hósdagur 18. januar 1996síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 12 — 18. JANUAR 1996
tíðindablaðið
13
Sjónarmið
Ráksnúni ella málsligt týningartiltak?
Eftir mínari meting hava Fróðskaparfelagið og
troianskt ross, sum innan fyri málvísindaligu eingjarg
ligum strembarum skulu niðurbróta alt, sum higartil er vunnið innan målrøktina og
skrivandi fólkunum, sum virkað hava her á landi seinastu stórthundrað árini, skrivar Mass Jensen í »Sjønarmiø«
Nýggja orðabókin hevur
»lvt til eitt ávíst kjak
millum manna, og tað í
sær sjálvum er gott
Ávísir blaðmenn og onk
ur hevundur, sum helst
hava sovid í foroyskt
tímunum, fegnast um, at
nú er ikki longur neyð
ugt hjá skrivandi fólki at
duga føroyskt. Nýggja
orðabókin loyvir teimum
nevniliga at gera sum
teimum lystir, t.e. at nýta
donsk. fronsk, latínsk og
amerikonsk orð, har vit
frammanundan hava
góð føroysk. So er í
grundini ikki longur
neyðugt at ómaka sær at
sláa upp í eini orðabók,
tá ið ivi er um eitt orð,
td. tá ið umsett verður
úr fremmandum máli;
tað er bara at skriva tað
fremmanda orðið av, tá
ið á stendur. So stóran
myndugleika meta hesir
menn nýggju orðabók-
ina at hava
Ritstjórin á orðabókini
sigur, at orðabókin er ein
rød av uppskotum, har
ein og hver so sjálvur má
velja hverji orð. hann vil
brúka. Hartil er at síga,
at til tess at kunna velja.
krevst vitan, og at tað
júst átti at verið uppgåv
an hjá eini orðabók at
givið okkum vitan og
leiðbeining. sum hava
hana fyri neyðini. Har
umframt vil hann vera
við. at orðabókin ikki
skal metast sum nakar
myndugleiki (autoritet
ur), men bert vera ráð
gevandi. Tad er logið, at
nakar kann málber a seg
soleiðis. Um nú hendan
orðabókin verður væl
signað av skúlamynd
ugleikunum til skúla
brúks, og ein lærari ikki
vil góðtaka, at ein næm
ingur skrivar t.d. heli
koptari, tí tað eitur tyrla
á foroyskum, hver stend
ur tá sterkari, næming
urin sum - svart upp á
hvítt - kann vísa á orðið
helikoptari i orðabókini,
ella lærarin, sum tvi
heldur um orðið tyrla?
Annars er tað mær ein
gáta, hverjar gr undgev
ingar orðabókarr itstjórn
in hevur fyri at endur
innflyta júst hetta orðið
helikoptari, sum hevur
verið útdeytt í okkara
máli í eini 10 ár
Hvat er ein
millumleið?
Ordabokarrithøvundur
in, luttakarar i sjon
varpskjakinum og
onkrar aðrar vælsessaðar
mentanarligar andshet;
ur síga, at hetta er eim
millumleið í mun til
málsligt anarki og ver
andi vísindaliga mál
Í
politikkin hjá Fróðskap
arsetrinum. Eg fari at
loyva mær at halda
uppá. at slík tala er
møsn. Slíkar millumleið
ir finnast ikki, hvørki tå
ið tað snýr seg um mál
stríð ella um aðrar
spurningar
Um vit nýta eitt dømi
úr heimspekini, so er
andsegn ímillum
materialismu - ateismu
á aðrar síðuni og ideal-
ismu - metafysikk (guds-
trúgv) á hinari. Tann
avgerandi spurningurin í
hesum høpi er, um
materian kann skapast/
týnast ella ikki. Annað -
hvert kann materian
skapast / týnast ella kann
hon ikki. Har finst eingin
millumleið
Eitt annað demi kundi
verið. at har ið eitt hjá
land tekur til vápnini
ímóti hjálandaveldinum,
ber ikki til at vera uttan
veltaður, ikki at taka
steðu ella at ganga eina
millumleið. Uttan mun
til eins fridarliga sinna
lag, ella andstygd fyr í
valdsnýtslu, so vil ein
uttanveltað steða ella
ein millumleið, um ein
sjálvur vil tað ella ikki,
vera ein støda til fyri
munar fyri tann sterkara
partin, te. i mongum
forum ein støda fyri
imperialismu. Um vit
venda aftur til mál
spurningin, sum eg met
vera ein týdningar mik!
an tátt í tjóðskaparstríð
num, so meti eg tað
sama vera galdandi her. Í
hesum sambandi kundi
verið áhugavert at hugt
eitt sindur at, hverjar
treytir málstrevið hevur
at virka undir
Danskur lættisoppa
lesnaður í ymiskum
hami floymir hverja viku
í túsundtals eintøkum
inn í landið. Tey neyðar
menniskju, sum eru
bundin av hverja viku at
jótra henda bar nsliga
lesnað um kongaligar
letingar og onnur Ó
menni á sosialu tindun
um, høvdu verið pris
givin, um vit ikki åttu
ósjálvseknar slóðbrót
arar, sum fóru at geva út
bøkur og blød og fremja
granskingararbeiði á for
oyskum til tess at víga
upp ímóti hesum ment
anar-imperialistiska
yvirgangi, sum v erður
framdur ímóti okkara
lítla fólki. Endamálið við
at senda oll hesi hundr
aðtals tonsini av koncen
treradum byttleika inn å
okkara klettar, er uttan
iva ein roynd at drepa
okkum moralskt, máls
liga og mentanarliga
rura okkum í blund, so
vit missa tjóðskaparliga
og politiska fótafestið.
Sum um hetta ikki var
nóg mikið, so hava vit
fingið fleir í sjónvarps-
rásir, sum alt samdegrið
prædika rasismu, harð
skap, vanvirðing av
mannalikaminum og
mannavitinum, og har
umframt fremja politiskt
heilavask - »føroyska«
sjónvarpið ikki undan
tíkið. Alt hetta sjón
varpstilfar er sjálvsagt á
donskum/amer ikonsk
um við donskum teksti
Hesar eru so nakrar av
treytunum og kreftun
um, sum føroyska mål
røktin hevur at virka
undir og ímóti. Tá nu
hesi grenjini og attinn
warnir mótvegis higartil
førda målpolitikkinum
leggja stein oman á
byrðu við at tosa um
eina miðleið millum
Førovamålsdeildina og
útlendskt mentanar
fasistiskt yvirgangsvirk
semi, tykjast teir at látast
sum talan var um javn
bjóðis motstødufolk,
foroysk målrøkt umboð
andi 43.000 fólk og
heimsins størsta her nað
ar og imperialistaveldi
við hundraðtals millión
um íbúgvum
Aðrir tosa so fagurlátið
um at málið má sleppa
at menna seg natúrliga;
tað má so meinast við, at
vanliga fólkið á gøtuni
nýtir sítt hugflog og í
dagligari samrødu finnur
upp å nyggj ord og hug
tok Hetta fyribrigdi hava
vit sæð lítið til í mínar i
tíð. Tað av orðum, komið
av gøtuni, hava verið
fantasileysar vánaligar
danaslettur, komnar til
lands við útisetum ella
lættisoppafjølmidlun
um, vid ødrum orðum
ein ónatúrlig målmenn
ing uttan luttøku av
føroyskum hugflogi. Tað
fær illa verið ødrvisi, ti
árinið av útlendskum
innihaldsleysum posa
mati er so mikið stórt, at
har er lítið pláss eftir til
sjålvstøduga hugsan og
at nýta hugflog
Føroyski dansurin var
sø gott sum utdeydur, tå
menn tóku seg saman og
stovnaðu dansifelog og
bjargaðu dansinum í
evstu løtu. Eg kenni meg
sannførdan um, at verð
ur målsrøktin ikki eins
væl skipað við somu kós,
og hon hevur verið, so
fær málið somu lagnu,
sum dansurin mundi
fingið; tað verður ikki
tann heilvågur, ið tað
hevur verið ímóti dansk /
amerikanskari imperial-
ismu. Tað, sum eg vildi
við hesum langa lestr í,
var at vísa á, at henda
sonevnda millumleið
ósvitaliga má enda sum
eitt knæfall fyri imperial-
ismuni; hon fer at gera
foroyska málinum óbet-
andi skaða og helst at
enda at týna tað
Huldufólk og
opportunistar
Tad hevur mangan verið
eitt vónbrot at lisið so
nevnda målteigin í
Søsialinum seinastu alt
ov longu tíðina. Hetta
var ein frálíkur teigur so
leingi Sv. Tausen skrivaði
i hann, sakligur og upp
lýsandi. Men síðan
huldufólkið fór at skr iva
í henda teig, hevur talan
mest verið um grenj og
bakbit av teimum fólk
um. sum hava halgað lív
sítt til at fríðka um og
rekja mál okkara og
verja tað ímóti tí grova
áganginum uttanífrá. Tá
illsinni og grenj ikki
beinleiðis hevur verið
stílurin, hevur verið
roynt at fjala seg aftan
fyri ein frílyntan stíl
men, tíverri, aftan fyri
hómast alt ov týðuliga
tað svartasta afturhald
Eitt, sum verður júkað
uppi saman uttan prov
førslu yvirhøvur, er at oll
orð, sum ikki kunnu
slóðast beinleiðis aftur í
danskt, skulu vera ís
lendsk. Tá so Jeffrei
Henriksen leggur fram
drúgvan lista við flestu
av hesum ætlandi ís
lendsku orðum og sak
liga vísir á, at bert eini 2
3 veruliga eru av is
lendskari rót, so kundi
væntast, at ein hampa
maður framdi sjálv
kritikk. Men huldufólk
eru eftir ollum at døma
ikki hampafólk, tí sam
bært tí, eg havi sæð síð
an í hesum teigi, so er
sama grenjið, tað sum
eyðkennir verkið Eg
haldi, at skik huldu
mannaskriving skapar
ótryggleika, og virkar til
at fólk við samvitskuni í
lagi, sum torir at við
ganga sína meming,
himprast við at kjakast
við hesar ófrættakendu
huldumenn
Summi kunnu eina
ferð í lívinum streva seg
niðan á ein fjallatind og
vilja so restina av lívin
um bara ganga undan
brekku og helst við ætt
ini í bakið. Trupulleikin
er bert tann, at um
henda kósin verður hild-
in, so endar ein fyrr ella
seinni á havsins botni
Spurningurin er, um
hesi fólk, sum standa
aftan fyri nýggju orða
bókina eisini himpr ast
við at leita niðan aftur í
hagan og har vága at
meta onkrum illsintum
huldumanni? Ella er
hetta rætt og slætt ein
trongd at bróta niður
aftur tað, sum fleir í
ættarlið av skrivandi
kvinnum og monnum
hava roynt at bygt upp?
Fremmandaorð
Um nú onkur hevur
fingið ilt i afturpartin og
skuldi havt eina spott
arans glósu á varrunum
tess vegna at eg í hesi
grein havi brúkt einstøk
útlendsk orð, so er at
síga, at eg persónliga ikki
havi so nógv imoti at
nýta onkur fremmand
at tey
betur lýsa eitt fyr ibrigdi,
enn ein møgulig for oysk
orð, um so er
umseting ger, serliga um
tey hóska inn í tað for
oyska bendingar mynstr
ið og samljóða við tón
leikin í foroyska málin
um. Men eg haldi, at tað
eigur at vera ein persón
lig meting, hvert ein vil
nýta c.tt fremmant orð
ella ikki. Ein foroysk
orðabók eigur ikki at
eggja til óneyðuga nýtslu
av slíkum orðum, og
tískil hava donsk og
onnur útlendsk orð einki
at gera í høgra teigi í eini
danskari-føroyskari
orðabók
Alskur til
móðurmálið
Tad verður ov drúgvur
ein listi at nevna nøvnini
á ollum teimum, sum
hava barst fyri at menn
og varðveita føroyska
málið. Teir fyrstu, helst
ótilvitað, vóru Nólsovar
Páll og Sjóvarbondin
Seinni komu føroyinga
felagsfolkini og seinni
aftur Varðin og Songbók
Feroya fólks umboðandi
ein hóp av fólki, sum
flest oll vóru fyri at
menna málið eftir fer
oyskum treytum. Eg fari
to at nevna báðar okkar a
mætasiu rithøvundar
Hedin Brú og William
Heinesen. Tann fyrri
1
teir vísindamenn, ið eitast skulu vera, vid hesi orðabókarútgávu skapt eitt nytt
arðarnar hond í hond við útlendsku imperialismuni og trongskygdum heim-
samstundis reka spott á bróðurpartin av teim
skrivaði eitt ótal av
skaldsøgum og Stuttsøg
um å einum leikandi
lettum gerandismåli
uttan danismur og
fremmandaorð og um
tað kortini hendi seg, at
eitt orð var av útlendsk
um uppruna, so megn-
aði hann at fáa tað at
ljóða sum um tað altið
hevði verið foroyskt
Tí seinna, Williami
Heinesen, varð mangan
kastað fyri, at hann
skrivaði á donskum. Her
vóru tað serliga heim-
føddu húðarskógv a-
menninir, sum gjørdu
vart við seg. Ein stór
orsek til, at hann valdi
danskt sum skaldamál,
var serliga umhver við,
sum hann var uppvaksin
í í Havn, har talaða mál-
ið hvorki var foroyskt
ella danskt, men ein
blandingur av báðum
Asannandi at hann ikki
var harri yvir foroyska
málinum eins og javn
aldrarnir av bygd. valdi
hann at geva sín skald
skap út á donskum
hetta fyri ikki at vera við
til at ryggbróta foroyska
málið, sum var í stórari
menning hansara virknu
tíð sum listamaður
Troianskt rossaslag
Eftir minari meting hava
Fróðskaparfelagið og teir
vísindamenn, ið eitast
skulu vera, við hesi orða
bókarútgávu skapt eitt
nýtt troianskt ross, sum
innan fyri málvísinda
ligu eingjargarðarnar
hond í hond við út
lendsku imper ialismuni
og trongskygdum heim
ligum strembarum skulu
niðurbróta alt, sum
higartil er vunnið innan
målrøktina og sam
stundis reka spott á
bróðurpartin av teim
skrivandi fólkunum,
sum virkað hava her á
landi seinastu stór t-
hundrað árini
Eg fari líka so lítið sum
nakar annar at mæla til
bókabrenning, men eg
fari at heita á tey. sum
hava ábyrgdina av okk
ara skúlaverki, um at
bera so í bandi, at hend
an orðabókin ikki verður
góðkend sum undir vís
ingartilfar í foroyskum
skúlum
Nólsoy 10/1 1995
Mass Jensen