mikudagur 20. august 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 155 - 20. august 2003
19
Áskoðarafelagið 12.
maður fýlist á, at eitt
atgongumerki til
landsdystin ímóti Ís-
landi kostar tað sama
sum atgongumerkini
til dystin ímóti fót-
bóltsrisanum Týsk-
landi
ATGONGUMERKI
Stefan í Skorini
Ikki kann sigast annað enn
at prísirnir á atgongumerkj-
um til landsdystir eru farnir
upp í loft síðan næstsein-
asta landsdystin.
Tá Føroyar seinasta heyst
spældi ímóti Skotlandi á
Svangaskarði kostaði eitt
atgongumerki umleið 170
krónur. Eitt ár seinni kostar
eitt atgongumerki til lands-
dyst ímóti Íslandi 250 krón-
ur. Hetta halda mong vera
alt ov nógv.
Tá Ísland og Skotland
kunnu samanberast í styrki,
og tí skuldi tað verið eins
áhugavert at hugt eftir ein-
um dysti ímóti Skotlandi
sum ímóti Íslandi.
– Tað eigur at vera ein
munur á prísinum, tá vit
spæla ímóti teimum stóru
tjóðunum sum Týsklandi,
og tá vit møta smærri lond-
um, sigur Regin Egholm
frá 12. manni. Prísurin fyri
eitt atgongumerki til lands-
dystin ímóti Íslandi er 250
krónur. Atgongumerkini til
landsdystin ímóti Týsk-
landi kostaðu tað sama.
Hann heldur, at tað eitt
eitt sera stórt lop í prís-
inum. Hann hevur funnið
nøkur gomul atgongumerki
fram. Hesi atgongumerkini
eru frá dystunum ímóti
Luksemborg og Sveis, sum
vóru fyri fáum árum síðani.
Tey kostaðu 170 krónur,
men nú kostar tað brádliga
250 krónur at fara til lands-
dyst.
Hann er bangin fyri, at
fólk fara at setast aftur, av tí
at tað kostar ov nógv, men
hinvegin hevur veðrið ofta
eins stóran týdning.
Nevndin setir prísin
Tað er nevndin í FSF, sum
ásetir prísin á atgongu-
merkjunum, og hon gjørdi
av, at prísurin fyri dystirnar
ímóti Týsklandi og Íslandi
skuldi vera tann sami.
– Vit vænta ikki, at fólk
fara at setast aftur av hesi
orsøk. Ísland er eitt áhuga-
vert mótstøðulið, tí at vit
hava møguleika fyri at fáa
stig í hesum dystinum. Eis-
ini er hetta okkara nærm-
astu grannar, og tí er spenn-
ingurin stórur, sigur Ísak
Mikladal, aðalskrivari í
FSF.
Vit kunnu bert staðfesta,
at eftir einum ári hevur FSF
lagt 80 krónur afturat prís-
inum fyri eitt atgongu-
merki, og at ein vandi er
fyri, at fólk setast aftur av
hesi orsøk.
John Petersen ásann-
ar, at plássið at spæla
í er minni ímóti ís-
lendingunum, enn tað
er, tá ið Skotland er
mótstøðuliðið
FØROYAR – ÍSLAND
Jóannes Hansen
Tað er eitt lítið ár síðani
størstu løtuna yvirhøvur hjá
John Petersen á landslið-
num. 7. september í fjør
skoraði hann tvær ferðir og
legði harvið Føroyar á odda
2-0 ímóti Skotlandi.
Nú vitjar Ísland í Føroy-
um. Tað er tætt stríð um
plássini í álopinum, men
tað má roknast sannlíkt, at
John Petersen aftur hesa
ferðina verður annar av
monnunum í fremstu røð.
John, sum í kvøld verður
á landsliðnum fyri 48. ferð
og sum tann sætti føroyski
spælarin kann røkka hálvt
hundrað
landsdystin
í
síðsta landsdystinum í ár (á
heimavølli ímóti Litava 10.
september), kennir væl ís-
lendskan fótbólt. Í 2000
spældi hann við Leiftri á
Ólafsfirði, sum tá var mill-
um tey stinnastu í bestu
deildini. leiftur luttók í
Intertoto Cup. Í fyrsta um-
farinum, sum var ímóti
Luzern skoraði John á úti-
vølli í Sveis, og í øðrum
umfari skoraði hann á
heimavølli ímóti franska
Sedan.
Tá ið vit spyrja John
Petersen, hvør stóri munur-
in er at spæla við føroyska
landsliðnum ímóti Skot-
landi og ímóti Íslandi, svar-
ar hann soleiðis:
– Í báðum førum er talan
um stóra mótstøðu, og í
báðum førunum hava vit
møguleika at røkka góðum
úrsliti. Tað sóu vit í fjør, tá
ið vit megnaðu javnleik
ímóti Skotlandi, og tá ið vit
fyrr í summar taptu 2-1 í
Reykjavík, tí teir skoraðu
sigursmálið í yvirtíðini.
Ímóti Skotlandi hava vit
altíð fingið pláss at spæla.
Teir hava ikki dekkað okk-
um so tætt, at vit ikki hava
fingið møguleika at taka
bóltin til okkara og spæla
hann víðari. Bæði í íslend-
sku landskappingini og eis-
ini í landsdystunum ímóti
Íslandi hevur tað verið so-
leiðis, at teir hava dekkað
okkum heilt tætt. Tað hevur
so at siga ikki borið til at
fingið tak á bóltinum, áðr-
enn tað hevur verið neyðugt
at senda hann víðari.
Hvør er so heilivágurin,
tá ið Ísland er mótstøðulið-
ið?
– Vit spældu ikki væl í Ís-
landi fyrr í summar. Okk-
um eydnaðist ongantíð at
fáa tak á spælinum. Teir
vóru skjótir á okkum, og vit
mistu bóltin alt ov skjótt.
Um spælið skal eydnast, so
mugu vit fyri tað fyrsta
flyta okkum nógv, soleiðis
at bólthaldarin hevur fleiri
møguleikar at senda víðari.
Tað er eisini alneyðugt, at
vit sjálvsálitið hjá okkum er
so mikið stórt, at vit tora at
spæla. Um vit fara at
sparka, so tapa vit, tí teir
eru helst eitt sindur betri
fyri enn vit kropsliga, sjálvt
um vit hava fleiri spælarar á
liðnum, sum eru góðir í
luftini, og fleiri sum eisini
megna nærdystirnar á jørð-
in i væl. Um tað eydnast
okkum at spæla saman og
at bjóða av í ein móti einum
støðum og at sneiða fram-
við teimum, so røkka vit
langt. Tað ræður um at fáa
teir at hava virðing fyri
okkum, so teir ikki fara at
hanga so tætt uppi í okkum,
heldur John Petersen, sum
leggur afturat, at tað í
verjupartinum ikki er minst
týdningarmikið at byrgja
fyri innleggunum.
Mugu mynda meiri
John Petersen roknar ikki
við, at íslendingarnir eru
serliga hugaðir í at vera við
til at mynda undirhaldandi
fótbóltsspæl.
– Á Laugardalsvøllinum
megnaðu vit ikki at spæla
tað, sum vit ofta hava gjørt.
Ísland hevði leikliga yvir-
vág, men teir spældu nógv
við longum sendingum. Í
íslendskum fótbólti verða
nógvir dystir avgjørdir í
sambandi við deyðbólts-
støður. Málini verða skorað
í sambandi við fríspørk og
hornaspørk. Soleiðis var
tað eisini, tá ið teir vunnu
2-1 á okkum. Annað málið
fingu teir eftir fríspark, og
hitt fingu teir eftir innlegg
úr borðinum.
Og úrslitið?
– Í Reykjavík spældu vit
ikki væl, og tá vóru vit heilt
tætt við at fáa javnleik. Eg
havi spælt tríggjar ferðir
ímóti Íslandi, og tað hevur
verið nær við hvørja ferð.
Fyrsta ferðin var í Höfn í
1997. Tá taptu vit 1-0. Teir
skoraðu málið, tá ið 2.
hálvleikur var 52 minuttir
gamal. Onnur ferðin var á
Tórsvølli fyri fýra árum
síðani. Ta ferðina skoraðu
teir sigursmálið í 3. minutti,
men vit vóru tætt við, tí
Allan Mørkøre misnýtti
brotsspark ta ferðina. Ís-
lendingar eru drúgvir, men
vit eiga at hava møguleika
ímóti teimum, heldur John
Petersen, sum er tann av
spælarunum,
sum
nú
mynda landsliðið, ið hevur
skorað flest mál.
Bólkur 5
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1 Týskland
5
3 - 2 - 0
8
3
5
11
2 Ísland
5
3 - 0 - 2
9
5
4
9
3 Skotland
5
2 - 2 - 1
7
5
2
8
4 Litava
6
2 - 1 - 3
4
9
-5
7
5 Føroyar
5
0 - 1 - 4
4
10
-6
1
FÓTBÓLTUR
TíÝindaskriv
12. Maður skipar fyri upphiting til dystin
Føroyar-Ísland á Tórsvølli mikudagin.
Á skránni er ókeypis andlitsmáling,
felagssangur, tipping o.a.
Eisini verður søla av fløggum, turru-
kløðum, húgvum, blusum o.ø.
Nógv góð tilboð til limirnar. Havi
limakortið við.
12. Maður bjóðar ókeypis øl & soda-
vatn til limirnar. Nýggir limir kunnu
tekna seg.
Byrja verður kl. 15.00. Kl. 18.15 verð-
ur skrúðgonga niðan á Tórsvøll.
Øll eru vælkomin.
12. Maður hitar upp í Club 20
Prísirnir upp í loft
Prísurin fyri eitt atgongumerki til landsdystir hjá Føroyum eru
farnir upp í loft. Myndin av áskoðarum er frá dystinum
millum Føroyar og Sveis á Svangaskarði, tá tað bert kostaði
170 krónur at fara til landsdyst
Savnsmynd
Tað ræður um at spæla
rundanum íslendingarnar
– Í Reykjavík spældu vit ikki væl, og tá vóru vit heilt tætt við at fáa javnleik, sigur John Petersen
um tann síðsta dystin ímóti Íslandi, og hann hevur góðar vónir um at fáa eitt gott úrslit
hesuferð
Mynd: Álvur Haraldsen
19
18
Nr. 155 - 20. august 2003
Landsliðsvenjarin
hevur positivan
trupulleika, tá ið
hann skal gera av,
hvørjir skulu spæla í
aftastu røðini, meðan
hann ongantíð sum
hesa ferð hevur sakn-
að stóra álopstrumfin
TEIR FYRSTU ELLIVU
Jóannes Hansen
Tað er skilagott at broyta
liðið so lítið, sum tað ber
til. Hetta er og hevur verið
hugburðurin hjá landsliðs-
venjaranum, og Jógvan Mart-
in Olsen endurtók hetta í
vikuskiftinum.
Um hetta er reglan, og
tað ikki verður gjørt undan-
tak frá henni, so hevði
spurningurin um, hvørjir
ellivu skulu á vøllin í kvøld,
snúð seg um, hvør skal
spæla í høgra borði í staðin
fyri Jákup á Borg, og hvør
skal spæla á sentrala mið-
vøllinum í staðin fyri Fróða
Benjaminsen. Hesir báðir
vórðu leikbannaðir eftir gul
kort í síðsta landsdystinum,
sum var ímóti Týsklandi á
heimavølli 11. juni.
Ta ferðina sá føroyska
liðið soleiðis út: 1. Jákup
MIKKELSEN,
30/–56,
Molde – 3. Jóhannis JOEN-
SEN, 16/0, FS Vágar, 2. Óli
JOHANNESEN 61/1 lið-
formaður, Hvidovre IF, 5.
Jón Rói JACOBSEN 12/0
Brøndby IF, 4. Pól THOR-
STEINSSON 28/0 B36 – 9.
Jákup Á BORG 28/1 B36
(14. Hjalgrím ELTTØR,
8/0 KÍ, 62.), 8. Julian S.
JOHNSSON 51/3 B36, 7.
Fróði BENJAMINSEN 22/1
B68, 6. Rógvi JACOBSEN
21/2 HB – 10. John
PETERSEN 47/6 B36, 11.
Christian Høgni JACOB-
SEN 17/2 NSÍ (18. Jann
Ingi PETERSEN 4/0 B68,
74.)
Hjalgrím Elttør avloysti
ta ferðina Jákup á Borg.
Fróði Benjaminsen var ta
ferðina allar 90 minuttirnar
á sentrala miðvøllinum
saman við Juliani Johns-
son. Mest upplagdi mið-
vallar avloysarin, Jann Ingi
Petersen varð settur inn fyri
Christian Høgna Jacobsen í
álopinum. Tá fór Hjalgrím
Elttør fram í álopið, meðan
Jann Ingi fór á miðvøllin.
Um liðið skal broytast so
lítið, sum tað ber til hesa
ferð, so verður Jann Ingi
Petersen sentralur miðvall-
ari í staðin fyri Fróða
Benjaminsen, og Hjalgrím
verður í høgra borði á mið-
vøllinum.
Verjan
Men tað verða ivaleyst
framdar fleiri broytingar
enn tær báðar, sum skulu
gerast. Í aftastu røðini var
Súni Olsen ikki tøkur ímóti
Týsklandi. Eftir at tað varð
greitt, at Jens Kristian Han-
sen ikki fór at verða tøkur
til fyrstu undankappingar-
dystirnar í ár, hevur Henrik
Larsen havt Súna Olsen
sum fyrsta val á vongverj-
anum í vinstru. Nú er Súni
komin fyri seg eftir skaðan,
sum helt honum burtur fyrr
í summar. Tí verður hann
vongverji í vinstru hesa
ferð.
Pól Thorsteinsson vikari-
eraði í vinstra borði ímóti
Týsklandi. Talan var um
neyðloysn, og hóast Pól
onkra ferðina áður eisini
hevur verið í vinstra borði,
so hevur talan altíð verið
um neyðloysnir.
Pól verður roknaður sum
ein av sjálvskrivaðu monn-
unum á liðnum. Hann er
skjótur, hevur gott eyga fyri
spælinum, og hann megnar
væl at luttaka í framrættaða
spælinum. Ikki minst hetta
síðsta er týdningarmikið, tá
ið ætlanin er, at liðið skal
spæla og ikki sparka fót-
bólt.
Spurningurin er so, hvørj-
ar broytingar skulu gerast
fyri at fáa Pól inn á annað
pláss. Tað er í hesum at
landsliðsvenjarin hevur ein
positivan trupulleika. Jóhan-
nis Joensen var í juni mið-
verji ímóti Íslandi og vong-
verji ímóti Týsklandi. Báðu
ferðirnar spældi hann sum
ein brandur. At hann – hó-
ast gott avrik í Reykjavík –
ikki fekk miðverjuplássið
aftur ímóti Týsklandi, sum
hann hevði røkt so fyri-
myndarliga ímóti Íslandi,
boðar frá, at venjarin velur
Óla Johannesen framum
Jóhannis Joensen í miðverj-
una. Óli var leikbannaður
ímóti Íslandi. Umframt
ímillum hesar spælararnar
skal venjarin eisini hava
Hans Fróða Hansen í huga.
Hann hevur verið sannur
brandur í B68 miðverjuni,
síðani hann undan ferðini
til Íslands varð settur av
landsliðnum.
Jón Rói Jaocbsen er
sjálvskrivaður í miðverjuni,
Súni Olsen er sjálvskrivað-
ur á vinstra vongverja, og
so er spurningurin, um tað
verða Jóhannis Joensen ella
Pól Thorsteinsson, sum
verða í høgru, og um tað
verða Óli Johannesen ella
Hans Fróði Hansen, sum
verða í miðverjuni. Út frá
undanfarnu ferðunum er
mest upplagt at hella til, at
venjarin fer at velja Pól og
Óla. Men liðformaðurin og
metmaðurin er ivaleyst
meiri hóttur hesa ferð, enn
hann hevur verið nógvar
tær seinastu ferðirnar av
teimum 61 landsdystunum,
sum hann hevur spælt. Tað
skuldi ikki undrað, um
Hans Fróði Hansen verður
valdur tikin framum Óla
Johannesen.
Tunnligt á miðjuni
Tað eru fýra møguleikar
fyri síðumanni hjá Juliani
Johnsson á sentrala mið-
vøllinum. Ein er Jann Ingi
Petersen, sum fekk møgu-
leikan fyri Julian ímóti Ís-
landi, men sum bara spældi
fyrra umfarið. Ein annar er,
at Atli Danielsen, sum hev-
ur verið sera sannførandi á
KÍ liðnum, síðani hann
varð settur í hetta plássið,
fær møguleikan. Triði møgu-
leikin er, at Rógvi Jaobsen
verður fluttur úr vinstru og
í hetta plássið. Um Rógvi
verður fluttur úr vinstru,
verður tað neyðugt at finna
nýggjan miðvallara í vin-
stra borði. Tað verður so
Andrew av Fløtum. Og
fjórði møguleikin er, at
John Petersen verður fluttur
aftur á miðvøllin. Hann
røkti ofta hetta plássið, tá ið
Allan Simonsen var venj-
ari. John hevur ikki verið í
hesum plássinum seinastu
tvey árini, men kanska
hevði tað hesaferð verið
gott hugskot at flutt hann
eitt sindur aftur.
Tá ið Jógvan Martin Ol-
sen hevur tosað um at fáa
meiri ferð í álopspartin, enn
tað hevur verið, so kann tað
bera boð um, at teir ikki
ætla at Andrew av Fløtum
og John Petersen skulu
spæla saman, og at teir ikki
ætla at John Petersen og
Christian Høgni Jacobsen,
sum mannaðu álopið ímóti
Týsklandi, skulu spæla
saman. At John Petersen
verður fluttur aftur á mið-
vøllin loysir hendan trupul-
leikin, um tað ber til at siga
tað soleiðis.
Todi Jónsson er so væl
fyri nú, sum hann ongantíð
hevur verið áður. Um hann
hevði verið í álopinum
ímóti Íslandi í kvøld hevði
talan verið um heilt øðrvísi
uppgávu bæði fyri íslend-
ska og føroyska liðið, enn
tað nú verður. Men Todi
heldur seg ikki hava før-
leika at røkja landsliðssess
samstundis sum hann spæl-
ir nógvar dystir fyri FCK.
Tí er hetta als ikki eitt tema
í landsliðshøpi. Men eingin
ivi man vera um, at tað
hevði borið heilt nýggjar
møguleikar við sær, um
hann var tøkur.
Eingin ivi er um, at Jákup
Mikkelsen fer at verja mál-
ið í kvøld, og tað verður
neyvan langt av leið, um
liðið verður mett at fara at
síggja soleiðis út: Jákup
Mikkelsen – Pól Thor-
steinsson, Jón Rói Jacob-
sen, Hans Fróði Hansen/Óli
Johannesen, Súni Olsen –,
Julian Johnsson, Jann Ingi
Petersen, John Petersen,
Rógvi Jacobsen –, Christ-
ian Høgni Jacobsen/Hjal-
grím Elttør, Andrew av
Fløtum.
Teimum ellivu, sum fara
á vøllin, verður ynskt góða
eydnu. Við allari virðing
fyri íslendsku grannunum
og við øllum góðum ynskj-
um fyri teirra stríði at
sleppa upp í part í fyrsta
endaspælinum nakrantíð,
so hevði tað verið hugaligt,
um tað í kvøld fyri fyrstu
ferð nakrantíð hevði eydn-
ast at fingið øll stigini frá
íslendingum.
Nógvir um boðið í verjupartinum
Óli Johannesen og Jóhannus Joensen práta saman undir venjing. Jóhannus hevur spælt sum ein brandur tveir teir seinastu dystirnar, og spurningurin er, um hann
aftur fer at fáa álit frá venjaranum, nú nógvir verjuleikarar eru tøkir. Royndast føroyski landsliðsleikarin, Óli Johannesen, verður helst at síggja í føroysku verjuni
í kvøld
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
18