Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. august 2003síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 159 - 26. august 2003 Nr. 159 - 26. august 2003 31 Formaður Søkt verður eftir einum dugnaligum formanni við royndum innan annlegsarbeiðið, at byrja beinan- vegin, løn eftir avtalu. Lastvognsførari Søkt verður eftir einum lastvognsførara at byrja beinanvegin, løn eftir avtalu. Maskinførari Søkt verður eftir tveimum maskinførarum at byrja beinanvegin, løn eftir avtalu. Frá Zarepta Kvinnustevna verður í døgunum 19. - 21. september 2003. Evni: Lívsvirðir Tekning á tlf. 332140 ella 284040. Verið vælkomnar í Zarepta Maskinmeistararar søkjast til Elfelagið SEV Tvey størv sum maskinmeistarar á Sundsverk- inum eru leys at søkja til setan frá umleið 1. november 2003. Starvið: Sundsverkið hevur 5 dieselmotorar upp á tilsam- ans 46,7 MW. Brennievnið er tungolja. Maskin- meistaraarbeiðið umfatar rakstur og hald av Sundsverkinum, bæði sum dagarbeiði og sum vaktararbeiði uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Uttanfyri vanliga arbeiðstíð eru altíð tveir maskin- meistarar á vakt, og skulu umsøkjararnir hava førleika til at átaka sær ábyrgdina av vaktini (sum 1. maður á vakt), men eru lýstu størvini sum út- gangsstøði roknað sum 2. maður á vakt. Allir maskinmeistararnir á Sundsverkinum luttaka í vaktarskipanini. Førleikakrøv: Kravt verður, at umsøkjararnir hava fulla maskinmeistaraútbúgving t.v.s. víðkað maksinmeistaraprógv ella 3 ára maskinmeistaraskúlaprógv ella javnbjóðis útbúgving. Lønin: Størvini eru lønt sambært 4. lønarflokk eftir sátt- mála millum SEV og Maskinmeistarasfelagið. Lønin verður ásett eftir starvsaldri frammanundan. Byrjunar- og endalønin í 4. lønarfloki er í løtuni netto ávikavist kr. 21.305,49 og kr. 22.936,01 um mánaðin. Harafturat verður goldið í eftirlønar- gjaldið tilsamans ávikavist kr. 2.318,21 og kr. 2.495,63 um mánaðin. Umframt nevndu løn kann roknast við vaktar- gjøldum og møguliga av og á eisini úrtíðarløn. Verður viðkomandi seinni settur sum 1. maður á vakt fyri styttri ella longri tíðarskeið, verður lønin fyri ta tíðina sambært 5. lønarflokk. Umsóknir: Umsóknir skulu saman við prógvum og møgulig- um ummælum verða send Elfelagnum SEV, Post- rúm 319, FO-110 Tórshavn og skulu vera SEV í hendi í seinastda lagi tann 15. september 2003. Nærri upplýsingar: Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Osvald Hansen, verksmeistara á Sunds- verkinum ella til Bjarka Hermansen, deildarleið- ara á Maskindeildini, báðir á tlf. 346800. Tórshavn, tann 22. august 2003. Elfelagið Fráboðan um umhvørvis- góðkenning Við hesum verður gjørt kunnugt, at Heilsu- frøðiliga starvsstovan tann 23. august 2003, við heimild í grein 26 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd og grein 1, stk. 4 í kunn- gerð nr. 54 frá 3. mai 1994, hevur góðkent: Sláturvirkið hjá P/F Sørvágs Laks í Sørvági Góðkenningin liggur al- ment frammi á Heilsu- frøðiligu starvsstovuni. Avgerðin kann kærast til Landsstýrismannin í umhvørvismálum.Møgu- lig kæra skal sendast Heilsufrøðiligu starvs- stovuni, Falkavegur 6, 2. hædd, FO-100 Tórs- havn, í seinasta lagi fýra vikur frá dags dato. Góðkenningin kann somuleiðis síggjast á heimasíðuni hjá Heilsu- frøðiligu starvsstovuni, www.hfs.fo. Heilsufrøðiliga starvsstovan Gravsteinar, kantsteinar og blómubeð Nú eisini úr Føroyskum gróti Sveisiarbeiði Eg havi byrjað mína egnu fyritøku har alt sveisi- arbeiði innan jarn, rustfrítt og alminium verður gjørt, bæði umvælingar og smærri arbeiði. Hevur hetta tín áhuga ring nátt sum dag. Tlf. 422127/220957 LB Service v/ Lars Bisgaard Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 28, P/F Samvinnufelagið, 360 Sandavágur. Nevnd: Farin úr nevndini: Johan Edvard á Plógv, 360 Sandavágur. Innkomin í nevndina: Arnbjørn Svabo Egholm, Lítlatrøð 6, 100 Tórshavn. Skráseting Føroya tann 22. August 2003 Kristin Balle ________________________ Eysturoyar Røktar- og ellisheim 620 Runavík Søkt verður eftir ØKONOMU – 40 tímar um vik- una – at byrja 1. oktober 2003 ella eftir nærri av- talu. Løn- og setunarviðurskifti sambært avtalu við Økonomafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið. Nærri starvinum viðvíkjandi fæst at vita frá fyri- støðumanninum á tlf. 448185 ella 448201. Umsókn,saman við prógvi,viðmæli v.m.skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 10.september 2003. Skrivstovuhøli í Tórshavn til leigu Ogn í Mikinesgøtu verður við hesum leigað út. Talan er um eitt ella møguliga tvey leigumál av allari ovaru hæddini,sum er 300 m2,og 100 m2 av niðaru hæddini. Leigumál kann byrja frá 1. mai í ár, ella seinni. Á ognini eru góð parkeringsviðurskifti. Áhugað verða biðin um at venda sær til Advokat- skrivstovuna og spyrja eftir Niels Winther Poulsen ella skrivaranum. Advokatskrivstovuna Fr. Petersensgøtu 9 Halgir Winther Poulsen, adv. Magnus S. Petersen, adv. Fríða Patursson, adv. Ólavur Jákup Kristoffersen, adv. Christian Andreasen, adv. Niels Winther Pouslen, adv. Tlf. 311145 Runavíkar kommuna søkir eftir: Pedagogi til Barnagarðin á Mýrunum Barnagarðurin á Mýrunum er stovnur hjá Runavíkar kommunu við plássi til 94 børn. Stovurnar eru skip- aðar við 2 vøggustovum við 14 børnum í hvørjari,3 barnagarðsstovum við 18 børnum í hvørjari og ein- ari barnagarðsstovu við 12 børnum. Umstøðurnar á stovninum eru sera góðar við ljósum rúmligum stovum við eyka spælirúmið.Har- umframt er verkstaður, sansirúm, samtalu/venjing- arrúm og stórt felagsrúm við barnavinarligum køki. Stovnurin liggur í vøkrum náttúrulendi beint við Toftavatn og nær við ítróttarøkið. Endamál stovnsins er, við støði í tí einstaka barninum at geva tí møguleika at mennast, bæði persónliga og saman við øðrum. Fyri at røkka málinum er neyðugt við einum tryggum og stimbrandi umhvørvi, við góðum samstarvi millum leiðslu, starvsfólk og foreldur. Vit ynskja tí at umsøkjarin: • hevur umsorgan fyri børnum • hevur góð samstarvsevni • er íðin, nærlagdur og álítandi • hevur gott yvirblikk og megnar at skipa dagin • er nýhugsandi og ígongdsetandi Søkt verður eftir pedagogi at arbeiða 35 ella 40 tím- ar um vikuna. Setan verður frá 1. oktober 2003 ella eftir nærri av- talu. Um pedagogar ikki søkja, verður hjálparfólk sett í starv í avmarkaða tíð. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda- gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Før- oya. Nærri fæst at vita um størvini við at tosa við Fríðu Lómstein á tlf. 448254 ella 218254. Umsókn við avriti av prógvi og møguligum við- mælum skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi 5. september 2003, kl. 12.00. Runavíkar kommuna Heiðavegur 26 FO-600 Saltangará Harmonikutúrur til sølu Harmonikutúrur frá 1.-3. sept. til sølu til 2 pers. við kamar. Ring 216424, spyr eftir Símun C M Y K 31 30