Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. august 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 161 - 28. august 2003 17 17 16 Nr. 161 - 28. august 2003 UTTAN ÚR HEIMI Ericsson vil hava evruna Stóra svenska fyritøkan Ericsson ávarar nú svensku veljararnar ímóti at atkvøða nei, tá fólkaatkvøða verður um at seta evruna í gildi ístaðin fyri krónuna. Leiðslan í Ericsson sigur, at eitt nei fer at bera minni búskaparvøkstur og færri nýggj arbeiðspláss, og at tað eisini fer at skerja hugin hjá einstaklingum og fyritøkum at gera nýggjar íløgur. Sambært Ericsson fer eitt nei ikki at fáa nakrar stórvegis avleiðingar ta fyrstu tíðina, men at avleiðingarnar fara at vísa seg innan fyri tey næstu fimm ella tíggju árini. Úrslitið tá verður, at minni pengar verða til vælferðarsamfelagið, sigur fyritøkan. Áskoðanin hjá Ericsson kemur stjórnini hjá Gøran Persson, forsætisráðharra væl við, tí stjórnin hevur meiri enn ilt við at sannføra sviar um, at teir eiga at taka undir við felags evropeiska gjaldoyranum. Tey, sum eru ímóti gjaldoyranum, fýlast hinvegin á, at ein sosialdemokratisk stjórn leitar sær stuðul frá stórkapit- alinum. Anna Lindh, uttanríkisráðharri, vísir atfinning- unum aftur. Hon sigur, at tað er neyðugt at ávara sviar um, hvørjar avleiðingarnar verða, siga teir nei til evr- una. Eingin skal koma aftaná og siga, at hann visti tað ikki, sigur hon. Bøndur krevja kreppuhjálp Tað sjáldsama heita summarið hevur oyðilagt nógv av grøðini í fleiri ES-londum, og nú krevja bøndurnir í Frak- landi, at tað almenna skal veita teimum kreppuhjálp. Fronsku bøndurnir siga, at korn- og hveitiheystið verður kanska eini 25 prosent minni enn væntað, og stjórnin í París hevur lovað at hjálpa teimum. Jean-Pi- erre Raffarin, forsætisráðharri, hevur sagt, at bóndafel- agið og aðrir landbúnaðarfelagsskapir kunnu fáa einar fýra milliardir krónur í kreppuhjálp. Nakað annað er, at franska stjórnin hevur als ikki ráð at rinda bøndrunum so stórt endurgjald, tí landið hevur longu frammanund- an størri hall á fíggjarlógini, enn ES-reglurnar loyva. Kortini verður roknað við, at ES fer at taka undir við ætlanini hjá fronsku stjórnini, tí tað verða neyvan bara teir fronsku bøndurnir, sum fara at biðja um kreppu- hjálp, tí summarið hevur eisini verið óvanliga heitt í fleiri av hinum londunum. Verða í Irak USA fer ikki at taka sínar hermenn úr Irak í bræði, sig- ur George W. Bush, forseti. Í einari røðu fyri gomlum hermonnum í statinum Mis- souri fyrrakvøldið segði Bush, at tað fer at taka drúgva tíð at broyta eitt samfelag sum tað irakska frá einaræði til demokrati.Hann vísti á, at støðan var tann sama aftan á seinna heimsbardaga, tá viðurskiftini í Týsklandi og Japan skuldu broytast. Eisini tað tók tíð, segði forsetin. - Men tann orka, sum vit løgdu í tað arbeiðið, varð afturgoldin fleiri ferðir, tí teir, sum fyrr vóru okkara fíggindar, eru í dag okkara sameindu og okkara vinir, segði amerikanski forsetin í røðuni. Sekkjapípan vandamikil Ein kanning í Bretlandi vísir nú, at tað kann vera vandamikið at spæla upp á sekkjapípu. Gera fólk ov nógv av, kann tað skaða hoyrnina - ikki hjá tí, sum lurt- ar, men hjá tí sum spælir. Men tað er ikki bara hoyrnin, sum kann vera í vanda. Sagt verður, at serliga virknir sekkjapípuspælarar kunnu fáa óró í nervalagið, og at tað eisini kann elva til rúsdrekkamisnýtslu. Sekkjapípan er sum kunnugt serliga nógv avhildin í Skotlandi, og í kanningini verður hon sett í samband við eitt annað, sum eisini er væl umtókt har, nevnliga whisky. Tónleikablaðið Pipe & Drummer skrivar, at fólk, sum eru virkin við sekkjapípuni, eru í størri vanda fyri at enda sum rúsdrekkamisnýtarar, og harafturat vísa hagtølini, at hjúnarskilnaður er meiri vanligur millum hesi enn millum fólk flest. Tað er ikki serliga hugaligt hjá leiðsluni í amerikonsku rúmd- arumsitingini NASA at lesa ta endaligu frá- greiðingina um van- lukkuna við rúmdar- ferjuni "Columbiu". "COLUMBIA" Árni Joensen: fartekst@mail.dk Higartil hava amerikanarar sagt, at eitt petti av bjálvingarkjøldrinum, sum datt av øðrum vonginum undir útskjótingini, gjørdi, at rúmdarferjan "Columbia" sprongdist uppi yvir stat- inum Texas tann 1. februar í ár, beint áðrenn hon skuldi seta seg í Florida. Men hetta var ikki øll or- søkin. Í teirri endaligu frá- greiðingini, sum nú er lið- ug, stendur, at vantandi trygdarskipanir og ikki minst vantandi samskifti í rúmdarleiðsluni NASA høvdu eisini skyldina av vanlukkuni. Sagt verður millum annað, at tað var alt ov langt ímillum serfrøð- ingarnar "á gólvinum" og leiðsluna í NASA. Í frá- greiðingini eru ikki færri enn 29 tilmæli um, hvussu NASA skal broyta sínar mannagongdir og teknisku skipanir. Men tað fer at kosta nógvar pengar at seta broyt- ingarnar í verk, og spurn- ingurin er, um Kongressin er sinnað at játta pengarnar. "Columbia" fór í smildur, tá hon kom inn í atmosfer- una uppi yvir Texas, og øll tey sjey rúmdarfólkini doyðu. NASA hevði eisini skyldina Amerikanska stjórnin hevur sýtt fyri at tosa við norðurkoreanar um ta norðurkore- ansku kjarnorkuverk- ætlanina, men nú sita teir lið um lið og sam- ráðast. KJARNORKUDUBBING Árni Joensen fartekst@mail.dk Hóast orðalagið hevur ver- ið hvast millum Pyongyang og Washington seinastu mánaðarnar, brosaðu bæði amerikanarar og norður- koreanar, tá myndamenn- inir sluppu at taka myndir av teimum gjáramorgunin. Tað er Kina, sum hevur fingið partarnar til sam- ráðingarborðið at tosa um ta umstríddu norðurkore- ansku kjarnorkuverkætlan- ina, og tað var neyvan av tilvild, at kinesisku vertir- nir høvdu sett amerikonsku umboðini undir liðina á teimum norðurkoreansku við borðið. Aðrastaðni við borðið sita umboð fyri stjórnirnar í Kina, Japan, Russlandi og Suðurkorea. - Kinesararnir hava lagt tað soleiðis til rættis, at vit sita undir liðini á norður- koreanarunum, so vit sleppa ikki undan at tosa beinleiðis við teir, segði ein av teimum amerikonsku embætismonnunum á fund- inum í gjár, sum vardi tríggjar tímar. Tríggir dagar eru settir av til samráðingarnar. Amer- ikanska stjórnin sigur seg vóna, at Norðurkorea fer at játta at steðga sínum kjarn- orkuvápnaætlanum. Norð- urkorea hevur svarað, at landið vil hava búskapar- hjálp úr USA afturfyri, men Washington krevur, at Norðurkorea skal binda seg til at sleppa kjarnorku- vápnaætlanini fyrst. USA og Norðurkorea sett lið um lið Sendimenninir á kjarnorkufundinum í Beijing. Frá vinstru eru umboðini úr Japan, USA, Norðurkorea, Kina, Russlandi og Suðurkorea Næmingarnir í Stud- enta- og HF-skeiðin- um á Kambsdali hava havt eina spennandi byrjan uppá skúla- árið. Teirra fyrsta vika í skúlanum hev- ur verið ein evnisvika. Næmingarnir, ið júst eru komnir í 1. flokk hava tó ikki tikið lut í hesum. Teir hava eina sokallaða introviku, har tey eru á setur- skúla í Nesvík, hava ymisk mállæruskeið o.t. SKÚLABYRJAN Annika K. Høgnadóttir, Birita Rasmussen, Marjun Joensen Áðrenn summarferiuna skuldu vit velja okkum eitt evnið, sum vit so hesa vikuna hava arbeitt við. Mangan verður hugsað um evnisvikur, at tær eru ein øðrvísi háttur at spilla tíðina uppá, men henda vikan hevur bara verið ein framúr góð vika, bæði tá hugsað verður um tað læru- ríka og tað sosiala. Av tí at vit hvør sær skuldu velja eitt evnið, eru bólkarnir væl blandaðir við bæði málsligum- og stødd- frøðiligumstudentum, HF´- arum, 2´árs og 3´árs næm- ingum. Og hetta hevur ver- ið ógvuliga gevandi fyri bæði einstaklingin og skúl- an sum heild. Vit eru komin at kenna onnur fólk enn einans næmingarnar í okk- ara flokkum og arbeiða við einum ella fleiri fakum á ein øðrvísi hátt. Hetta var eisini eitt av endamálunum við hesi vikuni, fingu vit at vita frá rektara skúlans, Sámali í Skorini, tá vit prátaðu eitt sindur við hann um hesa vikuna. Hann nevndi, at allastaðni verður meiri og meiri arbeitt fram ímóti at bróta fakmørk, eins og vit her á skúlanum hava roynt tað hesa vikuna. Tað vil siga, at eitt ávíst evnið, so sum fronsk søga ikki einans verður undirvíst í søgutímunum, men við at sjóða tað saman við film, kann hetta gerast meiri fjøl- broytt, áhugavert og læruríkt. Fyrstu vikuna í árinum, verður ógvuliga nógv gjørt fyri, at 1. flokkarnir á skúl- anum skulu fella til. Í tí sambandi eru nógvir lærar- ar upptiknir, og hevur tað onnur ár verið heldur óró- ligt uttanfyri stovurnar. Uppskotið til hesa evnis- vikuna kom tí fyri einum hálvum árið síðani, tá lærararnir fundaðust um, hvat skuldi verða á skránni hesa vikuna. Men upp- skotið fekk ikki beinanveg- in góða undirtøku, tí iva- samt var, um vit her á skúl- anum vóru før fyri at fyri- reika eitt so umfevnandi tiltak, legið Sámal afturat. Nógv ymiskt ferð fram í hvørjum bólki og tað er eisini ógvuliga øðrvísi enn teir vanligu skúladagarnir. Hetta er eisini ein av høvð- usgrundunum til, at skúlin roynir evnisvikuna, sigur Sámal í Skorini, rektari. Bólkarnir verða møttir við ymiskum trupulleikum, sum tey skulu loysa. Tað er ein process, at koma ígjøgnum hetta, við tað, at vit nýta ein ørðvísi ar- beiðshátt enn vanligt. Vit fáa ein trupulleika, sum vit í bólkum skulu loysa. Hetta styrkir arbeiðsførleikan hjá næmingunum uttanfyri skúlan soleiðis, at vit so næstu ferð fáa ein líknandi trupulleika, hugsa vit av okkum sjálvum afturá tað, ið vit hava verið ígjøgnum fyrr. Næmingar fáa av hes- um fleiri innskot, t.v.s. at teir læra at hugsa aðrar veg- ir. Við hesum fáa teir so roynt nógv nýtt og avbjóð- andi, ið teir kanska ikki høvdu gjørt áðrenn. Tað vóru 6 bólkar at velja ímillum. Líkamikið hvat tú vart áhugaður í so sum tónleikur, evnafrøði, arki- tektur, filmur, søga o.m.a., var okkurt at koma eftir. Bólkarnir, sum vit kundu velja ímillum, vóru: • Designer drugs • Tónleikur og dansur í 20. øld • Fronsk søga lýst gjøgnum film • Týskland eftir 1989 • Blaðbólkurin • Byggikonstrukstión Ein annar bólkur var, sum tú kundi velja og tað var um oljuvinnuna. Hann bleiv ikki til veruleika, av tí at lærarin, sum skuldi hava hann, er farin í annað starv. Í summum bólkum skuldi tú so aftur velja teg inn í tey ymisku størvini. Sum sagt áður, er ógvu- liga ymiskt hvat hvør bólkur hevur til endamáls. Eisini eru ymisk evnir frammi í hvørjum bólki. Líkamikið hvønn áhuga tú hevur er næstan heilt sikkurt, at tú finnur okkurt tær dámar, men hvat hava tey gjørt hesa vikuna? Designer drugs: Evnið er um, sum navnið sigur okk- um, tey gjørdu rúsevnini, t.v.s. tey, ið ikki koma frá náttúruni. Her er ógvuliga ymiskt hvat fak hesin bólk- urin gongur undir. Vit kunnu t.d. nevna lívfrøði, av tí at rúsevnið sjálvandi ávirkar kroppin. Samfelags- og evnafrøðis áhugaði kunnu eisini velja hendan bólkin. Tónleikur og dansur í 20. øld: Hesin bólkurin gerð ein "mini" sangleik. Tey hava verið býtt upp í tríggjar bólkar, dansarar, sangarar og tónleikara. Tað er ein sjálvfylgja, at tú ert áhugaður í tónleiki ella dansi, tá tú velur teg í henda bólk. Fronsk søga lýst ígjøgn- um film: Ert tú áhugaður í filmi, søgu ella fronskum, er hetta júst tann bólkurin, sum tú skalt velja. Tey hyggja eftir fronskum film- um, um søguna hjá Franka- ríki. Tey eru býtt upp í bólkar og skulu tey hyggja eftir einum filmi, út frá tí greiða frá tí søguliga. Týskland eftir 1989: Hetta evnið er um Týskland eftir Berlinmúrin. Tey hyggja eftir onkrum týsk- um filmi og fáa undirvísing í týskari søgu, also ein blanding av týskum og søgu. Blaðbólkurin: Hesin bólkurin hevur til uppgávu, at geva eitt blað út. Skriva verður um alt tað, sum hinir bólkarnir gera og tað sum hendir á skúlanum. Tað er sjálvsagt, at tú hevur áhug- an á hesum økinum. Í bólk- inum eru tríggir bólkar. Tað eru blaðstjórnin, blaðfólk- ini og myndatakaranir. Byggikonstruktión: Tey hava fingið til uppgávu, at gera tann idéella skúlan. Tey kunnu broyta tann núverandi skúlan ella gera nakað heilt nýtt. Tey hava havt vitjan av arkitektinum, sum hevur bygt skúlan á Kambsdali. Í dag 22. august kl. 13 verður ein framløga frá øllum bólkunum, har lagt verður fram hvat hvør bólkur hevur fingið burtur úr. Vit hava hugt runt og sæð, at tað er ógvuliga nógv komið burturúr hesa vikuna. Bólkurin ´Designer Drugs´ hevur, eins og bólk- urin ´Tónleikur og Dansur í 20´øld, gjørt ein lítlan sang- leik. Eisini tey í 1. flokkun- um hava fyrireika okkurt spennandi. Ein øðrvísi byrjan Næmingarnir á Kambsdali fingu ein spennandi og fjølbroyta byrjan upp á skúlaárið, nú evnisvikan stóð á skránni Millum annað gjørdi tónleikabólkurin ein lítlan sangleik C M Y K 16