fríggjadagur 29. august 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 162 - 29. august 2003
Nr. 162 - 29. august 2003
17
SAMRØÐA
Hans Kárason Mikkelsen
mikkels@fas.harvard.edu
Stuart Bernstein er maðurin
hjá Bush í Danmark. George
W. Bush, forseti nummar
43 í USA, hevur útnevnt
Bernstein til sendiharra í
Danmark, og varð hetta í
2001.
– Eg kenni serstakliga
væl Bush-familjuna, og eg
havi stuðlað teimum síðani
miðskeiðis í 80’unum, sig-
ur Bernstein við Sosialin.
Beint
aftaná
Ronald
Reagan varð afturvaldur til
forseta í 80’unum, byrjaðu
Bernstein og hansara menn
at stuðla Bush eldra, sum
so stillaði upp aftaná Reag-
an.
Bernstein hevur givið
nógvan pening tilsamans til
Bush yngra og eldra í sam-
band við valstríð teirra.
Men Bernstein er ikki
politikari sjálvur og hevur
ongantíð verið tað. Hann er
nevniliga vinnulívsmaður.
Stuart Bernstein stovnaði
Bernstein Companies í
Washington, har hann byrj-
aði at selja hús og ognir.
Felagið hjá honum bleiv
størri og størri, og Bern-
stein endaði sum ein múgv-
andi maður.
Kennedy setti í gongd
So hví er hann brádliga
blivin sendiharri fyri Amer-
ika, ístaðin fyri framhald-
andi at vera vinnulívs-
maður? – Eg havi altíð havt
ein brennandi hug at poli-
tikki, sigur Bernstein, og
leggur aftrat, at tað var
Kennedy, sum veruliga
kveikti hesa kensluna.
– Eg haldi, at Kennedy
hevur haft nógv at siga fyri
Amerika og amerikanskan
politikk, og eg meini, at
amerikanskir politikarar er
nógv ávirkaðir av honum.
Kennedy setti í øllum før-
um nakrar kenslur í gongd
hjá mær, sigur Bernstein
afturlítandi.
Kennedy var tann yngsti
forsetin í USA nakrantíð, tá
hann kom fram fyrst í
60’unum. Bernstein sigur í
hesum sambandi, at tað
varð okkurt við hesum
unga og inspirerandi manni,
sum rørdi hann. – Kennedy
varð ímyndin av ungdómi
og styrki, sigur Bernstein,
og leggur aftrat, at tað var
tað, sum setti gongd í eitt
heilt ættarlið.
Men Kennedy var forseti
fyri Demokratiska flokkin,
meðan Bush er forseti fyri
Republikanska flokkin, so
hví stuðlar Bernstein ikki
heldur Bill Clinton ella Al
Gore?
Samkennandi
konservativur
Stuart Bernstein sigur um
hetta, at eftir at Kennedy
hevði kveikt politiska tevið,
so byrjaði Bernstein sjálvur
at lesa um ymiskar politisk-
ar hugsjónir. – Eg eri kom-
in eftir, at eg eri samkenn-
andi konservativur. Tað vil
siga, at eg vil hava lægri
skattir og alt tað, sum hoyr-
ir til eina høgrahugsjón,
men hinvegin stuðli eg
kvinnuni, og hennara rætti
til at velja. I’m pro choice,
sigur Bernstein.
Men George W. Bush
heldur ikki, at kvinnur
skulu hava loyvi at fremja
fosturtøku, og tískil er ein
greið linja millum Bush og
Bernstein. Men tað forðar
teimum ikki í at vera av
bestu kammeratum, og
Bernstein er altíð við á
gestalistanum hjá George
W. Bush, tá forsetin bjóðar
inn. – Mær dámar ógvuliga
væl Bush-familjuna, sigur
Stuart Bernstein.
Bernstein ferðast nógv
runt í heiminum, og honum
dámar eisini væl at ferðast
heim til USA. – Eg plagi at
fara til Washington D.C.
einar fýra ferðir um árið,
sigur Bernstein, sum annars
hevur nógv at gera á sendi-
stovuni í Keypmannahavn.
– Eg taki mær eisini
av føroyingum
Stuart Bernstein skal røkja
sínar uppgávur sum sendi-
harri fyri USA, og kann
hetta ofta verða strævið ar-
beiðið. – Serliga tá Amer-
ika er í kríggj, er nógv at
gera, og tá ræður um at vera
í samband við leiðararnar.
Tá vit fóru inn í Irak, hevði
eg tætt samband við Anders
Fogh Rasmussen, forsætis-
ráðharra í Danmark, og
vísti hann sín stuðul, sigur
Bernstein um viðurskiftini
við Danmark.
– Men tað eru ikki bert
viðurskiftini við Danmark,
sum skulu røkjast. Eg skal
jú taka mær av øllum
kongaríkinum, sigur Bern-
stein smílandi og lýtir yvir
Havnina frá matstovuni á
Hotel Føroyum.
– Mær dámar ógvuliga
væl Føroyar. Hetta er fyrstu
ferð, eg eri her, sigur Stuart
Bernstein. Spurdur um tað
serliga er náttúran, sum
honum dámar væl, sigur
Bernstein, at føroysku fjøll-
ini eru pen og vill, men at
tað eru fólkini, ið hann hev-
ur lagt merki til.
– Tað er eitt ótrúliga gott
og dugnaligt fólk, sum bú-
leikast á hesum oyggjum.
Øll eru so innbjóðandi, at
tað er ein fragd at møta
fólki í Føroyum, sigur
Bernstein um sína fyrstu
ferð til Føroyar.
Amerikanski sendiharrin
kom til Føroyar týsdagin,
og endamálið við ferðini er
fyrst og fremst at kunna seg
um Føroyar. Bernstein vil
síggja tann føroyska »way
of life,« sum hann tekur til.
Og føroyskan livihátt
hevur Bernstein sæð nógv
til, nú hann hevur verið her.
Til dømis hevur hann fing-
ið lunda til matna, og tað
dámdi honum væl.
– Men tað vóru serliga
nakrar pannikøkur, sum eg
fekk í einum føroyskum
heimi, ið mær dámdi ógvu-
liga væl, sigur Bernstein
vælnøgdur við góðan, før-
oyskan mat.
Dámar væl Løgtingið
Bernstein gav sær eisini far
um onnur viðurskifti enn
føroyskan mat. Sum áður
nevnt, so selir Bernstein
hús og ognir, og kennir
hann tí nógv til byggilist.
– Føroyingar hava megn-
að væl at fingið eina ávísa
samanrenning av gomlun
og nútímans arkitekturi, og
eg haldi, at nógvir penir
bygningar eru at finna her.
Serliga væl dámar mær
Løgtingið, sigur Bernstein
um føroyska byggilist.
Og tað er júst byggilistin,
sum hevur gjørt, at Bern-
stein er komin framat
sendiharrastarvinum í Dan-
mark. Hann sigur nevni-
liga, at eftirsum hann stuðl-
aði Bush-familjuni við pen-
ingi, sum hansara hús og
ognir hava givið honum, so
hevur hann fingið hetta ar-
beiðið, sum verður nevnt
ein »karrrieru-ambassadør
postur.« Tað vil siga, at
hann er komin beinleiðis úr
vinnulívinum og inn í
diplomatiska heimin, og er
hetta vanligt í USA. – Um-
leið 30% av øllum sendi-
harrum hjá USA eru karri-
eru-sendiharrar, sigur Stuart
Bernstein.
– Havi altíð veri
oddamaður
Men Stuart Bernstein er
ikki bara karrierumaður, tí
hann hevur trý børn og
tíggju abbabørn, sum hann
er ógvuliga glaður fyri. –
Tað eru jú tey, sum skulu
bera alt víðari, sigur Bern-
stein og leggur aftrat, at
elsti sonurin longu hevur
yvirtikið felagið hjá honum
í Washington D.C.
Tað sæst eisini, at Bern-
stein er glaður fyri fólk, og
at hann er vanur við at hava
nógv fólk rundanum seg.
Hann smæðist heldur ikki
burtur millum fólkini, og
hann hevur eina ávísa út-
stráling. – Eg havi altíð veri
ein leiðari, hvar eg so enn
eri, sigur Bernstein.
– Tá eg spældi amerikan-
skan fótbólt í mínum ungu
døgum, tá varð eg altíð lið-
skipari. Og frá tí eg var
smádrongur, varð eg altíð
oddamaðurin, sigur Stuart
Bernstein, sum altso nú er
ovasti maður á amerikan-
sku sendistovuni í Dan-
mark.
Stuart Bernstein sigur í
sambandi við sendiharra
virksemið í Danmark, at
sendistovan hjá honum er
ein tann týdningarmesta hjá
USA. – Danmark er, aftaná
Stóra Bretland, eitt tað
týdningarmesta landið, sum
USA hevur samstarv við.
Danskarar eru okkara vinir,
sigur Bernstein.
Danmark var eitt tað
fyrsta landið í heiminum at
viðurkenna Sameindu Stat-
irnar í Amerika sum eitt
fullveldi,
og
tískil
er
óbrotna diplomatiska sam-
bandið hjá USA við Dan-
mark longri, enn við nakað
annað land USA hevur havt
diplomatiskt samband við.
Føroyingar munnu eisini
metast at vera vinir hjá
amerikanarum, og Bern-
stein sigur, at hetta er mill-
um annað orsøkin til, at
hann vitjar í Føroyum. – Eg
má royna at koma út til alt
samfelagið og koma í sam-
bandi við føroyska fólkið,
sigur Bernstein.
Meðan vit royna at eta
tað síðsta av máltíðini uppi
á Hotel Føroyum, spyr
Bernstein um føroyskan
politikk, og hvussu støðan
er. Undirritaði greiðir eitt
sindur frá um hugsjónarligu
munirnar millum flokkar-
nar og serliga um ósemj-
una, tá tað snýr seg um,
hvørt Føroyar skulu verða
fullveldisríki
ella
ikki.
Bernstein svarar diplomat-
iskt, at tað man fara at
ganga við tí heila.
Vit reisa okkum frá borð-
inum og blaðmaðurin takk-
ar fyri samrøðuna.
– Ring til mín, tá tú ert
»in town,« sigur Stuart
Bernstein, í tí hann gevur
mær navnakortið. So er
spurningurin bara, um tað
er samband, tá man fer at
ringja.
Stuart Bernstein, ameri-
kanski sendiharrin, fór
aftur til Danmarkar hósdag-
in.
Sendiharrin úr USA:
– Taki mær eisini av føroyingum
Amerikanski sendiharrin í Danmark,
Stuart Bernstein, hevur júst verið í
Føroyum, og Sosialurin hevur hitt hann
á máli. Bernstein bjóðar blaðmanninum
niðan á Hotel Føroyar, har vit práta yvir
eina hugnaliga máltíð
– Eg taki mær eisini av føroyingum, sigur
Stuart Bernstein, sum er vælnøgdur við fyrstu
ferðina til Føroyar. Hann sigur, at tað er eitt
ógvuliga fyrikomandi og dugnaligt fólkslag,
sum býr í Føroyum
Mynd: Maria Olsen
C
M
Y
K
17
16