Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-01-20, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. januar 1996síða 19

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

MÁLTEIGURIN Lithuania, Lithauen, Litava ella Lietuva Sosialurin endurgav 6.1.96 snøklar úr »Ordafari«, men ein teirra ætlaði eg ikki at lata fara aftur við borðinum uttan viðmerking. Tað er landanavnið Litava, sum teir vilja trumfa igjøgnum. Teir skriva, (kursivering mín, RG) at hetta er tað navn, sum syðsta av Baltalondumeftir konar: leiðbeining hevur fingið á féroyskum måli«. Teir halda fram og siga at »hetta er navnasniðið, sum Heimsatlasið nýtir, og er sostatt eisini alment vidurkent« Skulu nýggj landanøvn smidast, so økir tað um virðing ina, um tey fáa eina góða forkláring. Men soleiðis arbeið ir málneyndin sjáldan. Í hesum føri siga teir bert: eftir kønari leiðbeining. Hver hevur leiðbeint? Hverji vóru argu mentini? Hverjir aðrir møguleikar vórðu avvistir? Doku mentation finnst eingin Teir siga, at navnið Litavaer alment viðurkent. Hví? Ju, tí tað er skrivað so í Heimsatlassinum. Hver hevur so skrivað hetta navnið í Heimsatlassinum? Jú, tað er ein maður, sum situr í Málneyndini og skrivar Orðafar Sum kunnugt er eitt cirkulargument ikki nakað argument, men eitt logiskt mistak Lat tað verða sagt beinanvegin, at hesaferð hava teir ikki skeitt at íslendskum. I Landabrefabók (1979) skrivast navnið: Litháen, og eftirsum íslendska -å- úttalast au. hevði tað verið Lithauen eftir føroyskum stavimåta; men fy, fy. Har eru bæði eitt ikki úttalað -h- og ein ending, sum hevur danskt/tyskt snið: -en. (Tað målsliga forfallið í grannalandinum má vera ræðuligt) Men lat okkum kanna, hvussu ein »køn leidbeining« kann føra til formin Litava Á lithauiskum máli (lietuviu kalba) kalla teir fødilandid LIETUVA (Lietuvos Respublika). Sagnorðið ett merkir at streyma, fossa, renna; lytus: regn, avfall; lit: at regna, lit: at stoyta, oysa. Navnið merkir søstat: Landið við teim streymandi åunum, áarlandið Í Vestureuropa eru tvær traditiónir at:stava hetta navn Onnur er tann hollendsk/bretsk/franska traditionin, sum hevur formarnar: Lithvania, Lituamia, Lithuania, Lithuan ie. Soleiðis skrivadu kartografarnir Mercator 1595, Blaeu 1635 á 1662. de Wit 1688. Sanson 1692. Moll 1772 og W. Faden 1794. Endingin -a er vanlig (ofta við connect inum -i- frammanfyri. > -1a. Pilurin > verður lisin: brøvtist nil) tå latinsk og gresk orð og sernøvn (nomina propna) verða tillagað. Sama er galdandi, sum analogi, við tillag ing úr øllum ødrum málum. Formurin kann tí hugsast at vera íkomin soleiðis: Lietuva > Lituva-n-ia > Lithuania har c- og -v- eru burturdottin við assimilation Hin traditiónin er tann tysk/danska (fyrr „venska). sum skriva Litauen, sum kann vera íkomin so Lietuva > Litauv-a > Litau-en. Vit síggja at -u au- sum analogi, tí au ella Aue á tyskum merkir ong breiður) áardalur, myrulendi, og er av sama uppruna sum tað danska: en á og førovska: ein á. Endingin (suffixið) á týskum: -a > -en Men hvussu so Lietuva > Litava á -fðroyskum“; -1€- et drigið saman til -i-. Men hvar er -u- farið? Ilt er at síggja at formurin Lithuania kann vera avskeplað til Litava. Men her eru tveir aðrir møgulcikar LIETUVA > Lituva > Lava men hví broyta ein vokal so radikalt sum u > a? Hin møguleikin er ein brongling av tí tyska forminumLitauen > Litav-en > Litav-a. Endingina -en uppfatar »Ordafar sum Oførovska, og verður tí broytt til -a. Termum dámar heldur ikki sjálvljóðið -u-, tað skal avhøvdast, og í staðin seta teir hjáljóðið -v-. (Ti royna teir eisini at:tvinga skúla næmingar og onnur hampafólk at skriva Evropa ístaðin fyri tað vanliga Europa. og Avstralia fyri Australia). Vit fáa so ein avlagaðan tysk/danskan form: Litava, har -av er tað týska -au- (Aue), sum í harmi nú hevur snikt seg inn men tað vístu teir í Málnevndini kanska ikki eisini norsk verður í førovskt av?) Hví ikki brúka tann form og stavihått, sum íbúgvarnir í umrødda landinum sjálvir brúka. Teir hava eisini latínska alfabetið. so ikki er neyðugt við transskriptionum. Lietuva er bæði lætt at siga og at:stava. Hvat hugsa føroyingar tå teir síggja stadanøvn, sum stavast Glibre, Andetjord, Sjov og Gjov? Hví ikki respektera aðrar tjóðir og teirra mål? Ger móti ðrum, sum tú ynskir, at tey skulu gera moti tær Keldur Anon Luhuama Vilmus 1986 Egli Etymologisch-geographisches Lexikon. Leipzig 1880 Humphreys Antique Maps and Charts. London 1926 Ríkisutgáfa námsbóka Landabréfabók Re ykjavík 1979 Sturmfels/Bischof Unsere Onsnamen Bonn 1961 Rolf Guttesen 15. januar 1996 KROSSORÐAGÁTA Loysnin frá seinastu viku Loysunarorðið: AVBYGDARFOLKIÐ Vinnari: Marni Djurhuus, 410 Kollafirði Hvenn leygardag verður krossorðagáta í blaðnum. Drigið verður millum réttu innsendu loysnirnar. Vinningurin er ein av niðanfyri nevndu bókum frá Føroya Skúlabókagrunni. (Krossa av hverja tú best kundi hugsað tær) Fyri at verða við í dráttinum um vinningin, má loysunar orðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin. Vinn- arin verður saman við loystu gátuni kunngjørdur í blað num næsta leygardagin Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs- havn - og viðmerkið »Krossordagåta« á bjålvan | | | | | Lesið førovskt — hugsið foroyskt Fuglar i Nordurhøvum Stjórnarskipanarmálið 1946 Spell at sólin kom upp Politiska soga Føroya 1814—1906 Førovskir soppar Døgurdabokin Søgan um eplið Heimsatlas Mannakroppurin — og hvussu hann starvar DLLLDLULLDLDLL Alfagurt ljóðar mín tunga íflega/ljóðband ) Bøkur og annað tilfar bæði innan og uttan skúlagátt På FØROYA SKÚLABÓKAGRUNNUR