fríggjadagur 26. januar 1996síða 25
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 18 — 26. JANUAR 1996
tíðindablaðið + |
25
viðmerking
Viðmerkingar til svar hjá A. Petersen,
landsstýrismanni, viðvíkjandi
Klaksvíkar Sjúkrahúsi
red
Løgtingiåd vidgjørdi herfyri ein fyrispurning frå Rúnu Sivertsen, løgtingskvinnu,
til Andrias Petersen, landsstýrismann, vidv. Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Ymiskt
áhugavert er komið fram í samb. við hendan spurning. M.a. hevur landsstyris-
maðurin givið eitt svar, ið ikki er nóg greitt, tá ein sær spurningarnar, ið settir
eru
Spurningarnir hjá Rúnu Si-
vertsen vóru soljóðandi:
1. Ætlar landsstýrið at
Klaksvíkar Sjúkrahús fram-
haldandi skal hava eina
medisinska og eina kir urg-
iska deild?
2. Hvussu ætlar landsstýr -
ið at tryggja norðoyingum
trygg sjúkrahúsviðurskifti?
Sera stuttir og greiðir
spurningar, sum spyrjarin
síðani ger viðmerkingar til
serliga við atliti til tær spar
ingar, ið framdar eru
seinnu árini
Í svari sínum til fyrra
spurning sigur landsstýr is
maðurin, at medisinskir og
kirurgiskir sjúklingar fram
veg's koma at verða inn
lagdir á KS akut
spurningurin um med. og
kir. deild fyrst og fremst
verður avgjørdur av, um ein
fær serlæknar á hesum ekj
um
Hesum svari kunnu øll
taka undir við, men vit,
sum hava verið nærri at
trupulleikunum á KS,
men åt
spyrja okkum sjålvi:
Hvat ger landsstýrið fyri
at hjálpa til við at fáa ser -
læknamanning til KS?
Er landsstýrið í heila tik-
ið áhugað í at serlækna-
manning framyvir verður á
KS?
Hvat ger landsstýrið fyri
at fremja málið um sjúkr a-
húslæknar á KS?
Hví fremur landsstýrið
ógvusligar skerjingar á
fíggjarlógini, tá KS, saman
borið við hini sjúkrahúsini,
hevur fingið lægstu eking
ina í játtanini tey góðu ár
ini, og størstu skerjingar nar
síðani '90?
Hvønn ráðgeva hevur
landsstýrið, ið heldur at KS
tolir skerjingar, meðan hini
fáa ekta játtan“
Hvat ger landsstýrið fyri
at tryggja. at serlæknar nir
å bædi med. og kir. deild å
KS fåa gjald fyri vaktir?
Tá eg taki soleiðis til, er or -
søkin tann, at skiftandi styr i
fyri KS í fleiri år hava arbeitt
við nevndu spurningum.
Hjálpin úr landsstýrinum
tykist tó ikki sjónlig. Í fleir í
forum hevur stýrið als ikki
fingið svar frá landsstýrin-
um.
Sjálvandi skal manning-
in av læknum á KS ikki
samanberast við manning-
ar á stórum sjúkrahúsum,
men harafturímóti lagast til
okkara viðurskifti, soleiðis
at eitt vaktstað verður til
med. síðuna og eitt til kirk
síðuna. Á einum fundi við
danska serlæknafelagið í
mai '95 varð okkum upp
lýst, at frá teirra síðu skuldu
ikki standast trupulleikar
Høvudssakin var at vit
høvdu trygg viðurskifti fyri
sjúklingarnar, og at viður
skiftini vóru rímulig fyri tey
ið arbeiða skulu á staðnum
Í svari sínum til seinna
spurningin sigur landsstýr -
ismadurin, at tað er fatan
landsstyrisins, at hóast
sparingar, ber til at hava
trygg sjúkrahúsviðurskifti
Tað avgerandi er, hvat
kvalifiserað fólk ein fær til
arbeiðis. Eisini sigur hann,
Lesarabrøv og líknandi tilfar, ið verður sent okkum, skal hava avsendara,
Lv.s. navn, adressu og telefonnr. Blaðstjórin skal vita, hvør skrivað hevur eisini um
brøv ynskjast dulnevnd í blaðið
Vit kunnu annars ikki geva tykkum, ið skriva, vissu fyri, at lesarabrex viðmerkingar o.l. koma í blaðið
sama dag, sum tað er móttikið. Tað veldst um tøka setiorku og pláss
at einki av teimum smáu
sjúkrahúsunum skal niður
leggjast.
Her kundi eg hugsað
mær at sett hesar spurn-
ingar
Hevur landsstýrið í heila
tíkið gjørt sær greitt, at fyri
at fáa kvalifiserað fólk til ar
beidis, mugu tær røttu um
stødurnar vera til staðar?
Veit landsstýrið, at teir
trupulleikar, sum í dag eru
5
við
serlæknafelagið, mugu
loysast, um sjúkrahúsini í
heila tíkið skulu mannast
Hví kemur landsstýris
maðurin við gomlu seguni
at onki av smærru
sjúkrahúsunum skal niður
leggjast?
Hevur landsstýrið, ella
arbeiðir landsstýrið við
ætlan um hvussu sjúkra
húsverkið skal síggja út um
td. 5 ár?
Karl Heri Joensen,
limur í Stýrinum fyri
Klaksvíkar Sjúkrahús
Blaðstjórin
Viðvíkjandi »Kjak«
í Sjónvarpi Føroya 23. jan. 1996
Við hesum verður sagt frá, at tað sum Lasse Klein
førdi fram í SvF 23. jan. í sendingini KJAK. ikki
er í samsvari við uppfatanina hjá Kristiliga Fólka
flokkinum — og standa hansara úttal:lsi tí bert fyr
hansara egnu rokning
Eftir 2 í
3 dómar, 2 i Føroya rætti og |
í Lands
rættinum, har úrskurðurin í øllum trimum greitt
siga, at Føroya Landsstyri hevur verið vitandi um
mannagongdina í sambandi við eginpening og yvir
fígging, gera uppskotini hjá Kr F. um at dómara
kanna politisku og umsitingarligu viðurskifuni í
Tinganesi sera aktuel
24.01.96
Kristiligi Fólkaflokkurin
Anfinn Danielsen
skal venja Skansan
Seinastu tvey árini hevur
Jan Dam tikið sær av
venjingini hjá fótbólts-
felagnum Skansanum,
men í ár verður nýggjur
venjari í høvudsstadar
felagnum
Talan er um B36 aran
Anfinn Danielsen, sum
skal taka við har Jan
Dam slepti
Skansin — sum varð
stovnað í 1991 — spælir
framvegis í 4. deild, men
neyndarlimurin Jón Finn
Vestergaard dylir ikki
fyri, atambitiónirnar eru
| úl uppflyting í 3. deild.
— Vit hava stóra til-
| gongd í ár, og kanska fáa
vit einar tíggju nýggjar
spælarar í felagið. Hetta
ME annað av,
| atKB er givið, og haðani
gIvIG, og
koma fleiri spælarar
men vit hava eisini til-
gongd frá øårum feløg-
um, sigur hann við Sos-
ialin
Vit ætla okkum eisin
at skrúva ferðina eitt
sindur upp, tí ætlanin er
at fara frá at venja tvær
ferðir um vikuna, til at
venja tríggjar ferðir, og
venjingin fer væntandi at
byrja mitt í február mán-
aða, sigur hann.
Men alt hetta verður
neyvari lagt til rættis á
spælarafundi, sum verð-
ur í kvøld kl. 19.30. Tá
kunnu aðrir spælarar,
sum hava hug at vera við
Skansanum í ár eisini
møta upp.
innan ein tíma.
PIZZA-VINIR
Hevur tú hug at fáa eina ella fleiri PIZZA inn á
gólvið, so ring tif. 18866, og tú hevur PIZZA'ina
Vit í PIZZARIA royna altíð at hava kostnaðin
so lágan sum møguligt, soleiðis at kurfðin bert
rindar 30 kr. fyri heimkoyringina. Hetta tilboð er
tó bert galdandi fyri viðskiftafólk í Tórshavn.
Vit vóna, at hetta tilboð kemur væl við.
PIZZARIA - rir. 18866