Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-09-22, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. september 1995síða 23

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 181 — 22. SEPTEMBER 1995 tíðindablaðið I" 23 Arne Thorsteinsson: Kirkjubømururin (Endurprentad ur Mondli nr 3, 1987.) Kirkjubøur var i midøld ini bispasæti Feroya, og i hesum tíðarskeiði vórðu bygd tey stórfingnu bygn- ingsverk, sum nú eru Føroya fremstu segu- minni Skilpmúraðu bygningarnir í Kirkjube: Bispagarðurin við teim- um báðum longu lonun- um, kirkjan, sum tá var Føroya Dómkirkja, múr- urin, sum var ætlaður at vera tann nýggja dóm- kirkjan, men ikki varð liðugt bygdur, og triðja kirkjan, Likhus, sum undirstrikar týdningin og veldið í hesum miðaldar kirkjuliga miðdepli, eru alt minnismerki, sum eru einastandandi i føroyska samfelagnum. Vit finna ikki her ta føroysku mid aldar bygdamentanina umbodada, sum i land- mum annars men (ta kirkjuligu håmentanina, merkt av sinum sam bandi vid altjóða kirkju skipanina og altjóða sam felagið, sum vit kunnu vænta av landsins kirkju liga, figgjarliga og í stóran mun eisini politiska mið depli. Umframt skilpmúr aðu bygningarnar finnast í Kirkjubø eisini stokka bygd hús, sum í føroysk um sambandi eru einastandandi og teir skilpmúraðu Um okkum í dag dámar ens ta stóru midsavnan av figgjarorku og politiskari makt, sum miðaldar kirkjan umbodadi, ella ikki, er henda miðsavnan ein søguligur veruleiki, sum júst verður greidliga lýstur av muninum mill- um altjóða dámin í minn- ismerkjunum í Kirkjube og traditionellu bónda- húsini við síni rót í norsk- ari jarnaldarmentan, sum vit finna í landinum ann- ars. Munurin er ógvislig- ur, men sum miðaldar- samfelagið var skipað, hevði henda umboðanin av veldi verið óhugsandi allar aðrar staðir í land- inum enn í Kirkjube. Har var figgjarligi middepilin, og har hava vit ti i dag Føroya fremstu ftjóð- minni Tann týdning, Kirkju bøur hevur í segu okkara, og tann týdning forn- minnini í Kirkjube hava í mentanararvi landsins ber næstan ikki til at yvir- meta. Men málið hevur eisini eina altjóða síðu Bispasætið í Kirkjube var í midøld ein liður í altjóða kirkjuskipanini og eitt av 10 bispasætum undir norska erkabispastól inum í Niðarós. Umframt erkabispasætið vóru tey 4 bispasætini í Noregi sjálv um: Bergen, Stavanger Oslo og Hamar, og tey 6 vóru í skattlondunum: í Suðuroyggjum, Kirkwall í Orknoyggjum, Kirkju bøur í Føroyum, Skálholt og Hólar í Íslandi og Garðar í Grenlandi. Um- framt á erkabispasæt- inum finna vit í dag bert í Kirkwall, Stavanger og Hamar monumental forn- minni, sum kunnu sam- metast við tey í Kirkjubø Bæði í Niðarós, Stavanger og Kirkwall eru miðaldar- minnini tó innibyrgd í nútímans býarsamfelag, og onga aðra staðir enn í Klrkjubø og Hamar finna vit ta hugtakandi fríu pla- ceringina av einum bispa- sæti í so at siga óbroyttum umhvervi I Kirkjubø hava vit ti skil åbyrgdina av forn minnum, sum ikki einan« eru okkara fremstu tjóð minni, men eisini hoyra til fremstu miðaldar minni í Norðurlondum Fyri føroysku fornminna- umsjónina er Kirkjubøur tí ein serstek ábyrgd, og nøkur ár herfyri gjørdu vit av av álvara at taka spurningin um varðveit ingina av Kirkjubømur inum til viðgerðar Kanning av standinum. Síðst í mai mánaða 1986 fekk Føroya Fornminnis- savn frågreiding frá kanning sum i august månada 1985 vard gjørd av standinum í múrinum Kanningin var umbiðin og goldin av savninum við figgjarligum stuðli frá Feroya Landsstýri. Kann- ingin hevði til endamáls at fáa til vega nágrein iliga lýsing av tí standi: Kirkjubømururin er í, sum Føroya Fornminnis- savn kundi nyta sum grundarlag undir ætlan- um sinum um umvæling- ar og onnur tiltøk til vernd av múrinum Kanning og frågreiding vórðu gjørd av Curt von Jessen, arkitekti, við hjálp frá verkfrødingun- um Eduard Troelsgaard og Preben Hansen. Um- framt lýsingina av stand inum er í frágreiðingin! eisini eitt yvirlit yvir tey umvælingararbeiði, sum gjørd eru gjøgnum tíðir nar, og sum upplýsingar finnast um, harumframt stutt, almenn lýsing av teimum umvælingarar beiðum, sum arkitekturin metir eiga at verða gjørd Tá Feroya Fornminnis savn á hesum sinni tók spurningin um varðveit ing av Kirkjubømurinum upp, var tad vid ti måli fyri eyga at fáa gjørt eima gjøgnumgrípandi, hald góða og væl fyrireikaða umvæling. At fyrireiking ararbeiði fór at taka drúgva tíð, var savninum greitt longu frá byrjan Fyrsta konkreta stigið í fimreikingararbeiðinum var nevnda kanning vid frágreiðing, eitt sera ná- greiniligt arbeiði, sum gevur eina gjølliga lýsing av tí standi, múrurin og einstøku partar hansara eru í. Frágreiðingin er, sum ætlanin var, eitt frálíkt grundarlag undir komandi viðgerðini Antikvarisk viðgerð av varðveit- ingarprincippum. Næsta stigið var ein faklig antikvarisk viðgerð av spurningunum um, hverjar princippiellar lei- dir vit åttu at halda i varðveiuungararbeiðinum, og hverjum konkretum tiltøkum miðað átti at verða imót: Frágreiðing- in varð ma laun antik- variskum ráðgevum, sum vit so hava kunnað skift orð við um spurningarnar, og sum síðan hava latið savninum viðmerkingar og metingar teirra. Longu undan og í byrjanini av hesum stigi tóku tíverri upp trupulleikar av ymsum slag, sum hava tarnað viðgerðini og hava ført vid sær, at hon gjørd- ist drúgvari enn hon kundi verið. Hesin liður i arbeiðinum er tó loksins komin at enda, og forn minnissavnið er til reiðar at leggja málið fyri av varðandi myndugleikar til <tødutakan 2 seg I sambandi við forn- minna að veiting eru ymiskar princippiellar leiðir at ganga. Tær kunnu levsliga bólkast i 1. Lata fara. 2. Endur- nýggja. 3. Varðveita. 4 Verja, og sum allar hava sínar talsmenn 1. leiðin: at lata fara. 1. leiðin, at lata fara, verður her nevnd, ikki tí at vit taka hana í álvara, men heldur tí at tað veru- liga eru fólk, sum meta, at fornminni eiga at sleppa at doyggja ein natúrligan, vakran og romantiskan deyða, uttan at vit eiga at åvirka ta natúrligu gongdina. Hetta er ikki leiðin. fornminnissavnið ætlar at halda 2. leiðin: at endurnýggja. 2. leiðir, at taka burtur alt, sum verður mett skirvisligt, tært, ov ljótt o.s.fr, endurgera tað og soleiðis byggja upp aftur tað burturtikna ur nýggjum tilfari, so forn minnið verður so gott sum var tað nýtt, man hava verið vanligasta leiðin Innan fornminna umsiting. Vit kenna hana aftur í umvælingum av træhúsum t.d. Er klædn- ingurin rotin, verður hann skiftur. Tað sama við vindeygum, sperrum, syllum, stavum og ødrum bygningapørtum. Henda leiðin kann vera neyðug, tá húsini eru í brúki og framvegis skulu vera tað Tá er eisini í allarflestu førum neyðugt at broyta, modernisera og seta upp nútímans hentleikar Hetta er prisurin fyri, at husini kunnu verda nytt og virka í nútíðarsamfel- agnum, soleiðis at teir bygningapartar, ið órerdir eru, hóast alt verða varðveittir Henda vanliga leiðin er vandamikil, tí at markið millum, hvat eigur at verða endurnýggjað og hvat ikki, er sjáldan greitt, og mangan munnu menn gera í so nógv av at endurnýggja. Demini um “gomul" hús, har ikki eitt gamalt sprek er at finna, eru ikki heilt fá. Mong kenna helst seguna um ta 400 ára gomlu øksina Hon hevði fingið skaftið skift tríggjar ferðir, men høvdid bert tvær reisur Segan er lett at fata, og tess undarligari er, at vit fáast at billa okkum inn, at eini hús, sum eru bygd í 1987, eru gomul. Fyri fornfrødingin, sum nýtir gomul hús sum heimild- artilfar um gamlar byg- gisidir m.a., eru slik hús virðisleys, hóast tey eru bygd "fullkomiliga sum tey gomlu”, sum nu liggja å ruskdunganum Enn ein vandi er i hesi leið, tí hvussu fullkomið er tað fullkomna? Tað endurnýggjaða verður sjáldan ein fullkomin endurgáva av tí, sum var framman undan. Tað verður sum oftast betrað og pyntað. Bygningapart- ar, sum eingin okkara hevur sæð, verða "endur- skaptir", tvs. okkara hugmynd av, hvussu tað kann hava verið, verður skapað í træ ella gróti. Tá komið er so langt, er stigið stutt til at "endurbyggja" tann bygningin, sum langt síðan er farin, ella "fullføra” tann ófullferda, hóast eingin veit, hvussu hann var ella var ætlaður at verða. Slíkt er seguliga sæð virðisleyst í besta føri, og kann volda stór- skaða í versta før. Eitt týdningarmikið skjal. Eitt sera týdningarmikið skjal er varðveitt úr mið- eld. Eg hugsi um Seyða- brævið, sum Erlendur biskupur átti stóran lut í, sami maður, sum eftir hvat summir halda, hev- ur grundað Kirkjube- múrin. Neyvan hevði nak- —