Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. august 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 162 - 29. august 2003 15 UTTAN ÚR HEIMI Statoil roynir spennandi øki Fyrr í mánaðinum kom boriskipið "West Navigator" óvæntað fram á eina sera spennandi oljuleið í ein út- nyrðing úr Tróndheimi. Upprunaliga varð hildið, at bara gass var at finna á hesari leiðini, og tí kom tað óvart á øll í vinnuni, tá oljuleiðin varð funnin. "West Navigator" hevur borað fyri Statoil, og leiðsl- an í oljufelagnum hevur longu gjørt av at fara undir royndarframleiðslu í nýggja økinum. Leitistjórin hjá Statoil, Tor Fjæren, sigur við Aftenposten, at hetta verður gjørt fyri at fáa staðfest, um tað kann løna seg at vinna olju har, tí tað er greitt frammanundan, at tað verður ikki so lætt sum aðrastaðni, av tí at undirgrundin har er rættiliga trupul at arbeiða í, sigur hann. Statoil og hini oljufeløgini, sum hava leitingarloyvi úti fyri Trøndelag, hava kortini góðar vónir um, at tað fer at bera til at fáa lønandi vinnu har. Tað er samstund- is greitt, at tann væleydnaða boringin hjá Statoil hevur økt áhugan fyri hesum leiðunum munandi undan 18. útbjóðingarumfarinum, sum verður tíðliga næsta ár. Danski handilsflotin metár Hóast bert átta mánaðir eru farnir av árinum, bendir alt á, at árið í ár verður metár hjá danska handilsflotanum. Inntøkurnar hjá handilsflotanum settu met í 2001, men reiðarafelagið væntar, at inntøkan í ár fer upp um 100 milliardir krónur, og tað er nýtt met. Metingin er grundað á hálvársroknskapirnar, sum reiðaríini júst hava kunngjørt. Í vinnuni verður sagt, at hetta úrslitið vísir, at danski handilsflotin klárar seg best í altjóða krepputíðum, og at tað er eitt gott tekin. Samstundis vísa upplýsingar, at danski handilsflotin hevur ongantíð verið so stórur sum nú, og at flotin hevur tann yngsta meðalaldurin í heiminum. Í meðal eru donsku handilsskipini 6,6 ára gomul. Hetta verður ivaleyst eisini myndin frameftir, tí donsku reiðaríini hava bílagt ikki færri enn 75 nýbygningar fyri næstan 20 milliardir krónur, skrivar Jyllandsposturin. Halliburton ger kvetti Washington Post vil vera við, at amerikanska fyritøkan Halliburton fær nógv burtur úr amerikonsku herset- ingini í Irak. Sambært blaðnum hevur fyritøkan tryggjað sær ar- beiði í Irak fyri einar 12 milliardir krónur, og at fyritøk- an fer at fáa fleiri milliardir afturat burtur úr øðrum sáttmálum, sum eru á veg. Eitt nú byggir og rekur Halliburton allar støðirnar hjá amerikanska herinum í Irak, eins og felagið útvegar útgerð til tey umleið 1200 fregnartænastufólkini, sum leita eftir hópoyðingar- vápnum. Harafturat stendur felagið fyri postflutning- inum til teir 140.000 amerikonsku hermenninar. Dick Cheney, varaforseti, hevur verið stjóri í Halli- burton. Sambært Washington Post er so tætt samband millum fyritøkuna og amerikanska herin, at starvsfólk hjá Halliburton ganga ofta í hermannabúna. Einki bros Kanadisku myndugleikarnir hava sett fólki forboð fyri at brosa, tá passmyndir verða tiknar av teimum. Ikki tí, tað er heldur ikki loyvt at vera múlatrútin á passmyndini. Fólk skulu stutt sagt síggja út, sum tey eiga at síggja út, siga myndugleikarnir. Men talskvinn- an hjá passmyndugleikunum, Suzanne Meunier, sigur við blaðið Globe and Mail, at tað er ikki altíð so lætt at taka dagar ímillum, um myndin nú er í lagi ella ikki. Men tað er ikki bert eitt bros, sum kann geva fólki trupulleikar. Muslimskar kvinnur ganga vanliga við turriklæði, sum fjalir ein part av andlitinum, men kanadisku myndugleikarnir siga, at her má átrúnaðurin víkja, tí passmyndin skal vísa alt andlitið. Tann nógvi hitin í Evropa í summar kann hava kostað heili 20.000 mannalív. HITI Árni Joensen fartekst@mail.dk Fyribilstøl benda á, tann sjáldsama nógvi hitin í nógum evropeiskum lond- um í summar kann hava kostað umleið 20.000 fólk- um lívið. Serliga Frakland varð meint rakt av tí nógva hit- anum, sum var tað heitasta har í meiri enn 60 ár. Franska heilsuverkið sigur, at umleið 13.000 fólk doyðu beinleiðis ella óbein- leiðis av tí nógva hitanum. Ein orsøk til, at Frakland varð so illa rakt, sigst vera, at bara fá hús í Fraklandi hava skipanir, sum køla luftina innandura. Tey flestu, sum doyðu í Fraklandi, vóru sjúk og eldri fólk. Summarið kostaði 20.000 mannalív Sharon í álvarssomum máli um mutur Ísraelski forsætisráð- harrin, Ariel Sharon, er fyrr lagdur undir at hava tikið ímóti mutri, og nú eru nýggj skjøl komin fram. MUTUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Í januar vildi ísraelska blaðið Haaretz vera við, at Ariel Sharon og húski hansara høvdu verið uppi í ymsum virksemi, sum ikki vóru sømilig fyri ein stjórn- arleiðara. Løgreglan kann- aði longu tá aðrar skuldset- ingar um mutur, og tær eru ikki lidnar enn. Nú hevur Haaretz fingið fatur á einum skjali, sum sambært blaðnum styrkir illgrunan um, at forsætis- ráðharrin og hansara næstu hava ikki so reint mjøl í posanum. Málið byrjaði í 1999, tá tað var avdúkað, at Sharon hevði fingið pengar til sítt valstríð, og at peng- arnir vóru komnir úr út- landinum. Slíkur stuðul er ólógligur í Ísrael. Fyri at kunna rinda pengarnar aftur, tók ein sonur forsæt- isráðharran eitt lán í navni pápans. Trygdin aftan fyri lánið var eitt lán frá einum handilsmanni í Suður- afrika, sum er ein gamal vinmaður Sharons. Tá hetta kom fram, noyddist ein sonur Sharons at rinda suðurafrikanska handilsmanninum pengar- nar aftur beinanvegin. Men hvussu? Sambært Haaretz komu pengarnir frá tveim- um útlendskum vinnulívs- monnum, og í hvussu er annar teirra sigst hava handilsáhugamál í Ísrael. Her var ikki talan um lán, og spurningurin er so, um talan var um mutur. Her var heldur ikki talan um smá- pengar. Pengarnir komu sum tvær flytingar, og hvør teirra var upp á fleiri hundraðtúsund dollarar. Ísraelska ákæruvaldið hevur síðani roynt at fáa at vita, hvaðani pengarnir komu. Higartil hava hvørki Sharon sjálvur ella sonur hansara viljað sagt tað, men tann 9. september skal son- urin í rættin at greiða frá málinum. Ísraelsk lóg áleggur fólki at goyma skjøl, sum hava samband við størri pengaflytingar, og nú verður bíðað í spenn- ingi eftir, um sonur forsæt- isráðharrans hevur gjørt, sum lógin krevur. Traðk- að í hel Minst 29 fólk doyðu, og 125 fingu skaða, tá ófriður kom á eina stóra mannamúgvu, sum var komin saman í indiska býnum Nasik norðan fyuri Bombay at halda ein árligan hindu-festival. Myndugleikarnir siga, at næstan øll tey 29 vórðu traðkað í hel. Flestu teirra vóru kvinnur. 15 14 Nr. 162 - 29. august 2003 Telefonloysi á útoyggj Bóndin í Koltri sendir neyðaróp. Við sms- boðum. Tí fasta tele- fonsambandið er so út av lagi vánaligt. Tað er serliga umráð- andi, at útoyggjar hava gott telefonsam- band, heldur hann. ikki minst um tú livir av ferðavinnu og bóndagarðinum. Før- oya Tele finnur ikki feilin SAMSKIFTI Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Dut, dut, dut... Soleiðis ljóðar, tá tú roynir at ringja til bónda- hjúnuni í Koltri. Eftir øllum at døma er upptikið, men so er ikki, fingu vit at sanna, tá eini sms-boð komu bipp- andi inn á fartelefonina fyrrapartin hósdagin: »TELEFONLOYSI Í KOLTRI. Nú eina tíð hevur telefonsambandið til Koltur verið slitið. Tað ber ikki til at ringja, faksa ella brúka teldu. Ja, tað ber ikki til at gjalda rokningar. Vit eru skotin langt aftur í tíðina.« Avsendarin var Bjørn Patursson, bóndi í Koltri. – Hetta er eitt neyðarróp, tí fartelefonin er einasta sambandið vit hava. Tele- fonin er steindeyð. Fólk og viðskiftafólk halda, at vit ikki svara ella eru ikki heima, at eingin býr her longur, og tað ber ikki til, tá vit liva av ferðavinnu og bóndagarðinum. Tað er ikki fyri at leggja eftir Føroya Tele, at eg sigi hetta, tí har hava tey roynt sítt besta, men tey finna bara ikki feilin, sigur Bjørn Paturs- son. Í grundini hevur trupul- leikin verið líka síðan 1994, tá tey fluttu út í Koltur. Føroya Tele hevur líka síðan roynt at loyst trupulleikan við vánaliga sambandinum. Koltur fekk ta fyrstu luftbornu skipan- ina, og tey hava havt gott teldusamband við ISDN. Men knappliga er sam- bandið burtur, og tá fólk ringja í hesum døgum, ljóð- ar upptikið. Útoyggjarnar hava ikki fingið kaðal lagdan, tí tað loysir seg ikki. Fólkini eru ov fá, og ofta er harður streymur millum megin- landið og oynna. Ávirkar nógv Tey búleikast tvey fólk í Koltri. Strandferðslan siglir ikki út í Koltur, tyrlan flýg- ur hægst tríggjar ferðir um vikuna, og posturin kemur tvær ferðir. Bjørn Patursson sigur, at tað er serliga um- ráðandi við góðum tele- sambandi, tá tú ert avskerd- ur frá umheiminum í aðrar mátar. – Tað ávirkar meg ógvu- liga nógv, at vit hava so vánaligt telefonsamband, og vit eru foy um hetta, tí vit eru so bundin av sam- skiftinum. Vit liva av ferða- vinnuni, og eg tosi helst hvønn dag við ferðafólk. Umframt ferðavinnuna hava vit bóndagarðin og selja kjøt, og tað krevur samskifti við kundan. Vit hava eisini vant okkum við at gjalda rokningar um- vegis Heimagreiðsluna og Heimabankan, men tað ber ikki til uttan telefonsam- band. Harafturat eri eg formaður í bóndafelagnum, og tað krevur sjálvandi, at tað ber til at fáa fatur á mær, sigur Bjørn Paturs- son. Hann undrast á, at tað, sum ber til í Dímun ikki ber til í Koltri, tí hóast dímun- ingar eru longri burtur frá meginøkinum, so hava teir gott og støðugt telefon- samband. Avoldað Bjørn Patursson heldur, at tey í Koltri eru skotin langt aftur í tíðina. – Onnur krevja berghol og fleiri túrar um firðir. Vit stríðast framvegis við telefonina, og tað má sigast at vera eitt sindur avoldað, sigur Bjørn Patursson. So er at vóna, at Føroya Tele tekur sær um reiggj og loysir trupulleikan. Til ta tíð kunnu vit upplýsa vin- um, ferðafólki og kundum, at Bjørn Patursson er at hitta á fartelefon 21 6026. Tað hevur stóra ávirkan á lívið á útoyggj, at telefonsambandið er so út av lagi vánaligt, sigur Bjørn Patursson, bóndi í Koltri, sum hevur ligið í telefonloysi eina tíð Mynd: Jens K. Vang C M Y K 14