leygardagur 16. september 1995síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 177 — 16. SEPTEMBER 1995
tíðindablaðið
hl.
Tokið við kvinnum úr fleiri londum stegaði við jøvnum millumbilum, og har fingu tær høvi
at heilsa upp á fólkið á staðnum og keypa mat og ymist annað frá teimum
vóru á fleim fynskipadum
ferðum
Vitjaðu fólkakommunu
Ein dag vóru tær í eimi
fólkakommunu og vitjaðu
Har vitjaðu tær ma. eitt
ellisheim, har fólkini tóktust
hava tað gott, og heimið var
bæði reint og hampiligt. Tey
gomlu vóru blid og høvdu
als einki ímóti at:fáa vitjan
av fremmandafólkinum
A ellisheiminum tosaðu
tær við ein93 ára gamlan
mann, sum tosaði ameri
kanskt flótandi. Pápin hevði
verið sendiharri í Týsklandi
og í Amerika, har hesin
gamli var vaksin upp og
hevði fingið hægn útbúgv
ing
Fía fekk við, at hesin dag
urin var ein serligur dagur,
eitt slag av heystar hátíðar
degi, og síður er tá at eta
månakøkur, nevndar. Tað
ótu tey henda dagin eisini á
ellisheiminum, og høvdu
diskotek
Í fólkakommununi vóru
tey eisini og vitjaðu eina fa
milju. Tað var mikið hugna
ligt, og fólkini vóru blíð og
týð
Jóna, Elin og Fía siga, at
tær ofta skákaðu uttan um
matstovurnar, sum høvdu
samband við kvinnuráð
stevnuna. sjálvt um maturin
var góður allastaðni
Tær og nakrar aðrar før
oyskar funnu eina lítla mat
stovu, sum var ein familju
fyritska. Sjálvt um hesi
fólkini ikki skiltu eitt ein-
asta orð á ensku, fingu tær
tað, tær vildu, við at peika
Familjan var so blíð, og øll
komu út at veittra farvæl, tá
tær fóru. Hesa matstovuna
vitjaðu tær meira enn eina
ferð
Hitti onnur ung
Fía, sum er 16 ára gomul,
var yngsti føroyski luttak
arin. Hon fekk minst lika
nógv burturúr sum tær
meira tilkomnu. Hon var í
Henda kinesiska gentan seldi Fíu eina masku, sum gentan sjálv hevði gjørt
byrjani við ul saman vid
øðrum ungum at fyrireika
eitt tiltak í sambandi
endn á stevnuni. Eisini fór
hon út og fann onnur ung at
tosa við
Eg kom at kenna eina
kinesiska gentu, sum dugdi
enskt, og vit fara at skriva
saman, sigur Fía
Ta seinastu vikuna búðu
tær á einum Oføra góðum
hotelli í Beijing, og tá tímdu
tær ikki út á kvinnuráð
stevnuna, bæði tí tað einki
gav, og ti vegurin var so
langur úr Beijing. Heldu út
at síggja nakað av Kina
við
Gingu eftir múrinum
Ein dag vóru tær ein ótrú-
liga góðan túr á tí Kinverska
Múrinum. Tað bar til at
sleppa upp á Murin við
lyftu. Men Jóna, Elin, Fía
og aðrar firdu ikki fyri at
ganga tey 1300 trinini upp á
Múrin á fjallargðini. Múrin
er breiður sum ein vegur,
steinlagdur
—}
|
UU A 8 8 BR
Tær steðgaðu eitt samdøgur í Moskva og fóru sjalvsagt út at síggja russiska høvudsstadin
Her er Fía millum tveir ferðaleiðarar á veg til Reyða Torgið
Tær vitjaðu eina verk-
smiðju, har tey gjørdu yms-
ar prýðislutir. Har vóru ar-
beidsumstødurnar sera
vánaligar, har tey arbeiddu í
llum dustinum
Barnaarbeiði
Fía fór sjálv inn í eitt rúm,
sum ikki var ætlaninin, út
lendingarnir skuldu síggja
Har tosaði hon við ein 16
ára gamlan drong, men hon
sá flein yngri børn í arbeiði
- Eg ivist íkki í, at har var
nógv barnaarbeiði, sum vit
hava hoyrt so nógv um,
sigur Fía
- Og tá tú upplivir slíkar
vánaligar arbeidsumstødur,
lærir tú samstundis at fegn-
ast um, at vit á tann hátt eru
komin nógv longur, sigur
Elin, sum heldur, at sjálvt
um fleiri bústaðir sóu ván-
aligir út, sást í hvussu er
einki ul fåtækradøm:
Keisaranum treyt einki
Tær vitjaðu fleiri av teimum
ståsiligu søguligu bygning
unum. Tær vóru í forbodna
bynum, har keisarin livdi í
yvirfloð við 80 hjåkonum
og tær vitjaðu summarborg
ina hjá keisaranum, hon var
upp aftur ståsiligan. Tær
vóru í Lamatemplinum og
Himaltemplinum og sóu
buddhafigurar í øllum
støddum. Tann størst
eisini hevur heimsmet, var
sum
26 metrar langur skorin út í
einum og gull lagt á
Veðrið var fjølbroytt hes-
ar tríggjar vikurnmar, tær
vóru í Kina. Tær vóru í
brennandi sól, hita upp í 24
stig, men í fleiri dagar var
oysandi regn, og tá var stór
sela av regnsløgum og
gummistyvlum í Beijing
Regnið oysti framvegis
niður, tá stevnan endaði, og
alt svam í regninum
Jóna, Elin og Fía halda, at
fyri tær bleiv tað líka nógv
tl eina ferð sum at fara á
kvinnurådstevnu, tí stevnan
ikki royndist so væl
Ferðin vid tokinum var
einastandandi, og Kina,
sum tær tó bara hava sæd
ein litlan part av, var spenn-
andi at vitja
Heimaftur gekk ferðin
við flogfari, beina leið yvir
til Danmark til Føroya. Tað
gekk so skjótt, at
ganga nakrir dagar enn, til
tær verða heilar aftur heima
av hesi ógloymandi ferðini
helst
VIT GREIÐA ALLA
VØRUKOYRING
URFØROYUM
FLYTING
TIL FOROYA
Vit hava Fiytikassar,
Goymslu og
KAPPINGARFØRAR PRISIR
TILBOÐ verða givin
HP-TRADING
Tlf. 17272