fríggjadagur 29. august 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
heimi undir menning. Hon
nevnir tey lesandi í Grøn-
landi, sum veruliga eru
farin ígjøgnum eitt mental-
itetsbroyting frá at verða
statsborgari í Grønlandi til
at kunna kalla seg heims-
borgarar. Mentalitetsbroyt-
ingin heldur hon verða hug-
vekjandi, tí fólk eru vanliga
rættiliga trek at góðtaka, at
tey alt meira gerast heims-
borgarar, og harvið nation-
ala festið.
Spurd um rákið rakar
allar grønlendingar, ella
talan bert er um tey lesandi,
svarar Hanne, at tað rakar
øll.
– Tann vanligi maðurin í
Grønlandi, sum fiskar er
noyddur at fyrihalda seg til
prísirnar á heimsmarknað-
inum, og er prísurin ikki
góður, so rakar tað øll hús-
arhaldini. Grønlendingar
eru noyddir at síggja seg
ein part av eini størri heild,
og tað gera teir eisini. At
búskapurin í Grønlandi er
so lítil og sárbærur og lætt-
ur at ávirka, hevur við sær,
at heimsstøðan rakar skjótt,
greiðir Hanne Petersen frá.
Sammett við støðuna aðra-
staðni í heiminum, er støð-
an í Grønlandi serlig. Van-
liga hoyrist, at fólk eru
bangin fyri at missa seg
sjálvan burtur í øllum
globaliseringsmeldrinum.
Serliga er óttin vendur
ímóti at so stórir felags-
skapir sum ES, NAFTA,
WHO os.fr. gera, at nation-
al statirnir sum eind dettur
burturímillum stóru altjóða
eindirnar.
Menningin ímóti størru
eindum sum ES, hevur havt
eitt mótrák við sær, sum
heldur, at tað er av stórum
týdningi at national statirn-
ir sum eind verða varðveitt.
Men hetta vinnur kortini
ikki frama í Grønlandi.
Grønlendingar eru sera
opnir fyri útheiminum, og
eru sera forvitnir at fregn-
ast um, hvat útheimurin
hevur at bjóða teimum. Teir
hava ásannað, at fyri at
yvirliva í dag, so er neyðugt
at ein er opin fyri útheim-
inum.
Sambært
Hanne
Pedersen, so síggja grøn-
lendingar tað nærmast sum
ein yvirlivilsishátt at vera
opnir fyri samstarvsmøgu-
leikum við útheimin.
Nýtt rák vinnur fram
Tekur ein orðini hjá Hanne
Petersen fyri fult, so er væl-
ferðarskipanin, sum serliga
hevur vunnið fram í Norð-
anlondum við at syngja sítt
seinasta vers. Skipanin, ið
kemur at loysa vælferðar-
skipanina av, verður sam-
bært Hanne Petersen ein
skipan, ið fer at leggja seg
eftir at ganga øðrvísi um
bólkar, ið ein ella annan
hátt eru øðrvísi í einum
samfelag.
Henda skipan er við
vinna fram millum sosi-
ologar í dag. Hetta nýggja
rákið skal síggjast í ljósin-
um av teimum rættindum,
ymisku
bólkarnir
hava
vunnið sær seinastu 25
árini. Hon nevndir menn-
iskjarættindi, diskriminati-
on ímóti kyn, rasu, og
átrúna os.fr.
Ein broyting fer at fara
fram í hugsunnarháttinum
hjá fólki, frá at øll skulu
standa líka verður farið til,
at hvør bólkur sær krevur
serliga viðferð. Fyri at
henda skipan skal vinna
frama, so er neyðugt, at
samfelagið ásannar, at sam-
felagið í dag er fjølbroytt
samansett
Í Danmark eru tað bæði
fólk, ið eru fyri og ímóti
nýggja rákinum. Hon tekur
spurningin um mongu inn-
flytararnar í Danmark. Her
hevur tó eitt fólk sum er
øðrvísi enn danir, og tað
hevur
óvissu
við
sær
millum fólk.
Multikulturiseringin er
partur av nýggja rákinum.
Ein er noyddur til at ganga
øðrvísi um innflytararnar, tí
teir kunnu lúka somu treytir
sum danir. Tað er týdning-
armikið
hjá
politiska
myndugleikanum at ásann-
að at felagið er samansett
av nógvum ymiskum bólk-
um, og politikkurin verður
orðaður eftir tí veruleikan-
um.
Seinasta fólkatingsval er
gott dømi, at rákið er vinna
fram politiskt. Tveir inn-
flytarar vórðu valdir á
Fólkating, og tað heldur
danski professarin verða
greitt tekin um, at danir eru
við at síggja nýggja rákið.
Hon nevnir í sama við-
fangi, at á skúlaøkinum í
Danmark eru eisini broyt-
ingar at hóma. Bæði í
donskum fólkaskúlum og
studentaskúlum hevur man
ásannað, at flokkarnir í
størri og størri mun eru
multikulturellir, og tískil
verða skipanir settar í verk,
ið hóska til tann flokk ella
skúla, ið man hevur við at
gera.
Grønlendingar eru rættiliga
tilvitaðir um, at teir eru
partir av einum størri
globalum heimi. Teir fegnast
um øktu tøknu-, samskiftis-
og ferðamøguleikarnir,
globaliseringin hevur havt
við sær
12
Nr. 162 - 29. august 2003
Nr. 162 - 29. august 2003
13
Grønlendingar hava í
nógv ár verið mettir
at verða eitt rættiliga
avskorið land. Hetta
er nú við at broytast,
tí teir hava ásannað,
at teir eru noyddir at
luttaka á altjóða
leikpallinum. Teir
vilja nú seta Grøn-
land so rimmarfast á
heimskortið
SAMRØÐA
Orð og myndir:
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Í hesum døgum er danski
professarin í rættarsosiol-
ogi, Hanne Petersen, í Før-
oyum og roynir at seta seg
inn í føroysk samfelagsvið-
urskifti. Hanne Petersen ar-
beiðir á Københavns Uni-
versitet, har hon hevur
fingið eitt sokallað profes-
sorat til at viðgera grøn-
lendska rættarsosiologi.
Í samband við professor-
atið metir hon, at fyri at fáa
eina haldgóða viðgerð av
evninum, er hon eisini
noydd til at seta seg inn í
føroysk
samfelagsviður-
skifti. Hon kom til landið
seinasta mikudag, og eftir
ætlan fer Hanne Petersen
aftur av landinum leygar-
dagin.
Hetta er fyrstu ferð hon
vitjar Føroyar, og umframt
at gera samrøður við við-
komandi fólk, sum kunnu
seta hana í føroysk sam-
felagsviðurskifti, hevur hon
ferðast kring oyggjarnar
sum ferðafólk.
Búð í Grønlandi í fýra
ár
Frá 1995 og fýra ár framm
búði Hanne Pedersen í
Grønlandi. Hon undirvísti á
Universitetinum í Grøn-
landi, og hon hevur skrivað
fleiri bøkur um rættar- og
samfelagsviðurskifti
í
Grønlandi.
Í 2001 fekk hon tillutað
professoratið um grøn-
lendska rættarsosiologi frá
Københavns Universitet, og
eftir ætlan skal hon verða
liðug við ritgerðina í 2006.
Hetta er fyrstu ferð, at
Københavns
Universitet
letur eitt professorat, ið
viðger onnur øki í danska
ríkinum enn Danmark, so
talan er um ein forkunnuga
uppgávu
hjá
danska
professaranum.
Í høvuðsheitum ætlar
Hanne at lýsa broytingina í
samfelag- og rættarviður-
skiftum í Grønlandi í hes-
um
globaliseringstíðum.
Hon heldur, at túrurin til
Føroya er rættiliga nær-
liggjandi, tí hon hevur
áhugað í at síggja um
viðurskiftini millum Føroy-
ar og Danmark eru øðrvísi
enn viðurskiftini millum
Grønland og Danmark.
Hon ásannar, at túrurin
fyrst og fremst skal nýtast
sum bakgrundsvitan til rit-
gerðina um Grønland, men
fyri at kunna gera nakrar
samanberingar
millum
Grønland og Føroyar, var
tað týdningarmikið, at hon
setti eg gjøllað ínn í føroysk
samfelagsviðurskifti.
Hanne Petersen er ógvu-
liga áhugað í globaliser-
ingshugtakinum, og hon
dylir heldur ikki fyri, at júst
tað evni verður knútapunkt-
ið í uppgávuni. Danski
professarin heldur, tað er
ógvuliga
áhugavert
at
síggja menningina av grøn-
lendska samfelagnum síðan
annan veraldarbardaga.
Stórur partur av tíðini
eftir kríggið, hava grøn-
lendingar nýtt til at vinna
sær rættindi, fyrst sum amt,
og síðan sum heimastýrið,
og nú verður arbeitt við at
vinna sær rættindi á altjóða
leikpallinum.
Rívandi menning í
Grønlandi
Hanne Petersen vísir á, at
grønlendingar eru væl á
veg til at kunna kalla seg
heimsborgarar. Øktu tøkn-
ligu-, samskiftis, og ferða-
møguleikararnir hava havt
við sær at ein hugburðs-
broyting er farin fram í
Grønlandi. Grønlendingar
eru ógvuliga tilvitaðir um,
at heimssamfelagið gevur
teimum øktar møguleikar.
Hanne Petersen nevnir, at
ST-menniskjasáttmálin,
broytt hugsjón mótvegis
upprunafólki og mikrostat-
um hevur rættiliga latið
eyguni upp hjá grønlend-
ingum. Danski professarin
sigur, at grønlendingar hava
sum mál at sláa sítt navn
rimmarfast á heimskortin-
um.
Hetta verður gjørt við at
broyta hugburðin hjá al-
tjóða samfelagnum mót-
vegis Grønlandi, og hjá
grønlendingum mótvegis
altjóða samfelagnum. Fyri
at fremja hesa hugburðs-
broyting, so verður arbeitt
bæði politiskt, búskaparligt
og mentanarligt.
Hanne Petersen heldur,
tað ber væl til at staðfesta,
at Grønland frá at vera
rættiliga avskorið, nú er í
ferð við at gerast partur av
einum
heimssamfelagið.
Sambært danska professar-
anum, so er serliga tann
tøkniliga menningin, ið
hevur gjørt sítt til tí rívandi
menningina í Grønlandi.
Hon vil fara so langt at
siga, at grønlendingar eru
møguliga eru í fremstu røð,
tá tosað verður um at síggja
seg sum borgara í einum
Danski professarin, Hanne Petersen um globaliseringmeldurin:
Grønlendingar eru við í fremstu røð
Hanne Petersen, professari í rættarsosiologi, heldur, at norðurlendska vælferðarskipanin er við at syngja sítt seinasta vers. Nýggja skipanin fer at leggja seg eftir »forskelsbehandling«, sum hon
kallar tað
C
M
Y
K
13
12