Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. august 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 155 - 20. august 2003 17 – Hetta er ein sera týdningarmikil dystur fyri okkum, og vit mugu finna okkara besta spæl fram, um vit skulu vinna, sigur íslendski landsliðsvenjarin, Ásgeir Sigurvinsson, sum er besti leikari, íslendingar nakrantíð hava átt FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Íslendska landsliðið er brádliga við aftur í bardag- anum at koma víðari úr bólki 5 í EM undankapp- ingini. Tað sá ógvuliga svart út hjá íslendingum móti end- anum av dystinum millum Ísland og Føroyar tann 7. juni á Laugardalsvøllinum, men tá Tryggvi Gudmunds- son skoraði sigursmálið í seinasta minutti, hevði Ísland aftur møguleikan at gera seg galdandi. Hetta var fyrsti dysturin hjá íslendska landsliðnum, sum Ásgeir Sigurvinsson og Logi Ólafsson í felag stóðu á odda fyri. – Okkara leikarar vóru ikki í veruligari dystarvenj- ing, tá tann dysturin varð leiktur, tí teir flestu høvdu verið í summarfrí í nakrar vikur. Vit spældu ikki serliga væl í tí dystinum, men vit góvust ongantíð, og tað gav úrslit at enda, sigur Ásgeir Sigurvinsson, sum leggur afturat, at hansara menn skuldu havt avgjørt dystin til egnan fyrimun langt áðrenn. Gongdin vend Síðan teir báðir Ásgeir Sigurvinsson og Logi Ólafsson fingu ábyrgdina av liðnum, hevur tað gingið strúkandi. Fyrsta megnaðu teir í evstu løtu at vinna á Føroyum, og síðani vunnu teir 3-0 á útivølli ímóti Litava. Við hesum báðum sigr- unum hevur Ísland aftur møguleika at koma víðari, men hvørjar broytingar hava teir báðir gjørt fyri at venda gongdini? – Vit hava gjørt nógvar broytingar. Vit hava fyrst og fremst broytt taktikk, og vit eisini seta liðið øðrvísi enn áður, greiðir Ásgeir frá. Fyrr spældi íslendska liðið 4-4-2, men nú er tað broytt til 3-5-2. Tað kann tykjast heldur løgið, at ein venjari velur at fara aftur til 3-5-2, tí at nógv tey flestu liðini spæla 4-4-2 í hesum døgum, men tað hevur riggað væl hjá íslending- um. – Vit hava eisini broytt alla uppsetingina kring hópin fyri at betra umstøð- urnar hjá leikarunum. Tað hevur verið umráðandi hjá okkum at geva leikarunum sjálvsálit aftur, so at teir trúgva uppá seg sjálvar. Vit royna at byggja eina eind og ikki einstaklingar, sigur Ásgeir Sigurvinsson. Betri leikarar Tá Ásgeir verður biðin um at samanbera íslendska og føroyska liðið, er hann sera realistiskur. – Um vit samanbera teir íslendsku og teir føroysku spælararnar, so hava vit betri spælarar. Tó eru vit greiðir um, at tað verður ein sera torførur dystur ímóti Føroyum, sigur íslendski landsliðsvenjarin. Hann sigur víðari, at fyrr vann Ísland sum oftast lætt- liga á Føroyum, men hesir dagarnir eru farnir. – Føroyskur landsliðsfót- bóltur hevur tikið seg sera nógv fram seinastu árini, serliga síðan Allan Simon- sen byrjaði sum venjari, sigur Ásgeir Sigurvinsson. Liðið er væl skipað, og tekniskt eru leikararnir nógv betur fyri enn fyrr. – Vit vita, at tað er sera torført at vinna í Føroyum. Føroyska liðið skuldi havt vunnið á Skotlandi á Svangaskarði, og tá mann heldur málið reint í 88 minuttir ímóti Týsklandi, ber tað boð um eitt hart arbeiðandi lið, sum vit skulu varða okkum fyri, sigur Ásgeir. Minnist ikki Føroyar Ásgeir Sigurvinsson spældi sín fyrsta landsdyst bert seytjan ára gamal ímóti Danmark tann 3. juli í 1972. Danmark vann 5-2 í Reykjavík, og Allan Simonsen spældi eisini sín fyrsta landsdyst hendan dagin. Níggju dagar seinni, tann 12. juli, spældi Ísland ímóti Føroyum eisini í Reykjavík, og Ásgeir var aftur á liðn- um. Hetta var fyrsti lands- dystur ímillum Ísland og Føroyar, og íslendingar vunnu dystin 3-0. Men fyrrverandi ísl- endski stórspælarin minnist ikki, at hann sjálvur hevur spælt ímóti Føroyum. Tó sigur hann, at eldri bróðir hansara, Ólafur, hevur spælt ímóti Føroyum. Tá vit spurdu hann um hansara minnir frá dystin- um ímóti Føroyum, segði hann seg ongantíð hava spælt ímóti Føroyum. Hann biðjur tó ein av ein av sínum hjálparmonnum um at kanna málið, og tað vit kaga í fótbóltssøguna, vísir tað seg, at Ásgeir var mill- um teir fyrstu ellivu ímóti Føroyum í 1972. Meistari í Týsklandi Árið eftir fór Ásgeir til Belgia sum yrkisleikari. Hann spældi við Standard Liege í átta ár, inntil hann í 1981 varð seldur til týska stórfelagið Bayern Münc- hen. Har var hann bert í eitt ár og varð seldur til Stutt- gart í 1982. Her var hann í átta kapp- ingarár, til hann legði skógvarnar á hillina í 1990. Ásgeir vann týska meist- araheitið við Stuttgart í 1984, og hann varð valdur til besta leikara í týsku bundesliguni hetta árið. Eisini vann hann UEFA Cup við Stuttgart nøkur ár seinni. Franz Beckenbauer skal einaferð hava sagt eftir tapið hjá Týsklandi í HM finaluni í 1986 ímóti Argentina, at tað einasta, sum kundi styrkja týska lið- ið, var at geva Ásgeiri týskan statsborgararætt og fingið hann við á liðið. Ásgeir Sigurvinsson spældi í tíðarskeiðinum frá 1972 til 1989 tilsamans 45 landsdystir og skoraði fimm mál fyri Ísland. Sjey ferðir var hann liðformaður á landsliðnum. Harum- framt hevur hann spælt sjey dystir og skotið fýra mál á U-19 landsliðnum. Møguleikin er har – Fólk í Íslandi eru sera spent um hendan dystin. Vit hava møguleikan at leggja okkum á odda í bólkinum við einum sigri, og tí hevur hann alstóran týdning fyri okkum, sigur Ásgeir Sigur- vinsson. Ísland hevur ein møgu- leika at koma víðari, men íslendingar hava enn ikki møtt Týsklandi, og tveir teir seinastu dystirnir eru ímóti varaheimsmeistarunum. Skotland hevur hinvegin Føroyar og Litava á heima- vølli og Týskland á útivølli í trimum teimum seinastu dystunum. – Vit mugu bara konsentrera okkum hendan dystin fyrst og fremt. Mínir spælarar vilja ikki vera við á tí fyrsta íslendska lands- liðnum, sum tapir ímóti Føroyum. Vinna vit á Før- oyum, kunnu vit fara at hugsa um Týskland, sigur venjarin. Ísland skal í veruleikan- um hava trý stig fyri at hava nakrar vónir um at koma víðari, og tí liggur trýstið á íslendingum. Tveir lyklaspælarar hava í seinastuni lagt skógvarnar á hillina. Teir eru Gudni Bergsson, sum spældi við Bolton, og Eyjólfur Sverri- son, ið spældi við Hertha Berlin. Bergsson spældi við ímóti Føroyum í fyrra dyst- inum, og hansara seinasti dystur á landsliðnum var ímóti Litava. Landsliðvenj- arin slær fast, at tað verður torført at seta nýggjar spæl- arar við, sum kunnu lyfta arvin eftir so royndar leik- arar. Ikki kann sigast annað enn at hagtølini tala fyri einum íslendskum sigri. Føroyar og Ísland hava spælt 19 dystir, tíggju í Íslandi og níggju í Føroy- um. Átjan ferðir hevur Ísland vunnið, og ein dystur endaði við javnleiki. Tað var í 1984, tá liðini spældu ein málleysan javnleik. Málúrtøkan hjá Íslandi í dystunum ímóti Føroyum er 61-10. Ásgeir Sigurðvinsson, íslendskur venjari: – Vit mugu finna okkara besta spæl Ásgeir Sigurvinsson og hansara menn skulu vinna á Føroyum fyri at hava møguleika fyri víðari luttøku í Euro 2004. Hann væntar ein sera torføran dyst ímóti Føroyum. Myndin er tikin á tíðindafundinum eftir tann seinasta dystin millum Ísland og Føroyar, sum íslendingar vunnu 2-1 Mynd: Álvur Haraldsen 17 16 Nr. 155 - 20. august 2003 Jákup Mikkelsen heldur, at nú hava føroyingar bíðað nóg leingi eftir fyrsta sigrinum á grann- unum fyri vestan FØROYAR – ÍSLAND Jóannes Hansen Tá ið útisetatalið verður sammett er eingin ivi. Ís- lendingarnir, sum dagliga stríðast í øðrum europeisk- um kappingum, eru nógv fleiri á landsliðnum, enn tað eru føroyingar,s um eru uttanlands og spæla fótbólt, og sum í dag skulu umboða Føroyar. Bara fýra spælarar, sum dagliga eru í íslendsku kappingini, verða í Gunda- dali í kvøld. Tríggir teirra eru í íslendsku leguni. Teir eru ÍBV málverjin, Birkir Kristinsson, verjuspælarin Ólafur Örn Bjarnason úr Grindavík og framrættaði Veigar Páll Gunnarsson, sum spælir við KR. Allir hinir fimtan íslendingarnir spæla aðra staðni. Tað var orsøkin til, at íslendsku spælararnir eru komnir so við og við til Føroya. Onkr- ir komu úr Íslandi sunnu- dagin, og aðrir komu úr Onglandi, Noregi og Dan- mark, hagar teir vóru kom- nir aðra staðni frá, mána- dagin. Í føroysku leguni er Juli- an Johnsson einasti spælar- in, sum er komin úr Íslandi. Jón Rói Jacobsen og Christian Høgni Jacobsen eru komnir úr Danmark, og so er tað Jákup Mikkelsen, sum sunnudagin kom úr Skotlandi. Dysturin í dag er tann fyrsti nakrantíð, at ein spælari á føroyska liðnum umboðar felag í bestu skot- sku deildini. Eingin ivi tykist vera um, at tað verður Jákup Mikkel- sen, sum í kvøld fer at verja føroyska málið.fyri 31. ferð. Longu í 1988, tá ið Føroyar 24. august spældu fyrsta altjóða skrásetta lands- dystin síðani FIFA lima- skapin – tað var í Akranesi ímóti Íslandi, sum vann 1-0 – var Jákup á beinkinum. Fyrstu ferð hann vardi før- oyska málið var eisini ímóti Íslandi. Tað var sunnudagin 2. juli í 1995, tá ið Føroyar taptu 2-0 í Neskaupsstaði. Síðani Føroyar og Íslandi fyrstu ferð hittust í 1930, hava Føroyar spælt í alt 25 landsdystir imóti Íslandi. Fleiri ferðir var talan um ís- lendskt B landslið, men síðani í 1972 hava íslend- ingar hvørja ferð manað seg við A landsliði. Í 1984, tá ið Jógvan Norð- búð hevði ábyrgdina av før- oyska liðnum, var úrslitið í Gundadali málleysur javn- leikur. Í øllum hinum dyst- unum hava íslendingar vunnið. – Um vit hugsa um dyst- argongdina hesar seinastu ferðirnar, tá ið vit hava spælt ímóti Íslandi, so hev- ur tað verið rættuliga tætt. Í Íslandi í juni var tað harmu- ligt, at teir fingu sigursmál- ið í evstu løtu. Talan var um eitt flott mál, men teir áttu ikki at havt fingið tað, tá ið tað var so lítið tíð eftir, sum tað vísti seg at vera, heldur Jákup Mikkelsen. Hann sigur seg vera sera uppsett- an til avbjóðingina ímóti Ís- landi, sum hann heldur vera rættiliga stóra. Spaniumenn standa fyri Landsliðið vandi tvær ferð- ir í fyrradagin. Í gjár vóru aftur tvær venjingar á skránni. Seinna venjingin skuldi vera á Svangaskarði klokkan 16 í gjár. Íslend- ingar vandu á Toftum í fyrradagin. Ætlanin var, at teir skuldu venja á Tórs- vølli í gjárkvøldið . Dómarakvartettin er úr Spania. Dómarin eitur Gonzaler Eduardo. UEFA umboðsmaðurin eigur Khennet Tallingar. Hann er úr Svørík. UEFA dómara- eygleiðarin er úr Fraklandi. Hann eitur Alain Delmer. Nú skal sigurin vinnast Jákup Mikkelsen heldur, at nú hava føroyingar bíðað nóg leingi eftir fyrsta sigrinum á grannunum fyri vestan. Her standa málverjarnir Jákup Mikkelsen og Jens Martin Knudsen saman við málmansvenjaranum Lars Høgh til venjingina mánakvøldið Mynd: Álvur Haraldsen Tað slagið av fótbólti, sum íslendingar spæla, hóvar væl før- oyska miðvallar- anum, sum roknar møguleikarnar góðar fyri at vera millum teir fyrstu ellivu hesa ferð ÚTISETI Í ÍSLANDI Jóannes Hansen Síðsti spælarin, sum mána- kvøldið kom á Hotel Før- oyar, var Julian Johnsson. Hann var ikki í Havnini fyrrenn um útvarpstíð mánakvøldið, eftir at hann umvegis Keflavík og Keyp- mannahavn hevði verið á flogi seks tímar. Sunnudagin var flogfar úr Íslandi og til Føroya, men tað bar ikki til hjá Juliani at koma styttsta veg, tí hann og liðfelagar- nir í ÍA á Akranesi spældu landskappingardyst á Akur- eyri sunnukvøldið. Tá ið Julian kom úr Hull og aftur til Føroya lá tað í luftini, at lívið sum fulltíð- ar fótbóltsspælari skuldi skiftast út við útbúgving og 1. deildarfótbólt í Før- oyum. Nú eru ætlanirnar broyttar. Julian Johnsson hevur fyri stuttum skrivað undir nýggjan sáttmála við teir á Akranesi, sum ber við sær, at Julian fer at spæla fótbólt í Íslandi í 2004 og í 2005. Í Íslandi fara teir undir fótbóltsárið stutt eftir nýggjár. – Kappingarárið í ár endar um mánaðarskiftið september/oktober. Síðsti dysturin í hesum kapping- arárinum verður steypa- finalan. Vit vóna at verða annar parturin í finaluni, og vit hava framvegis møguleika at røkka mál- inum. Vit eru í hálvfinal- uni, har vit skulu spæla ím óti KA av Akureyri, sum vit sunnukvøldið vunnu 3- 2 ímóti á útivølli. Hálv- finalan og finalan verða spæld á Laugardalsvøll- inum. Í landskappingini eru vit á fjórða plássinum. Vit vóna at røkka triðja plássinum, sigur Julian Johnsson, sum ikki heldur málini í steypakappingini og landskappingini vera burtur frá veruleikanum. – Í landskappingini hava vit leingi ligið niðarlaga. Vit hava verið óstøðugir. Vit hava vunnið og tapt og tapt og vunnið. Hesar sein- astu vikurnar hava vit fingið trý stig fleiri ferðir, og tað hevur havt við sær, at vit rættuliga hava gjørt eitt lop á støðutalvuni. Julian Johnsson, sum í kvøld verður fyri 52. ferð- ina á landsliðnum, tykist vera fullur í sjálvsáliti. Í fyrsta dystinum, eftir at hann var komin til Akra- nesar, sat hann á beink- inum. Hann varð settur á vøllin í 2. hálvleiki, og síð- ani hevur hann verið á vøllinum í øllum dyst- unum á tamb. – Íslendskur fótbóltur minnir bæði um norskan fótbólt og um tað slagið av fótbólti, sum vit spældu í Hull. Tað gongur skjótt fyri seg, og tað hevur stór- an týdning at vera krops- liga væl fyri, tí talan er um rættiliga nógvar nærdystir – bæði í luftini og á jørð- ini. Tá ið Føroyar og Ísland dystaðust á Laugardals- vøllinum fyrr í summar, sat Julian Johnsson á beinkinum alt fyrra umfar- ið. Hann varð settur á vøll- in eftir steðgin, og hann royndist millum teir stinn- astu. Tað var púra óvæntað, at Julian ikki var millum teir fyrstu ellivu, og sjalvur fjaldi miðvallarin ikki yvir, at hann var vónbrotin. Hesa ferð heldur hann møguleikan vera stóran fyri, at hann verður á vøll- inum frá fyrsta bríksli. – Eg kenni meg vera sera væl fyri eftir at hava verið við í nógvum tøttum uppgerðum í Íslandi. Har- afturat er neyðugt við ein- um nýggjum manni á mið- vøllinum, tí Fróði Benja- minsen er leikbannaður. Eg vóni, at tað verða boð eftir mær – tað eiga allir at gera – og eg veit, at tað verður neyðugt at stríðast allar 90 minuttirnar, um tað skal eydnast at fáa nakað burturúr ímóti ís- lendingunum. Hvat roknar tú við, at úr- slitið verður? – Talan verður um nógvar nærdystir. Eg veit ikki, um talan verður um so nógvar upplagdar mál- møguleikar, og býtið í málum verður ivaleyst eins tætt, og tað var, tá ið Før- oyar spældu í Reykjavík fyrr í summar. Ta ferðina mistu vit javnleikin í evstu løtu. Hesa ferð hava vit aftur møguleika at røkka javnleiki og kanska at vinna. Julian heldur fram í Íslandi C M Y K 16