fríggjadagur 17. november 1995síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 221 - 17. NOVEMBER 1995
Friggjakvøldid kl. 19.00;
Flogmúsin
Evnið í kveld er ljóð. Vit hugsa ikki um tað,
men vit oyra ymisk ljóð allan dagin. Summi
ljóð eru har, tí vit ynskja tey, onnur tí vit
ikki sleppa undan teimum. Nær verður ljóð
ul óljóð? Hvat tolir oyrað? Hvussu við
teimum, sum ikki hoyra væl?
Barnablaðið kemur út hesa vikuna. Vit
fylgja við blaðfundinum ul bernini hava
fingið blaðið í hondina
Fríggjakveldið kl. 21.10:
Dýrabarir vinir
Undirhaldandi og ødrvisi bretsk sending
um menniskju og djór
Tey flestu halda svanan vera eim vakran
og finligan fugl. Men nøkur menniskju,
sum Jim Crumley, eru púra býtt av svanin
um, og fylgja honum heilt til Íslands
Fríggjakveldið kl. 22.10:
Taggart:
Rættvísisamboðið
Smábrotsmaðurin Sean Brady skal vitna
ímóti fyrrverandi stjóra sínum McLintock,
ið er ein av størstu brotsmonnum í Glas
gow. Men á vegnum til rættarhølid steðgar
harkaliðið hjá McLintock politibilinum, og
tað eydnast Brady at rýma bæði undan
politinum og harkaliðnum. Somu nátt
verða bæði almenni ákærin og ein vaktar
maður dripnir, og tann nýggi stjórin hjá
Taggart, Ellen Gordon, ivast ikki i, at
McLintock stendur aftanfyri
Friggjakvøldid kl. 23.00:
Ein skitin soga - 2:2
Annar partur av enskari stuttrød um
journalistin Nick Simon, sum hevði fatur á
eini søgu um ólógligan vápnahandil, sum
fyrrverandi ráðharr Peter Morton var
blandaður uppí. Samstundis forelskaði
hann seg í dóttir Morton, Holly. Nú stendur
hann einsamallur við ongum arbeiði og
ongum pengum
Leygarkveldið kl. 20.50:
Húsið Windsor
3:4 — Myndin av eini drotning
Tá drotning Elisabeth II varð krýnd, varð
stórhendingin send í tí nýggja miðlinum
sjónvarpinum, og hetta gjørdi, atkongshús
ið aftur gjørdist sera væl umókt millum
fólk. Men ein rød av gølum í kongshúsin
um, tann antiautoriteri hugburðurin i 60- og
70-årunum og tann alsamt vaksandi kostn
aðurin av at reka kongshúsið hevði við sær
at spurnartekin varð sett í fjølmiðlunum,
um ráð yvirhøvur vóru til monarkuð
Leygarkvøldid kl. 23.00:
Tann harða kjarnan
Roy Scheider hevur høvudsleiklutin í hes
um amerikanska krimin-lfilminum frá
1973. Hann er kriminaldetektivur og Tony
Leo Bianco er hjálparmaður og góði vinur
hansara í søguni um nakrar løgreglumenn
ið eru serkønir í at uppklára tey heilt hørðu
brotsverkini, ið geva minst 7 ára fongsuls
revsing
Sunnudagin kl. 14.50:
Tå Billy meiddi
høvdi
Fyri tíggju árum síðani var Billy Golfus ein
kendur útvarpsjournalistur í Minneapolis
men so ein dagin rendi ein fullur bilføran á
scootaran hjá honum, og tá hann raknaði við
aftur, var hann heilaskaddur og lamin
Hann reistist aftur, og filmurin er ein so
kallaður »road-movie«. har hann vitjar
handikappað í øllum USA. Tað er avbjóð
andi og tankavekjandi. Øgiligt og ræðuligt
og stuttligt
Sunnukveldið kl. 18.20:
Tey fóru |
vestureftir
Charlotte Nørby býr í Atlanta í Georgia
Þann fyrrverandi au-pair gentan er advo
katur og arbeiðir fyri tað mesta við at hjálpa
svørtum, deydadømdum fangum, ið sita í
fongslum í suðurstatunum. Higartil hevur
hon bjargað fýra frá tí elektriska stólinum
Hetta er sætti partur av rødini um danir, ið
hava búsett seg í USA
Sunnudagin kl. 17.00:
Gentan, iå visti
ov nógv
Gentan, ið visti ov nógv
Amerikansk kriminalskemtifilmur frá 1978
við Goldie Hawn, Chevy Chase, Rachel
Roberts og Dudley Moore í høvudsleiklut
unum
Gentan, ið veit ov nógv, eitur Glora og
fær frænir av eini samansvørjing, har ein
fanatastiskur felagsskapur ætlar at beina
fyri påvanum. Løgreglan noktar at trúgva
henni, men tíbetur fær ein kriminalassi
stentur sera stóran áhuga fyri henni — og
málinum
Sunnukveldið kl. 19.20:
Design i Europa
Ensk sending um arkitektar, design og móta
í Europa
Tad hevur verið vanligt, at fólk eru flutt úr
byunum út í forstaðirnar, og ein orsøk til tað
hevur verið tann tunga ferðslan í býunum
Nú er vent í holuni nógva staðni. 1
Antwerpen eru bilarnir riknir út úr býnum
og gøturnar eru gjørdar til gongugøtur
Ein tann longsti bygningurin í Europa er
Fiat-verksmidjan í Torino, ið sker seg
ígjøgnum byin. Tom Vernon tekur hyggj
ararnar við til Torino at síggja hann
Sunnukveldið kl. 19.50:
Heima hjå okkum
i Brooklyn
Tad er jødiskur heilidagur og familjan skal
eta døgurdåa saman, men dreingirnir eru í
døpurhuga. Hvussu skulu teir bera seg at at
síggja ársins besta dyst í sjónvarpinum ?
Sunnukveldið kl. 20.30:
Á ráðstevnu eftir
heimsins longstu
jarnbreyt
Mánaðarskiftið august-september í ár lut
tóku 22 kvinnur úr føroyum á altjóða ráð
stevnuni hjá ST í Kina. Tær fóru til Kina við
transsibirisku jarnbreytini, sum byrjar í
Moskva og endar í Beijing seks dagar
seinni
Í hesi sendingini fara vit við transsibir
isku jarnbreytini á kvinnurådstevnuna í
Kina
Bergljót D. Hentze hevur tikið myndirnar
og lagt til rættis meðan Sven Bergur Jensen
hevur sett sendingina saman
.
Regarding Harry
Harrison Ford er tann kenslukaldi advokat
urin Henry Turner, sum ein dagin verður
skotin á gøtuni. Hann endar i coma, og tå ið
hann umsíðir raknar við aftur, er hann heila
skaddur, avlamin og kennir ikki familjuna
aftur. Kona hansara Sarah og dóturin
Rachel líða saman við honum, men Henry
er ikki sami maður sum áður. Og heima í
skápinum eru fleiri »lik«, sum so avgjørt
ikk: gera heimkomuna til familjuna og ar
beiðið lættari
At liva við
sárunum...
Ber tað til at skilja borgarakríggið í fyrr
verandi Jugoslavia, og verður nakar endi á
tí?
Ber tað til at liva víðari og siga góðan
morgun við grannan hjá tær, sum hevur
dripið bróður tin?
Arsenije Jovanovic er professari úr fyrr
verandi Jugoslavia. Hann er føddur í Kroat
ia, og starvaðist á Universitetinum í Beo
grad, áðrenn borgarakríggið brast á
Í summar vitjaði hann i Føroyum, og í
sendingini greiðir hann frá sínum roynd
um og áskoðanum um kríggið og framtíð
ina
Týskveldið kl. 22.00;
Hvar er húsið
hjá vini mínum?
lranskur filmur frá 1987 um nakrar smá
dreingir í eini bygd
Filmurin fekk virdisløn á tí stóru Lo
carno filmstevnuni, og leikstjórin, Abbas
Ein iranskur drongur
Kiarostami, verður mettur sum ein tann
besti í triðja heiminum
Týskveldið kl. 23.20:
Heitt summar
Stuttfilmur, sum Malene Kirkegaard gjørði
til prévtøkuna á Ti danska Filmskúlanum
Maria og Kristian ganga saman og hava
eitt høli, har eitt nytt orkestur spælir hvert
kveld. Eitt kveldið skal ein av tónleikarun
um liggja nátt í einum bakhøli, og knapp-
liga stendur Maria mitt í einum erotiskum
spæli, sum hon ikki er før fyri at stýra
Hættisligar royndir
Pritam Kauer
Hundradtals bretar og amerikanarar fingu í
40- og 50-árunum sproytur við geislavirk
num evnum — eitt nú tí deyðshættisliga
evninum plutonium — uttan at vita av ti
Granskarar og læknar brúktu teir sum
royndardjór uttan at biðja um loyvi. Fleiri
av hesum persónum vóru kvinnur, ið voru
við barn. Kanningar seinni hava víst, at hesi
børn eru í stórri vanda fyri at fáa krabba
mein
Men granskararnir brúktu ikki bara liv
andi royndardjór. Teir nýttu eisini lík at
royna ávirkanina av geislavirkni
Tad bretska sjónvarpsliðið hevur grópað
í loynistemplaðum skjølum fyri at avdúka
eina av størstu medicinsku gølunum i
nýggjari tíð