Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. september 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 165 - 3. september 2003 Nr. 165 - 3. september 2003 19 Drápsmaður í Svøríki Svenska løgreglan hevur tikið ein mann, sum er undir illgruna fyri at hava framt tvey morð, og ser- bisku myndugleikarnir vilja vera við, at hann var uppií, tá serbiski forsætisráðharrin, Zoran Djindjic, varð myrdur tann 12. mars. Svenska løgreglan vil ikki almannakunngera, hvør tann tikni maðurin er, men serbiska sjónvarpið segði í gjár, at maðurin eitur Darko Milosevic, og at hann er limur í brotsmannabólkinum Zemun, sum er lagdur undir at hava myrt Djindjic. Tað vil svenska løgreglan ikki vátta, men hon viðgongur, at maðurin varð tikin eftir áheitan frá serbisku løg- regluni. Serbisku myndugleikarnir leita framvegis eftir 14 limum í Zemun. Teirra millum er Milorad Lukovic, sum verður hildin at vera maðurin, sum skipaði fyri morðinum í Beograd grækarismessudag. Brúka meiri oljupengar Norsku stjórnini tørvar meiri pengar til fíggjarlóg- ina, og tí ætlar Per-Kristian Foss, fíggjarmálaráð- harri, at fara longur niður í oljugrunnin, enn vanligt hevur verið. Tá verandi fíggjarlóg varð endurskoðað fyri fýra mánaðum síðani, valdi stjórnin at taka sjey milli- ardir krónur úr oljugrunninum, og sambært blað- num Aftenposten ætlar hon nú at taka tíggju milliardir krónur afturat til fíggjarlógina næsta ár. Sambært blaðnum heldur stjórnin hetta vera ráði- ligt, tí altjóða búskaparvøksturin, sum hevur víst seg í seinastuni, fer at økja virðið á virðisbrøvunum hjá grunninum og harvið eisini vinningin. Sambært Aftenposten væntar stjórnin, at meiri pengar úr oljugrunninum til fíggjarlógina fara at hava gagnliga ávirkan á norska búskapin, soleiðis at tað ikki verður neyðugt at taka so nógvar pengar úr grunninum í 2005 ella í 2006. Tá fer tað økta virðið á virðisbrøvum grunsins eisini at gera, at tað, sum er nýtt ov nógv nú, er vunnið innaftur, heldur stjórnin. Lumpa kvinnur til Evropa Eitt blað í teilendska høvuðsstaðnum Bangkok vil vera við, at nógvar teilendskar kvinnur verða lump- aðar til Evropa. Bangkok Post skrivar, at kvinnurnar verða serliga lumpaðar at fara til Týsklands, men at nógvar eisini verða lumpaðar at fara til Fraklands, Bretlands, Sveits, Niðurlond og til Danmarkar. Upplýsingar- nar hevur blaðið frá teilendska uttanríkisráðnum. Sambært Bangkok Post enda nógv tær flestu í skøkjuhúsum. Men nógv bendir eisini á, at túsundtals ungar teilendskar kvinnur verða lumpaðar til Japan. Uttanríkisráðið veit um 33.000 teilendskar kvinnur, sum eru farnar til Japan, og at 27.000 teirraeru enn í landinum, sjálvt um tær ikki hava loyvi at vera har longur. Bara 6.000 hava fingið longt uppihaldsloyvi frá japansku myndugleikunum. Onga øl við róðrið Myndugleikarnir í avstralska landspartinum New South Wales hava gjørt av at herða ferðslureglurnar. Higartil hava fólk, sum koyra bil, havt loyvi at hava eina øl í aðrari hondini at sløkkja tostan við, treytað av at alkoholpromillan ikki fer upp um 0,5. Men nú gongur tað ikki longur, og tey, sum bróta ta nýggju regluna, kunnu vænta sær einar 1200 krónur í bót. Um orsøkina til lógarbroytingina siga myndugleikarnir í New South Wales, at hagtølini vísa, at rúsdrekka er uppi í fimta hvørjum ferðslu- óhappi í landspartinum. – Tað ber ikki til at varðveita ta gomlu regluna, tí hon samsvarar als ikki við ta vanligu uppfatanina longur. Tað ber ikki til, at fólk koyra við aðrari hondini og drekka við hinari, sigur samferðslu- málaráðharrin, Carl Scully. UTTAN ÚR HEIMI Í USA bera fólk ótta fyri, at átrúnaðarligt stríð kann bresta á í Irak, og at tað fer at elva til stórar trupul- leikar fyri USA. Tey vilja nú hava forsetan at siga sannleikan um støðuna. USA Árni Joensen: fartekst@mail.dk Eitt stríð millum sunni- og shiamuslimarnar í Irak fer at kosta USA dýrt, bæði í mannalívum og pengum, afturat teimum trupulleik- um, sum amerikanararnir longu hava í Irak. Nú um dagarnar skrivaði viðmerkjarin hjá Time Magazine, Joe Klein, at hersetingin í Irak er tann størsta kreppan hjá USA síðani kríggið í Vietnam. – At taka seg úr Irak nú er eingin loysn. Sigurin sýnist vera langt burturi, og út- reiðslurnar veksa við rúk- andi ferð, skrivaði hann. Nógvir amerikanarar hava hug at taka undir við Joe Klein, men uppaftur fleiri eru stúrin, tí tað eru fjølmiðlafólk og ymsir ser- frøðingar, sum siga teimum frá viðurskiftunum í Irak og ikki teir leiðandi politikar- arnir. Eitt nú var tað varauttanríkisráðharrin, Richard Armitage, sum segði, at USA fer at lata ST fáa størri ávirkan í Irak. Og tað var umsitingarleiðarin í Irak, Paul Bremer, sum segði, at hersetingin og endurbyggingin fara at kosta amerikonsku skatt- gjaldarunum tíggjutals milliardir dollarar. – Tørvurin verður so stórur, at tað ber ikki til at gera ov nógv av, segði Paul Bremer. Amerikanski generalurin Abizaid, sum er ovasti fyri amerikonsku hermonn- unum í Irak, hevur eisini sagt, at tørvur verður á fleiri hermonnum í Irak, samstundis sum yvirmenn hansara í Pentagon søgdu, at USA fer ikki at senda fleiri hermenn hagar. Sama ábending er komin frá em- bætismonnum í Hvítu Hús- unum. Men teir hægstu politik- ararnir siga einki. Har er tøgn, og tað hevur fingið fleiri av floksfeløgunum hjá George W. Bush, for- seta at gera vart við seg. Teir vilja hava forsetan at siga sannleikan um herset- ingina. Republikanski senator- urin John McCain skrivaði í einari grein í Washington Post sunnudagin, at upp- gávan í Irak er ov týdning- armikil, til at hon kann fara fyri bakka. Hann bað inni- liga forsetan siga ameri- kanska fólkinum, hvat tað fer at kosta, skal tiltakið eydnast. Og tað eigur for- setin at gera, áðrenn tað er ov seint, legði hann afturat. Ein annar kendur repu- blikanskur senatorur, Rich- ard Luger, sum er formaður í uttanríkispolitisku nevnd- ini hjá senatinum, hevur sagt, at tað fer at kosta minst 30 milliardir dollarar at endurbyggja Irak. Hans- ara ráð til stjórnina eru at biðja ST um hjálp. Tað noyðast vit, sigur hann. Bæði eygleiðarar og politikarar í Washington leggja stjórnina hjá Bush undir at hava undirmett uppgávuna í Irak stórliga. Endin á einari viðmerk- ing, sum stóð í New York Times nú um dagarnar lýsir væl hugsanina hjá ameri- kanarum í hesum døgum: – Eg veit ikki, hvat Bush, forseti hevur gjørt í síni summarfrí, men eg veit, hvat amerikanararnir hava gjørt. Teir eru farnir at stúra, skrivaði greinskriv- arin. Mánadagin helt Bush røðu í sambandi við amerikanska arbeiðaradagin. Har mátti hann viðganga, at 2,7 milli- ónir arbeiðspláss eru horvin í USA, síðani hann tók við. Men amerikanarar vilja eisini hava hann at siga sannleikan um herseting- ina í Irak. Vilja hava Bush at siga sannleikan um Irak www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo C M Y K 19 18