Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-02-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. februar 1996síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 22 — 1. FEBRUAR 1996 7 Úrslitið av australsku laserkanningum við Føroyar: Olja lekur upp úr undirgrundini Tá olja og gass seyraði upp úr Lopransholinum fingu vit fyrsta veruliga tekinið og prógvið um, at olja er í undirgrundini. Nú vísir ein kanning við sera framkomnari røknifrødi, at ráolja lekur upp úr undirgrundini í fleiri stóðum á Føroyaleidini. Oljufeløgini vísa kanningini stóran ans. Hon sigur tó einki um, hvussu nógv olja er til og um tað loysir seg at fara eftir henni. Fyribils årslitid av laser kanningunum hjá austral ska felagnum World Geo science av havøkjunum við Føroyar fyriliggur nú Tad er sera áhugavert og er enn eitt prågv um, at olja er í føroysku undirgrundini Tað sigur tó einki um, hvussu nógv olja talan kann vera um Hetta upplýsir Heri Ziska jarðfréðingar á oljufyrisit ingini Vit hava júst fingið eitt fyribilsúrslit av sokallaðu ALF-kanningunum hjá Geoscience og hava hugt eftir tí við stórum áhuga Her er nógv áhugavert at síggja sigur Heri Ziska, sum tó ikki kann avdúka úrslitið í smálutum. Men hann kann tó siga so mikið, at kann- ingin, sum er gjørd frá ser útgjørdum flogførum av sjálvan havyvirflatuni nær um kring alt Føroyar, vísir, at olja lekur upp nógva staðni Kanningarhátturin er á so høgum stød, at:tað ber til at skilja millum vanliga raffi neraða olju og so ráolju úr undirgrundini Kanningarhåtturin ALF, sum stendur fyri, Airborne Lazer Fluorisens er rætti liganýggjur, men er brúktur við sera góðum úrsliti aðra staðni í verðini. Laser strálur verða sendir niður móti = havyvirflatuni og kunnudekka eitt so mikið lítið eki sum 20 cm. Fluori sensurin verður so mátaður tvs. um har er nakað, sum er sjálvlýsandi, eitt nú olja Soleiðis finnur tú oljuna Heri Ziska upplýsir. at oljan lekur upp yvir eitt rættiliga spjatt eki, so talan er ikki bert á einum ávísum stað. Tað vísir seg, attaðeru eki, sum ein ikki hevur vist so stóran áhuga fyri fyrr, har olja nú eisini lekur upp. Tað kann tó koma av, at oljan er runnin langt vatnrætt, áðr enn hon er komin upp gjøgnum basaluð Hann vil tó einki upplýsa um, hvar mesta oljan kemur upp Uppá fyrispurning um vit við slíkari kanning kunnu siga nakað neyvt um møgu- leikan at finna olju við Før- oyar sigur Heri Ziska, at tað er ósemja um, hvussu nógv hesin teknikkurin sigur okkum, men hann verður so nógv brúkt Vit kunnu í hvussu er siga við vissu, at olja er í undirgrundini, nú hon lekur upp gjøgnum basaltfláir- nar. Spurningurin er bara, hvussu nógv er til. Eisini ber til við hesi kanningini at siga, hvat slag av ráolju tal an er um Sjálvur hevur Heri Ziska arbeitt hjá australska fel agnum í eina tíð fyri at kunna seg við henda nýggja kanningarháttin Avtalan við førovingar Richard Morgan frå World Geoscience heldur skeið fyri fólki hjá oljufyri sitinginmi um nyggja lasereteknikkin u nu er brúktur til at | eita eftir oljublettum á havyvir faltuni við Førovar . Mynd Kalmar . um at gera hesar kanningar gevur oljufyrisitingini at gongd til øll kanningarúrs litin. Felagið kann so sjålvt selja úrsliuni til onnur feløg Sosialurin hevur frætt, at stórur áhugi er millum ljufeløg fyri kanningini »g hevur australska felagið longu selt kanningina til fleiri oljufeløg Olja úr Lopransholi Hetta er ikki fyrstu ferð, at olja er staðfest í føroysku undirgrundini. Fyrstu ferð var tá borað varð í Lopra í 80-unum. Táseyraði olja og gass upp úr holinum Her: Ziska sigur, at nýggja kanningin er so enn eitt prógv um, at olja er í undirgrundini, og er henda kanningin ein beinleiðis in dikator fyri tí Henda kanningin er sera hent hjá okkum at hava, tí við henni kunnu vit so fara yvir aftur ul seismikkin og finna fram til, um rvur kanska eru á staðnum, har oljan er líkin upp og annars, hvussu undirgrundin sær út har á staðnum við tí seis mikki, sum í dag er tekur Samanumtikið stuðla seismisku kanningarnar og laserkanningar hverjum ødrum. Vit síggja vit nak að, sum vit ikki hava sæð við seismikkinum og í ødr- um féri undirbyggja nýggju kanningarnar tað, sum nú verður tulkað av seismikk- inum. Sum so kunnu hesar nýggju kanningarnar hjálpa væl við tulkingini av um ráðinum. Har t.d. seismikk- urin er veikur eru laser- Kanningarnar atturímóti øgiliga sterkar Nú hevur tú arbeitt við seismikki og øðrum kann ingum í eina tíð. Hvar standa vit í løtuni? Vit vita nógv meira í dag, hóast vit enn ikki eru komn ir á mál. Nógv áhugavert er komið fram í dagsins ljós Eitt nú hava vit fingið stóra vitan frá teimum tyngdar mátingum, sum eru gjørdar Tær eru sera áhugaverðar, tí tær siga, hvar sediment baseng eru - tvs. legugrýt- islagdir, ið eru ein týðandi fortreytin fyri, åt olja kann vera tilsteðar Tad er á henda hátt longu ávíst fleiri baseng í føroyska økinum, og hesi liggja rímu- liga spjadd Hóast hetta so vita vit einki um, hvussu nógv olja talan kann tað loysir seg henni Umframt at kanningar hevur australska felagið gjørt magnetiskar kanningar. Hesar hava verið góð hjálp til at kunna tulka seismikkin betri Sosialurin royndi at fáa eina viðmerking frá Richard Morgan, sum st endur fyri kanningunum hjá vera um, og um at fara eftir gera laser Worl Geoscience í Førovum men hann var ikki at hitta Hann venda vit aftur til seinni jan TVINGSILSSOLA Hósdagin 22. februar 1996, kl. 9.40 verður á dómaraskriv- stovuni, C. Pløyensgøtu 1,100 Tórshavn, hildin tvingsilssela yvir matr. nr. 696 a og p, Tvøroyri. Ognin er eini sethus og jørð. Matr. nr. 696 a inn- angarås 29.630 m' harav vegur 1.415 m* . Matr. nr. 696 p til viddar 1.641 m? við åstandandi sethúsum til viddar 157 m* í tveim- um hæddum og dupult- um bilhusi til víddar 35 m“, har ketil til miðstoðu- hita er. Sethúsini: Kjall- arahædd: Kjallararúm, 3 komur, skrivstova, ítrivs- rúm og baðirúm. Stovu- hædd: Durur, grovkøkur, køkur, 2 stovur, badirum og 1 kamar. Byggiår 1984. Húsini eru í góðum standi. Tvingsilssølan er um- biðin av Niels Winther Poulsen, advokati, Fr. Petersensgøtu 9, Tórs- havn, tlf. 11145 (j. nr. 950879), sum kann geva nærri upplysingar, og sum nærri avtala kann gerast við, um ynski er at síggja ognina Søluuppgerå kann um- biðjast hjá nevnda advo- kati eila hyggjast igjøg- Føroya Fútarættur. ———0iFVGKBE OO