Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-09-26, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. september 1995síða 19

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 183 — 26. SEPTEMBER 1995 Viðmerking tíðindablaðið At >-goyma: toskin kann gerast ein hálur stertur at halda um Í hesi viðmerking ger Eyðun Johannesen á Oyrabakka, sum er stjórnarlimur í Foroya Fiski mannafelag, viðmerkingar til nøkur úttalilsi hjá Jákupi í Lopra Í samrødu við Sosialin her fyri sigur reiðarin og leg ungsmaðurin, Jákup Joen sen í Lopra, kortane: til at hækka toskakvotuna. Hann heldur eisini, at upsakvotan er ov stór, soleiðis sum stovnurin er fyn í dag Eg kundi hugsað mær at spurt, hvaðan: Jákup hevur hasa metingina um upsa stovnin. Tað kann ikki vera frá biologum, men heldur út frá tí, sum skipini veiða í dag. Um so er, brúkar hann tann målistokkin, neyniliga veiðimongdina Tad må sigast vera legið, at ein skilamadur sum Jåk up brukar tveir ymiskar målistokkar, tå ið hann metir um åvikavist upsa- og toskastovnin Fá ið hann meur um upsa stovnin, nýtir hann veiðina sum grundarlag, men hví ger hann so ikki tað sama, tá ið hann metir um toska stovnin? Men nei, nú skiftir Jákup målistokk og brúkar tann biologiska! Hugsi, at Jákup her setir kikaran fyri blinda eygað við vilja — uttan iva tí, at Vesturland hjá Jákupi er undir veingjunum hjá bio logunum í Nóatúni Pípan hjá Jákup ljóðaði ikki soleiðis, tá ið hann átti teir stóru trolararnar I samrøduni við Sosialin sigur løgtingsmadurin, at vit skulu fegnast um, at toskastovnurin er við at koa fyri seg aftur, men at vit mugu ansa efur, hvussu nógv vit fiska av stovnsfæ- num, og her nevnir hann okkurt um, at vit bara skulu veida »renturnar« av hes um Sjålvandi fegnast øll um, at nógvur toskur er at fáa Hinvegin er tað ein stórur spurningur, um vit í dag kunnu siga, at vit hava eitt ávíst stovnsfæ av toski. I mínari verð er hetta heilt burturvid, tí tíbetur er tað so, at vit hava flytifisk, sum kemur og fer Soleiðis er eisini við tosk inum, og tí kunnu vit fáa ár, har veiðan er rættiliga góð ja, nógv betri, enn vit høvdu roknað við Jákup er veiðimaður og reiðari, men um so var, at hann hevði arbeitt sum stýrimaður ella skipari á veiðifari á føroyska land grunninum, tað veri seg við línubáti ella trolara, so hevði eg ikki hugsað mær, at hann í dag heyði úttalað seg soleiðis, sum í neyndu samrødu Tá ið hann sigur, at vit skulu liva av rentunum, trugvi eg, at hann gevur sær ov lítið far um, hvønn tydn ing havumhvørvid uttan um landgrunnin hevur. Ég trúgvi nevniliga, at hesin parturin hevur stóra ávirkan á, hvussu »rentan« verður Fiskur kemur og fer — alt eftir, hvussu liviumstødur nar eru, og í løtuni er tíbetur líkt ul, at fiskumn trívist á okkara grunnum Men vit skulu so sanni liga ansa eftir, at vit ikki missa hesar renturnar, sum Jákup Joensen tosar um, tí tað, sum hendir í dag, er, at kvotuskipanin letur til feingi fyri 100 tals milliónir krónur svimja efur í havin um Hetta er ein gáva, sum okkum er givin, men Jákup Joensen og aðrir, ið sita við avgerðunum, vilja ikki, at føroyska samfelagið skal taka ímóti henni Er ætlanin at goyma hesa gávu til næsta ár, veit ein og hver fiskimadur, at tað kann gerast ein hålur stertur at halda um! Kvotuskipanin er komin, ti fiskifrødingarnir hava fingið valdið á vinnum! Prísurin, vit gjalda í mistum veiðimeguleikum, er ómetaliga stórur, bæði í inntøkum ul skipini og Í útflutningsvirði ul okkara útarmaða samfelag Undir eini tílíkari kvotu 19 skipan, koma vit ongantíð at megna at taka við tí fiskiveiðigávu, sum verður givin okkum, tá ið náttúran er vid okkum. Vit koma ikki at vita av veiðini við einum ov lítlum flota, soleiðis sum upsaflotin nú er blivin við em: skilaleysari ÞAN montering< — til tess at verja toskastovnin! Eyðun Johannesen, Oyrarbakki Fólkaítakið góðtekur ikki svarið frá Nyrup Forsætisráðið hevur nú svarað fólkaítakinum fyrr tjóðfundi upp á tað bræv, sum vit tann 9. juni 1995 sendu Margretu drotning vid yvir 3000 undirskrift um Svarið. sum er hjálagt talar fyri seg og kann als ikk: góðtakst, tí tað er ein háðan ímóti þjóð okkara Serliga er tað merkisvert at danska stjórnin ikki vil viðgera okkara sjónarmið og bert sigur seg hava ta fatan, at vit hoyra til danska ríkið Harumframt viðurkennir danski staturin her alment, at hann ikki hevur førleika at svara okkum Hetta prógvar at tað er rætt. sum vit alla tíðina hava ført fram, at tad bert er við at vit venda okkum ul Sam eindu Tjóðirnar, at danska stjórnin kann verða sett upp í pláss og vit sleppa at út inna okkara rætt til at skipa fyri egnu vidurskiftum okk ara Greinagerð: Einki óvæntað er í hesum brævi. Vit í fólkaítakinum hava ongantíð roknað við at danska stjórnin vildi ann að enn tvihalda um, at hon skuldi sleppa at leggja seg út í okkara viðurskifu. Men at svarið skuldi vera so jånkasligt, at danska stjórn in sigur seg ikki hava kunn leika til at viðgera okkara sjónarmið, er tó nakað, sum vit kunnu vera bilsin um Í hesum brævi verður eisini sagt, at forsætisráðið hevur ta fatan, at okkara ríkisrættarliga stóða er ásett við stýrisskipanarlógini fyri danska ríkið frá 5. juni 1983 Vit vita fullvæl, at Dan markar ríki í 1953 fekk eina nýggja stýrisskipanarlóg Hon eitur Danmarks riges grundlov. Hetta vil siga tað sama sum, at hon bert er grundlóg fyri tey umráði í heiminum, sum eru innan fyri markið hjá Danmarkar ríki Grønlands og Føroya fólkarættarliga støda er á sett við tí fridarsåttåla mill um Danmark og Sveríki, sum var undirritaður í Kiel tann 14. januar 1814. Har var ásett, at hesi umráði, hóast tey vóru norsk >dé pendances«, te. hoyrdu til Noregs ríki, ikki skuldu avhendast til Sveríkis. Tað vil tí siga, at hesir partar av Noregi framvegis skuldu vera saman við Danmarkar ríki. Tær reglur fyri sam starv, sum vóru galdandi millum norska og danska ríkið, eru galdandi millum danska ríkið og okkum Hesar reglur eru at finna í sáttmálanum millum danska og norska ríkið frá 29. aug. 1450 og arvaeina veldislógina frá 7. aug 1661 Sambært hesum reglun um krevst, at em møgulig broyung av markinum millum ríkini skal fara fram við sáttmála millum ;*artar nar Sum forsætisráðið er fullvitandi um, er eingin slíkur sáttmáli gjørdur og ti umfatar Danmarkar ríki ikki Grønland og Føroyar Stýrisskipanarlógin fyrr Danmarkar ríki er tí ikki stýrisskipanarlóg fyri Grønland og Føroyar. Hig artil hevur okkara styris skipanarlóg verið tann arva einaveldislóg, sum vit sam tyktu tann 7. august 1661 Arvaeimaveldislógin gevur kongi okkara heimild at seta vanligar lógir í gildi hjá okkum. Men um so er at ein nýggj stýrisskipanarlóg skal setast í gildi her, so er neyðugt, at vit innbornu velja ein yjóðfund, te. eitt ting, sum hevur til setning at geva okkum eina nýggja stýrisskipanarlóg Tað er hetta krav, sum vit 3000 nú hava sett fram. Vit eru ein størr partur av í búgvum okkara enn tann parturin av tí danska fólkin um, sum í 1848 kravdi at fáa eina nýggja styrisskipan Tá ið danska stjórnin nú sýtir einum sáttligum ynski frá okkum um at fáa høvi til at velja ein tjóðfund, so er hetta ikki bert brot á tær al tjóða reglur, sum Danmark við sáttmálanum frá 1450 er gingið undir, men eisini uppílegging í innanhýsis viðurskifti hjá einum ødrum fólki, og er tað brot á mang ar altj6dasåttmålar, sum Danmark hevur undirritað Her kunnu vit td. vísa á endayvirlýsingina frá | aug. 1975 frá Helsingfors rådstevnuni har ásett verður í parti I, VIII Sambært grundregluna um javnrættindi og sjálvs avgerdarrætt hava allar tjóðir rætt til, í fullum frælsi, nær og á tann hátt tær ynskja tað, at av gera sina innaru og uttaru tjóðanna politisku stóðu uttan uppi egging ultantfra Henda såttmåla hevur Danmark undirritað. Við sýta okkum tann rætt, sum danska tjóðin sjálvur hevur nytt, tá hon í 1848 kravdi at fáaein tjóðfund fyn at fáa ul vega eina nýggja stýris skipan brýtur — danska stjórnin ti allar reglur fyri altjóða samstarvi. Hetta noyðir okkum tí til at gera altjóða samfelagnum greitt at í Danmark er ein stjórn, sum ikki himprast við at leggja uppí viðurskiftini hjá einari aðrari tjóð og har reka ein poliukk, sum ikki sørt minnir um fólkadráp Tiertad, at vit venda okk um til ST og ákæra Dan mark fyri tey brot tað her fremur á altjóða sáttmálar Svar Nyrups váttar til fulnar, at vit eru á rættari leið, og eggjar okkum til at halda á við stríði okkara til vit hava vunnið okkara rætt Fólkaítakið fyri tjóðfundi, 21/9 1995 Líggjas í Bo Marta Jacobsen Hans Tausen Olsen Eiríkur O. Simonsen Olaf á Stongum Zakarias Wang Svarið úr Danmark Lektor Zakanas Wang Fólkaítakið fyri tjóðfund Hornavegi 16 FR-188 Hoyvík Statsministeriet har mod taget Deres henvendelse til Hendes Majestæt Dronn ingen om en grundlovgiv ende ngsforsamling for Færøerne ; Som det vil være Dem be Statsministertets 7. juli 1993. af kendt. if skrivelse af hvilken kopi vedlægges, er det Statsministeriets opfatt else, at Færøernes statsrets lige status hviler på Dan marks Riges grundlo vaf5 juni 1953 og lov nr. 137 af 23. marts 1948 om Færø ernes hjemmestyre Det tilføjes, at ministeret fortsat ikke ser sig I stand til at vurdere den historiske argumentation i Deres hen vendelser om valg af en grundlovgivende rigsfor samling for Færøerne Veyvafelag Føroya Skrivstovan í Deyvahusinum, Íslandsvegur 10 B, er opin månadag-friggjadag frå kl. 9—11. Telefon 17597. Telefax 13609. Skrivitelefon, ring 0032 og bið um 16929 ella 10714.