Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-09-09, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. september 1995síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 172 - 9. SEPTEMBER 1995 tíðindablaðið +! Arbeiðið hjá sjúkrasystrunum: Ov strævið til fulla arbeiðstið Tað er ikki trot á sjúkrasystrum í Havn, men eingin er í yvirskot Vit skrivadu fyri nøkrum døgum síðan, at Klaksvíkar Sjúkrahús og Norðoya Røktarheim eru í neyð, tí har eru ov fáar sjúkrasystr ar Sama neyðin er ikki á Landssjúkrahúsinum Tað eru nøkur avloys arastørv, sum ganga út Í oktober, og í nøkrum frum vænti eg, at avloysararnir halda fram, sigur Maria á Dul, fyristødukvinna á Landssjúkrahúsinum Um summarið stendur á at fáa avloysarar, tí tað eru ongar arbeiðsleysar sjúkra systrar. Avloysararnir vóru sjúkrasystrar, sum fingu prógv í summar. Summarið kláraði Landssjúkrahúsið eisini við, at nakrar sjúkra systrar, sum hava parttíðar arbeiði, arbeiddu fulla tíð Ikki farnar Tórunn Patursson, for maður í Sjúkrasystrafelag Føroya, heldur ikki, at flyt ing av landinum er orsøkin til, at heilsuverkinum er farið at tróta sjúkrasystrar Limatalid er einki mikad, og av teimum 16, sum fingu prógv í summar, fóru bara tvær burtur. Og tað er heilt vanligt, at nýútbúnar sjúkrasystrar beinanvegin fara burtur at royna seg Blivið strævnari Tórunn Patursson tolkar trotið heldur sum, at so fáar sjúkrasystrar nú orka at arbeiða fulla tíð Arbeiðið hjá sjúkra systrunum er blivið nógv strævnari, og har aftrat fáa tær so lítið meira burturúr at arbeiða fulla tíð, sigur Tór unn Tær, sum arbeiða fulla tíð, mugu arbeiða annað hvert vikuskifti og haraftrat flein eyka vaktir - Tad er einki at siga til, at tær ikki tíma hetta, tå lønin og arbeiðskorini annars ikki eru frægari, enn tey eru, sigur Tórunn Færri søktu 1. oktober byrjar nýggjur flokkur á Landssjúkrahús- inum. Næmingarnir verða pi. Umsóknirnar vóru 68 í tali Tað er nógv, men lítið í mun til, hvat tað plagdi at vera. Onkuntíð hevur um søkjaratalid verið upp í 120, sigur Ida Sørensen, leiðari á Sjúkrasystraskúlanum Arbeiðið hjá sjúkrasystrunum er blivið nógv strævnari, og tí halda tær fægstu til at arbeiða fulla tíð - og tað loysir seg heldur ikki Fleiri gentur farnar Hon tulkar afturgongdina soleiðis, at stórur partur av tí unga fólkinum er farin av landinum Samstundis sum tær ungu genturnar søkja inn á skúlan í Føroyum, søkja tær eisini inn á skúlar niðri. Fáa tær møguleikan at velja, fara tær hagar, vinfólkini fara Sjúkrasystranæmingar i Føroyum fáa løn í útbúgv ingartíðini. Tað fáa tær ikki í Danmark, har tær bert hava studningin at liva av Tórunn Patursson heldur tað vera torført at siga hvussu nógvar fleiri sjúkra systrar vit áttu at útbúgvið Trotið hevði verið nógv minni, um arbeiðið var lætt art, so fleiri kundu arbeitt fulla tíð, sigur Tórunn randi Tvær gentur úr Runavíkar skúla: i Í starvsvenjing á barnadeildini Í hesum døgum eru tveir 9 flokkar úr Runarvíkar skúla í starvsvenjing. Vit hava verið og prátað við Ingrid Bjarnastein og Jonu Thune, ið eru á barnadeildini A barnadeildini liggja sjey børn frá O ul 14 år, og har arbeiða 18 sjåkrasystr ar, ein pedagogur lækni er, sum gongur stovu gongd. Nøkur frisk børn, frå og ein O ul I år, liggja eisini á barnadeildini, tí mammur nar eru innlagdar Ingrid og Jona meta kl. 8 ella 9, og arbeiðsdagur teir ra er liðugur millum 2 og 3 Um morgunin spæla tær mest við børnini, men er eitt erindi, ið skal gerast, sum td. fara eftur posti, tóma ruskspannir ella seta í og tóma uppvaskimaskinuna kann altíð heitast á tær Kl. I2erdegurði, og aftan á skal verða friður til kl. 2, tí tá skulu børnimi hava "deg urðablund". Meðan børnini sova gera Ingrid og Jona alt fyrifallandi arbeiði. Tá ið tey eru vaknað aftur hjálpa tær teimum við at mála og tílíkt Reinligheit er ógvuliga týdningarmikil á sjúkra Ingrid og Jona úr Runavíkar skúla eru í starvsvenjing á barna deildini. Her eru tær saman við Aka úr Servági Mynd: Kalmar húsinum, eisini á barna deildini. Farið verður í rein an "kittil" hvønn dag, og alt verður bert brúkt einaferð, so í vask A barnadeildini eru ofta ung í starvsvenjing, oftast gentur, men nakrir dreingir hava eisini verið Jonu og Ingrid dámar ógvuliga væl á barnadeild ini og gleða seg til næstu vikuna av starvsvenjingar tíðini Rannvá Skrivstovuhøli mitt í býnum til leigu =. 2 - Rúmlig og ljós skrivstovuheli, uml. 100 ny, til leigu. eru at hitta fyrrapart gerandisdagar Samband Maður í 40 ára aldri ynskir at koma í samband við ærliga og edrúuliga kvinnu í hóskandi aldri. Send um meguligt mynd við. 100% tegnskylda. Skriva til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs- havn undir Bill. mrk. 2080