Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. august 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 155 - 20. august 2003 Nr. 155 - 20. august 2003 21 Í sambandi við tær sera áhugaverdu út- varpssendingarnar »UFO yvir Føroyum« sum Gunnar Nolsøe leggur til rættis, hava vit funnið hesa grein- ina fram, sum stóð í Dagblaðnum fyri 49 árum síðan, tann 20. juli 1954 UFO Magnus Gunnarsson Greinin í Dagblaðnum 20. juli 1954 var hendan: Eru teir »flúgvandi borð- iskarnir« veruligir – ella er tað sjónhvørvingar Í fleiri ár hevur í bløðunum verið skrivað um og í út- varpstíðindum sagt frá, at fólk hava sæð teir sokallaðu flúgvandi borðiskarnar, flúgvandi tallerkarnar »fly- ing sausers«, sum teir verða nevndir á enskum. Tað hava bøkur verið skrivaðar um hetta evni, ikki minst hava skrivandi menn útnyttað borðiskarnar til at skriva søgur um ferðir til aðrar knøttar í himmal- rúminum. Fólk yvirhøvur siga allar- helst at hetta er tvætl, tað kunnu ikki finnast livandi kykt uttanfyri knøtt okkara, sum eru komin so langt, at tey hava flogfør, sum ferð- ast í himmalrúminum og vitja okkum. Serstakliga í Amerika hevur verið skrivað nógv um hetta mál, og tað er prógvað, at meginparturin av tí er humbukk. Men framvegis er tað eftir, at fólk hava sæð í himmal- rúminum lýsandi lutir, ið eingin frágreiðing er um. Tá sólarmyrkingin var, fór eitt flogfar í Noreg upp um skýggini at fotografera myrkingina. Á filminum sum seinni er framkallaður, eru tvey lýsandi punkt sum fluttu seg. Meteorelogar hava kannað myndirnar, og halda at blettirnir kunnu vera ljósblettir, men tora einki víst at siga. Vísinda- menn fara nú at kanna myndirnar og siga ikki at tað er ómøguligt, at hetta kann vera »flúgvandi borð- iskar«. Í hvussu er eru myndirnar tiknar av nøkr- um heilt øðrum, so nøkur falsing er ikki talan um. Tað eru nøkur sum trúgva uppá flúgvandi borðiskar- nar. Millum teirra er bretski floggeneralurin, Downing lordur, sum eina tíð var ov- asti fyri bretska jagaraflog- herinum. Hann sigur seg ivaleysan í, at tað eru liv- andi kykt á øðrum planet- um, men at hesi »fólk« eru klókari enn vit. Hann held- ur, at hesir sokallaðu flúgv- andi tallerkarnir eru mann- aðir við hesum fólkum, og tað at teir koma her, er eitt lið í kanningum av himmal- rúminum. Hann heldur at hesir fremmandu vilja okk- um einki ilt, um vit einki gera teimum. Í Amerika hevur majorur, sum eitur Donald E. Key- hoe, skrivað bók um borð- iskarnar, hann hevur fleiri ferðir fyrr roynt at prógva, at borðiskarnir eru ikki sjónhvørvingar ella lutir sum verða misskiltir. Hann endar bók sína við at siga, at viðhvørt hava fólk noktað fyri øllum, tey ikki kundu skilja, meðan tey viðhvørt viðganga at tað er so mangt millum himmal og jørð, sum tey einki vita um. Roynt hevur verið at geva ymiskar frá- greiðingar, til prógvini eru so greið, at fólk mega fáa veruligar upplýsingar. Hann heldur at eingir myndug- leikar vilja siga seg 100% trúgva upp á flúgvandi borðiskar, fyrrenn teir so at siga hava hildi á einum – annars kunnu teir koma at gera seg sjálvan til gjøldur. Keyhoe hevur kannað frá- greiðingar um lutir, sum sæddir eru seinastu árini, sum stjórnin fyri amerikan- ska loftherflotan hevur savnað, men sum teir ikki vita, hvat ið er. Hann sigur sum er, at tað mesta sum skrivað er um hetta mál, er tvætl, men vísir á dømi, hvar fleiri í senn hava sæð hesi merkiligu loftførini. Keyhoe sigur hvussu hes- ir ymsu flúgvandi borðisk- arnir síggja út. Tað er eitt slag av »móðurskipum«, í skapi sum ein sigar og fleiri 100 metrar long, frá teim- um verða send smá flogfør – »undirkoppar«, hesir eru smáir, frá 15 cm til 30-40 metrar í tvørmáti, rundir og tjúkkastir á miðjuni. Hartil er eitt triðja slag, sum líkist móðurskipum í skapi, men nógv minni – hesir koma nærri jørðini og flúgva við ferð ið er 1500-2000 km um tíman. Tallerkarnir og móðurskipini flúgva annars við ferð, ið er frá fáum hundrað til 10.000 km um tíman. Tey kunnu standa still í luftini, mala runt, flúgva upp og niður og allar vegir. Hesin sami Keyhoe sigur, at hesir merkiligu lutir eru ikki russisk ella amerikan- sk loynivápn men før frá øðrum planetum mannaði við hugsandi »fólkum«, hann heldur at í fleiri hundrað ár hava hesi »fólk« kannað knøtt okkara. At kanningarnar hava verið so ágrýtnar seinastu árini, sig- ur Keyhoe kemur av, at lagt hevur verið til merkis tær atomroyndir sum hava ver- ið á jørðini, og hesi »fólk- ini« vilja nú hava at vita, hvat er áfatt og hvat menn- iskjuni ætla við hesum, og at hesir »fremmandu« eru greiðir yvir, at menniskju hugsa sjálvi um at byggja flogfør, sum kunnu røkka til aðrar planetir. Bæði Downing og Key- hoe skulu vera menn, sum eru kendir, og sum ikki kann sigast um, at teir bara finna upp á nakað. Nakað annað er at fólk yvirhøvur tó munnu velja at vera ivasom og helst vilja síggja, áðrenn trúð verður. Tey flestu munnu við ein- um orði siga um flúgvandi borðiskarnar »Tvætl« og so leggja afturat: Men tað er jú so mangt millum himmal og jørð, vit einki vita um. -lin. Flúgvandi borðiskar UFO stendur fyri »Uidentificeret Flyvende Objekt«. Um loyndarmálið við eini UFO seinni bleiv uppklárað, varð tað ein IFO, »Indentificeret Flyvende Objekt« Ymiskar teknarar hava gjørt sær sína hugsan um, hvussu flúgvandi borðiskarnir síggja út Býráðsfundurin fluttur Býráðsfundurin, ið lýstur er at verða 28. august, verður ístaðin mánadagin 25.august 2003 kl.16.00. Runavíkar býráð Útbúgving í pedagogikk, stakgrein, við serligum atliti at pedagogiskum menningararbeiði Føroya Læraraskúli og JydskCVU skipa í felag fyri útbúgving í pedagogikk, stak- grein, við serligum atliti at pedagogisk- um menningararbeiði. Útbúgvingin verður á Føroya Læraraskúla. Sama útbúgvingin verður í Danmark skipað sambært lóg um »Åben uddann- else«. Henda stakgrein vendir sær serliga til pedagogar, lærarar og onnur, sum starvast innan pedagogiska økið og almannaøkið. Lesturin er skipaður í eindir við viðkomandi ástøði- ligari undirvísing, tveir til fýra dagar hvørja ferðina og kann enda við próvtøku hjá teimum, sum vilja tað. Ímillum hvørja eindina eru uppgávur og nakað av sjálvlestri. Ætlanin er at byrja 9. september 2003 og at enda í juni 2004. Kostnaðurin er 6.000 kr. Nøkur pláss eru eftir. Tilmelding á Føroya Læraraskúla innan 27. august 2003.08.15 Føroya Læraraskúli Frælsið 20 Postrúm 348 FO-110 Tórshavn, Tlf. 313501 ella 225328 E-mail: flsk@flsk.fo Ítróttarhøllin á Giljanesi Tey, sum ætla at leiga Ítróttarhøllina á Giljanesi veturin 2003/2004, skulu senda skrivliga umsókn til: Hallar- & Skúlanevndina v/Jógvan S. Hansen FO-360 Sandavágur Teldupostur: jogvan.sjurdur@sandavagur.fo innan 27. august. www.sosialurin.fo C M Y K 21 20