Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-09-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. september 1995síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 175 — 14. SEPTEMBER 1995 tíðindablaðið Få - 3 Á juli Andreas Petersen, landsstýrismaður um frågreidingina: Vit mugu skapa egnar fyrimyndir Tað er einki at ivast i, at søsialu veitingarnar í Fóroyum eru ov lágar sammett við tær í Danmark, men tað er eisini ein spurningur um, hvussu nógv okkara búskaður kann bera, sigur landsstýrismaðurin í almannamálum Sosialu útreiðslurnar í Føroyum eru ein triðing lægri enn í Danmark Andreas Petersen, lands stýrismaður í almamma málum heldur, at ein orsek kann vera, at Føroyar ikki hava fylt við í sosiala lóg gávuarbeiðinum. Um tað ikki hevur verið neyðugt, ella tað er tilvitað, veit landsstýrismaðurin ikki at siga - Tad er einki at ivast í, at veitingarnar í Føroyum eru ov lágar, sammett við Dan mark, men tað er eisini ein spurningur, hvussu nógv okkara búskaður kann bera, sigur Andreas Petersen Solldaritetur í ríkisfelagsskapinum Er tað ikki eisini ein spurningur um, hvussu misjavnar sosialar veiting ar kunnu vera i londum, sum eru i rikisfelagsskapi? Tað er nakað um tað Her hava grønlendingar fingið eina betri avtalu enn vit, í samband viðásetan av blokstuðlinum, sigur And- reas Petersen Grønlendska avtalan skal endurnýggjast 1. januar 1996 Ætlanin er at Grønland skal virka fyri at gerast minni bundið av blokstuðli num úr Danmark Í avtaluni setndur m.a. at skipanin skal virða innan hýsis solidaritetin í ríkisfel- agskapinum, og at menn- ingin á vælferdarøkinum í Grønlandi og hin partin av rikisfelagskapinum, skal takast vid f metingunum vid åsetanini av blokstudlinum Upphæddin vid åsetan av grønlendska blokstudlinum skal hinvegin eisini setast eftir figgjarligu støduni í Grenlandi og í Danmark Hevdi føroyski blok- stuðulin verið lættari at samráðst við danir um, um slíkur setningur var feldur í okkara avtalu? Tad hevdi møguliga sæð ødrvisi út, um so var. Tá vit eru í slíkum aldudali, sum vit eru nú, átti blokstuðulin at vend hægri, sigur Andreas Petersen - Hinvegin, so bindur tað okkum eisini at lata dønum av møguligum yvirskoti, um vit fåa meir enn vit kunnu brúka Her hugsar landsstýris- maðurin um komandi olju- vinnuna, sum møguliga kann geva føroyingum fíggjarligt yvirskot Avtalan um føroyska blokstuðulin, varð gjørd i vår, og er ikki á dagsskrånni fyri komandi såttmålasam- rådingar millum landsstyr- ið og donsku stjórina Andreas Petersen veit ikki, nær samráðingar aftur verða um blokstuðulin, men hann heldur avgjørt, at tað er rimiligt at fáa innført slikan setning sum tann grønlendska, tå vit nú eru í rikisfelagsskapi Visir å okkara trupulleikar - Hvat kann frágreiðingin "Livikor í Feroyum“ ann- ars brúkast til í tínum um- sitingarøki? - Hon vísir á stødid hjá okkum og munin millum londini, sum vit kunnu brúka, tá vit tosa við danir Eisini er hon góð at hava, tí hon vísir okkum, hvar vit skulu gera åbøtur, fyri at fáa javnari = veitingar, sigur Andreas Petersen Hann heldur kortin, at taðer ein spurningur, um vit bert skulu kopiera sosialar loysnir úr Danmark, av tí at umsteðurnar eru so ymiskar í hesum londum Eitt nú hava vit ikki stórbýartrupulleikar = sum Ld. í Keypmannahavn, har stórur partur av útreiðslu num hrá dønum fara til at bóta um sosialtrupulleikar Har hava fólk m.a. onga staðni at búgva, alkohol- trupulleikar, eynismis- nýtslu og beinleiðis trupul- leikar av at fólk mistrívast - Hetta eru trupulleikar, sum vit ikki hava í Føroy- um, ella sum vit hava útflutt til Danmarkar og onnur lond, sigur Andreas Peter- sen Landsstýrismaðurin vísir á munin í eldraumsorganini í Danmark, sammett við okkara viðurskifti, sum eitt av stóru trupulleikunum - Samstundis sum liviald urin hækkar, verða vit alt fleiri eldri fólk í Føroyum, í mun til talið av arbeidsfør um fólki Utbyggingar á eldraøkinum Hetta setir krøv til eldraum- sorgan okkara. Stórur tørv ur er at róktarheimum, men tað er ivasamt, um vit megna at byggja hesi eftir danskar = fyrimynd. Vit mugu tí gera okkara egnu loysnir Í løtuni eru als eingir røktarmøguleikar, umframt heimshjálparaskipanin, í Norðurstreymi og í Sand- oynni, og hetta er neyðugt at útbyggja sum skjótast Á tidindafundi í sambandi við at frágreiðingin varð løgd fram, tosaðu limirnir í arbeiðsbólkinum við tíðindafólk og lands stýrisfólk. Á myndini síggjast: Jóannes Eidesgaard, Karen Toftegaard og Petur Alberg Lamhauge Andreas Petersen, landsstýrismaður: - Tá vit eru í slíkum aldudali sum í løtuni, hevði tað verið rímiligt at blokstuðulin var hægri Nú kommunuskuldin um stutta tíð fæst í rættlag, verður møguleiki at lata eitt heim upp í Sandoynni - Vit eru til reiðar at lata eitt heim upp á Sandi, men spurningurin er um komm- unurnar har kunnu semjast um tað, sigur Andreas Pet- ersen Dagny ——— Ung í arbeiði 95 Við fíggjarligum stuðli frá Feroya Landsstýri verður møguleiki hjá nøkr- um ungum millum 16-—26 ár, ið eru ar- beiðsleys í Gotu kommunu, at fáa ar- beiði eina tíð framyvir. Hesi kunnu venda sær persónliga til kommunu- skrivstovuna í avgreiðslutíð — sum skjótast og innan 20. sept. í ár (Sotu Rommuin Y $Q Dibétti er lívbe