fríggjadagur 29. august 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 162 - 29. august 2003
Nr. 162 - 29. august 2003
5
Væleydnað listaframsýning og óført hugnakvøld
Seinasta fríggjadag
læt listaframsýning
upp í Ribarhúsi, og
um kvøldið var
hugnaløta í Mentan-
arhúsinum. Tiltøkini
vóru í samband við,
at verkhúsið, Stíggjur,
hevur virkað í 10 ár
TILTØK
Orð: Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Myndir: Sigvør Nesá
Autsiders art vekir størri og
størri áhuga millum fólk,
ikki bara her heima hjá
okkum, men eisini úti í
heimi.
Listaframsýningin, sum
seinastu vikuna hevur verið
at sæð í Ribarhúsi í Fugla-
firði, var ikki nakað undan-
tak í so máta. Nógv fólk
vitjaðu, og meiri enn helvt-
in av verkunum vórðu seld.
Tey flestu av teimum
menningartarnaðu eru sera
kreativ og halda seg framat.
Tey duga at gleðast um tær
gávur, tey nú einaferað
hava fingið, hóast tær eru
skerdar í mun til tað, sum
vit halda vera tað full-
komna.
Veitslurómur
Hesin dagurin, framsýning-
in læt upp og veitsla skuldi
verða í Mentanarhúsinum,
var ein rættiligur veitslu-
dagur hjá teimum menn-
ingartarnaðu. Úr øllum
landinum komu tey til
Fuglafirðar, fyri at gleðast
saman við vinum og kenn-
ingum.
Tað var formaðurin í
MBF, sum segði nøkur orð
og alment læt listaframsýn-
ininga hjá Stíggi upp.
Leiðarin á Stíggi, Poulina
Johannesen, segði eitt sind-
ur um verkhúsið og virkið
har.
Tá hon segði frá, at tey
nú vóru farin undir at gera
flettingarborð, helt Maria í
Árnafirði fyri, at tey vóru
"garrvill". Hetta fekk látur-
in fram hesa annars stillu
løtuna.
Hugnaløtan í Mentanar-
húsinum um kvøldið var
ein sonn uppliving.
Tá vit komu inn í for-
høllina beint fyri klokkan
sjey, var longu stúgvandi
fult av fólki, sum bíðaðu at
sleppa inn í veitsluhøllina.
Asbjørn Eidesgaard, sum
arbeiðir á Stíggi og er ætt-
aður av Eiði, bjóðaði væl-
komin og segði, hvat var á
skránni fyri kvøldið. Hann
skundaði sær at siga, at eftir
døgurðan skuldi verða dans-
ur, og tað skiltist, at dans-
urin so avgjørt var tað, tey
øll gleddu seg allarmest til.
Tey, sum komin vóru
komin úr Klaksvík, máttu
innaftur áðrenn dansurin
byrjaði, tí Dúgvan siglir
seinasta túrin klokkan 23.
Hetta var stórt vónbrot, og
ikki var frítt, at okkurt tárið
rann eftir kjálkunum.
Men einki gjørdist við tað
á hesum sinni - ólíkað tá
koyrandi verður gjøgnum
undirsjóartunnilin.
"Tú bar mær ta sól, sum í
skýggjum var goymd, tú bar
mær boð um sjálvt lívið..",
sungu Lis, John og Elisabeth
Tey svinga væl - Lis og Magni
Alfred Olsen, løgtingsmaður og Sigurð Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði, vóru við, tá
framsýningin læt upp. Aftanfyri síggja vit Anthon, sum var millum teirra, ið komin vóru úr
Klaksvík
Frank og Vilhelm í góðum
veitslulagi. Frank starvast á
verkstaðnum, Vón á Argjum,
og Vilhelm starvast á Stíggi í
Saltangará
Henrik Old er er so
ónøgdur við Lands-
verkfrøðingin í sam-
bandi við ætlanina at
gera tunnil ímillum
Øravík og Hov, at
hann fer at reisa mál-
ið aftur á Løgtingi
HOVSTUNNILIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Eitt óheft felag skal kanna
tilfarið, sum er komið úr
fjallinum eftir royndarbor-
ingarnar í sambandi við
Hovstunnilin.
Tað vil Henrik Old, løg-
tingsmaður, hava.
Henrik Old er formaður í
vinnunevndini hjá Løgting-
inum og hann hevur verið
nógv uppi í arbeiðnum at
fáa tunnil ímillum Øravík
og Hov.
Men hann viðgongur eis-
ini blankt, at hann hevur
ikki fult álit á Landsverk-
frøðinginum í hesum sam-
bandi.
Landsverkfrøðingurin
hevur skotið upp at gera
tunnil nakað uppi í fjallin-
um. Men so kom norska
felagið, NCC, við eini met-
ing, sum segði, at tað bar
væl til at gera tunnilin
nakað væl longri niðri á
dalinum, sum er nógv tað
besta fyri ferðsluna.
Har hevur Landsverk-
frøðingurin annars sagt, at
fjallið er ov vánaligt at bora
tunnil ígjøgnum, men síð-
ani NCC kom upp í leikin,
er gjørt av at gera royndar-
boringar fyri at vita, um tað
ber til kortini.
– Tað, sum Landsverk-
frøðingurin higartil hevur
sagt um fyribils úrslitið av
hesum royndarboringum, er
so ørkymlandi, at tað ber
illa til at hava álit á tí, held-
ur Henrik Old, løgtings-
maður.
Hann sipar til, at Lands-
verkfrøðingurin hevur sagt
alment, at tilfarið í fjall-
inum er avbera vánaligt, í
hvussu so er summa staðni.
– Hetta er ikki heilt í
samsvari við tað, eg annars
havi hoyrt, sigur Henrik
Old.
Hann heldur somuleiðis,
at
Landsverkfrøðingurin
eigur ikki at lata so illa at
frá fyrstan tíð av.
– Tað hevur alla tíðina
verið mín fatan, at Lands-
verkfrøðingurin er ímóti at
bora tunnilin niðri í dalin-
um, sum NCC hevur sagt at
tað ber til at gera hann, og
sum er nógv betri fyri
ferðsluna.
Hann heldur, at tað kann
vera ein orøk til, at
Landsverkfrøðingurin mál-
ar eina so svarta mynd av
royndarboringunum.
Henrik Old skoytir uppí,
at álitið á Landsverkfrøð-
ingin í hesum málið er ikki
styrknað, nú hann hevur
sæð, hussu leingi tað hevur
tikið at gera hesar royndar-
boringarnar.
– Tíðliga í vár fekk
vinnunevndin at vita, at tað
fór at taka einar tríggjar,
fýra mánaðir at gera roynd-
arboringarnar. Vit fingu
eisini at vita, at varð meiri
ferð sett á arbeiðið við
tveimum vaktum, styttist
tíðin tilsvarandi. Men nú er
næstan eitt hálvt ár farið og
enn er arbeiðið ikki liðugt.
Ætlanin hjá Løgtinginum
hevur verið, at grótið úr
tunlinum skuldi brúkast til
nýggju samferðsluhavnina.
– Men nú verður farið at
koyra grót til ferjuleguna
úr dalinum inni í Trongis-
vági og tað er eisini við til
at vekja illgruna um, at
avgerð longu er tikin um, at
tunnilin skal ikki gerast
niðri í dalinum, sigur for-
maðurin í vinnunevndini.
Óheft felag upp í
Henrik Old leggur afturat,
at tað sostatt er trupult hjá
honum at hava álit á
Landsverkfrøðinginum
í
hesum máli.
Hann vil tí hava, at eitt
púra óheft felag eisini skal
sleppa at kanna tilfarið,
sum kemur úr royndar-
boringum.
– Hetta skal vera eitt felag á
privata arbeiðsmarknaðin-
um, sum er vant at bora
tunlar, leggur hann afturat.
Hann sigur, at á hendan hátt
fær Løgtingið tvær meting-
ar at halda seg til, áðrenn
endalig støða verður tikin
til, hvar bergholið skal
vera, tí so hava teir bæði
metingina hjá Landsverk-
frøðinginum og tað frá
einum óheftum felag at
halda okkumt til.
Henrik Old sigur, at so
skjótt tað ber til, fer hann at
reisa málið aftur í tingin-
um, har hann fer at spyrja
landsstýrismannin í vinnu-
málum, Bjarna Djurholm,
um hann ikki eisini er sinn-
aður at fáa ein óheftan
stovn at siga sína hugsan
um tilfarið.
– Hetta haldi eg er al-
neyðugt fyri at jarða allan
illgruna um, at Landsverk-
frøðingurin málar myndina
svartari enn hon er, tí at
hann innast inni er ímóti at
gera tunnilin har.
Óheft felag skal kanna tunnil
ímillum Øravík og Hov
Tað vóru nógv, sum
fryktaðu fyri, at tað
fór at verða ruðulleiki
í ferðsluni rundanum
eystaru bryggju, tá ið
nýggja Norrøna kom,
men higartil hevur
tað gingið sum smurt,
sigur havnarmeist-
arin
FERÐSLA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað hevur gingið av tí
allar besta at avgreiða bil-
arnar,
sum
skulu
við
Norrønu og Smyrli.
Jónsvein Lamhauge er
havnarmeistari í Havn og
hann er væl nøgdur við tað,
hann hevur sæð higartil.
Tað hava annars verið
mong, sum hava stúrt fyri
ferðsluruðuleika í havnar-
gøtum rundanum eystaru-
bryggju, tá ið nýggja Norr-
øna kom í sigling- og ser-
liga tá ið nýggi Smyril
eisini kemur.
Nú er nýggi Smyril ikki
komin enn, men tað, sum
hann hevur sæð higartil í
sambandi við bilarnar til og
frá nýggju Norrønu, hevur
so ikki loypt ótta á Jónsvein
Lamhauge.
Hann sigur, at hóast
ferðslan er nógv økt, síðani
nýggja Norrøna kom, hevur
tað gingið avbera væl at
avgreiða allar bilarnar.
– Tað vóru tey, sum
stúrdu fyri, at bilarðøðini
fóru at standa langt niðan í
býin, tá ið Norrøna skuldi
avstað og helst, tá ið Norr-
øna og Smyril vóru í
Havnini ísenn.
– Men veruleikin er, at
bilarøðini eru ongantíð
komin so langt niðan, sum
niðan á vegin, sigur havnar-
meistarin.
Havnarmeistarin vísir á,
at verkfallið gjørdi at ar-
beiðið varð nakað seinkað
og tí sá tað leingi eitt sindur
ruðulleikakent út. Men nú
tað er við at vera liðugt,
heldur Jónsvein Lamhauge,
at tað sær rættiliga væl út.
Væl skipað
Hann sigur, at orsøkin til, at
tað hevur gingið so væl, er,
at stór orka er løgd í at
skipa ferðsluna væl sum
gjørligt í sambandi við
ferjurnar.
– Nógv fólk stendur á
parkeringsøkinum og veg-
leiðir bilarnar. Samstundis
er fleiri fólk sett í inn-
skrivingina
hjá
Smyril
Line, so tað hevur gingið
bæði skjótt og væl at av-
greiða bilarnar.
Og Jónsvein Lamhauge
stúrir heldur ikki so nógv
fyri gongdini, tá ið nýggi
Smyril er komin afturat.
– Verður tað neyðugt, ber
tað til at byggja parkerings-
plássið út, sigur hann.
Hvussu tað skal gerast,
hevur hann onki boð upp á
enn. Men ein møguleiki,
sum hevur verið nevndur,
er at leggja dekk í og at
gera økið til eitt parkerings-
hús í tveimum ella trimum
hæddum.
Kortini heldur Havnar-
meistarin, at tað er av
stórum týdningi ikki at
leypa framav.
– Tað er ongin orsøk at
ovbyggja økið framman-
undan.
Tískil heldur hann, at fyri
at skemma økið minst
møguligt, eigur tað ikki at
vera
bygt
meiri
enn
neyðugt og tí heldur hann
eisini, at tað er ongin orsøk
at byggja meir, fyrrenn
trupulleikin vísir seg.
Hevur gingið sum smurt í alt summar
Nógv stúrdu fyri ferðsluruð-
ulleika í Havn, tá ið nýggja
Norrøna og nýggi Smyril
komu. Nýggi Smyril er ikki
komin enn, men fyrsta
summarið við nýggju
Norrønu, hevur tað gingið
sum smurt
C
M
Y
K
5
4