mikudagur 17. mai 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Bóndasonurin vi› bass-
guitaranum og kolinum
Fróði Løkságarð
Innan Glyvur bú-
leikast 20 ára gamli
Jens L Thomsen.
Umframt at ganga
til endaliga próv-
tøku í hesum
døgum, hevur Jens
eisini tí› til bæ›i
tónleik og myndlist
– Alt kann vera list, ein bóndi kann líka
so væl gera sítt arbei›i til eina list, sum
ein sum fæst vi› myndlist, tónleik ella
bókmentir. -Eg haldi ikki at ta› er so
lætt at definera hvat list er. Or›ini eigur
Jens L.Thomsen, sum í eini fríløtu frá
lestrinum til endaligu próvtøkuna hev-
ur játta› at hitta eitt umbo› fyri Yngd í
hugnaligu bóndahúsunum Innan Glyv-
ur. Jens strí›ist í hesum døgum vi›
seinastu skrivligu royndirnar eftir at
hava gingi› í studentarskúla á Kambs-
dali í tr‡ ár. Um nakrar vikur er alt
strí›i› av, og Jens og floksfelagarnir fáa
húgvuna setta á høvdi›.
Beinavegin tú møtir Jens, so fært tú
varhugan av, at her er talan um ein
skapandi mann. Ilt er at siga hvat ta› er
sum ger ta›, men hann hevur okkurt
yvir sær, sum útstrálar at hetta er ein
ma›ur vi› ø›rum evnum enn teimum
at gáka upp. Sum práti› gongur, so
ger›st ta› alsamt tí›iligari, at Jens
eisini er ein hugsandi ungur ma›ur,
sum hevur sínar vælgrunda›u mein-
ingar um tey flestu av lívsins vi›urskift-
um.
Ætli mær ikki at vera bóndi
– Nei, eg ætli mær ikki at vera bóndi.
Hetta er stutta svari›, tá vit í gamla
Opel Rekord bilinum hjá Jens, sum
hann hevur ogna› sær fyri 1200 krónur,
koyra framvi› einum stórum traktori
ella onkrum sum líkist einum tílíkum,
hjá pápa hansara, á veg úr Skálbotni
heim til Jens, har ein spruttandi kaffi-
kanna bí›ar okkum. Og sum vit í gó›-
ve›rinum spakuliga førka okkum út
eftir skálafjør›inum grei›ur Jens frá
um henda gamla bilin, og hvat hann
skal gera vi› hann. Hann vil tó ikki
vi›ganga at hann er tann stóri
bilsmi›jurin. – Ta› er av ney›.Tá man
gongur í skúla og skal liva av studningi,
so er man noyddur at bróta upp um
armar sjálvur, men beiggi mín hevur
hjálpt mær væl.
Sum sagt er Jens 20 ára gamal.
Mamman er úr Klaksvík og pápin er
danskari, men enda›i sum bóndi í
Føroyum. Eftir at hava bú› í Danmark
tríggjar teir fyrstu mána›arnar av sín-
um lívi, flutti Jens saman vi› familjuni
heim til Føroyar at búgva. Sí›ani hann
kom heim, hevur hann bú› vi› Skála-
fjør›in. Fyrst á Glyvrum, á›renn tey
fluttu út á Strendur, ha›ani tey fyri 15
árum sí›ani fluttu til núver›andi
bústa›in Innan Glyvur.
Prix og Grand Prix
Tey sum hava áhuga í tónleiki í
Føroyum hava sikkurt hoyrt um bólkin
Clickhaze, sum kom fram vi› eitt brak
til seinastu Prix Føroyar kapping. Jens
spældi bass í Clickhaze. Áhugin fyri
tónleiki hjá Jens gongur langt aftur. –
Eg minnist væl tá Herreys vunnu
Grand Prixi› í 1984, tá plagdi eg at
lurta eftir teimum, men kanska var ta›
bara fyri at herma eftir beiggja mínum
sum er eldri enn eg. Í øllum førum var
hatta naka› av tí fyrsta eg lurta›i eftir.
Sjálvur byrja›i Jens at spæla tónleik,
tá hann keypti ein akustiskan guitar frá
pápanum hjá einum vinmanni hjá sær. –
Eg fekk hana fyri 400. kr, ta› er faktist
ein gó› guitar. Seinni var eg so b‡ttur
at b‡ta hana um vi› ein el-guitar, ta›
angri eg enn. Jens livur tó framvegis í
vónini um at fáa hendur á henni aftur.
Fyrsta guitarin
Sum sagt var ta› ikki akustiska guitarin
sum var ljó›føri› hjá honum í Click-
haze. – Sjálvt um bass guitarin meir ella
minni er høvu›sljó›føri›, so havi eg
spælt rættuliga nógv guitar.Ta ›
seinasta n‡ggja hjá Jens á tónlistarliga
økinum er, at hann er farin at spæla
trummur. – Eg eri vi› í einum bólki á
studentarskúlanum, sum nevnist
Marygold, har spæli eg trummur.Vit
hava spælt saman í eina tí› nú, og vit
hava eisini spælt alment nakrar fáar
fer›ir, sigur Jens ví›ari.Tá partvís
føroyski bólkurin Glorybox í summar
væntandi aftur kemur higar á vitjan, er
ætlanin at Marygold skal vera upp-
hitingarbólkur. Eftir sum Jens grei›ir
frá, so spæla Marygold nokkso har›an
og larmandi tónleik, sum ikki liggur
heilt langt burtur frá noise poppinum
hjá Glorybox.
Jens vi›gongur, at hann gott kundi
hugsa› sær at gjørt meiri vi› tónleikin
Nú tá studentarskúlin ver›ur li›ugur í
summar er møguleiki at fara út um
landoddarnar á tónleikarskúla. – Eg
kundi gott hugsa› mær at lagt meg eftir
at spælt bass. Sjálvur lurtar Jens eisini
nógv eftir tónleiki, og hevur eina
meining um ta› hann hoyrir. – Eg leggi
einki í, um ta› ikki er so ótrúliga gott
spælt, ta› sum er mest umrá›andi vi›
tónleiki eins og vi› allari a›rari list, er
at ta› er sál í.Tí kann eg gott fáa nógv
meiri burtur úr onkrum sum kanska
ikki dugir serliga væl at spæla, men
meinar ta›, enn burtur úr einum tekn-
iskt dugnaligum tónleikara, sum kanska
ikki meinar ta› so álvorliga.
Myndlistin
Tónlistin er ikki einasta listargreinin
sum Jens fæst vi›.Tey sum hava áhuga í
myndlist og ganga til tær frams‡ningar í
vera fyriskipa›ar, hava óiva› rent seg í
nanvi› Jens L.Thomsen. Bæ›i til ólav-
søkuframs‡ningina í fjør, og várfram-
s‡ningina í ár, hava listaverk hjá Jens
veri› vi›.
– Eg haldi, at eg altí› havi tekna›,
ella í øllum førum so leingi eg havi
duga› at hildi einum bl‡anti. Jens veit
ikki heilt at siga, um hetta er naka›
sum gongur aftur innan fyri familjuna,
hann veit so bara um ommuna í Dan-
mark sum hevur fingist naka› vi› at
tekna.
Sjálvur er Jens ikki nøgdur vi› tey
verk í higartil hava veri› s‡nd fram hjá
honum.Tá Yngd so konfronterar hann
vi› ta› faktum, at bá›ar hesar frams‡n-
ingar eru úrvælsframs‡ningar, har ta›
ikki er lætt at sleppa gjøgnum nálar-
eyga›, svarar hann bara, at ta› má vera
tí ta› hendir ov líti› millum ung
føroysk listarfólk, og ta› helst er
mangul uppá listafólk og listarverk.
Íblástur úr tónleiki
Enn er ta› bara bl‡anturin og kriti›
sum eru ambo›ini hjá Jens, tá hann
skal avmynda ta› sum gongur fyri seg
inni í høvdinum á honum. – Eg ætli
mær eisini at fara at mála, eg eri bara
ikki komin til ta› enn, eg vil royna alt,
sigur hann, tá vit spyrja hví ta› bara
eru tekningar sum higartil eru komnar
úr hansara hondum.
Tónleikurin er eisini tí›andi partur
tá Jens teknar.Til ólavsøkuframs‡ning-
ina í fjør, hev›i hann eina myndarø›
vi› sum tók stø›i› í húsanum til fløg-
una Mamouna hjá gamla Roxy Music
sangaranum Brian Ferry. — Tá eg
tekna›i tær myndirnar, koyrdi
Mamouna fløgan hjá Bryan Ferry
nærum út í eitt í fløguspælaranum i
eina heila viku.
Vil ikki ver›a settur í bás
Umframt at hava áhuga í tónleiki, list
og bókmentum, so hevur Jens eisini
sínar grei›u hugsanir um lívi› og trúgv.
Sjálvur er hann trúgvandi, og hoyrir
heima í brø›rasamkomuni á Skála.
Hóast tónleikur hann spælir vi›
Clickhaze og Marygold. – Eingin sigur,
at man absolut skal proppa Jesus ni›ur
í hvønn poppsang, ta› kann gott blíva
for trongt har, sjálvt hjá honum.
Eisini alt ta› vi› at seta fólk í bás,
ella at bólka fólk, vísir seg at passa Jens
illa. – Mær dámar ikki hatta har, vi› at
hann er babs, hann er kirkjufólk, ella
ta› ver›ur seg okkurt heilt anna›.
Hann fortelur frá, at tá hann gekk á
eftirskúla ni›ri í Danmark, á›renn
hann fór undir studentarskúlan, var
grungebylgjan uppá ta› hægsta, og
bólkar sum Pearl Jam og Nirvana vóru
nógv at hoyra. – Sjálvt um mær dámdi
tónleikin hjá teimum, og alt tunglyndi›
sum hekk uppi í, so nokta›i eg allíka-
væl fyri at bara at halda saman vi›
teimum sum livdu grunge fult út. Hatta
er aftur okkurt vi› hasum har, at vera
settur í bás, eg havi trongd til at hava
frælsi› at vera eg sjálvur, sigur Jens.
Frælsi ella vælfer›
Í hesum fullveldistí›um hevur Jens
gjørt sær sínar hugsanir um politikk,
samaband og loysing, og ta› kennist
sum at ta› serliga er spurningurin um
møguliga at noy›ast at velja millum
frælsi og vælfer› sum upptekur hann.
Hóast hann ikki tónar reint flagg
politiskt, so ivast hann í, um hann ikki
hev›i sett krossin vi› fullveldi, til eina
møguliga fólkaatkvø›u. Men enn er
hetta bara ein hypotetiskur spurningur
fyri okkum, tí enn er ikki nakar dagur
settur fyri nær vit sleppa at gera upp
vi› okkum sjálvi.Til tann dagur kemur
er framvegis tí› at meta um fyrimunir
og vansar, og spurningin um, hvat vigar
tyngri frælsi og stoltleiki ella vælfer›.
Vit enda›u vi› at spyrja Jens um
hvat nú var á skránni, nú skúlagongdin
brátt fer at gerast søga. — Jú, eg havi
ætlanir um at fara at brúka eitt sindur
meiri tí› uppá tónleikin og myndlistina.
Ætlanin hja Jens er at fáa eina fram-
s‡ning vi› egnum myndum upp at
standa, á›renn alt ov leingi. Hann
hevur hevur fult høvd av hugskotum,
og fleiri koma alla tí›ina. Eisini tá hann
stendur og veltur.