mikudagur 3. september 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 165 - 3. september 2003
15
14
Nr. 165 - 3. september 2003
Leygardagin var
»tríburðatreff« í
Vestmanna skúla. Tá
hittust tey fimm trí-
burðapørini í Før-
oyum at hugna sær
saman við foreldrum
og systkjum
TRÍBURÐAR
Orð:Rúna Sivertsen
Myndir: Jens K. Vang
runa@sosialurin.fo
Tann 7. oktobur 1965 var
stórur dagur í Føroyum. Tá
fingu Judith og Ólavur
Nolsøe í Dali tríburðar.
Hetta vóru fyrstu tríburðar í
Føroyum - ið menn vita um
- sum komu vælskapt í
verðina.
Síðani hava 4 onnur før-
oysk tríburðapør sæð dags-
ins ljós. Teir yngstu vórðu
føddir í 1999.
- Tað er vorðið alt meiri
og meiri vanligt at gera
stevnur av øllum ymiskum
slagi, eitt nú tvíburðastevn-
ur og mammubólkar. So hví
ikki eisini ein tríburða-
stevna, sigur Dia Jacobsen í
Fuglafirði, sum tók stig til
at savna tríburðarnar.
Tríburðarnir og familjur
teirra hittust í skúlanum í
Vestmanna seinasta leygar-
dag.
- Tað var sertakliga
hugnaligt, og vit funnu
beinanvegin saman, bæði
vaksin og børn, sigur Dia.
Hann sigur, at tey hava
sjálvsagt felagsroyndir at
skifta orð um, so tímarnir
fuku avstað. Øll høvdu
okkurt til matna við sær, og
borðreitt varð við øllum
møguligum góðum.
Til hetta serstaka høvið,
hevði ein av tríburða-
mammunum, Tove Jacob-
sen úr Vestmanna, yrkt ein
sang.
- Hetta var fyrsta trí-
burðastevna í Føroyum,
men verður avgjørt ikki
tann seinasta, siga fyriskip-
ararnir.
Og hvør veit - tann 7.
oktober 2005 fer kanska
ikki at fara so stillisliga
aftur við borðinum.
Livst so spyrst.
Fimtan tríburðar hittast
Tríburða-sangur
Lag: Sára
Úr ymsum hornum koma vit til hugnaløtu her.
Vit hava nakað saman øll, sum jú so serstakt er.
Vit eru fødd í stóran flokk og kenna ikki tað
at vera einabarn, um onkuntíð vit ynkstu tað.
Trý-eini - trý-eini
tað eru vit - tríburðar eru vit
Í sekstifimm, tá hendi tað í Føroyum fyrstu ferð,
at tríburðar úr Dali komu vælskaptir í verð.
Ein genta og tveir dreingir vóru, Gunnar hann var
fyrst.
So Hedvig og so Julian, teir vóru báðir minst.
Tað gingu síðan nøkur ár, so komu aftur trý.
Í sjeytitrý, á flatlandi tær vóru føddar í.
Men bygdin tann tær hoyra til, jú Vestmanna tað er,
tí Joan, Tina og Vivi barnaskógvar slitu her.
Enn einaferð í Vestmanna tað hendi undur stórt.
Ein genta og ein genta og ein drongur vóru fødd.
Ja Anna, Bjørt og Allan Jóhan, tey komu í hálvfems.
Hjá dreingi, millum gentur tvær, hann skikkar sær
so pent.
Men áðrenn hetta árhundrað var farið aftur um bak
Í nýti átta og nýggju komu trý, og trý afturat
Í Fuglafirði dreingir har, so líkir eru teir.
Í Streymnesi gentur eru tvær og so ein drongur meir.
Í Streymnesi, Helena og Rebekka gentur tvær,
so Marius hann tímir ei at skjeldast við tær har.
At Teodor er tann elsti, tað so tíðuliga sæst,
tí Tórður og so Birgir geva honum altíð rætt.
At vera trý er stuttligt, men tó ikki altíð lætt.
Tað hevði verið gott um mamma, babba slætt og rætt,
ja líktust høgguslákki, átta armar høvdu tá,
So kundu vit øll somul altíð ligið teimum hjá.
Tað kundi verið so nógv sagt um tað at vera trý,
men sigast kann hjá okkum hevur eydnan verið blíð.
Tí bara tað at koma til í hesa stóru verð,
ein avbjóðing so stór hjá hvørjum fostri hetta er.
Yrkt: Tove Jacobsen
Av teimum 5 tríburðapørunum í Føroyum eru teir í Fuglafirði yngstir. Teir komu til verðina í
1998. (F.v.) Teodor, Birgir og Tórður. Foreldur teirra eru, Jónfríð og Dia Jacobsen
Una og Ingolf Joensen úr Oyndarfirði eiga, Rebekku, Marius og Helenu. Tey eru búsitandi í
Streymnesi
Í Vestmanna er serstakliga fruktagott. Í 1990 føddust á øðrum sinni tríburðar har. Hesa ferð vóru
tað, Sarita og Jákup Martin Andreasen, ið vóru tey hepnu. (F.v.) Anna, Allan Jóhan og Bjørt úr
Vestmanna
(F.v.) Vivi, Tina og Joan úr Vestmanna. Foreldur teirra eru, Tove og Sámal Jákup í Vestmanna
Um góð tvey ár
verða 40 ár,
síðani
tríburðarnir úr
Dali sóu
dagsins ljós.
(F.v) Gunnar,
Hedvig og
Julian
C
M
Y
K
14