mikudagur 3. september 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 165 - 3. september 2003
21
Í einum lívligum
dysti fingu runavík-
ingar vaskað stór-
tapið fyri Lyn av sær,
og hildu teir sostatt
fast í jagstranini eftir
oddaliðunum
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Fyrsta europeiska ævin-
týrið hjá Runavík endaði
við brestin, tá teir fyrr í
vikuni vóru fyri einum
syngjandi 6-0 tapi í úti-
dystinum móti norska Lyn.
Tí var setningurin fyrst
og fremst at reisa seg sálar-
liga, nú EB/Streymur kom
á vitjan. Ein dystur, sum
fyri NSÍ hevði alstóran
týdning, um fylgjast skuldi
við hinum oddaliðunum,
sum leiktu sunnudagin.
Fyri EB/Streym hevði
dysturin ikki minni týdn-
ing. Liðið hevur staðið seg
væl í ár, og um talan kundi
gerast um stig við Løkin,
mundu fólk av álvara fara
at tosa um møguleikan fyri
europeiskum fótbólti. Prát,
sum annars man hava verið
veruleikafjart tey árini, sum
felagsliðið higartil hevur
verið í bestu deildini.
Lívligt við góðari ferð
Og tað var ein sannroynd, at
báðir partar løgdu nógv fyri
mánakvøldið. Ferðin varð
alt fyri eitt sett hampuliga
høgt, og tá bæði liðini
royndu at breiða spælið út á
vengurnar,
soleiðis
at
sleppast kundi inn um fløtu
verjurnar, gjørdist talan um
rættiliga lívligt undirhald,
har spælið hevði hug at
ferðast aftur og fram.
Tað var tó heimaliðið,
sum hevði størra trýstið á
ketlunum hesa fyrstu løt-
una. Serliga lá væl fyri hjá
kvika Jónstein Petersen at
renna seg inn um verjuna,
og møguleikar spurdust eis-
ini burturúr. Helgi L. Peter-
sen og Karsten From høvdu
eisini havt onkrar av hesum
í part, tá tað um miðjan
hálvleikin eydnaðist Helga
at fáa bóltin í kassan. Upp-
spælið kom í vinstru, hað-
ani Jónstein seindi innfyri.
Ian Højgaard var fyrstur á
harða innlegginum, og tá
bólturin so brast í stólpan,
kundi Helgi gera seinasta
arbeiðið.
Hetta gav kanska runa-
víkingunum betri frið yvir
spælið, og eina løtu tóktist
eisini, sum um EB/Streym-
ur fánaði nakað. Men bert
eina løtu.
Dreymamál avgjørdi
Seinasta løtan av fyrra
hálvleiki og at kalla allur
seinni
hálvleikur
vóru
nevnliga sera undirhald-
andi. EB/Streymur hevði
ongan hug at geva skarvin
yvir. Heldur ikki eftir at
Karsten From við sínum
fyrsta málið fyri NSÍ hevði
økt til 2-0 eftir horna. Eitt
mál, sum annars varð feirað
við manér, tá Karsten fyrst
takkaði liðfeløgunum og
síðani áskoðarunum.
Kanska átti hetta málið
eisini at punktera gestirnar,
men tað gjørdi tað ikki.
NSÍ tók seg kanska eisini
eitt vet aftur á vøllin, og so
trýsti EB/Streymur. Møgu-
leikarnir komu eisini, men
hvørki Egil á Bø ella Marni
Djurhuus fingu sett høvdið
nóg væl á, tá teir í tveimum
førum komu at standa væl
fyri. Og so mundi tað eisini
hjálpa væl hjá NSÍ, at Sorin
Anghel ikki fekk verið við
hjá EB/Streymi. Ikki tí at
spælið út á vengurnar var
nakað vánaligt hugskot,
men til tíðir tóktist hetta
nakað einstáttað, soleiðis at
Óli Hansen og co. aloftast
vóru hægstir, tá bóltarnir
vórðu sendir inn.
Sum tíðin leið, so bendi
alt eisini tann vegin, at NSÍ
skuldi megna at ríða storm-
in av. Sjálvir høvdu heima-
menninir
eisini
nøkur
vandamikil kontra, tá EB/
Streymur flutti alt meira
fólk niðan, men tað var so
ikki úr hesum, at seinasti
seymurin varð settur í kist-
una.
Uppspælið var av teim-
um meira róligu, og eingin
mundi sum so gruna nakað,
tá Sjúrður Jacobsen fekk
bóltin. Staddur einar 35
metrar úti frá málinum
gjørdi bakkurin tó ikki
mætari enn at langa til, og
so kundi gestirnir bara
hyggja at, meðan bólturin
streyk beina leið upp ímóti
horninum, uttan at Gunnar
á Steig hevði nakran møgu-
leika at røkka honum. Eitt
satt dreymamál, sum eisini
fekk guliganz á bakkanum
at syngja um, at tað bert er
ein Sjúrður Jacobsen. At
tað so sambært telefon-
bókini á netinum eru í
minsta lagi fimm, var tó
ikki nakað, sum teir mundu
leggja stórvegis í. Á vøll-
inum var bert hin eini, og
mál hansara hesaferð er
heldur ikki eitt slíkt, sum
tað koma serliga nógv av.
Gera sjálvir av
Og við sigrinum hevur NSÍ
altso togað seg uppaftur í
oddin. Teir hava framvegis
møguleikan at gera seg
galdandi í gullstríðnum, og
fyri tað nógva kunnu teir
eisini
sjálvir
gera
av,
hvussu langt teir skulu
røkka. Ikki minst í teimum
báðum komandi dystunum.
Tá skulu teir fyrst á vitjan á
Svangaskarði, fyri síðani at
taka ímóti B36, og verður
talan um stig her, so er
nógv, sum bendir á, at teir í
øllum førum skulu endur-
taka silvurmerkini frá sein-
asta kappingarárið.
Hjá EB/Streymi var tapið
hinvegin helst eitt bein-
leiðis farvæl til møguleikan
at blanda seg heilt uppi í
toppinum. Tað munnu tó
vera fá, sum eru beinleiðis
ónøgd um hetta, tí liðið
hevur longu nú staðið seg
betur enn nakrantíð áður.
Og á pappírinum tykist
møguleikin eisini vera, at
liðið kann klintra í øllum
førum nakað upp. Komandi
umfarið taka teir ímóti
oddaliðnum úr HB, og so
eru dystir móti trimum lið-
um, sum øll eru stødd
niðanfyri
EB/Streym
á
talvuni. So hóast eitt farvæl
til Europa, so bendir alt á
metár kortini, og tað man
nú heldur ikki vera so galið.
Dysturin í tølum
NSÍ-EB/Str. 3-0 (1-0)
1-0: Helgi L. Petersen, 23
2-0: Karsten From, 50
3-0: Sjúrður Jacobsen, 81
Dómari: Birgir Sondum
Hevði gott tamarhald á, og
royndi ofta at samskifta við
leikararnar við orðum,
heldur enn kortum.
NSÍ: Jens Martin Knudsen
– Brynjolvur Nielsen, Óli
Hansen, Messias Pereira,
Sjúrður Jacobsen – Gert
Langgaard (Jústinus R.
Hansen, 25), Kári Hansen,
Ian Højgaard (Rúni Ras-
mussen,
64),
Jónstein
Petersen – Karsten From
(Sonni L. Petersen, 80),
Helgi L. Petersen
EB/Streymur: Gunnar á
Steig – Gert Hansen,
Andrzej Pacek, Egil á Bø,
Bárður Olsen – Marni
Djuhuus, Marek Wierz-
bicki, Ronnie Samuelsen,
Jákup
Martin
Joensen
(Esmar Eiðisgarð, 76) –
Hans Pauli Samuelsen (Ingi
Hansen, 46 (Teitur Joensen,
65)), Magni á Lakjuni
NSÍ-EB/Streymur 3-0 (1-0):
NSÍ reistist
Har var nógv ferð á, tá EB/Streymur vitjaði NSÍ mánakvøldið, men tá alt kom til alt, vóru tað heimamennninir, sum drógu longra stráðið
Mynd: Álvur Haraldsen
21
Eftir ÍA sigur á Fylkir
var tað mánakvøldið
greitt, at KR er meist-
ari longu tvey umfør
undan kappingarenda
ÍSLAND
Jóannes Hansen
Íslendska landskappingin
heldur frí næsta vikuskifti.
Tá skulu íslendingar spæla
mest spennandi landsdystin
nakrantíð. Týskland vitjar á
Laugardalsvøllinum, og um
Ísland fer at vinna, so hava
teir heilt góðar møguleikar
at sleppa við í EM enda-
spælið í Portugal næsta
summar.
Tvey tey næstu vikuskift-
ini verður endaspurturin í
landskappingini.
Men
longu mánakvøldið varð
greitt, at eingin spenningur
er eftir um, hvør skal verða
meistari. Julian Johnsson
og liðfelagarnir í ÍA vóru á
Árbæjarvøllinum í Reykja-
vík, har teir vunnu 1–0
ímóti Fylkir. Fylkir var
einasta felagið, sum fram-
vegis hevði møguleika at
røkka KR. Tá ið Fylkir tapti
var greitt, at KR, sum sama
kvøld hevði vunnið 3–1 í
Grindavík, var meistari.
Teir hava 33 stig, meðan ÍA
og Fylkir hava 26 stig.
Hetta var annað árið á
rað, at ÍA við at spæla
kappingarneytanum hjá KR
eitt puss var orsøkin til, at
KR vann meistaraheitið
undan
kappingarenda.
Hetta spældu teir eitt sindur
upp á í íslendsku pressuni í
gjár, tí ÍA og KR eru gamlir
kappingarneytar, og upp-
gerðirnar
millum
stóra
felagið í vesturbýnum í
Reykjavík og Akranes hava
í mong ár havt serligan dám
yvir sær.
KR hevur vunnið meist-
araheitið 24 ferðir. Teir eru
í hálvfinaluni í steypa-
kappingini, og teir ætla sær
at vinna báðar kappingar-
nar. Í steypakappingini er
ÍA millum kappingarneyt-
arnar.
Bara undanvindur
Fyri einum lítlum mánað
síðani ella 10. august vóru
teir á Akranesi á 8. pláss-
inum og harvið heilt tætt at
niðurflytingarplássunum.
Síðani tá hevur gingið sum
eftir ánni. ÍA hevur vunnið
fýra sigrar upp í slag.
Mánakvøldið var tað tætt
og spennandi á útivølli
ímóti Fylkiri. Tað var fitt av
vindi, og tað regnaði. ÍA
hevði undanvind í
fyrra umfarinum, og
tað var málleyst inntil
fýra minuttir vóru
eftir. So skoraði Kári
Steinn Reynisson fyri
ÍA við fínum skoti
upp í málhornið. Har-
við var KR meistari,
og harvið var eisini
greitt, at ÍA hevði lyft
seg úr fjórða og fram á
næstfremsta plássið,
samstundis sum teir
høvdu trýst Fylkir
niður á triðja plássið.
Bæði liðini hava 26
stig. ÍA hevur mál-
munin +5, og Fylkir
hevur málmunin +2.
Um dystin mánakvøldið
verður sagt, at hann ikki var
serliga væl spældur, at mál-
verjarnir og miðverjarnir
stóðu seg væl, og at tað
mesta snúði seg um stríð á
miðvøllinum. Tað plagar at
vera matur fyri Julian
Johnsson.
Í tveimum teimum sein-
astu umførunum tykist tað
sum um, at avbjóðingarnar
hjá ÍA eru eitt sindur tor-
førari, enn tær eru hjá Fylk-
iri, men eitt er, hvat støðu-
talvansigur, og eitt annað
er, hvussu nógv mótstøðu-
liðini fara at kenna seg
kroyst at leggja fyri.
ÍA skal spæla á heima-
vølli ímóti Grindavík, sum
er mitt í røðini og á útivølli
í
Vestmannaoyggjunum,
meðan Fylkir skal spæla á
útivølli
á
Akureyri
ímóti illa sperda KA og á
heimavølli ímóti Vali, sum
eisini er heilt illa spert. Hjá
ÍA ræður um at vinna, og
soleiðis sum gongdin hevur
verið síðsta mánaðin, so
skuldi einki verið í vegin
fyri, at Akranes fer at fáa
fulla úrtøku, og at teir
harvið hava góðar møgu-
leikar at vinna silvurkrón-
urnar.
Nr. 165 • mikudagur • 3. august 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Sjúrður Jacobsen var
sum vera man fegin
um óvanliga vakra
málið, men legði sam-
stundis dent á, at stig-
ini vóru tað týdning-
armesta á degnum
LEIKARAPRÁT
Jákup Mørk
Einki var at ivast í, hvør
dagsins detalja í dystinum
mánakvøldið var.
Við drønandi 3-0 máli-
num úr 35 metrum fekk
Sjúrður Jacobsen eisini
hópin av rósum og glósum
frá mót- og viðleikarum,
eins væl og áskoðarum eftir
dystin, og tá vit hittu hann á
máli eftir dystin, mátti hann
eisini viðganga, at hetta var
eitt av teimum heilt góðu
skotunum.
– Eg havi nokk ongan tíð
rakt bóltin so væl, sum eg
gjørdi hesaferð. Hatta var
ótrúliga stuttligt at síggja,
tá bólturin streyk í málið,
tók hann til eftir dystin.
Men frá 35 metrum. Er
tað nakar, sum hugsar um
at skjóta mál so langt úti-
frá?
– Tað hendir jú viðhvørt.
Bólturin lág væl fyri, so eg
royndi bara. Onkur sigur
kanska, at tað var heppið,
men hepnið skal jú eisini
uppsøkjast, tók hann flenn-
andi til.
Mugu bara royna
Men líka mikið hvussu var
og ikki við málinum, so
helt Sjúrður tó eftir dystin,
at tað vóru tey trý stigini,
sum høvdu størsta týdn-
ingin fyri liðið.
– Tað er so einki at ivast í.
Tað var tað, sum vit fóru
eftir, og við hesum eru vit
aftur við í oddinum. Har
hava vit dyst á Toftum
komandi umfarið, og tá
fara vit so aftur eftir stig-
um. B68 er kanska eisini
tað liðið, sum koyrir best í
løtuni, so tað er einki at
ivast í, at tað verður ein
trupul uppgáva, men vit
fara so eftir trimum stigum.
Tað var heldur ikki nøkur
løtt uppgáva hesaferð, tí
EB/Streymur royndi alla
tíðina, í øllum førum til 3-0
málið, men tað gekk so
hesaferð. Og tað er so tað,
sum vit mugu royna at gera
hvørja ferð, tað sum eftir er
av kappingini, og so fáa vit
at síggja, hvussu langt tað
røkkur, segði fegni mál-
skjúttin at enda, áðrenn
børnini við girðingina aftur
sluppu at spyrja um, hvussu
hann bar seg at við hasum
skotinum.
Besta skotið nakrantíð
– Eg havi nokk ongan tíð
rakt bóltin so væl, sum eg
gjørdi hesaferð, helt Sjúrður
um málið, sum ivaleyst er
tað besta við Løkin í ár
Íslendska Landsbankadeildin
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1
KR
16
10
-
3
-
3
28
18
10
33
2
ÍA
16
7
-
5
-
4
24
19
5
26
3
Fylkir
16
8
-
2
-
6
22
20
2
26
4
FH
16
7
-
3
-
6
26
24
2
24
5
Þróttur
16
7
-
1
-
8
27
25
2
22
6
Grindavík
16
7
-
1
-
8
22
28
-6
22
7
ÍBV
16
6
-
2
-
8
22
24
-2
20
8
Fram
16
6
-
2
-
8
21
28
-7
20
9
KA
16
5
-
3
-
8
26
25
1
18
10
Valur
16
5
-
2
-
9
20
27
-7
17
Føroyskir leikarar: Julian Johnsson (ÍA)
Julian er nú næstfremst
C
M
Y
K
20