týsdagur 26. september 1995síða 17
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 183 —
26. SEPTEMBER 1995
17
ste
- ad Cd
Tað var ein søgulig hending. tå kvinnurnar fyri fyrstu ferð stilladu upp til sjóðsangirnar á Svangaskarði sunnudagin
Fyrsti altjóða skrásetti landsdystur hjá kvinnunum:
Ein verdug byrjan
Tað vóru byrjanartrupulleikar, men sum heild var fóroyska avrikid gott, og stuttligt
var at vera partur av einum søguligum degi
Orð: Eyðun Klakkstein
Myndir: Bogi Olsen
Tað var stuttligt at
partur av einum søguligum
degi. tá føroysku kvinnur
nar á fyrsta sinni spældu al
tjóða skrásettan dyst. Hóast
veðrið var skiftandi, og æl
im grov, var ein serligur
stemningur í luftini, og
hverja ferð tú andaði inn,
kundi tú snodda ein føroy
skan stoltlerka, nú vit ersim
kunnu bjóða kvinnurnar
fram til altjóða dystur
Og kvinnurnar fingu eina
verduga byrjan!
Byrjanartrupulleikarnir
vera
vóru har, og gott nokk
sjónskir eisini, men hóast
tað. var førovska avrikid
gott og verdugt einum liði,
sum á fyrsta sinni luttekur í
slíkum hepi
Føroysku kvinnurnar
vóru ongantíð niðurspæld
ar, og sjálvtum írsku kvinn
urnar vóru betur, fyrst og
fremst kropsliga, men ersim
tekniskt, luttóku føroysku
kvinnurnar allatíðina í dyst
tnum
Bangnar fyri at spæla
Í fyrra hálvleiki var írska
yvirvágin stórri enn hon var
tað í seinna hálvleiki. Helst
kom hetta av. at hetta var
fyrsta ferðin kvinnurnar
spældu slíkan dyst, og tær
vóru alt ov bangnar fyri at
spæla bóluun millum sín
Tá tær royndu at trilla
bólun á miðvellinum og
frameftir vísu tað seg, attað
bar væl til, tí írsku kvinnur
nar vóru á ongan hátt eina
ráðandi á vellinum
Føroysku kvinnurnar
vóru ikki eins góðar og tær
írsku, men munurin var ikki
so stórur, sum hann ofta er
tað hjá mønnunum
Helga eitt vónbrot
Leikarin, sum føroyingar
settu álit á skuldi stýra før
oyska spælinum, og sum
hevði fingið ein sentralan
leiklut eins væl og liðfer
arabindið, var eitt vóntbrot
Helga Ellingsgaard kann
so ótrúliga nógv mein enn
tað hon vísti sunnudagin, og
frá at hava skula verið stýr
andi leikarin á føroyska lið
inum, var hon helst mest
anonymi føroyski leikarin í
fyrra hálvleiki
Eftir stegðin varð hon
flutt fram í ålopid, og tå
fekk hon betri tak á. men
hon gjørdist ongantíð tað,
mong høvdu væntað undan
dystinum
Málverjin góður
Irsku kvinnurnar løgdu
annars hart fyri, og innan
fyri fyrstu sjey minuttirmar
súsaði bólturin tvær ferðir
tætt fram við føroyska mál
inum, men eingin var at
prika hann inn
Irsku kvinnurnar royndu
alla tíðina at:avslutta, men
målverun Kristina Hoim
stóð seg avbera væl í málin
um, og var tryggleikin
sjálvur!
Nakað mótsigandi var tað
tí, at tað var hon, sum kundi
vart fyri fyrsta málinum hjá
Írlandi. Eftir eitt horna frá
Angie McNally helt Krist
ina ikki bólunum, og í
trunkanum tætt undir mál
inum var Geraldine O Shea
hægst og skallaði í málið
Flott av Sólvu
Føroyska Ho varð nak
að skert í fyrra hálvleiki, tá
Ingun Hansen, sum til tå
hevði verið besti føroyski
leikarin, noyddist av veill
inum, tå hon stoytu saman
við Therese Leahy. Liðið
varðumskipað við at 17-ára
gamla Sólva J ænsen kom
Inn á vongverjan meðan
Borglis Fagradal var flutt
inn á miðjuna
Sólva Joensen spældi seg
skjótt inn í dystin, og hon
gjørdist em av bestu før
oysku leikarunum. Nógvar
av teimum mein garvaðu
kundi lært nógv av frek
leikanum hjá henni, og mát
anum hon takklaði fyrstu
altjóða uppgávuna. Flott av
unga B 36 aranum, sum vísti
hon væl kann vera við frá
byrjan í næsta dystinum!
Verjan góð
Føroyska verjan stóð seg
væl móti írska trýsunum, og
Kristina Lervig var ein fyri
myndarligur uppruddari í
føroysku verjuni. Hon
spældi å aftasta plåssinum,
og visti at hon er millum
allarbestu kvinnuligu leik
arunum í landinum. Eisini
stoppararnir Kára á Dunga
og Durita Rouch spældu
væl, hóast Durita í einstøk
um førdum varð yvirspæld,
tí hon var ov sein
Men verjan hevur avgjørt
møguleikar at menna seg og
gerast enn betri
Kundu havt javnað
Føroysku kvinnurnar
stóðu seg best í endanum av
fyrra hálvleiki og stóran
part av seinna hálvleiki. Tá
toktist nervarnir vera
horvnir, og tær tordu betri at
flyta bólun millum sin
Uppspælið gjørdist betur
og føroysku kvinnurnar
komu eimsim til einstakar
kjansir. Besta møguleikan
hevði topskjutun í 1. deild,
Sigrun Mikkelsen, tá hon
gjørdist einsamøll við írska
målverjanum, eftir at Helga
hevði ukið eitt skjótt inn
kast. Hon dróg móti málin
um, vinkulin gjørdit nakað
spískur. men hon fekk av
slutta við einum góðum
skot, sum brast í handaru
stong og út aftur í spælið
Tá kundi hon havt javnað
írsku leiðsluna, og í tveim
um ferðum afturat vóru før
oysku kvinnurnar nær við at
gera tað. Fyrst streyk eitt
fríspark frá Helgu millum
handaru stong og Kristinu
Lervig, sum síðstu løtuna
varð flutt fram á miðvel!in,
tá Margit Joensen kom inn
at røkja sweeparaplássið
Og seinni heyði framfýsna
Sólva Joensen eina góða
roynd, eftir at Sigrun hevði
snittad eitt langt innkast frá
Helgu longur inn í brots
teigin
Tvey mál á muni
Men tað skuldi enda við
einum írskum sigri, og mun
urin gjørdist tvey mál, tí
seks minuttir fyri leiklok
skallaði Olivia O'Toole eitt
horna frá Angie McNally í
føroyska málið
Sigurin hjá írsku kvinnun
um var uppiborin, men
hóast tapið kunnu føroysku
kvinnurnar vera stoltar av
fyrsta altjóða dystinum
Tær fingu eina verduga
byrjan
Vit attu at
havt fingið
betur úrslit
Eftir dystin hitti Sosialurin tríggjar
av fóroysku kvinnunum
Tær vóru ið hvussu er
samdar um eitt: Vit áttu
at havt fingið eitt betur
úrslit. Og ikki nokk við
tað, tær hildu avgjørt at
møguleiki var fyri tí,
serliga um tær høvdu
verið hepnari fyri írska
málinum.
Eftir dystin hitti Sos-
ialurin málverjan Krist-
inu Holm, aftasta leik-
aran Kristinu Lervig, og
vongverjan Sólvu Joen-
sen, og hóast tær ikki
vóru skuffadar, høvdu
tær allar kensluna av, at
tær áttu at fingið meiri
brutur úr.
— Eg haldi ikki at írsku
kvinnurnar vóru nógv
betur enn vit, men tær
fingu meiri burtur úr
sínum spæli, segði Krist-
ina Lervig.
— Vit tordu ikki nóg
væl at spæla bóltin mill-
um okkum, men hetta
var eisini fyrstu ferð vit
spældu EM-dyst, og tað
merkti spælararnar,
segði hon.
Hvussu var áðrenn
dystin?
— Vit vóru ødiliga
spentar til dystin. Vit
høvdu nervar, men lagið
var avbera gott, og allar
vildu inn at vísa nakað.
Hvussu var tað at
spæla á aftasta plássin-
um ?
- Tað er ein stór
ábyrgd, og eg eri ikki
von at spæla har. Van-
liga spæli eg uppi á mið-
uni, men mær dámdi væl
í verjuni, og helt tað
gekk nøkunlunda.
Ert tú til reiðar at
slíka uppgávu aftur?
— Ja, tað eri eg. Og
fleiri ferðir afturat, um
tað skuldi verið.
Skuldi havt boksa
Málverjin, Kristina
Holm kom avbera væl
Hagtólini
frá uppgávuni í føroyska
málinum, og hon er
sjálvskrivað til næsta
EM dystin.
— Eg hevði nervar tá eg
fór til dystin, men tað fór
av so hvert sum dysturin
lid.
Tú vart trygg, tå tær
royndu seg móti mál-
inum, men hvat hendi
tá tær fingu fyrsta mál-
ið?
Eg royndi at taka
bóltin, sum kom innfyri,
men eg fekk ikki hildið
honum. Eg skuldi heldur
havt boksa hann.
Ert tú annars nøgd
við dystin?
— Ikki heilt. Eg haldi at
vit kundu fingið eitt bet-
ur úrslit. Kanska javn-
leik.
Hålvkøld á vøllin
Ein hålvan tima inn f
dystin vóru longu boð
eftir eykaleikaranum,
Sólvu Joensen, tí Ingun
Hansen noyddist av vøll-
inum. Men unga havna-
gentan fór á vøllin og
spældi ein fínan dyst.
— Eg hevði ikki væntað
at koniå so tíðliga á vøll-
in. Ja, faktiskt væntaði eg
slettis ikki, at eg fór at
sleppa inn.
Men hvussu var tað
so at koma inn?
— Eg fekk ikki tíð at
hita væl upp. so eg kom
hålvkøld á vøllin. Men
tað var bara at leggja ul
brots, og royna at koma
við í dystin, og tað eydn-
aðist nøkunlunda.
-Tærvóru nóg skjótari
enn vit, men eg haldi
alíkavæl, at vit kundu
fingið meiri burtur úr.
Vit høvdu jú fleiri góðar
royndir móti teirra máli,
og vóru vit hepnari, so
skoraðu vit.
ek
aað 24-septenbur 4905
Føroyar-iriand 0-2 (0-1)
0-1: Geraldine 0'Shea
0-2: Olivia O'Toole
Føroyar: Kristina Holm — Borglis Fagradal, Kára á
Dunga, Kristina Lervig, Durta Rouch, Birita
Ellefsen — Ingun Hansen (S6lva Joensen, 30.), Helga
Ellingsgaard, Anja Rein (Margit Joensen, 71.), Bryn-
hild Klein — Sigrun Mikkelsen (Sonja Hansen, 57.)
frland: Sue Hayden — Bernie O'Reilly, Rose Power,
Yvonne Lyons — Therese Leahy (Siobhan Furlong,
30.), Angie McNally, Sue Ronan, Olivia O'Toole,
Gillian Bennett
(Pauline Devlin, 64.) Geraldine
O'Shea, Marie Gallagher (Karen McCabe, 72.)
Démari: Andreas Schulchter
Linjuverjar: Veronika Schulchter og Leo Martina
Eykadómari: Niklas á Lidarenda
UEFA-umbod: Kurt H. Sørensen