fríggjadagur 29. august 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 162 • fríggjadagur • 29. august 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
- Vit høvdu í veru-
leikanum uppiborið
at vinna dystin, tí vit
høvdu tamarhaldið á
leikgongdini størsta
partin av dystinum.
Vit fáa ongantíð so
góðan møguleika fyri
at koma víðari sum
hesuferð. Soleiðis dró
Todi Jónsson saman-
um eftir dystin mill-
um FCK og Rangers
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Sosialurin,
Keypmannahavn:
Tað var sjálvsagt ein sera
vónbrotin Todi Jónsson,
sum Sosialurin hitti í
Parkini mikukvøldið.
FCK hevði júst tapt 2-1
ímóti skotsku meistarunum
Glasgow Rangers og harvið
spælt sær av við møguleik-
an fyri at spæla Champions
League fótbólt í ár.
- Sjálvandi eru vit allir
sera vónbrotnir av hesum
úrslitinum. Vit fáa ongantíð
so stóran møguleika fyri at
koma víðari í Champions
League, segði Todi.
Tann fyrri dysturin á
Ibrox leikvøllinum í Glas-
gow endaði 1-1, og tá skor-
aði Todi tað útjavnandi
málið fyri FCK. Við einum
máli á útivølli skuldi verið
lag á manni at spæla seg
víðari til bólkaspælið í
Champions League. Nak-
að, sum FCK ongantíð hev-
ur roynt í søgu felagsins,
men sum avgjørt er eitt av
aðalmálunum hjá bossinum
Flemming Østergaard.
- Hatta var ein harður
dystur, og eg fekk ongantíð
nakrar rennibóltarnar, segði
Todi um dystin. Todi hevði
eina roynd uppá málið hjá
týska málverjanum Stefan
Klos, tá hann fyrst reiv seg
leysan av verjuni, men ov
lítið veiggj var í skotinum
frá klaksvíkinginum.
Tamarhald
- Eg haldi, at vit høvdu
uppiborið at koma víðari, tí
vit stýrdu dystinum inntil
tað fyrra málið hjá teimum,
segði føroyingurin við 12-
talinum á baki. Serliga iðr-
ar Todi seg um tað fyrra
málið hjá skotska liðnum.
Hetta verður ungverski
málverjin Balázs Rabóczki,
sum nú hevur fingið eykn-
evnið "Radropski" í donsk-
um fjølmiðlum, at taka á
sín kappa. Málverjin megn-
aði ikki at halda einum frí-
sparki frá Rangers, og bólt-
urin
datt
út
aftur
í
málteigin,
har
Urmas
Rooba og ein Rangers
leikari stríddust um bóltin,
og endin var, at dómarin
peikaði
á
brotssparks-
blettin.
Hetta var sostatt ein
gyltur møguleiki hjá Toda
og liðfeløgum hansara at
sleppa til tað lovaða landið,
har milliónirnar rulla í
kassan hjá feløgunum. Mett
verður at FCK hevði fingið
umleið hálvthundrað milli-
ónir krónur burturúr lut-
tøku í bólkaspælinum, og
leikararnir høvdu fingið
250.000 krónur í bonus í
part.
Mugu koma víðari
Tað verður óivað torført hjá
FCK leikarunum at leggja
hetta tapið afturum bak, tí
hetta var í ein gyltur møgu-
leiki, sum teir fingu, í
orðsins sanna týdningi.
- Vit mugu royna at vera
professionellir og koma
víðari, hóast tað er sera tor-
ført at svølgja hetta tapið,
segði Todi Jónsson. Sunnu-
dagin spælir FCK á heima-
vølli ímóti AGF, og tá vænt-
ar viðhaldsfólkið sær ein
sigur.
Todi varð tikin út mið-
skeiðis í seinna hálvleiki,
og tað var hann sjálvsagt
eisini vónsvikin av.
- Sjálvandi eri eg eisini
vónbrotin av at verða skift-
ur út, tí mann vil altíð
spæla allar 90 minuttirnar.
Tað er næstan blivin til eina
tradisjón, at eg verði tikin
út eftir 60 minuttir, segði
Todi eftir dystin.
Nýggi
áleyparin
hjá
FCK, brasiliumaðurin Álv-
aro Santos, varð settur inn
fyri Toda, og hann skoraði
eisini málið til 1-1. Nú eru
fimm áleyparar í felagnum,
men enn hevur Todi staðið
frammalaga í útveljingini
hjá venjaranum.
Spurdur um hann væntar,
at hansara tíð á vøllinum
verður meira avmarkað
framyvir, svarar Todi, at
FCK hevur ikki keypt ein
áleypara fyri nærum tíggju
milliónir fyri at sita á
bonkinum. Tí kann vænt-
ast, at Todi aftur fer á
beinkin at sita, tá Santos
verður ordiliga klárur at
spæla.
- Fyri einum ári síðani
var eg í somu støðu sum nú.
Tá hevði FCK eisini keypt
ein áleypara, sum skuldi
vera fantastiskur, og eg
varð settur uttanfyri, sigur
Todi um núverandi støðu
sína í felagnum, sum aftur
er hótt av einum nýggjum
leikara.
Leikarin, sum Todi sipar
til, er sviin Jørgen Petter-
son, sum ongantíð hevur
sligið til sum áleypari, og
nú er Todi frammanfyri
hann í útveljingini í álop-
inum.
Tað glapp sostatt av
hondum hjá FC København
á hesum sinni, og møguliga
fáa teir ongantíð ein so
góðan møguleika fyri at
møta teimum heilt stóru
aftur.
Todi Jónsson:
- Vit fáa ongantíð slíkan møguleika aftur
- Fyri einum ári síðani var eg í somu støðu sum nú. Tá hevði
FCK eisini keypt ein áleypara, sum skuldi vera fantastiskur, og
eg varð settur uttanfyri, sigur Todi um núverandi støðu sína í
felagnum
19
18
Nr. 162 - 29. august 2003
Poul H. Sólstein á
Havsbrún sigur, at tað
er vanligt hesa tíðina
av árinum, at fiski-
skapurin er misjavn-
ur. - Stundum er
meira at fáa, og
stundum er minni,
sigur hann
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fiskiskapurin hjá svart-
kjaftaskipunum, sum royna
í ein útnyrðing úr Myki-
nesi, hevur verið smáligur
seinastu 2-3 vikurnar.
Poul H. Sólstein á Havs-
brún sigur, at tað er vanligt
hesa tíðina av árinum, at
fiskiskapurin er misjavnur.
- Stundum er meira at
fáa, og stundum er minni.
Vit vænta tó, at flestu
skipini fara at halda seg á
svartkjaftinum tað mesta av
hesum árinum.
Hann vísir á, at vanliga
fiska skipini í føroyskum
og íslendskum sjógvi hesa
tíðina.
Landingar
Í síðstu viku landaðu
Christian í Grótinum og
Tróndur í Gøtu á Havsbrún.
Christian var knappliga
fullur, og Tróndur hevði
eini 1400 tons.
Mánadagin í hesi vikuni
var Høgaberg inni við 300
tonsum av svartkjafti, og
týsdagin var Krúnborg við
2500 tonsum. Hesin túrurin
hjá Krúnborg var hampiliga
góður.
Norðborg
landaði
í
Fuglafirði í gjár; teir høvdu
fult skip av frystari sild og
eini 800 tons av sild til
ídnað.
Poul H. Sólstein veit at
siga, at Høgaberg er farin
norðureftir á sildaveiði,
men óvist er, hvar skipið fer
við veiðini.
- Prísurin á sild til matna
er lágur í løtuni, sigur hann.
Jupiter er í Danmark, har
arbeitt verður við kølingini,
og væntandi fer Krúnborg
eisini úr vinnu eina tíð, tí
spølini skulu møguliga
skiftast.
Poul H. Sólstein veit at
siga, at Saksaberg er á sild,
men tá ið vit frættu miku-
dagin, var hann ikki vísur í,
hvar Finnur Fríði er í løt-
uni.
Smáligur svartkjaftafiskiskapur í seinastuni
Uppá stutt sikt, sær
ógvuliga dapurt út
hjá partrolarunum,
sum veiða upsa og
línubátunum, sum
veiða hýsu. Nógvur
fiskur er at fáa, men
marknaður er eingin.
Hósdagin fór upsi
fyri 2-2,50 kr. fyri
kilo, og hýsa 3 fór
mikudagin fyri 3,50
fyri kg. Hetta eru ikki
prísir, sum nakar
kann liva við, hvørki
skip ella manningar
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Marknaðarstøðan hjá upsa
og hýsu hevur leingi verið
ógvuliga vánalig, men hita-
bylgjan, sum hevur herjað í
summar, hevur gjørt støð-
una uppaftur verri.
Fólk, sum starvast í vinn-
uni, eru ógvuliga dapur-
skygd í løtuni. Tey siga, at
sæð uppá stutt sikt, verður
galin endi, so vánalig sum
støðan í veruleikanum er.
Umborð á trolarunum, sum
veiða upsa og línuskipun-
um, sum veiða hýsu, er lag-
ið ringt. Hýrurnar eru faln-
ar við 30-40% og í einstøk-
um førum við 60%. Útróðr-
armenn tíma ikki at loysa, tí
lítið og einki fæst fyri fisk-
in. Menn rýma av skipun-
um, tí hóast nógv er at
fiska, fæst einki burtur úr.
Tað, sum hevur hildið par-
trolarunum og línubátunum
uppi, er, at skipini hava
havt nøkur góð ár, men sum
tíðin líður, og eingin broyt-
ing kemur í, sær alt daprari
út.
Vinnan á landi
Í vinnuni á landi er skilið
tað sama. Saltaður upsi
selist ikki, og tað ger hýsan
treyðugt heldur. Virkini
kring landið hava stórar
trupulleikar, tí torført – fyri
ikki at siga ógjørligt - er at
fáa sáttmálar um fram-
leiðslu av upsa og hýsu.
Trupulleikar eru eisini
við
gulllaksinum,
sum
skipini veiða hesa tíðina av
árinum.
Í Miðvági, har tey hava
arbeitt gulllaks um summ-
arið - og eisini í summar, er
einki arbeiði og sum skilst,
ætlar Tavan í Leirvík eisini
at gevast.
Á Tavuni plaga tey at
arbeiða upsa, tá ið eingin
gulllaksur er, men ivasamt
er, um nakað verður gjørt
við upsan, soleiðis sum
støðan er í løtuni.
Spottprísir
Hósdagin í hesi vikuni fór
upsi fyri 2 kr. fyri kilo, og
hýsa 3 fór mikudagin fyri
3,50 fyri kg.
Í fjør, tá ið virkini byrjaðu
aftur eftir summarsteðgin,
var prísurin á upsa einar 5
kr. fyri kg. Nú er hann heilt
niðri á 2-2,50 fyri kg.
Hetta eru ikki prísir, sum
nakar kann liva við, hvørki
skip ella manningar.
Í vinnuni siga tey, at
prísurin á gulllaksi er fallin
heilt niður á kr. 2,75, og tí
verður ein patur av veiðini
fyribils løgd upp og goymd
í Runavík.
Tungur sjógvur
Fólk, sum standa vinnuni
nær, siga, at kemur ikki
vend í við prísinum á upsa
og hýsu, er vandi fyri, at í
fyrsta lagi ísfiskatrolararnir
og síðan línuskipini fara at
sigla í ógvuliga tungum
sjógvi.
Hetta er ein syndarlig
støða, tí trupulleikin er
ikki, at ov lítil fiskur er at
fáa. Nógv er at fáa, bæði av
upsa
og
hýsu
undir
Føroyum.
Í Íslandi fáa teir eisini
nógva hýsu, og har hava
teir økt hýsukvotuna við
eini 20.000 tonsum. Doll-
arin er lágur, og tí loysir tað
seg ikki hjá íslendingum at
selja 5-punds vøruna, sum
teir eru so kendir fyri, í
USA. Úrslitið er, at bretski
hýsumarknaðurin gongur
undir í hýsu – og prísirnir
eru hareftir.
Saltfiskur
Hóast eingin marknaður er
fyri saltaðan upsa, gongur
betur við toskinum, tí hann
er nógv meira stabilur.
Føroyingar eru nevniliga
ógvuliga væl fyri á út-
lendska marknaðinum, tá ið
ræður um saltaðan tosk.
Her hava vit sum framleið-
arar ein serligan status. Vit
hava gott fólk, sum stíla
fyri á landi, og útlendsku
keypararnir hava stórt álit á
toskinum, sum kemur úr
Føroyum.
Í vinnuni halda fólk tí
ikki, at nakar vandi er við
toskinum
á
útlendska
marknaðinum.
Upsa og hýsumarknaðurin eru kollapsaðir
Tað gongur alt annað enn
væl á feskfiskamarknaðinum
í Føroyum í løtuni. Prísirnir
á upsa og hýsu eru í botni.
Sum skilst á vinnuni, verður
galin endi, um vend ikki
kemur í
C
M
Y
K
18