Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. august 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 155 - 20. august 2003 Nr. 155 - 20. august 2003 3 Í Føroyum er kórvirksemi so stórt, at torført er nú at fáa kórleiðarar at stjórna øllum sangkórum. Tórs- havnar Kamarkór er nú uttan kórleiðara, og heitir tí á hann ella hana, ið kann stjórna kórinum, og at venda sær til kórið Tórshavnar Kamarkór er í einari serstøðu í løtuni. Kórið ætlar í næstum at byrja sangvenjingarnar – fram ímóti einum túri til Týsklands komandi summ- ar – men kórinum hevur ikki eydnast at funnið ein kórleiðara. Seinasta ár stjórnaði Leif Hansen kórinum, men hann fer nú aftur til Danmarkar í lestrarørindum. Kórlimirnir fegnast um, at Leif nemur sær enn meira kunnleika til tónleikin. Men tað er tó við einum veti av sorgblídni, tí Leif hevur ikki bara verið ein dugnaligur kórleiðari. Hann hevur eisini verið bæði fryntligur og huga- góður, og tað meta flestu kórsangarar høgt. Kórið hevur verið í sam- band við nøkur kórleiðar- evni, men tað hevur víst seg at vera í so trupult at fáa nakran at játta seg til hetta spennandi starv. Orsøkin er helst, at kór- og tónleika- virksemið er so mikið stórt her á klettunum, at fólk aftra seg við at taka meira upp á seg, enn tey framm- anundan hava. Sangararnir í kórinum iv- ast tó ikki í, at tað onkun- staðni – ella helst fleiri staðir – kring landið situr ein – ella fleiri – kórleiðarar, ið kundu hugsa sær at stjórna og arbeitt saman við einum kóri sum Tórshavnar Kam- arkór. Kórið heitir tí, at hana ella hann, ið møguliga ivast í, um tey megna ella hava stundir til at leiða eitt blandað kór við 20-25 dugnaligum og fyrikom- andi sangarum, um at seta seg í samband við nevndina í Tórshavnar Kamarkóri, so tey í felag kunnu finna útav, um tey eru tey røttu fyri hvønn annan. Til ber at koma í sam- band við nevndina á tlf. 311595, Herborg Nyholm Debess, og á tlf. 317376 Barbara á Tjaldrafløtti. Tórshavnar Kamarkóri vantar kórleiðara Tøkk Stóra tøkk fyri sýnda samkenslu, tá mín elskaði maður Jógvan Ólason Fuglafjørður so brádliga varð tikin heim. Eg vil hjartaliga takka tykkum, sum sótu hjá honum til tað seinasta. Tøkk til prest, kirkjutænarar, sangarar, berarar og til tykkum øll fyri tykkara hjálpsemi. Tøkk til lærarar og næmingar í Fuglafjarðar skúla fyri vakra sálmin »Mín Jesus lat mítt hjarta fá«, sum var so kensluborin. Eisini ein tøkk til Hannis, Heðin og Frits fyri teirra vakra sang. Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Tøkk fyri vakrar blómur og kransar og fyri gávur til Reyða Kross. Stóra tøkk fyri vøkur minningarorð. Vegna tey avvarandi Oluffa Framvegis er óvist, nær matstaðið, har Kondittaríið helt til, letur upp aftur. Nýggi eigarin hevur ongar ætlanir um sleppa gamla Kondittarí- num, og ætlar at halda fast við hugna- liga dámin á nýggja matstaðnum KONDITTARÍIÐ Páll Holm Johannesen Nýggi eigarin av kondittarí- inum, Nordin Manai, hevur ongar ætlanir um sleppa gamla Kondittarínum-held- ur tvørturímóti. Teska hev- ur verið í krókunum um, at hugnaliga matstaðið nú endaliga fór í søguna, tí nýggi eigarin ætlaði at nýta staðið til annað virksemi. Hesum vísir Nordin Manai aftur, og sigur, at hann ætl- ar, at húsið skal nýtast sum kondittarí. Nýggi eigarin er í løtuni í holt við at gera nakrar um- byggingar, ið fara at hava við sær, at gamla Kondittarí- ið fer at fáa nýggjan ham. Í løtuni verður arbeitt við at mála, skifta borð og møblar út, so kondittaríð verður nútíðargjørt. Morgunmatur verður til keyps Nordin Manai ætlar at hava morgunmat – eins og á gamla Kondittarínum til teir mongu trúføstu gestir- nar. Eftir døgurða verður onnur matskrá, og matstað- ið fer at minna um ein dessertcafe. Nýggi eigarin hevur ong- ar ætlanir um at søkja um skeinkiloyvi, og ei heldur hevur hann funnið nakað nýtt navn til staðið. Hann nevnir, at bløðunum varð skrivað, at staðið skuldi at eita »Det Glade Hjørne«, men tað er bara eitt uppskot av mongum. Nordin Manai dugir ikki at siga nær nýggja staðið fer at lata upp aftur, tí fram- vegis er nógv papírarbeið- ið, ið skal fáast frá hondini. Honum vantar framvegis loyvi frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Brunaumsjón- ini og Býráðnum, og tað kann taka drúgva tíð, so ilt er at meta um, nær eyð- kenda havnarmyndin letur upp aftur. Havnarfólk fegnast Spurdur, um hann hevur fingið nakað afturljóð frá havnarborgarum, eftir hann fekk leigusáttmála í lag, svarar Nordin, at fólk eru sum heild sera fegin um, at kondittariíð fer at lata upp aftur. Hann sigur seg vænta, at gomlu og trúføstu gestirnar fara at venda aftur til nýggja matstaðið, og hann fer at gera alt fyri at hildið verður fast við hugnaliga dámin á gamla Kondittarí- num á nýggja matstaðnum. Nordin heldur fast í Kondittarínum Hóast Kondittaríið verður nútíðargjørt, so hevur nýggi eigarin, Nordin Manai, ongar ætlanir um at sleppa gamla Kondittarínum, og sigur seg ætla at halda fast við hugnaliga dámin á matstaðnum Savnsmynd Tveir embætismenn frá »The Prime Minister´s Strategy Unit« úr bretska forsætismálaráðnum í Downing Street nr. 10 eru komnir til Føroya at fáa íblástur og lærdóm frá fiski- vinnuni her á landi. Kunningarferðin er liður í arbeiðinum at gera álit um menn- ingina í bretskari fiskivinnu VITJAN ÚR DOWNING STREET Heini í Skorini Fleiri føroyingar, sum á ein ella annan hátt eru knýttir at føroysku fiskivinnuni, hava fingið ella fáa nú fína vitjan. Tveir embætismenn fyri bretsku stjórnina eru nevniliga komnir til Føroya á eini kunningarferð um føroysku fiskivinnuna, og lendu teir týskvøldið í Vágunum. Ráðgevar Tony Blairs Bretski forsetisráðharrin, Tony Blair, sum í hesum døgum veruliga er í polit- iskum ódnarveðri orsakað av Irak stríðnum, setti í juni 2002 ein serbólk, »The Prime Minister´s Strategy Unit«, sum er ein savnað og samansett eind av fleiri minni bólkum. The »PM´s Strategy Unit« er fremsti ráðgevingarbólkurin hjá sjálvum Tony Blair, og arbeiða ráðgevararnir við langsiktaðum strategiskum ætlanum og møguleikum at menna Bretland á fiski- vinnuliga økinum. Um- framt hetta verður eisini granskað í politiskum ana- lysum og nýggjum menn- ingarmøguleikum, og samskifta embætismenninir við sjálvan forsætisráðharr- an gjøgnum stjórnarráðið (Cabinet Secretary). Í vitjanini til Føroya hev- ur annar teirra arbeitt í bretska fiskimálaráðnum og hevur fingið til uppgávu at vera við í hesi verkætlan, meðan hin fast arbeiðir í serbólkinum hjá Tony Blair. Vilja læra av føroyingum Í løtuni arbeiðir hesin granskingardepil við møguleikum at menna, modernisera og rationalis- era ein framtíðar bygna í bretskari fiskivinnu, sum ikki gongur væl í løtuni. Sum liður í hesi stóru verkætlan ynskja bretarnir serliga at hyggja at fiski- vinnutjóðum burturav, og tað er í hesum høpi, at Før- oyar gerst áhugavert fyri bretsku stjórnina. Hetta er bakgrundin fyri og orsøkin til, at føroyski sendiharrin í Onglandi fyri stuttum fekk fyrispurning frá bretsku stjórnini, um føroyska sendistovan kundi hjálpa til at samskipa eina kunning- arferð til Føroya. Hetta varð fingið í lag, og nú eru bretsku embætismenninir lendir við tí fyri eyga at fáa íblástur úr Føroyum til menning og framburð í bretsku fiskivinnuni. Ítøkiliga ynski hjá bretsku stjórnini er at fáa orða eina langsiktaða, strukturpolitiska ætlan við endamálinum at skapa eina burðardygga vinnu, sum tekur støði í samfeløgum, sum liva av og eru tengd at sosialu og búskaparligu viðurskiftunum í fiskivinn- uni. Fasta deildin undir enska forsætismálaráðnum skal við hesum gera eitt álit um framtíðarviðurskiftini í fiskivinnuni, og ein av endamálsorðingunum hjá »The PM´s Strategy Unit« er við støði í gransking og vitan at kunna hugsa um, skapa og broyta framtíðina fyri Bretland. Nógv á skránni Serfrøðingarnir úr Dow- ning Street hava gjørt eina skrá fyri føroyavitjanina. Umframt stovnar og fyri- tøkur fáa 18 føroyingar vitj- an av bretum, sum á ein ella annan hátt eru tengdir at fiskivinnu í Føroyum. Millum teirra, sum fáa vitjan, eru Anfinn Kalls- berg, løgmaður, Jacob Vest- ergaard, landssýrismaður í fiskivinnumálum, Henrik Old, formaður í vinnu- nevndini, Óli Jakobsen, formaðurin í fiskimanna- felagnum, Jørgen Niclas- sen, fyrrverandi fiskimála- ráðharri og Herman Osk- arsson, búskaparfrøðingur á Hagstovu Føroya. Frá teori til praksis Vitjan teirra fevnir um tveir dagar, og Mark Halden, sum er annar av teimum báðum, sum koma til Før- oya, ynskir serliga at fáa fiskivinnuliga lívið í prak- sis undir sjóneyku. - Okkara høvuðsmál er at kanna søguligu bakgrund- ina og menningina í før- oyskari fiskivinnu, um- framt at vit við einum teoretiskum grundarlagið vilja síggja, hvussu skipan- in og teknisku viðurskiftini virka í praksis í Føroyum. Mark Halden vísir á, at talan í ein mun verður um teknisk viðurskiftin um- framt administratión og management. Sambært bretska embætismanninum ynskja teir at nýta so nógva tíð sum gjørligt við persón- um, sum hava verið við at orða og sett í gildi føroysk- an fiskivinnupolitikk. Í hesum høpi nevnir Mark Halden m.a. fiskidaga- skipanina sum eitt áhuga- vert fyribrigdi, sum vert er at hyggja nærri at, og eisini verður eitt øki at kanna, hvussu føroyska fiskivinn- an hevur megnað broyting- arnar gjøgnum rationaliser- ing og integratión á heims- marknaðinum. Áhugin hjá bretsku ser- frøðingunum er sostatt at kanna umsitingarligu við- urskifti føroyinga, sam- starvi millum ymsu vinn- urnar og sektorarnir í sjálv- ari fiskivinnuni, gransking- arviðurskifti o.s.fr. Umframt at arbeiða í stjórnini hjá Tony Blair, hava teir báðir eisini til- knýtið til fiskivinnuviður- skifti í ES, og tískil er talan ikki um hvønn sum helst, men um eina serliga vitjan, sum vónandi kann vera við til at menna samstarv okk- ara við Bretland og útheim- in annars. Bretska stjórnin vil læra av føroyskari fiskivinnu Bretska stjórnin við Tony Blair á odda metir nú føroysku fiskivinnuna vera so spennandi, at teir hava sent tveir av høvuðsembætismonnum sínum úr Downing Street nr. 10 til Føroya á kunningarferð um føroysku fiskivinnuna. Teir báðir bretarnir eru umboð fyri serbólkin, "The Prime Minister´s Strategy Unit", sum skal orða eitt álit um bretska fiskivinnu í framtíðini Anfinn Kallsberg, løgmaður, er eftir ætlan vertur í fyrstu formellu vitjanini hjá embætismonnunum frá bretsku stjórnini C M Y K 3 2