLANS STH+ Eftir- og vidaniutbugving á Føroya Handilsskula Postsmoga 177, Marknagilsvegur 77, 110 Torshavn, Tlf, 1717 STH. 7, Fax 13374