Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. august 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 162 - 29. august 2003 21 Mikudagin fóru Katrin Olsen og Sigrid Svartá undir stóru avbjóðingina, tá tær saman við hinum á danska fýraranum uttan stýrmann skuldi royna at vinna seg fram til HM- finaluna. Kappingin er í Milano í Italia, og her eydnaðist bát- inum hjá Sigrid og Katrin at gerast nummar tvey mikudagin, soleiðis at tær nú eru í finaluni. Mikudagin var einasti báturin, sum kom fram um donsk/føroysku mann- ingina USA, sum vann við trimum og einum hálvum sekundi. Fjarstøðan niður til triðja plássið var annars eini 8-9 sekund, men hóast hetta, so vóru tær báðar føroysku tó ikki heilt nøgdar. - Vit skuldu havt vunnið á USA. Vit førdu fyrstu tús- und metrarnar, men so sluppu tær nakað lættliga framum, og tað má so ikki henda. - Í finaluni verður so einki spart. Vit ætla okkum at leggja hart út, og so ræður bara um at halda fast. Har er so í øllum førum ikki nakar, sum bíðar eftir okkum, so tað er bara um at geva alt, sigur Katrin Olsen, ið sum vera man eru sera spent. Sigrid bíðar Sigrid Svartá var ikki við í bátinum mikukvøldið. Hon hevur verið nakað eym í rygginum, og fyri at spara hana til sjálvan finaluróð- urin, verður tað sera av- markað, hvussu nógv hon fer at gera um seg fram til tá. Í finaluni verða tað Hol- land, Kina, Australia, Týsk- land og USA, sum danski báturin skal kappast ímóti. Av hesum hevði danski báturin ringastu tíðina mikudagin, og tí verða tær antin á innasta ella ytsta bananum, tá finalan verður. Sambært Katrin, so kann hetta geva trupulleikar, um so er, at tær skulu rógva á bana eitt, tí onkrar smærri áir eru, sum renna út í vatnið, har róð verður. Hes- in trupulleikin verður tó partvíst uppvigaður av, at hetta samstundis er banin, sum er næstur áskoðarun- um, og tað kann geva eyka megi seinasta teinin, um geylini hoyrast sum best. Hvussu er og ikki, so verður tað størsta avbjóð- ingin higartil hjá teimum báðum, tá tær sunnudagin skulu kappast um sjálvt heimsmeistaraskapið. Fin- alan verður klokkan 10.15, og fer Eurosport at senda beinleiðis frá hesum. Katrin og Sigrid í HM-finaluni Katrin Olsen, sum her sæst rógva í Danmark, hevur góðar vónir til sunnudagin Christian Høgni Jac- obsen var vongverji í høgru mikukvøldið, tá ið Vejle noyddist aftur um brúnna um Lítlabeltið við 2–1 tapi DANMARK 1. DEILD Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tað hevur gingið nógv upp og niður hjá Vejle hesar fyrstu vikurnar í nýggja kappingarárinum. Miku- kvøldið var fimta umfarið á skránni. Vejle var á útivølli í Odense ímóti B1913, og tað var stórt vónbrot fyri Vejle, at teir taptu 2–1 ímóti einum av feløgunum, sum fyrr í summar við neyð og deyð kom undan niður- flytingini, og sum aftur í hesum kappingarárinum verður roknað sum eitt av fremstu evnunum til niður- flyting. Christian Høgni Jacob- sen fjakkar rættuliga nógv á Vejle liðnum. Á heima- vølli sunnudagin var hann á sentrala miðvøllinum og málskjútti. Frammanundan hevur hann verið álops- spælari, vongverji og skift- isspælari. Mikukvøldið var hann aftur á vongverjanum í høgru. B1913 legði seg framum í 9. minutti. Miðvallarin í høgru og liðformaðurin hjá Vejle, Peter Degn, javnaði við brotssparki til 1–1 í 23. minutti, og tríggjar minuttir seinni skoraði heimaliðið sigursmálið, sum bar annað Vejle tapið í hesum kapp- ingarárinum við sær. Vejle er nú á níggjunda plássin- um við sjey stigum. Felagið hjá Johan Byrial Hansen, AC Horsens, sum er grannafelag hjá Vejle, er á odda. Mikukvøldið vunnu teir 2–0 á útivølli ímóti Ølstykke, sum teir frammanundan vóru javnir við í stigum. HFK Sønder- jylland, Køge og Ølstykke hava øll tólv stig. Miku- kvøldið vann HFK 7–1 á heimavøllinum í Harders- lev ímóti FC Aarhus, og Køge vann 1–0 á heima- vølli ímóti B93. Fremad Amager er eftir 3–0 úti- sigur a FC Nordjylland á fimta plássinum við tíggju stigum. Hini úrslitini mikukvøld- ið: Silkeborg–Nykøbing Falster Alliancen 2–0 og Fredericia–Brønshøj 2–1. Síðani á nýggjárin- um hevur tað gingið støðugt skeiva vegin á altjóða FIFA listan- um, har Brasilia og Frakland framvegis eru ovast, og har Danmark framvegis er besta Norður- landið FIFA STYRKISLISTIN Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Á altjóða styrkislistanum hjá FIFA eru 204 fótbóts- tjóðir. Sambært listanum, sum í vikuni er kunngjørd- ur at galda fyri august, eru Føroyar styrkismettar sum nummar 118 í heiminum. Hetta er trý pláss lægri á listanum, enn Føroyar vóru fyri einum mánað síðani, og hetta er fimm pláss lægri, enn Føroyar vóru á nýggjárinum. Føroyar hava onkra ferðina verið eini tíggju pláss hægri, enn tær eru nú. Um tað eydnast at fáa góð úrslit á útivølli ímóti Skotlandi annan leygardag og á heimavølli ímóti Lit- ava annan mikudag, so fer tað ivaleyst at hjálpa upp á støðuna. Góð úrslit í hes- um sambandinum verða roknað sum javnleikur í Glasgow og sigur á Svangaskarði. Á nýggja styrkislistan- um er Skotland mett at vera nummar 59, og Litava verður roknað at eiga tað landsliðið, sum er mett at vera tað 93. besta í heim- inum. Brasil er framvegis ov- ast, og Frakland er næst- ovast. Spania er nummar trý, Holland og Mexico eru bæði nummar fýra, Argentina er nummar seks, so koma Turkaland, Ongland og USA, sum hesa ferð er eitt pláss ovari á listanum enn Týskland. Tað man ikki ofta vera komið fyri áður. Italia er nummar ellivu, Kekkia nummar tólv, Ír- land er á trettanda plássin- um og Cemeroun eru nummar fjúrtan og eitt pláss hægri enn Danmark, sum er hægst styrkismett av Norðurlondunum. Svø- ríki er nummar tjúgu, Nor- eg nummar 22, Finnland er á 43. plássinum og Ís- land er nummar 56 ella trý pláss frammanfyri Skot- land. Føroyar trý pláss eftir hæli Vejle vónbrot í Odense 21 20 Nr. 162 - 29. august 2003 Hóast dyrnar leingi stóðu víðopnar hjá Toda og liðfeløgunum at sleppa upp í part millum teir bestu í Europa, so kiksaði tað í síðstu løtu FCK ÚR EUROPA CUP Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Enn hevur eingin føroy- ingur roynt seg í fremstu liðkappingini í Europa í fótbólti. Undan mikukvøld- inum vóru vánirnar og vón- irnar góðar fyri, at Todi Jónsson skuldi vera fyrsti føroyingurin, sum rakk so langt. Nú er greitt, at tað verður hann ikki – í hvussu so er ikki í hesum umfar- inum! Fyri FCK og danskan og norðurlendskan fótbólt sum heild var tað stórt vónbrot, at tað ikki eydnaðist miku- kvøldið á heimavøllinum í Parkini at taka av stóra møguleikanum, sum stóð FCK í boði, eftir at teir høvdu megnað 1–1 á Ibrox í Glasgow. Glasgow Rangers vann 2–1, og harvið vóru tað teir og ikki FCK, sum spældu seg í bólkaumfarið. Tað er lítið sannlíkt, at tað fer at bera donskum feløgum til at fáa eitt lættari mótstøðu- lið og harvið ein betri møguleika at sleppa upp um gáttina til stóru ítróttar- ligu avbjóðingarnar og stóru peningaupphæddir- nar, enn FCK hevði í hes- um førinum. Danskur lið- fótbóltur er harvið bumb- aður ikki so lítið aftur – í hvussu so er sammett við tað støðið, sum teir sjálvir høvdu roknað við, at teir vóru á. Mistøkini kostaðu Todi Jónsson var millum teir fyrstu ellivu í avgerandi avbjóðingini hjá FCK, og hann var á vøllinum í ein góðan tíma. Fyrstu trý kort- erini gekk alt fyri seg eftir treytunum, sum FCK setti. Teir høvdu ikki skund, og teir vóru eitt lítið sindur varnir, uttan at teir tó lógu heilt aftarlaga á vøllinum. Todi og Zuma fingu ikki so ógvuliga góða hjálp frá aftaru monnunum. Tað var sjáldan, at FCK rættuliga spældi seg ígjøgnum í borðunum og legði innfyri. Heldur var talan um langar stikkbóltar til fremstu menninar, sum onkra ferðina í samanspæli og onkra ferðina í sjálvdrátti næstan komu í góðar støður. Teir høvdu onkrar royndir ímóti málinum, men tær vóru ikki vanda- miklar. Tá ið Glasgow setti hol á, og tá ið teir øktu til 2–1 var talan um mistøk í FCK verjuni, sum eirindarleyst vórðu sektaði. Í fyrra førinum var talan um óneyðugt fríspark, sum málverjin bara hálvbjargaði og so varð brotsspark. Í seinna førinum var talan um langt innkast, sum tríggjar minuttir undan leikloki, tá ið støðan var 1–1, ikki átti at havt borið mál við sær. Men tað gjørdi tað, og harvið var FCK úti í myrkrinum. Álvaro og Jörgen Petters- son loystu Toda Jónsson og Erik Mykland av, tá ið Glasgow var á odda 1–0. Løtu seinni kom Peter Møller á vøllin fyri vong- verjan Ole Tobiasen. FCK hevði nógv fólk í mótstøðu- brotsteiginum, og tað eydnaðist brasiliumannin- um, Álvaro, í fyrsta dystin- um fyri FCK at javna til 1–1 og harvið kveikja spenningin av nýggjum. Men bara í eina lítla løtu. Framtíðin Nú FCK er fokið í meistara- kappingini, skulu teir saman við m. a. Brøndby luttaka í UEFA kappingini. Hans Backe, FCK venjarin, var ógvuliga vónsvikin miku- kvøldið, men hann segði seg vóna, at sviðin ikki fór at kennast so meinur, at FCK ikki fór at standa seg væl í landskappingini og UEFA kappingini. Tað fæst at síggja næstu vikurnar, hvussu tað verður við tí. Undan mikukvøldinum varð nevnt, at einir tríggir FCK spælarar vónaðu í avgerandi dystinum ímóti Glasgow Rangers at spæla seg til stórar sáttmálar uttanlands. Nevndir vórðu Zuma, Thomas Røll og Martin Albrechtsen. At av- rikini hjá teimum miku- kvøldið skuldu bera nýggj feløg og størri lønarposar við sær, man vera ivasamt. Men tað kann framvegis hugsast, at FCK er áhugað í at selja spælarar og vinna pengar og keypa nýggjar sáttmálar, nú tað gekk, sum tað gjørdi. Trupulleikin er bara, at hetta umfarið at keypa og selja í verður lið- ugt sunnukvøldið á mid- nátt. Skotland upp ogNorðurlond niður Fyri skotskan liðfótbólt hevur henda vikan verið framúr væl eydnað. Celtic spældi seg týskvøldið víð- ari í meistarakappingini, og mikukvøldið eydnaðist tað altso hjá kappingarneytun- um hjá teimum í Glasgow, Rangers. Hjá Norðurlondum skarst vikan heilt illa. Framman- undan var greitt, at Finn- land, Ísland og Svøríki einki umboð skuldu hava í bólkaspælinum. Møguleik- arnir vóru Rosenborg og FCK. Týskvøldið tapti Rosenborg 1–0 á útivølli ímóti La Coruna, sum teir heima í Tróndheimi høvdu spælt málleysan javnleik ímóti. Harvið var greitt, at Rosenborg, eftir at hava verið við í bólkaspælinum átta ferðir á rað, ikki verður við hesa ferð. Mikukvøldið kiksaði tað hjá FCK, sum tapti 2–1, eftir at hava megnað 1–1 á útivølli. Bólkaumfarið fer nú neyvan at kennast so nært og viðkomandi, sum tað hevði havt kenst fyri norðurlendingar, norð- menn, danir og eisini føroy- ingar, um Rosenborg og serliga FCK høvdu megnað meiri, enn tey gjørdu hesa ferð. FCK skeiklaði um gáttina - Vit halda teimum burtur frá veruligum málmøguleikum næstan allan dystin, men tey persónligu mistøkini hjá okkum kostaðu, segði Hans Backe á tíðindafundi eftir dystin FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Sosialurin, Keypmannahavn: Venjarin hjá FCK mátti ásanna, at liðið við teimum drúgvaru royndunum royndist betur í Parkini mikukvøldið. Tvey mistøk í verjuni kostaðu ógvuliga dýrt, tí hóast Champions League bólkaspælið var í eygsjón, verður tað av ongum á hesum sinni. Hans Backe helt annars, at dysturin gekk nógv aftur og fram, har liðini skiftust um at hava leggja trýst á mótstøðuliðið. - Mann má bara ikki lata tvey mál inn á heimavølli. Teir skora eftir tvær deyð- bóltsstøður, og tað er eitt sera stórt vónbrot fyri meg sum venjara, segði Hans Backe við fjølmiðlar eftir dystin. Royndirnar komu til góðar Hann vísti á, at Rangers hevur fleiri royndar leikar- ar, ið hava spælt nógvar altjóða dystir, og møguliga var tað orsøkin til, at Rang- ers megnaði at vinna, hóast FCK spældi fult upp við skotska liðið. Backe segði annars um innskiftingina av Santos, at hetta var rein gambling, tí at hann ikki hevði spælt ein veruligan dyst í næsta fýra mánaðir, og at hann bert hevði vant við fullari ferð saman við hinum liðfeløg- unum í tíggju dagar. - Nú mugu vit bara satsa uppá landskappingina og UEFA Cup, segði ein held- ur lotur venjari eftir tað sera stóra vónbrotið. Hann hevði eins og næstan øll onnur í Keypmannahavn sett nøsina upp eftir Champions League. Hans Backe, FCK-venjari: Mistøkini kostaðu C M Y K 20