mikudagur 3. september 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 165 - 3. september 2003
Nr. 165 - 3. september 2003
3
Havnar Jazzfelag
vaknar nú úr dvala og
fer í næstum at skipa
fyri regluligum
tónleikaframførslum
á Vertshúsinum í
Havn
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Havnar Jazzfelag var stovn-
að í 1975 við tí endamáli at
skipa fyri konsertum við
jazzi og øðrum rútmiskum
tónleiki. Í fleiri ár var fel-
agið eitt tað virknasta í
landinum og stóð fyri ótelj-
andi jazztiltøkum í Havn –
millum annað í gomlu B36
húsunum
í
Gundadali,
Veitsluhøllini í Havnar
Klubba og Perluni, meðan
hon enn stóð.
Í longri tíð hevur felagið
ikki havt fast høli tøkt at
hýsa tiltøkum í, men nú eru
betri tíðir í eygsjón.
Vertshúsið pallur
Restorffs Bryggjarí, sum
eigur nýupplætna Vertshús-
ið ovarliga í Niels Finsens
gøtu, hevur innrættað høli í
kjallaranum, sum er sera
væl skikkað til jazz og onn-
ur tiltøk við rútmiskum
tónleiki.
Eftir áheitan frá eigarun-
um fer Havnar Jazzfelag at
skipa fyri jazztónleikahaldi
í Vertshúskjallaranum kom-
andi vetur.
Fyribils verða tiltøkini
hvørt
leygarkvøld.
At-
gongugjaldið verður fyri
fyrst 60 kr. Fyri limir í
Havnar Jazzfelag og limir í
samtakinum Grót verður
atgongugjaldið tó bert 40
kr.
September
Lagt verður fyri leygar-
kvøldið 6. september, tá ið
Søren Søgaard fer at spæla.
Hann spælir bluestónleik.
Leygarkvøldið 13. sep-
tember verður limafundur
klokkan 21.00. Frá kl.
23.00 fara Hans Petur í
Brekkunum, Arnold Lud-
vig og Rógvi á Rógvu at
spæla.
Déjá Vu fer at spæla 20.
september og Spælimenn-
inir 27. september.
Talið á fólkum, sum ferðast
um flogvøllin í Vágum,
økist framvegis.
Tølini fyri august mánað
vísa, at 21.106 fólk fóru um
flogvøllin, og tað er ein
vøkstur upp á 3,7 prosent
samanborið
við
sama
mánað í fjør.
Higartil í ár eru 118.757
fólk farin og komin um
flogvøllin í Vágum aftur-
ímóti 110.818 sama tíðar-
skeið í fjør. Hetta er ein
vøkstur upp á 3,6 prosent.
Vøksturin á ferðafólka-
talinum sæst aftur á øllum
rutunum.
Í august komu og fóru
567 flogfør, og hetta talið er
eisini hægri enn í fjør, tá ið
524 lendu ella lættu.
Higartil í ár hava 3.669
flogfør brúkt flogvøllin í
Vágum, og tað er 2,3 pros-
ent fleiri enn somu tíð í
fjør.
Talið á føroyskum
luttakarum á
oljumessuni í
Aberdeen er ikki í
nánd av tí, sum tað
plagdi at vera
OLJUMESSA
Jan Müller
Sosialurin, Aberdeen: Av-
markaða føroyska luttøkan
á altjóða oljumessuni í
Aberdeen í hesum døgum
er helst ein góð og sigandi
mynd av tí støðu, sum alt
Atlantsmótið – tað er før-
oyski landgrunnurin og
økið vestanfyri Hetland –
eru í.
Fara vit umleið 10 ár
aftur í tíðina, vóru ikki
færri enn 90 føroyingar við
tveimum landsstýrismonn-
um á odda á oljumessuni í
Aberdeen.
Nú vit skriva 2003, er
talið niðanfyri 20.
Føroyar
luttaka
við
einum bási, har ellivu fyri-
tøkur eru umboðaðar.
Bíðistøða
Ein av kendastu olju-
journalistunum í Skotlandi,
Jeremy Cresswell, hevur
fylgt oljugongdini í Norð-
sjónum og vestanfyri Het-
land seinastu 25 árini:
– Atlantshavið er í eini
bíðistøðu í løtuni. Her
hendir ikki so nógv, og vit
vita heldur ikki, hvussu
framtíðin fer at síggja út,
sigur hann.
Hvat føroyska økinum
viðvíkir, so heldur Cress-
well, at vit mugu brynja
okkum við toli.
– Fýra brunnar eru einki.
Átta brunnur eru heldur
ikki so nógv. Tað er ikki
fyrr enn, tað eru boraðir
eini 20 brunnar, at tað veru-
liga verður áhugavert. So-
leiðis hevur tað verið so
nógva aðrastaðni.
Jeremy Cresswell heldur
tað annars vera spell og eitt
sindur løgið, at vit hoyra so
lítið frá Amerada Hess um
Marjun-fundið.
– Er tað ikki upp á tíðina,
at Hess spælir út við, hvat
tey ætla í sambandi við
Marjun-fundið,
spyr
skotski oljujournalisturin.
Elttør er við
Oljumessan setir serliga
kikaran á Norðsjógvin og
royndirnar at fáa hendur á tí
»síðstu« oljuni í verandi
keldum.
Í gjár vitjaði borgarstjóri
í Aberdeen føroyska básin.
Seinni í ár kemur stór
sendinevnd úr Aberdeen til
Føroya á vitjan.
Millum føroyingarnar í
Aberdeen er eisini Eyðun
Elttør, landsstýrismaður við
oljumálum.
Jazzur í kjallaranum
Atlantsmótið er í bíðistøðu
Déjá Vu fer at spæla á Versthúsinum
seinni í hesum mánaðinum
Tøkk
Vit takka hjartaliga øllum, sum vístu samkenslu,
tá góða mamma, vermamma, omma, langomma
og olduromma okkara,
Trinemia Sigurðsson
doyði og varð jarðað.
Tøkk til talarar, berarar og gravara.
Tøkk fyri blómur og kransar og fyri peningagávur
til sambýlið á Heygnum.
Tøkk til øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til.
Tøkk til øll, ið vóru um hana í sambýlinum
á Bøgøtu og sambýlinum á Heygnum.
Tøkk øll, ið fylgdu henni
til hennara seinasta hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Børnini
Hóvligur vøkstur í flogferðsluni
- Vit viðgera prísáset-
ingar á Føroyarutuni
ógvuliga liberalt og
eru glað fyri prís-
kapping, sigur fulltrúi
á danska ferðslumála-
ráðnum, sum skal
góðkenna allar
ætlaðar prísbroyt-
ingar á Føroyarutuni.
Men prísirnir hjá
flogfeløgunum báð-
um eru púra eins, og
sambært Atlantic
Airways stjóranum,
fer hetta eisini at vera
støðan framyvir.
LUFTKAPPING
Rúnar Reistrup
Hóast tvey flogfeløg kapp-
ast um ferðafólkini á so-
nevndu Føroyarutuni mill-
um Danmark og Føroyar,
so er prísir teirra púra eins.
Leingi hava bæði flog-
feløgini havt hug at burtur-
forklára hesa støðu við at
allir prísir skulu góðkenn-
ast av danska ferðslumála-
ráðnum, og at hetta hevur
avmarkað príspolitikkin.
Men
hendan
undan-
førslan heldur ikki longur,
tí á danska ferðslumálaráð-
num siga tey seg nú hava
sagt ja og amen til øll ynski
um príslækkingar, sum
nakrantíð eru komin frá
flogfeløgunum á Føroya-
rutuni.
– Eg kann ikki minnast at
vit nakrantíð í nýggjari tíð
hava noktað einum ynski
um prísbroytingar frá flog-
feløgunum á Føroyarutuni.
Í fýrsunum kom tað fyri, at
vit noktaðu ætlaðum prís-
hækkingum, men ikki prís-
lækkingum, sigur Thorkild
Saxe, fulltrúi á loftferðslu-
deildini hjá danska ferðslu-
málaráðnum
ígjøgnum
nógv ár.
Liberal linja
Danski
staturin
hevur
einkarrætt at reka loft-
ferðslu millum Danmark og
Føroyar, men kann veita
rakstrarloyvir at flúgva á
rutuni til flogfeløg. Ein av
treytunum
fyri
hesum
rakstrarloyvum er, at allir
prísir skulu góðkennast av
danska ferðslumálaráðnum.
Ferðslumálaráðið sendir
allar umsóknir til hoyringar
hjá Landsstýrinum, men
bindur seg ikki til at taka
svarið til eftirtektar. Tað
valdi ferðslumálaráðið til
dømis ikki at gera, tá
Landsstýrið fyri nøkrum
árum síðan mælti frá at
loyva Maersk Air at selja
ferðaseðlar fyri serliga
lágar tilboðsprísir í há-
sesongini. Danska ferðslu-
málaráðið góðkendi ætlaðu
príslækkingina,
og
tað
elvdi til ónøgd nógvastað-
ni, millum annað á Fólka-
tingi, har annað av føroysku
umboðunum, Óli Breck-
man, legði harðliga eftir
táverandi ferðslumálaráð-
harranum, Jacob Buksti.
Men danska ferðslumála-
ráðið stóð fast við liberalu
linjuna í prísásetingini, og
hon er, um nakað, vorðin
enn meira liberal síðan.
– Vit hava ongan áhuga í
at avmarka kappingina hjá
feløgunum ella á nakran
hátt forða teimum í at koma
við góðum tilboðum. Vit
viðgera prísásetingar á Før-
oyarutuni ógvuliga liberalt
og sum útgangsstøði eru vit
glað fyri prískapping, sigur
Thorkild Saxe, fulltrúi.
Eingin minstiprísur
Hvussu ógvusligar prís-
lækkingar ferðslumálaráðið
er til reiðar at góðtaka,
dugir Thorkild Saxe ikki at
siga neyvt, tí tað veldst um
hvussu prísirnir eru saman-
skrúvaðir. Men sambært
fulltrúanum hevur ferðslu-
málaráðið einki ímóti at eitt
ella bæði feløg fara heilt
langt niður í prísi.
– Eg vil ikki svara uppá,
hvat vit høvdu sagt, um
ferðaseðlarnir
knappliga
vórðu seldir fyri eina
krónu, men grundleggjandi
hava vit einki ímóti stórum
príslækkingum. Tað má
gjarna vera bíligt at flúgva
millum Føroyar og Dan-
mark, og tað má gjarna vera
hørð kapping millum flog-
feløgini. Tað meta vit eisini
at føroyska Landsstýrið
eftirhondini heldur.
Verjir ikki tann
veikara
Bæði Atlantic Airways, og
eigari tess, Føroya Lands-
stýri, hava ofta ført fram, at
kappingarneytin á Føroya-
rutuni er so sterkur pen-
ingaliga, at hann uttan
trupulleikar kann køva før-
oyska felagið í einum prís-
kríggi, fær hann høvi til
tað. Men hetta høvi hevur
Maersk Air eftir øllum at
døma longu, tí danska
ferðslumálaráðið tekur ikki
fyrilit fyri hvat av flog-
feløgunum á Føroyarutuni
er sterkari enn hitt.
– Tað er ikki á tann hátt
vit meta um umsóknirnar
frá flogfeløgunum. Vit hava
einki grundarlag fyri at
meta um hvat flogfelag er
peningasterkari enn hitt, tí
vit hava einki innlit í hvat
hvørt flogfelag forvinnur á
Føroyarutuni. Tað er sjálvir
prísirnir og treytirnar fyri
teimum, sum vit hyggja
eftir, tá vit meta um um-
sóknirnar, ikki hvør hevur
flest pengar ella størstan
marknaðarpart, sigur Thor-
kild Saxe.
Soleiðis er kapping
Men hóast danska ferðslu-
málaráðið soleiðis er til
reiðar at góðkenna nærum
allar príslækkingar, bara
tær verða framdar undir
rímiligum treytum, so er
tað ein sannroynd, at prís-
irnir á ferðaseðlunum mill-
um Danmark og Føroyar
eru teir somu, uttan mun til
hvørjum felag tú flýgur við.
Í
Sosialinum
herfyri
segði kunningarleiðarin hjá
Maersk Air, Per Brinch, at
tað var í øllum førum ikki
Maersk Air, sum setti sínar
prísir eftir prísunum hjá
Atlantic Airways.
Sambært stjóranum fyri
Atlantic Airways, er orsøk-
in til meinlíku prísirnar júst
tann, at kapping er millum
flogfeløgini.
– Sakin er tann, at um
Maersk Air fremur eina
príslækking, so noyðast vit
at matcha teirra prís, annars
missa vit kundar. Og um vit
lækka prísin, so noyðist
Maersk Air at lækka prísin
tilsvarandi, annars missa
teir kundar. Tí eru prísirnir
eins. Soleiðis er kapping.
Tað er ein romantisering av
kappingini at halda, at hon
førir til at tveir veitarar
kunnu selja somu vøru til
ymiskar prísir, sigur Magni
Arge, sum er troyttur av at
hoyra talan um prísavtalur
millum flogfeløgini bæði.
Føroyarutan bílig
Atlantic Airways stjórin
heldur fast við, at prísurin
fyri ein fult fleksiblan
ferðaseðil á Føroyarutuni er
bíligur samanborið við aðr-
ar líknandi rutur í okkara
parti av heiminum. Orsøkin
er, sambært Magna Arge,
áhaldandi kappingin mill-
um Atlantic Airways og
Maersk.
– Tað er neyðugt at síggja
kappingina í einum longri
høpi heldur enn bara her og
nú. Tað er prískapping á
Føroyarutuni, og hon hevur
verið orsøkin til at prísurin
á fult fleksiblu ferðaseðl-
unum ikki er hækkaður í
nærtil sama mun á Føroya-
rutuni sum á øðrum líkn-
andi rutum seinastu tíggju
árini, sigur Magni Arge.
Tað er púra vanligt í rest-
ini av Europa, at kappingin
millum flogfeløgini ikki
beinleiðis sæst aftur á
teimum
dýru
fleksiblu
ferðaseðlunum. Men hin-
vegin ber til at flúgva
Europa á tamb fyri lítið og
lætt við at gera sær dælt av
serligum tilboðum, ið hava
til endamáls at fylla tómu
setrini í hálvtómum flog-
førum. Líknandi tilboð eru
ikki at finna á Føroyarut-
uni, hóast nógv flogfør fara
hálvtóm avstað í lágsesong.
Sambært Magna Arge,
stjóra fyri Atlantic Airways,
ber ikki til at selja tómu
setrini fyri ein lítlan penga,
nettup tí at prísurin fyri fult
fleksiblar ferðaseðlar er so
lágur frammanundan.
Opið fyri prískríggi á
Føroyarutuni
C
M
Y
K
3
2