Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-10-27, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. oktober 1995síða 24

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

0 Se Sø EM Se — Bd, dere Nr. 206 — 27. OKTOBER 1995 tíðindablaðið 25 Frá foroyska Bahá'í samfelagnum: Allar tjodir eru komnar til eitt vegamót í sambandi við at Sameindu Tjóðir í ár hátíðarhalda at 50 ár eru liðin síðani felags- skapurin varð stovnaður, hevur Altjóða Bahá'í samfelagið greitt úr hondum eina yvir- lýsing, sum verður almannakunngjørd kring alla jórðina Bahá'u'llah hevur sagt, at „Jerðin er bert eitt land og menniskjuni íbúgvar tess“ Bahá í trúgvin lærir, at sannur átrúnaður fremur eind og at eind er grund leggjandi treyt, um friður skal koma at valda í heim inum Við trúgv uppá at Sam eindu Tjóðir umboða stóra roynd at sameina heimin hava bahá íar frá fyrstu tid stuðlað arbeiðinum hjá $1 á allan gjørligan hátt. Ba há í Altjóða Samfelagið lut tekur við eygleiðandi lima skapi í ST-stovnum Limalondini í ST eru nú av álvara farin at tosa un itøkilig uppskot og verkæt! anir, sum kundu gjørt tað gjørligt hjá felagsskapinun at fara undir tær avbjóðing ir, sum standa fyri durum Eitt vandamál, sum mesta kjakið helst fer at snugva seg um, hesi truplu árini av 20. eld, er framkoman av nýggjum altjóða stovnum, og broyt ingar av teimum verandi Yvirlysingin, sum Bahå í Altjóða Samfelagið hevur greitt ur hondum, í sam band: við 50 ára hátíðar hald Sameindu Tjóða, varð latin teimum ymisku uttan ríkisráðharrunum. leiðar unum og umboðunum áðrenn tey fóru á topp fundin í New York, sum verður hildin í degunum 22.-25. oktobur í ár. Vónin er, at yvirlýsingin verður ein hjálp hjá heimsins tjóð um i altjóða fridartilgongd- ini Vit vilja fegin geva ødrum foroyingum lut í yvirlýsing ini, tí vit halda tað vera rætt, sum stendur í skrivinum kjakið um framtíðar heimsskipanina má vera viðkomandi hjá allari mannaættini, soleiðis at oll við stórum áhuga luttaka í kjakinum. Hetta kjakið hevur so stóran tydning, at tað er ikki nóg mikið at lata tað upp í hendurnar á leið arunum - tað veri seg inn an stjórnir, handilsskap, vísind, trúgv ella leiðarar úr ødrum felagsskapum Iverturímóti: hetta kjakið má upptaka kvinnur og menn á grasrótastoði. Breid seinastu luttøka fer at tryggja, at til gongdin styrkist av sær sjálvari, við tað at fleiri og fleiri verða varug við, at vit øll eru borgarar í sama heimi. Hetta førir aftur vid sær økta undirtøku fyri ein ari víðkaðari altjóða skip an Vit hava valt at tyda ein av teimum fimm pørtunum Í yvirlysingini úr enskum „Ásannan av søguliga samanhanginum: ein åheitan å heimsins leiðarar“. Bahá í Altjóða Samfelagið hevur ta áskoðan, at or kymlandi stødan, sum heimurin í dag er í, og tann vanlukkuligi standurin av menniskjans viðurskiftum, er eitt náttúrligt skeið í eini livandi tilgongd, sum uttan nakran iva fer at føra fram til sameiningina av manna ættini í einum samfelag sum umfatar allan heimin Mannaættin, sædd sum ein serstok. livandi eind, er farin igjøgnum stigvisa menning, sum kann såm stigini sum pinkubarn og óviti í liv unum hjå einstøku limum hennara. Nú er hon komin í hæddina av buldruta ung dóminum og er umsíðir á veg til tilkomna lívið Mannagongdin av heims fevnandi sameining í heild sum longu er veruleiki, tá talan er um handilsskap. fíggjarmál og samskifti, er eisini farin at vera sjónlig á politiska leikpallinum Seguliga hevur skundað verið undir hesa tilgongd av knappligum og ræðsluvekj andi hendingum. Tað vóru oyðingarnar, sum Fyrri og Seinni Heimsbardagi førdu vid sær, sum brutu slóg fyri Fólkasamgonguni ogsíðani Sameindu Tjóðum. Tað er óvíst um framtíðar úrslit eisini skulu røkkast eftir at slíkir ræðuleikar, sum vit ikki klára at ímynda okkum eru farnir fram; ella um vit klára at gera framstig við sjálvboðin at luttaka í sam- ráðing tjóðanna millum. Hetta verður valið, sum all- ir íbúgvar á jørdini mugu gera. Eydnast tað íkki at fara avgjørd til verka, prógvar hetta markleyst samvitskuloysi og ábyrgd- arloysi. Eftirsum yvirvaldið í løt- uni er hjá tjóðarstatunum, er uppgávan at avgera ná- greiniliga bygnadin av kyknandi altjóða stýrisskip- anini ein skylda, sum hvílir á dagsins stjórnarleiðarum og stjórnum Vit heita á leiðarar á oll um stigum, at tey sjálvboð in mugu taka sær tann leik lut at skunda undir eina samankallan av heimsins áðrenn henda øldin er av, til tess at um hugsa hvussu altjóða stýr ingin kann verða endur skoðað og endurbygd, so at hon kann ganga teimum avbjóðingum á meti, sum heimurin kemur at stríðast við. Sum nøkur longu hava skotið upp. kundi hesin metast við leiðarum fundur verið kallaður „Heimsráðstevna á hægsta stigi um Altjóða Stýrisskip an“ Henda ráðstevna kundi bygt á royndirnar, sum eru fingnar frá rødini av sera væleydnadum ST rådstevn um fyrst i 90-årunum. Hes ar rådstevnur, m.a. Ráð- stevnan um børn i 1990, Jardar Rådstevnan i 1992 Rådstevnan um Manna rættindi i 1993, Altjóða Ráðstevnan um Fåølka vøkstur og Menning í 1994 Heimsrådstevnan fyri Sos iala Menning i Fjórða Kvinnurådstevnan í 1995, hava lagt stødi undir nýggjar arbeiðshættir fyri altjóða gjøllari umhugsan um trupul málsoki Sjålvstøduga luttøkan av oheftum felagsskapun hevur verið ein lykil ti framgongdina í hesi um- hugsan og kjaki. Nærlagdar samráðingar millum stjornarsendinevndir um broytingar í heimsins pol itiska, sosiala og búskap arliga bygnaði, hava fingið vitan frá og hava tikið skap undir ávirkan av áhaldandi luttokuni hjá hesum felags skapum, sum aloftast end urspegla tervin og áhugan hjá fólkum á grasrótastoði Tað er eisini merkisvert, at hverja ferð ein rådstevna varð hildin, gjørdi savnanin av heimsleiðarum, har eisini óheftir felagsskapir og heimsfjølmidlar sluppu framat, sitt til at vandamál ini á rådstevnuni vórðu við - urkend sum týdningarmik- il. Tað varð eisini gjert greitt, at tey høvdu altjóða áhuga Tað hevði verið klókt av heimsins leiðarum at lært av hesum royndum, tá ið tey fara undir at fyrireika hesa ynskiligu rådstevn- una, til tess at rokka so víða um sum møguligt og til tess at tryggja vælvild og stuðul frá heimsins fólkaslegum. Summi bera ótta fyri, at altjóða politiskir stovnar, sum frálíður, uttan iva fara at vaksa seg til eina um- sandi midsavnan og heimildarleysa suggu av pappírsveldi. Tað er al neyðugt at opinskárað og avgjørt verður staðfest, at allir nýggir bygnaðir fyri Heimsstýrisskipan mugu bæði í orði og verki, tryggja at ábyrgdin og avgerðirnar verða verandi á hóskandi stigi At finna ta røttu javn vågina er kanska ikki altid lætt. Hinvegin, so kunnu verulig menning og itøkilig framstig bert verða rokkin um fólk sjálvi taka lut, bæði sum einstaklingar og í 1995 og , bólki, i samsvar við serligan áhuga og tørv, sum eyð kennir teirra tíð og staðið, tey hoyra til. Onkur kundi ført fram, at miðspjaðingin av stýringini eru fyrsta for treytin fyri menning. Hin vegin er tað skilligt, at ein altjóða skipan krevur eina ávísa heimsfevnandi stýr ing og samskipan. Tí er tað neyðugt, í samsvari við meginreglurnar fyri mið spjaðing. sum nevndar vórðu omanfyri, at altjóða stovnar skulu fáa myndug leika til at taka itøkilig stig men bert tá ið talan er um mál, sum krevja altjóða áhuga. har lond ikk eru for fyri at taka neyðug stig. Harumframt skulu altjóða stovnar hava rætt ti at leggja uppí, fyri at verja rættindini unum og limalondunum Oll onnur viðurskifti áttu at verið í hondunum á tjóð arligum ella lokalum stovn um Harafturat er neyðugt, at leiðarar, tá ið teir skulu áseta nágreiniligu karmar nar fyri eini framtíðar al tjóða skipan, leggja seg eftir at kanna eitt breitt úrval av meguligum stýrisnættum Heldur enn at evna eina loysn til eftir bert einari av viðurkendu stýrisskipan unum, átti loysnin at fevnt um teir gagnligu lutirnar, sum eru at finna i hvørjari teirra. Málið må vera at miðja ímóti samsvari og til laging av fjølbroyttum lut um og tonkum Sum dømi um eina longu roynda stjórnarskipan sum meguliga kundi hýst heimsins fjølbroyttleika innan sameindar karmar, er Samveldisskipanin Samveldisskipanin hev- ur roynst munadygg í royndunum at miðspjaða myndugleika og avgerðar- rætt í stórum, floktum og fjølbroyttum londum, sam- stundis sum heildareind og stødufesti vórðu tryggjadi í åvisan mun. Ein onnur skipan, sum er verd at kanna gjøllari, er Tjóðarsamgongan, sum á altjóða stødi hevði sett åhugamålini hjá heildini fram um åhugamålini hjá nakrari einstakari tjóð Sera vandalig má fram ferðin vera, tá ið bygnað urin í Altjóða Skipanini ska teknast, soleiðis at hon ikki sum frálíður skal avskeplast til nakað slag av harðrend um einaræði, fámanna veldi ella fjøldarvilling, sum spillir lívið og virkið hjá stýrisskipanarásetandi politisku stovnunum Í 1955, meðan fyrsta 10 áraskeiða-endurskoðanin hjá folkasløg iv ST-såttmålanum fór fram, handaði Bahá í Al tjóða Samfela eina yvirlysing, sum var bygd á ugbirtingar á Bahåu vórðu orðaðar nærum eina old framm anundan. „Bahá í hugtakið av Heimsskipan verður lýst við hesari målbering: Ein altjóða yvirvøld, sum allar heimsins tjóðir hava játtal at skipa seg undir. Allar tjóðir síga frá sær eitthvert krav til rættin at fara í hern að, ávís rættindi at áleggja skatt á borgarar, og oll rætt indi til at hava vápn, uttan til tess at tryggja landaskili innan teirra ávíkavísu mørk. Hendan yvirvøld má eisini fevna um: ein altjóða útinnandi myndugleika, sum er forur fyri at fremja ovasta og óafturvísandi yvirvald yvir hverjum lima landi i tjóðarsamgonguni, sum kundi farið at treiskast; eitt heimsting hvers limir verða valdir av fólkunum í åvikavisu londunum og hvers val verður váttað at stjórnunum í åvikavisu londunum; Ein Ovasta Domstol hvers døming er bindandi, sjålvt í forum har partarnir ikki sjált bodnir í semju hava latið málið upp í hendurnar á dómistólinurm Hah. sum Jr [ Heystið Hóast vit trúgva at henda orðingin av eini heims stjórn bæði er hitt best hugsandi trygdarskjólið og óumgangiliga lagnan mannaættini, so viður kenna vit, at hon umboðar eina langtíðar ímynd av einum heimsfevnandi samfelag Tå åtrodkandi standurin i heiminum í dag verður havdur í huga, er greitt, at heiminum tørvar bersøgn ar, virknar og gjørligar æt! anir, sum rokka longur enn hugvekjandi ímyndir av framtíðini. Og tó, um vit venda eygunum at einum tvingandi hugtaki, so fer ein klár og ålitandi leið gjøgn um stigvísa broyting at koma til sjóndar burturúr móruni av ósambæriligum áskoðanum og lærusetn ingum' Restin av skrivinum fæst å Feroysku Bahá'í Midstød ini í Djóna í Geilsgetu 19 Havn, tlf. 15025 f} Nú fara teir móti sunnanlondum, syngjandi og gólandi um ský. Ég siti eftir í røkkrinum kalda, hugur mín tungur sum blý. Tí nú er liðin hin góða tíð við sólarkossum og nætrum lýggjum. Tíð mínar gleði og ástar er av. Loftið er takt so dimmum skýggjum. Heystið við sínum sólarleysi, beru troum og himni, ið grætur, || leggur yvir meg tám av depurð | tær longu ástleysu nætur. La. sept.'95 / | Tunglyndi Syngur ei longur tann fuglur, í summar á tekjuni sat. Og myrkur legðist á eygað, nú seinasta tárið eg græt. Dansa ei longur sólargeislar inn um gluggan mín, og farrin av bláum himni hvorvur um handastu sýn. La. des. '94